týsdagur 23. juni 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 69 * tysdagur 23. juni 1987
LiF-B68, 1. deild, 2-0 (2-0):
LIF eitt plåss upp
Dysturin i 1. deild i Lorvik
sunnudagin var imillum
LÍF og B68.
Tað var B68, ið hevði
yvirvág í spæli, men hóast
hetta megnaðu teir ongan-
tíð at fáa bóltin í netið.
Harafturímóti eydnadist
lorvíkingum at koma á
odda tá ið einir 22
minuttir vóru leiktir. Tað
var tann ungi Kristian á
Reynatreð, ið stóð fyri
hesum málinum. Bert seks
minuttir seinni var Perry
Bleuit á blettinum, og
kundi leggja LÍF á odda 2-
0.
Síðani hendi ikki meir í
hesum hálvleikinum, og
hóast B36 stríddist dúg-
liga, eydnaðist teimum
ikki at minka um munin.
LÍF kundi sostatt fara til
hálvleiki við eini tryggari
føring uppá 2-0.
B68 hevði eisini yvirvág
í spæli langt inn í seinna
hálvleik, men tá ið tað ikki
eydnaðist teimum at fáa
nakað mál, mistu teir líka-
sum trúnna uppá at fáa
bóltin inn, og tað kundi
fort til at LÍF fekk fleiri
mál, við onkrum leysum
málmeguleikum, ið
stóðust av hesum, men
dysturin endaði við einum
2-0 sigri til LÍF, ið sostatt
kom uppá fimm stig, eitt
frammanfyri B68, ið fram-
vegis hevur fýra.
Streymur-Skåla 0-0:
Javnur dystur á Eiði
Ein dystur í 3. deild varð
spældur á Eiði sunnu-
dagin millum Streym og
Skála. Dysturin endaði við
javnleiki 0-0.
Fyrri hálvleikur var
javnur. Tað vóru. ikki
nógvir málmeguleikar,
men tað var kanska
Streymur, sum hevði teir
meira vandamiklu.
Tíðliga í seinna hálvleiki
kom stersti málmeguleiki
í dystinum. Skálamenn
fingu bóltin í miðjuni, og
teir sendu hann framímóti
sekstanmetrinum hjá
Streymi, har tveir skála-
menn og ein streymari
runnu aftaná. Málmaðurin
kemur út ímóti og skal
sparka bóltin burtur, men
ein skálamaður kom ímill-
um, soleiðis at bólturin
hevði beina kós móti
málinum. Men tá hann er
o.u. 2 metrar frá málstrik-
uni, skal ein hjá Skála
geva bóltinum eitt skump
afturat, men rakar hann
bóltin so óheppið, at hann
steðgar, og ein úr Streymi
fær síðan sparkað bóltin
út. Ein góður málmegu-
leiki hjá Skála, men sum
teir seplaðu burtur.
Seinni hálvleikur var
meira spennandi og við
fleiri málmeguleikum enn
fyrri. Í síðsta minutti
hevði Streymur sín besta
meguleika at fáa mál.
Bólturin varð spældur úr
vinstru síðu innfyri, har
ein hjá Streymi bleiv púra
friur, men hann skeyt
bóltin við síðuna av målin-
um.
Ein javnur dystur og til
tíðir spennandi, men
tíverri fyri áskoðararnar,
ongi mál.
Bm
Jóansgkan 1987:
Róðrarskipan komin
Nú er kappingarskipanin
fyri kappróðurin í summar
endiliga komin.
Fyrsti FM-róðurin er
farin aftur um bak og
næsti stendur fyri durum.
Men betri seint enn
ongantíð, plaga summi at
taka til.
Kappingarskipanin í ár
inniheldur, eins og farnu
ár, umframt reklamur og
yvirlit yvir lógir, skipan-
ina fyri kappróðurin í ár,
hvussu bátarnir skulu
liggja á teimum ymsu
stevnunum v.m.
Harafturat er eisini ein
talva at fylla út við úrslit-
unum frá teimum ymsu
stevnunum í ár, eins og
ein listi yvir feroyameist-
ararnar tey seinastu árini í
róðri.
Um bókina annars er at
siga, at hon er hent at
hava, men prentlistaliga
er hon eitt makkverk.
Stutt sagt illa prentað, ein
prentlutur, sum prentarin
ikki kann tilláta sær at
taka pening fyri.
Tofta Ítróttarfelag aðalfund
Tofta Ítróttarfelag hevði
seinasta fríggjadag aðal-
fund í ítróttarhúsinum á
Svangaskarði. Skráin á
fundinum var:
1. Formannsfrágreiðing
frá farna ári.
2. Framlega av rokn-
skapinum frá farna ári.
3. Val av nevndarlimum.
4. Val av grannskoðar-
um.
5. Megulig uppskot frá
limunum.
6. Ymiskt.
Formaðurin Niclas
Davidsen takkaði millum
annað fráfarandi venjar-
anum í fótbólti, John
Kramer, fyri tey trý sein-
astu árini hann hevði verið
venjari hjá felagnum, eg
fyri góðu úrslitini hann
hevði fingið. Eisini nevndi
hann flogbóltin og borð-.
tennis, ið felagið hevði
klárað seg rættiliga væl í
eisini. Formaðurin nevndi
eisini stóru ætlaninar, ið
eru at leggja graslíki
oman á verandi vell. Hetta
er komið rættiliga væl
áleiðis. Longu uml. hálvan
juli verður byrjað at
leggja graslíki á vellin,
sum eisini skal nýtast í
samband við oyggjaleik-
irnar í 1989.
Ætlaninar hjá felagnum
eftir hetta er at stadion-
ekið skal kunna leigast út
til venjingarlegu hjá
teimum ymisku felegun-
um at fyrireika seg í
áðrenn landskappingina.
Annars varð øll nevndin
afturvald. Fundurin
endaði við at Niclas
Foldbo, verkfreðingur,
greiddi frá samlaða
projektinum, ið mett er
kemur at kosta 11,3 mill.
krónur.
kmi-
Ungdóms-
venjaraskeið
Útbúgvingardeild Fót-
bóltssambandsins skipar í
døgunum 23. til 27. juni
fyri ungdómsvenjara-
skeiði. Hetta skeið er liður
í »grønu« venjaraútbúgv-
ingini og kunnu øll tey, ið
hava tikið lut á A, B, C, D
og E-skeiðunum,
sonevndu »basis-skeidun-
um“, vera við á ungdóms-
venjaraskeiðinum.
Skeiðið verður á lær-
lingaheiminum í Klaksvík,
og er skipað sum eitt so-
nevnt »internat-skeid«,
t.v.s. at luttakararnir
koma at búgva og eta á
lærlingaheiminum. Kostn-
adurin er kr. 1.200,- fyri
hvønn.
Leiðarar á skeiðnum
verða Knud Aage Nielsen
og Max Rasmussen, DBU-
instrukterar.