Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAA LAA Tr Rg pr jp … Í á Í | | Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: P/f Sosialurin (> Jan Miller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Miðvís forfylging HERFERÐIN hjá fólkaflokkinum móti annarleiðis hugsandi heldur fram. Hetta hevur verið eitt av aðalmálum floksins í longri tíð. Eingin skal kenna seg tryggan, sum ikki tekur undir við politiska harkaliðnum á Traðarvegi. At spjaða ótta og ótrygd er eitt av aðalmálum fólkafloksins. Í LONGRI tíð hevur stavnamadur fólkafloksins ligið eftir ávísum út- varpsfólkum. Útvarpsfólkini eru speirikin og útspilt, tí tey tíðindi, ið hesi, í teirra dagliga arbeiði, hava borið, hava ikki hóvað fólka- flokkinum. Tað, sum pínir fólka- flokkin mest er, at útvarpið ikki hálovar stýrinum í Suður Afrika ella einaræðisharranum Pinochet og at Reagan ikki fær eitt herða- klapp og Gorbatjov ein frammaná i hvørjari tíðindasending. i DAGBLADNUM i gjår heldur hetsin móti einum ávísum út- varpsmanni fram. Páskotið til nú aftur at leggja eftir honum er, at hann hevur funnið sær annað starv, eftir drúgva tænastu í út- varpinum. Hesin útvarpsmaður, sum so at siga hvort mansbarn í Føroyum kennir frá mongum framúr góðum og áhugaverdum sendingum í útvarpinum, skal nú framhaldandi forfylgjast av fólka- flokkinum. HVAT HEVUR so hesin maður gjørt, sum ikki hóvar fólkaflokk- inum? Hann hevur havt nakrar samrødur við søgufrødingin Hans Holm um uttanrikispolitikk. Hann er javnadarmadur. Hann hevur eina ferð svarað Ola Breckmann „aftur í blødunum, og í tíðinda- flutninginum hevur hann listið okkurt fjarritið frá Ritzau ella Reuter, sum ikki eru skorin heilt eftir fólkafloksins leisti. Hetta eru jú stór brotsverk — tykist. oddagrein HENDAN forfylging er nógv álvarsligari og óhugnaligari enn flestu hugsa. Hendan forfylging er eisini sera miðvís. Tað, sum veruliga liggur í hesi herferðini er tað sama, sum fólkaflokkurin í fleiri ár hevur framt móti so mongum gðrum. Boðskapurin er týðiligur: Makkar tú ikki rætt, so veitst tú, at so fært tú av at vita. ØLL MINNAST herferðirnar móti fólki, sum vístu seg til dømis á friðarfundum, umhvørvisfundum og annars í felagsskapum, sum ikki vóru hýstir í fólkafloksins glashúsi. Mong av hesum fólkum, sum dittaðu sær at siga sína hugsan á tílíkum fundum, ella bert vóru við, fingu av at vita. Endamálið við herferðini var greitt. At lata fólk vita, at um tey vístu seg á tílíkum samkomum, fingu tey av at vita. Hetta hevur eydnast partvís, og vit vita um fólk, sum ongan hug hava at verða útspilt alment, og tí halda seg burtur. NÚ ER túrurin komin til al- mennu fjølmidlarnar, sum Fólka- flokkurin, sum kunnugt ynskir so fjart sum piparid grør. Nú skulu útvarps- og sjónvarpsfólk fáa somu boðini. Vága tit tykkum at bera kritisk tíðindi mótvegis fólkafloksins ódámligu politisku idolum, so fáa tit av at vita. GREIÐ TALA frá fólkaflokkinum, og gevur hetta okkum bert enn eina ábending um, at skal tað vera livandi í hesum landi hjá hampafólki, fólki, sum loyvir sær at hava eina hugsan um sam- felagsmál, eigur fólkaflokkurin at haldast so langt uttanfyri alt politiskt vald langt inn í komandi øld. tér.- 1 % e ; ' á t Nr. 67 — 18. juni 1987 SUMBA—B71 Eftir at hava heitt å MAP, itråttarskrivaran i 14. sept., og formannin i Fram, Eyðfinn Albert Hansen, um at rætta skrivingina í 14. Sept. um dystin Sumba-B71 og einki hendir, vil eg gera hetta sjålvur. Eyðfinn A. Hansen kann ikki skilja, hví eg ikki metti til dystin sum dómari. Til hetta er at siga, at eg var í feriu, burturstaddur, og hetta visti EAH týsdagin 19.5. sum dysturin skuldi verða leygardasgin 23.5 EAH ringdi heim til mín og fekk at vita, at eg var í feriu, sjálvt um eg segði tað við áðrenn eg fór í feriu. Formaðurin Sumba tosaði eisini við EAH, og EAH, at hetta skuldi hann nokk loysa. Harra Eyðfinn Albert hann 4 dagar, segði