Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—g— et Nr. 67 — 18. juni 1987 i SEV við milli- yðslar onunum Í dag skal landsstýrið taka steðu til eina umsókn frá SEV um loyvi til at taka lán uppá 25 mill. kr. til keyp av nýggjum motori til Sundsverkið. Hesin motorurin er av sama slagi sum tann verkið setti upp fyri nekr- um árum síðani. Talan er um eina 2-taktara frá Bur- meister á Wain. Sosialurin hevur fingið upplýst, at SEV als íkki hevur boðið motorin út fyri á tann hátt at vita, hvar ein fær bíligasta til- boðið. Eisini skal SEV hava tráhildið um at keypa 2 taktsmotor, hóast tað eru teir, sum meina, at ein fýrataktari er eins góður og harafturat nógvar ferðir bíligari. Utvarpid visti herfyri at siga frá, at motorurin frá B&W kostar 128 mill. tá hann er lidugt uppsettur Ein 4-taktari frå ensku fyritøkuni Mirrless Black- stone sigst kosta bert ein triðing av hesi upphædd- ini. Henda fyritøkan er so ongantid eftirspurd. Ann- ars kann sigast, at gomlu motorarnir å Sundsverk- inum eru av hesum slag- num. Vit hava eisini fingið upplýst, at flest allastaðni har slíkir motorar verða brúktir, eru menn farnir burtur frá 2-taktarunum yvir til at brúka 4-taktar- ar, tí teir eru so nógv bíligari. Teir krevja tó nakað meira viðlíkahald, men skuldu ikki verið nógv dýrari í rakstri. Nú skal so landsstýrið taka avgerð um at játta SEV lániheimild til ein motor á Sundsverkinum. Um somu tíð eru tað teir, sum siga, at tað eru bert feroyingar, sum meta seg hava ráð til í dag at keypa 2-taktarar. Segan um motorarnar á Sundi er annars rættiliga áhugaverd, tí upprunaliga hevur SEV meguleika at keypa tveir motorar til verkið á Sundi og harvið fáa teir munandi bíligari, enn SEV nú skal rinda fyri tann næsta motorin. Talan var um eina optión, t.v.s. at vildi SEV treyta seg til at keypa tann næsta motorin innanfyri eitt vist tíðarskeið, so fo 2 | SN skuldi SEV fáa hann fyri nógv bíligari penga, enn um felagið seinni fór at keypa sama motor. Eisini kundi SEV fáa hann upp- aftur biligari, um teir báðir komu samstundis til Feroya. Men sambært úttalils- unum i fjølmidlunum, so ynskti SEV fyrst og fremst at fáa gongd á i vatnorkuútbyggingina og fyri at tvinga hesa í gongd, so var optiónin uppá næsta motorin slept. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa at vita, hvussu nógvar pengar SEV og samfelagið annars kundu spart, um SEV á sinni hevði keypt motor nr. 2 heldur enn at útseta hetta keypið. Nú er so spurningurin um 4-taktaran aftur komin inn í myndina og menn spyrja, hvussu tað ber til, at SEV uttan víð- ari og uttan at bjóða motorin út ger avtalu við eitt ávíst virki um ein 2 -taktara fyri 128 mill. kr., tá ein 4-taktari bert kostar ein triðing av hesi upp- hæddini. jan SEV-stjørin: — Vit hava keypt tann rætta motor Vit hava bidid SEV-stjør- an Klæmint Weihe um eina viðmerking til tíðindini um, at tað er nógv bíligari at keypa ein 4-taktara. Hann sigur: — Vit hava eina kraft- stød á Sundi, sum er bygd til tveir motorar. Tad koyrir ein 2-taktari har i løtuni, og royndirnar av honum hesi fyra årini, vit hava havt hann, i mun til 4-taktaran, eru so mikið góðar, at í okkara verð er eingin ivi um, at hetta er tað rætta at gera. Tá ein hyggur at ílegun- um í ein 2-taktara í mun til tær í ein 4-taktara, so er hann dýrari, men eingi ivi er um, at hann skorar nógv stig á rakstrarsíðuni, bæði í brenniolju, smyrji- olju og rakstri annars. Harafturat hevur ein 2- taktari eina livitid uppá 150.000 tímar og ein 4- taktari við hesi tung- oljuni, vit koyra, eina livitíð uppá 70.000 tímar, t.v.s. at hann hevur dupulta livitíð. Hetta vit m.a. frá nekrum analys- um, sum Heimsbankin hevur gjort. — Men er einki um, at aðrir fara burtur frá 2- taktarunum, tí teir eru ov dýrir? — Tað kenna vit einki til. Tey oyggjasamfeløg, sum vit sammeta okkum við sum t.d. Barbados, Bahamas og Macao koyra øll vid 2-taktarunum. Uppå fyrispurning um motorurin er boðin út, sigur Klæmint Weihe, at hann er boðin út millum tvær fyritøkur, sum selja 2-taktarar. T.v.s. at tað er als ikki komið upp á tal at keypa 4-taktara. Hvat prísinum viðvíkur, sigur Klæmint Weihe, at tá talið 128 mill. kr. verður brúkt, so er øll linjuút- bygging o.a. við. Sjålvur motorurin kostar einar 72 mill. kr. Vit spurdu hann eisini um, hvussu nógv SEV hevði kunnað spart um forkeypsrætturin ikki varð sleptur á sinni. Hann sigur, at teir hava sam- ráðst seg til nakað sama prís sum tá var galdandi. Nakrar fáar mill. kr. eru á muni. — Men nakað kundi verið spart við at keypa hann tá, sigur SEV-stjórin í viðmerkingini. jan