Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 16. juni 1987 meðan Meinhard Hentze og Gunnar Poulsen vóru eftirhyggingarmenn. Vanligt var at gera 8 sig á Dalinum, men teir vóru ikki vísir í, hvar línan skuldi liggja í tí eina sigin- um, so teir vóru bert í 7 sigum. Á Andrassaspild- um fingu teir 240 egg, í tí næsta siginum 117 og í teimum 5 norðastu fingu teir 473 tilsamans. Á Dalinum fingu teir sostatt 830 egg, og teir kundu kanska fingið gott 900, um teir høvdu funnið øll sigini. Tað mesta, ið er fingið her, er o.u. 4000 egg, men vanliga lá talið um 3000, og í 1972 var veiðan 2600. Á Klettinum á Langa- bakka fingu teir 297 egg. Tað mesta, teir vita um í hesum siginum, er 1000 egg, men vanliga fingu teir frá 700 til 900 egg. Tað mesta teir hava fingið á øllum Langabakka er 1800 egg, í 1972 fingu teir 1200. Næstseinast rænt varð á Dalinum og á Klettinum á Langabakka var í 1974, og tá var veiðan 2200 egg tilsamans ímóti 1127 í fjør. Umrøda Samanbering. Tad er tor- ført at samanbera ræning- arúrslit, ti ymiskt er hvussu stórur partur av berginum hevur verið rændur seinastu árini rænt varð. Í summum fer- um havi eg eisini fingið ymisk tel frá fråsøgu- monnunum. Ymiskt er eisini hvussu stórur part- ur av lomviganum hevur vorpið, tá rænt verður. Í ár varp lomvigin ógvuliga tíðliga, so eftir tí kundu vit væntað lutfallsliga nógv egg. Allar manning- arnar hevdu vandar bjargamenn við, og hildið var, at tað í flestu forum varð rænt líka væl sum fyrr. Úrslitið frá ræningini í fjør er nógv tað ringasta, ið menn vita um. Hetta er tí eitt álítandi prógv um, at lomvigastovnurin er ógvuliga illa fyri. Veiðan var í meðal bert 1/3 av tí - vanliga og bert 1/4 av tí, sum kundi rænast í 1940- og 1950 árunum, tá stovn- urin var upp á sítt besta í hesi eldini. Minkingin hevur verið ymisk í ymsum pertum av bjørgunum. I Lírabergi hevur minkingin verið sterst í tí norðara partin- um, og í Kirkjuni, Okna- dalsdrangi og Lonini hevur minkingin verið sterst á teimum niðastu spíldunum. Í Skúvoyar- bjørgunum varð bert rænt í tí norðasta partinum, men teljingar vísa, at her er lomvigatalið minkað mest í tí sunnara partin- um. Á St. Dímun varð ikki rænt í fjør, men eisini har er eggjatalið stórliga minkað. I Hvasseygum, har teir plagdu at fåa o.u. 70 egg, vóru bert 5 í 1986. Minkingin í eggjatalin- um hevur í meðal fyri hvert árið verið sterst frá seinast í 1960 árunum og hevur hildið fram í 1970 árunum, men er meguliga steðgað í 1980 árunum (Steinsdrangur). Talið av ungum fugli, ið helt til niðast í bjørgun- um, fleyg fram við ella sat á sjónum, minkaði har- afturímóti ógvuliga bráddliga seinast í 1950 árunum og ferdi m.a. við sær, at tað ikki hevur verið meguligt at fleyga lomviga síðani, men saml- aða talið av fugli, sum sæst í berginum, er ikki minkað so nógv upp á seg í 1980 árunum, sum tað gjørdi í 1970 árunum. Ein av grundunum, til at stødan er batnað i 1980 årunum, er uttan iva, at lomvigin hevur verið frið- aður á sumri hesi árini. Árin. Árinið, ið ræning- in hevði á bjørgini, er helst lítið, tí talið av eggum, sum varð rænt, er bert o 1. 1% av samlaða talinum og svarar til o.u. 200 skotnar lomvigar eftir galdandi lóg (sí frammanfyri). Tann skaðin, sum meguliga verður gjørdur við at órógva fuglin, er avmark- aður til tey plássini, sum verða rænd, og tí ber til framyvir at hava eftirlit við hesum plássum, um nágreiniligar upptekn- ingar verða gjerdar yvir veiðuna. Tað, at menn undir ræn- ing rudda sand og grót av rókunum og beina fyri havhestum og havhesta- eggum, verður av nógvum mett sum ein rekt av bjørgunum, ið hevur stór- an týdning. Tað er ymiskt, hvussu nógv verður gjørt av hesum, men av tí at bert o.u. 1% av bjergun- um verða rænd, hevur hetta ongan týdning fyri samlaða stovnin. Eftirlit framyvir Ein kundi kanska hugsað, at ræningarúrslit er tað besta eftirlitið framyvir, men tað árinið, ið ræning- in hevur, um rænt verður á hverjum ári, ger, at úrslitið ikki kann nýtast sum meðal fyri tann stersta partin, sum ikki verður rændur. Um neyvt eftirlit skal verða hildið við lomviga- stovninum, er tí umráð- andi, at hildið verður fram við lomvigateljingunum, og at teljingarnar verða gjerdar í fleiri bjørgum enn higartil. Um ræningin heldur fram, mugu úrslit- ini tó eisini verða nýtt í hesum samanhangi, tí aftan á nøkur ár geva tey eina ábending um steðuna í hesum bjørgum, og tað vánaliga úrslitið í fjør hevur lopið hvekk á mang- an, ið ikki trúði, at tað stóð so illa til, sjálvt um Aimdah = - + A; SS S0Sialurin teljingar í nógv ár hava víst hesa gongdina. Fråsøgumenn Liraberg: Jogvan Clementsen, Petur Hentze og Hanus Johannesen. Oknadalsdrangur, Kirkjan og Lonin: Magnus Hansen. Harald Jensen, Eydun Viderø og Her- bjørn Simonsen Steinsdrangur: Magnus Hansen, Thomas Petersen og Eyðun Viderø. Dalur og Langibakki: Ola J. Hentze, Jógvan Joensen, Tummas Frank Joensen, Pól Mikkelsen og Ólavur Skipageta. Í Feriuavloysari Til »Midstovnin í Gundadali« søkist eftir fólki sum feriuavloysari og sjúkra- og til- | kalluhjálp beinanvegin. Áhugað biðjast venda sær til Mið- | stovnin, tlf. 14914. Miðstovnurin i Gundadali Miðstovnurin í Gundadali er ein barnagarður og fritid C J arstað fyri børn í aldrinum 4 10 ár Enn hava vit nakrar MIELE dustsúgv- arar eftir, sum vit selja fyri 20% í av- sláttri. —"""} | t i i i