Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Verkfalsvaktir hava hugnakvoøld Koma leygarkvøldid úr ollum landinum til Kollafjarðar Dagarnir vóru strævnir hjá mongum, tá verkfallið var. Ikki minst hjá teim- um mongu, sum í dagavís ansaðu eftir, at eingin gjørdi verkfalsrakt ar- beiði. Um alt landið skift- ust tey at halda vakt við ferjur og arbeiðspláss. Nú fáa verkfalsvakt- irnar eitt herðaklapp fyri sítt arbeiði. Leygarkvøld- ið eru allar verkfalsvakt- irnar hjá FA bodnar til hugnakveld, sum verður í húsinum hjá Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag. Millum 170 og 200 fólk vera við til hugnakveldið. Har verður degurði og ym- iskt til undirhalds. Stríðið var hart, tá á stóð, og ætl- anin er hugnakveldið at tosa um, hvat var gjert Nr. 67 — 18. juni 1987 hr, Verkfalsvaktirnar høvdu tad ikki altid lika lætt. Men leygarkvøldid fáa vaktirnar høvi til at tosa um royndirnar og hugna sær rætt, og hvat var skeivt. Tilikt ber til at tosa um bædi i gamni og ålvara. Tad sigst, at fleiri tættir eru yrktir um verkfallið til hugnakveldið. randi Samráðingarnar draga ut Seks feløg ongan såttmåla juni Tað gongur ógvuliga striltið við samráðingun- um, sum landsstýrið ferir við seks ymisk fakfeløg. Tað tekur sína tíð við so nógvum ymisk- um samráðingum, og tíð hevur landsstýrið ikki ov nógv av, halda felegini. Starvsmannafelagið = og Feroya postfelag eru tey einastu, sum í hesum um- farinum hava skrivað undir sáttmála við Lands- stýrið. Sáttmálarnir hjá teim- um seks fakfeløgunum gingu allir út 1. juni. Tey seks felegini eru Feroya Lærarafelag, Feroya Verkfreðingafelag, Fer- oya Skipara- og navigater- havt síðan 1. felag, Feroya Teknikara- felag, Feroya Handverk- arafelag og Búskapar- og Legfreðingafelagið. Fleiri mánaðar Feroya Lærarafelag legði síni lønarkrøv fram longu í februar mánaði, og fyrst í apríl var fyrsti samráðing- arfundurin. Men enn røk- ist einki fyri nøkrum sátt- mála. Onkrar smávegis spurningar eru partarnir samdir um, men tað ganga óivað nakrir mánaðar afturat, áðrenn nýggjur sáttmáli verður undir- skrivaður, hevur Hans Trygvi Henriksen, for- maður í felagnum, áður sagt. Nú vil hann ikki siga nakað um samráðingar- nar. Feroya Skipara- og navigaterfelag hevur nýggjan samráðingarfund við landsstýrið fríggja- dagin. Við góðum vilja skuldi borið til tá at sam- ráðst út í eitt og gjert sáttmála, heldur Ellintur Abrahamsen, formaður í felagnum. Tað var skeivt, at sam- ráðingarnar ikki byrjaðu fyrr enn eftir 1. juni, tí nú dregur bara út, sigur hann. 5 grunnin Klaksvikar Arbeidskvinnu- felag lært av ringum roynd- um Arbeiðskvinnurnar i Klaksvik ætla sær ikki at standa å berum, næstu ferð verkfall verður. Tað gjørdu tær so at siga i seinasta verkfalli. I verk- falsgrunninum var so litid av pengum, at limirnir ikki fingu meira enn 800 krónur i part. Tær, sum arbeiddu hálvan dag, fingu 400 krónur. Tær á sjúkrahúsinum, sum ikki mistu so nógva innteku sum hinar, fingu einki úr verkfalsgrunninum. Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag samtykti á fundi leygardagin at styrkja grunnin. Limirnir gjalda eitt prosent av inn- tekuni til felagið, og nú skal sterri partur enn frammanundan gjaldast av hesum prosenti í grunnin. Klaksvíkar Ar- beiðskvinnufelag = ætlar eisini at flyta eina upp- hædd av sínum ognum í grunnin. — Fyrr hevur felagið ikki hildið tað vera so neyðugt at hava verkfals- grunn, men ú er líkt til, at vit altíð kunnu vænta at fáa brúk fyri verkfals- hjálp. Og tí skipa vit nú grunnin, soleiðis at hann kann brúkast, sigur Her- gerð Joensen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag. Fingu frítíðar- løn tå Á fundinum leygardagin greiddi nevndin eisini frá samráðingunum. Nevndin hevur fullan stuðul frá limunum. 40 vóru á fund- inum. Tey, sum vóru í verk- falli, mistu nógva lenar- innteku. Verkfallið vardi í 13 arbeiðsdagar, men tað vóru kortini ikki 13 fullar daglenir, tey á flaka- virkinum mistu. Skipini vórðu legd í góðari tíð, og arbeiðið á virkinum er hesa tíðina ógvuliga ójavnt. Men at verkfallið kost- aði, hava fleiri merkt. Ser- liga familjur, har bæði maður og kona arbeiddu á flakavirkinum. Og eingin ivi er um, at tað man tátta í hjá summum ungum familjum, sum nýliga hava bygt, heldur Hergerå Joensen. Tað vildi so til, at frí- tíðarlenin varð útgoldin 2. mai, eina viku fyri verk- fallinum. Tað hjálpti mongum, sjálvtum um tað var harmiligt, at tey vóru noydd til at brúka frítíðar- lenina til at liva av í verk- fallinum, sigur Hergerð Joensen. randi Føroya Skipara- og navigaterfelag hevur biðið um 20% lenarhækking yvir tvey ár. Harumframt onkrar smávegis broyting- ar, og at sáttmálin verður meira útgreinaður fyri at sleppa undan misskiljing- um. Verkfreðingarnir = eru heldur ongan veg komnir við samráðingunum. Teir hava fund aftur við lands- stýrið um eina viku. Teknikararnir bara ein fund Føroya Teknikarafelag hevur higartil bara havt ein fund við Landsstýrið. Fundur verður aftur í dag. Hverji ynskini hjá felag- num cru til nýggjan sått- mála, leggur formaðurin, Sjúrður Heinesen, ikki í at kunngera enn. Sjálvt um ein stórur partur av limunum ar- beiðir hjá tí privata, hevur Teknikarafelagið bara sáttmála við Landsstýrið. Tann sáttmálin verður brúktur sum grundarlag, tá teknikararnir fáa ar- beiði í privatum fyri- tøkum, men såttmålin er ikki galdandi fyri privat størv. Teknikarafelagið hevur umleið 120 limir, íroknað næmingar og praktikant- ar. Limirnir í Føroya Teknikarafelag eru fólk við tekniskari útbúgving, lægri enn byggifreðingar. randi i £ g | Er ———D