hósdagur 18. juni 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ser
ERE FKN
OG
Nr. 67 — 18. juni 1987
Stødin å Husareyni hevur samskifti vid sama slag stød i Herstedvester i Keypmanna-
havn.
Vindhart er á Húsareyni. Men tað sigst, antennan tolir tríggjar ferðir ódn og 25%
afturat, tað vil siga umleið 100 m/sek. Net verður nú sett uttan um hana fyri at verja
hana móti eitt nú fúkandi smásteinum.
Øgilig ferð:
0,20 sekund
Eydnast royndin í august
at fáa fylgisveinin
Eutelsat-I F4 í ringrás, so
fáa Feroyar seint í heyst
telesamband við Dan-
mark, sum kann saman-
berast við tað besta í
heiminum. Bæði viðvíkj-
andi kapasiteti, tekni og
ikki minst fáa vit eitt sera
trygt og álítandi sam-
band.
Hendan boðskap hevði
Hans Wiirtzen, aðalstjóri í
Post- og Telegrafverk-
inum, við sær niðan á
Húsareyn seinnapartin
týsdagin. Hátíðarhald var
á Húsareyni, tí nú er út-
byggingin liðug. Fylgi-
sveinajørdstødin er partur
av hesi útbygging. Fyri-
bils verður ikki meira
gjørt á Husareyni. Ut-
gerðin kann tó lættliga
útbyggjast, verður hetta
hildið vera neyðugt.
Kaðal í 1961
Stóra Norðurlendska Tele-
graffelagið legði í 1961
kaðal úr Skotlandi til Før-
oya, Íslands og Gren-
lands, Scotice. Hesin
kaðal nektaði tervin, sum
var tá.
Tíggju ár seinni, í 1971,
varð kaðal lagdur úr Het-
landi til Feroya. Hesin
kaðal var nógv sterri enn
kaðalin, lagdur var í 1961.
So stórur, at nú var megu-
leiki fyri sjálvvali. Og
hann er framvegis nóg
stórur. Men hann er ikki
nóg álítandi. Sambandið
er ikki nóg trygt. Tí hevur
leingi verið leitað eftir
nýggjum samskiftismegu-
leika, upplýsti Hans
Wirtzen á Húsareyni týs-
dagin.
Danmark er við í Eutel-
sat samarbeiðinum og
fekk tí meguleika at leiga
seg inn í nýggja fylgi-
sveinin F4 fyri umleið 13
milli. kr. um árið. Helvtin
av tí plássi, PÆT hevur í
F4, er sett av til tele-
sambandið millum Dan-
millum Føroyar
g Danmark
mark og Feroyar. Fyribils
eru 120 telefonråsir í-
settar.
Telefonfelagarnir fara
ikki at hoyra tann stóra
munin, tá samreðurnar
fara um fylgisvein í staðin
fyri kaðal. Teir skulu tó
venja seg til ta egiligu
ferðina, ljóðið ferðast
gjøgnum luftina. Tað
brúkar bara 1/5 part av
einum sekundi at sendast
millum londini.
Royna aftur
í august
Men enn er kaðalin álitið.
Royndin seinasta summar
at senda upp F4 fylgi-
sveinin miseydnaðist full-
komiliga. Men í august
verður gjørd nýggj roynd
við teirri fronsku Ariane-
rakettini. Eydnast hon,
kann nýggja samskiftis-
steðin á Húsareyni takast
í nýtslu í oktober ella no-
vember.
hd
AIDS-smittað
— Donsku reglurnar galda eisini í Fer-
oyum. Og tær útiloka tvingsil, tí AIDS
verður ikki tald millum kynsjúkur
Ongi krev verða legd á
tey, sum eru smittað við
AIDS-virusi. Men tey fáa
tilboð um at koma til
kanningar, nær tað skal
vera, og minst triðja
hvenn mánað.
Í Feroyum verður brúkt
leiðbeiningin hjá danska
heilsustýrinum um AIDS-
smittað. AIDS verður í
Danmark (og Feroyum)
ikki tald millum kynsjúk-
ur. Og tí ber ikki til at
noyða AIDS-smittað at
upplýsa, hver tey halda
hevur smittað tey. Tað ber
tí heldur ikki til at noyða
AIDS-sjúklingar at taka
móti viðgerð. Slíkt ber til,
tá fólk hava kynsjúkur, tí
kynsjúkulógin sigur tað.
Jón á Steig, yvirlækni á
heiliráðdeildini á Lands-
sjúkrahúsinum, er ein av
teimum heilt fáu, sum
veit, hverji tey fimm
AIDS-smittaðu í
Feroyum eru. Tað er
hansara arbeiði at tosa við
tey, hjálpa teimum og
verja tey.
Tá tað er greitt, at ein
persónur er smittaður við
AIDS-virus, verður við-
komandi biðin um at koma
til samtalu. Men hetta má
vera, tá báðir partar hava
góða tíð. Tí ein long og
drúgv samtala er neyðug.
Fólk, sum fáa eini so
skelkandi boð, kunnu ikki
bara sleppast upp á fjall
aftaná. Aðrastaðni eru
ikki so fá demi um, fólk
hava beint fyri sær sama
dagin.
Tey eru veik
Jón á Steig sigur, at smitt-
að fólk fáa at vita, tey
skulu vera varin við kyns-
ligum sambandi og helst
bara hava samband við
sama fólk. Tey fáa at vita,
tey eiga at brúka hít, hava
tey samband við onnur.
Tey fáa eisini at vita, at
teimum nýtist ikki at siga
nekrum, tey eru smittað,
heldur ikki hjúnafelaga
ella tí, tey liva saman við.
Læknar siga heldur ikki
eðrum læknum frá. Tó
verður heitt á tey um at
siga tannlækna sínum frá.
Hann kann so verja seg
við handskum. Hetta er tó
heldur ikki nakað krav. Og
enn er ongin tannlækni
smittaður í arbeiði sínum,
tað vitað er um.
Jón á Steig sigur, at tey,
sum eru smittað við
AIDS-virusi, eru í vanda
fyri at fáa sjúkuna. Hon
kann vísa seg á ymsan
hátt, men sum oftast við
bruna, eitt nú lungna-
bruna.
Ti verður heitt á tey
smittaðu um at siga frá,
broytist livimátin. Tí tey
eru veik, og mugu hava
heilivág í sterri negdum
og longri tíð enn onnur
Tolir ikki hita
og kulda
Jón á Steig sigur, at hann
hevur samband við
deildina á Ríkissjúkrahús-
inum, sum tekur AIDS-
sjúklingar. Fýra slíkar
deildir eru í Danmark,
tvær í Keypmannahavn,
ein í Árhus og ein í
Odense.
Tað er ikki vist, føroysk-
ir AIDS-sjúklingar
beinanvegin verða sendir
til Danmarkar. Steða má
takast til hetta í hverjum
einstøkum feri. Men tað
kann sjálvandi enda við tí,
sjúklingur verður sendur
niður.
AIDS smittar við blóði í
stórum negdum og sáði
hjá mannfólki. AIDS-
virus er ikki serliga lívs-
ført og tolir illa nógvan
hita og enn minni kulda.
AIDS-virus tolir íkki
meira enn 56 stiga hita og
AIDS-virus trívist heldur
ikki uttan fyri livandi
likam.
Fólk, sum ætla sær
uttanlands, stúra fyri
mýggjabitum. Men enn
veit ongin um, at mýggja-
bitar bera AIDS-smittu
millum fólk.
hd
Livet er fuldt af
sjove billeder.
Agfa MAXI gi'r dig
3 optagelser mere
for samme pris!