týsdagur 16. juni 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 66 — 16. juni 1987
, Áin i>h AA
Síða 12 tíðindablaðið
Lomvigin hevur verið frið-
aður síðani 1980 ímóti
allari veiðu í tíðarskeiðin-
um 1. apríl til 15. august,
tí stovnurin hevur verið í
steðugari minking síðani
seinast í 1950 árunum.
Undan friðingini varð tó
bert rænt í Sandoynni og í
Sumba, og veiðan var o.u.
2000 egg til samans á
hverjum ári.
Tá veiðilógin varð
endurskoðað á vári 1986,
var áhugi fyri at geva
loyvi at ræna aftur, tí
harmast varð um, at hesin
gamli siður skuldi detta
burtur. Í frágreiðing til
Landsstýrið var tí gjert
vart við, at um ræning
varð loyvd, máttu summi
eki verða undantikin, og
nágreiniligt eftirlit verða
hildið við veiðuni, so
hagtelini kundu nýtast til
metingar av núverandi
steðu og komandi
broytingum.
16. apríl varð lýst, at
loyvt var at ræna lom-
vigaregg eftir nærri kunn-
gerð frá Landsstýrinum.
Dorete Bloch, Arne Nerre-
vang og eg vórðu biðin um
at gera eitt álit um við
hverjum treytum, loyvi
kundi gevast. Í hesum
áliti varð mælt til at
æningin for fram so
tíðliga sum gjerligt, so
lomvigin kundi verpa
aftur. Víst varð á, at ein
lomvigi skotin eftir gald-
andi lóg, kann saman-
berast við at ræna 10 til 15
lomvigaregg. Norðan-
fjørds er stovnurin so lítil
og spjaddur, at hann als
ikki tolir ræning, meðan
hildið varð, at í bjerg-
unum í Sandoynni, Skúv-
oynni, St. Dímun og
Suðuroynni kundi ein av-
markað ræning loyvast.
Víst varð eisini á, at tað er
umráðandi, at kanningar
av lomvigastovninum
halda fram, og at sam-
starv tí eigur at vera
ímillum tey, sum kanna
lomviga, og tey sum ræna.
Skotið varð tí upp, at teir,
sum ætlaðu at skipa fyri
ræning, skuldu sekja um
loyvi áðrenn 20. mai og
greiða frá, hvar teir
ætlaðu at fara v.m., og at
talið av rændum eggum
skuldi latast Landsstýr-
inum beinanvegin.
16. mai varð kunngjert,
at Náttúrugripasavnið
kundi veita loyvi at ræna
lomvigaregg í bjørgunum
í Sandoynni, Skúvoynni,
St. Dímun og Suðuroynni '
til og við 8. juni á hverjum
ári. Treytirnar, fyri at
loyvi kann veitast, eru:
at umsókn verður
Náttúrugripasavnin
innan 20
ri
mai á nver)
2) at upplýst verður
hverji fara til ræning, nær
og hvar,
3) at Náttúrugripa-
savnið metir, at ræningin
ikki skaðar stovnin mun-
andi,
4) at ræningin ikki forð-
ar vísundaligum kann-
ingum, og
5) at fráboðað verður
Náttúrugripasavninum,
tá ræningin er at enda og
talið av rændum eggum.
Urslit
Bert í Sandoynni og Skúv-
oynni varð sekt um loyvi
at ræna, og allar umsókn-
irnar vórðu játtaðar.
Kannað varð ikki eftir, um
imsøkjararnir
fuglaveidurættin
høvdu
bjørgunum, men bert um
ræningin kundi loypa ólag
lomvigateljingarnar, ið
fara fram
Bert ein manning bodadi
Náttúrugripasavninum
frá, tá ræningin var at
enda og greiddi frá,
hvussu stór veiðan ar. Eg
havi tosað við veiðu-
menninar og fingið ell úr-
slitini, men um umsøkj-
arar framyvir fingu eitt
útfyllingarblað at havt
við, hevði fráboðanin helst
verðið hildin betur, og
úrslitini verðið meira álít-
andi (sí hjálagda uppskot).
Ræningin byrjaði ikki
fyrr enn 5. juni, og av tí at
lomvigin varp tidliga,
vóru eggini ógvuliga vána-
lig. Tilsamans luttóku o.u.
50 fólk, og veiðan var o.u.
2350 egg. Veiðan varð
býtt líka til allar luttak-
ararnar í hverjari bjarga-
ferð, og úrtekan var frá 25
til 95 egg í part.