Hansen sigur, at Fram hevur einans ein dómara. Hetta er ikki satt. Fram hevur 2 dómarar og veit Eyðfinn ikki hetta, so haldi eg hann skuldi pakkað sekkin. MAP skuldi eisini spurt hinar partarnar av sakini, áðrenn hann sleingir tílíkt út í blødini. Heilsan Kim Ejdesgaard Politisk stødutakan i álvarsmálinum um AIDS-kanningar Við hesum skal verða sagt frå, at FRAMSOKNAR- FLOKKURIN til fulnar tekur undir vid ynskinum hjá leiðsluni á LYN- FROST, um at innflutt ar- beiðsmegi skal kannast fyri AIDS. Annars metir Fram- sóknarflokkurin, at kann- ingar eiga at verða settar í verk fyri allar vanda- sjúkur, tá fremmandafólk skulu higar til lands at ar- beiða. Tílíkt krav er ikki órími- ligt, og onki óvanligt er í tí, at fólk ella bólkar av fólki verða kannað fyri vandasjúkur/smittur. Her kann verða víst til donsku tvungnu kanningarnar av hverjum einasta feroy- ingi, sum fór at sigla í danska handilsflotanum. Har var talan um kann- ingar av og innspræningar móti einum ótali av nevnd- um og ónevndum sjúkum, so sum colera, yellow fever, small pox, TB, veneriskar = sjúkur og meguligar aðrar sjúkur við, sum ein í letuni ikki kann minnast. (Og veit ein altíð hvat ein verður kann- aður fyri, tá t.d. blóð- royndir verða tiknar — hver einasta barnakona verður kannað fyri syfilis uttan at vita av tí). Ein smittukanning er ongantíð diskriminerandi, men kann hjálpa tí kann- aða og tryggjar tey, ið hesin kemur í samband við. Vit trúgva ikki at ein einasti feroyskur ella danskur sjómaður klagaði um tey afturvendandi boðini: >De skal lige en tur inn pá Rederiforeningens lægekontor i ....gade 33<. Vísa vit eftirlæti og líka- sælu fyri álvarssamum vandasmittum, kunnu vit koma at uppliva tað, ið verri er enn tá tuberkla- smittan rakti Feroyar á sinni. Fyrivarni, sum tað LYNFROST tekur, eiga vit at vera takksom fyri og geva okkara fulla stuðul. vegna FRAMSÓKNAR- FLOKKIN Adolf V. Hansen fm. Hjá fólkaflokkinum hevur sannleikin ikki húsrúm Tá ein gevur seg til at skriva soleiðis sum nú Óli Breckmann og fólka- flokkurin gera, um hvussu viðurskiftini vóru á Tver- oyri og orsekina til broyt- ingarnar í fólkatalinum, viðurskifti, sum hverki fólkaflokkurin ella nevndi persónur kenna nakað til, so má eg vísa á, at »hann, ið gitar tekur ofta feil«. Teir royna av øllum alvi at ærumeiða eina heila sókn við at royna at mana nakað fram, sum í veru- leikanum ikki er soleiðis sum nevndi persónur og flokkur hansara gera, tað skrivaða orðið hevur ávirkan, tað er bara at siga tað nóg ofta, so festir tað retur. Henda herferð, sum fer fram ímóti Tveroyri og tí fólki, sum hevur búð her og tey, sum nú búgva, vísir, hvussu lætt bæði Óli og fólkaflokkurin fara um sannleikan. Tað er ellum greitt, at har bert annar parturin = verður við- gjørdur og viðgjerdur á henda hátt sum arbeiðara- fjøldin verður, so hevur sannleikin ikki húsrúm. Sannleikin er húsvillur, har hann verður viðfarin á slíkan hátt, sum Óli og fólkaflokkurin hagreiða ta arbeidarafjøld, sum bygdi Tvøroyri og sum legði grundarlagið undir tann javnaðarflokk, sum vit hava í dag. Hvat var nú orsekin til, at arbeiðaraflokkur bleiv stovnaður, hvat var nú orsekin, harra Óli Breck- mann! Orsekin var, at tann tímalenti, kvinnur sum menn og fiskimenninir við, sjálvt um tey ar- beiddu nátt sum dag, so vóru tey ongantíð klár yvir, hvar tey stóðu. Tey vistu ikki, um tey vóru keypt ella seld. Tey fingu ongantíð sínar egnu pengar at ráða yvir sjálvi. Tað at ráða yvir síni egnu ogn skuldi ein borgarligur politikari sum Óli sigur seg vera, skilt. Her var tað arbeiðsgev- arin, sum umsat teirra viðurskiftum, og var tað ein, sum bað um eina upp- gerð, so var arbeiðsloysi prísurin, so eitt var at gera, eitt annað at lata vera, so tegnin var ráð- andi. Eg vildi fegin vitað, hvussu leingi harra Óli Breckmann og fólkafloks- kvinnur og -menn vildu bíða eftir sínum pengum. Teir vildu ikki bíða ein 0