Líraberg á Sandi varð
rænt 5. juni. Rættin at
ræna eiga teir fýra garð-
arnir í Treðum. Bergið
verður rænt frá eggini, og
teir plaga at ræna í felag,
tríggir mans frá hverjum
garði og harafturat biðja
teir tveir síðingarmenn.
Fyri Uttastovu luttók
Petur Hentze bóndi, Finn
Hentze og Eyðun Viderø.
Fyri Beitið luttóku
Michael Joensen bóndi,
Kristian Davidsen og
John Nicolaisen. Fyri
Skemmuna luttóku
Jóhannes Clementsen,
Eyðvarður Petersen og
Niels J. Hentze og fyri
Miðstovu vóru Tórur Jo-
hannesen, Sigurd Daniel-
sen og Arnbjern Simon-
sen. Sum síðingarmenn
vórðu bidnir Jógvan
Clementsen og Thomas
Petersen, men Asbjern
Petersen, Eyðun Viderø
og Tórur Johannesen
gjørdu eisini nøkur sig.
Teir rændu i 8-10 sigum,
og øll vóru vånalig, men
tey norðastu vóru nógv
verri enn tey sunnaru í
mun til tað, sum plagdi at
fáast fyrr. Samlaða veiðan
var o.u. 360 egg. Tað
mesta, ið er fingið her, er
o.u. 2200, men vanliga lá
talið undir 2000. Givist
varð vid ræning fyrst i
1970 årnum, tå veidan var
komin niður á o.u. 1000
egg.
Oknadalsdrangur,
Kirkjan og Lonin á Sandi
vórðu rænd 6. juni. Kirkj-
an hoyrir upp í Hornsgarð,
meðan Oknadalsdrangur
og Lonin hoyra upp í fleiri
jarðir á Sandi. Hesi pláss
verða ell rænd frá báti.
Uppi í berginum vóru
Herbjern Simonsen,
Bjarki Hendriksen og
Amaliel Jensen, meðan
Nú
Ragnar Ørvarodd lá á
bátinum.
I Oknadalsdrangi
rændu teir 140 egg. I 1950
årunum rændu teir upp i
1000 egg, men tá vóru teir
meira víða um enn seinnu
árini. Næstseinast teir
rændu, í 1974, fingu teir
o.u. 150 egg í tí partinum,
sum bleiv rændur í fjør.
Í Kirkjuni rændu teir
120 egg. Tað er óvist,
hvussu nógv teir plagdu
at fáa her, men næst-
seinast teir rændu, í 1978
ella 1979, fingu teir o.u.
140 egg.
Sunnanfyri á Lonini
rændu teir 120 - 130 egg,
men tá var eitt eyga eftir
við o.u. 10 - 15 eggum. Tað
mesta, ið er fingið her, er
o.u. 300 egg. Fyrst i 1970
årunum lå tali um 160.
Næstseinast teir rændu. i
Ræning av lomvigareggum 1986
Bergur Olsen, Fiskirannsóknarstovan 1987
1979, fingu teir o.u. 130 -
140 egg.
Steinsdrangur å Sandi
varð rændur 6. juni. Hann
hoyrir upp í fleiri jarðir á
Sandi.
Uppi í dranginum vóru
Jógvan Clementsen,
Thomas Petersen,
Asbjørn Petersen og
Thummas Lekjá. Á bátin-
um vóru Eyðvarður Peter-
sen og Niels J. Hentze.
Veiðan var 482 egg. Teir
rændu innsíðuna og helvt-
ina av útsíðuni. Seinast
allur Steinsdrangur varð
rændur var í 1953, og tá
fingu teir um 2000 egg,
1000 á innsíðuni og 1000 á
útsíðuni. Tað ekið, sum
bleiv rænt í ár, hevði í
1950 árunum givið o.u.
1500 egg. Fyrst í 1970
árunum rændu teir bert
innsíðuna. og veiðan lá um
700 - 800 egg (8. juni 1977
650 egg), men næstsein-
ast, í 1979, rændu teir
saman øki sum í fjør og
harafturat eitt sindur frá
toppinum, og tá var
veiðan bert 450 egg.
Dalurin og Langibakkin
á Skúvoynni vórðu rændir
7. juni. Rænt verður frá
eggini, og tað er vanligt
at øll i bygdini, og tey sum
hava samband vid bygd
ina, kunnu luttaka. I fjør
luttóku gott 25 fólk.
Síðingarmenninir vóru
Tummas Frank Joensen
Herman Mikkelsen, Pó!
Mikkelsen og Ólavur
Skipageta. Teir nýtt tvær
línur, og undirsitingar
menninir vóru Óla J
Hentze og Janus Jensen
i