týsdagur 23. juni 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sjálvandi "næmingarnar
bæði málsliga og mentan-
arliga, og studentaskúlin,
sum átti at verið ein vernd
fyri føroyska mentan,
kann tí í staðin gerast ein
hóttan móti henni.
Men okkum tervar teir
útlendsku lærararnar.
Vóru teir ikki, hevði
heldur ongin skúli verið.
Tað hevur verið fert fram,
at vit áttu at sett sum
treyt, at útlendingarnir
duga at tosa feroyskt fyri
at fáa arbeiði her. Sjálvur
haldi eg ikki, at hetta er
rímiligt. — Og var tað ein
treyt, vænti eg eisini, at
trupult hevði verið at
fingið nakrar lærarar. Tað
rætta var kanska at kravt,
at teir eftir einum ávísum
tíðarskeiði dugdu fer-
oyskt.
Teir flestu teirra hava tó
hóast tað ikki er
nakað krav — lært seg fer-
oyskt. Tað skulu teir hava
takk fyri. Og eg fari sam-
stundis at nýta hevið til
eisini at takka ellum
hinum lærarunum og
annars ellum starvsfólki
skúlans fyri tey trý árini.
Men eg kann, tíverri,
ikki takka ellum okkara
samskiftisfólkum. Tí tá
ein eftir trý ára skúla-
gongd skal upp til próv-
teku — próvteku, sum fyri
nógv fær ávirkan á alt
lívið — so er tað minsta,
ein kann vænta, at
uppgávurnar eru, sum tær
skulu vera. Tað vóru tær
ikki hjá okkum. Tað vóru
nógvir næmingar, sum tá
teir eftir trý ára slit
skuldu til endaliga próv-
teku, fingu eitt makkverk
av eini uppgávu slongda á
borðið. Tá gjørt varð vart
við hetta á landsskúlafyri-
sitingini, var svarið, at vit
heldur áttu at gleðst um
tær góðu uppgávurnar,
heldur enn at »grenja« um
tær minni góðu. Eg haldi
ikki, at hasum tervar
nakra viðmerking. Tað
sigur alt um ta líkasælu, ið
har valdar.
Vit mugu bara vóna —
og krevja — at komandi
árgangir fáa uppgávur, ið
byggja á undirvísingina,
uppgåvur, ið ikki eru full-
ar av feilum, og at upp-
gávurnar eru til taks, tá
tær skulu nýtast. Tann
líkasæla, sum í ár ráddi,
verður hervið enn eina
ferð harðliga átalað!
Eftir slagið við El Ala-
mein á heysti 1942, tá teir
sameindu vunnu sín
fyrsta stóra sigur, og
mong hildu, at nú fór
kríggið at verða liðugt,
segði Churchill: >Hetta er
ikki endin. Tað er enn ikki
byrjanin til endan. Men
tað er, kanska, endin á
byrjanini«.
Eg haldi, vit kunnu siga
tad sama i dag. At vera
pisa er ju ikki nakar endi.
Tað er harafturímóti,
kanska, endin á skúlatíð
okkara. Vit eru bert pisur
eina stutta tíð. Longu eftir
summarfrítíðina skulu vit
breiða veingir okkara út
og flúgva antin at út-
búgva okkum víðari, ella
beint út í arbeiðslívið.
Men uttan mun til, hvat
vit fara at gera, lat okkum
so ikki gloyma, at vit oll
eru studentar. Og at tað,
sum vit hava lært, eigur at
nýtast. Teoriir eru onki
verdar, so leingi tær
standa í bókunum. Tær
eru ætlaðar at skula um-
skapast til praksis. Og tað
er uppgáva — og skylda —
teirra, sum kenna tær, at
gera tað. Lærdómurin
gevur okkum ábyrgd.
Og tað kann ofta vera
keðiligt. Tað er nógv lætt-
ari at liva sum >meðal-
hampamaður-, sum
gongur í kirkju eina ferð
um vikuna og til fótbólts-
dyst av og á, og hvers
samfelagsligi áhugi ikki
rekkur út um tað. Tað er
nógv lættari at stinga
hevdið í sandin. Men vit
hava ikki loyvi til tað. Og
tað eru tíbetur heldur ikki
oll, sum gera tað. Fyri
nekrum degum síðan var
t.d. fundur í Gongugetuni.
Tey, ið skipaðu fyri, vildu
vísa á, at tað var NATO,
sum tryggjar okkum
friðin. Tí eiga vit, segdu
>Lívlát er ikki deyðin,
tey, at vera fyri tí, ið hesin
felagsskapurin umbodar.
Tveir dagar seinni var eitt
tiltak, sum m.a. var ímóti
hjáveru NATO í Fer
oyum.
Bæði tiltekini vóru
sunn. Tað er altíð sunt, tá
fólk sakliga virka fyri, at
teirra sjónarmið skulu
vinna frama. Tann, sum
heldur at terrorjavnvágin
er tað einasta, sum kann
tryggja okkum ellum eina
friðarliga og liviliga fram-
tíð, hann eigur at arbeiða
fyri, at vit varðveita hesa
javnvág og halda fram við
dubbingini.
Tann, sum haraftur-
ímóti ikki heldur at terror-
javnvágin er tann rætti
hátturin at tryggja
framtíð okkara uppá, og at
pengarnir áttu at verðið
nýttir til okkurt annað
enn til vápnaframleiðslu,
eigur at arbeiða fyri, at
dubbingin verður steðgað.
Hvat vit so gera, so er
tað betri enn passivitet-
urin. Tí passiviteturin —
at lata valdsharrarnar
ráða púra einsamallar —
tað er deyðin! Ella sum
Heðin Brú sigur í
»Fedranna talu«:
lívlát er hetta at seta førningin av sær við vegin,
Hevur tú einki at flyggja uttan ta tómu tægu,
er tú ein deyður maður.
Lat meg enda við at
ynskja okkum øllum eitt
ógloymandi summar. -
Navn/nøvn:
CD Ja — eg tekni meg til ferðina
C] Sendið mær nærri uppl. um ferðina |
Takk fyri.
Sjúrður Skaale
Bústaður:
Byur/bygd:
Karl Nolsøe, Hvidovrevej 548
DK - 2650 Hvidovre - Tlf. (01) 49 1339
— bestur at hitta å morgni og å kvøldi.
Nr. 69 — 23. juni 1987
|
Konteynarar
til sølu
Tlf. 5 6624
)
Roynið 15 minniligar dagar í
EGYPTALANDI
— við staðkendum ferðaleiðara (Karl Nolsøe)
Fráferð: 11. juli
Prisur: Danmark — Egyptaland — Danmark
við ølium útferðum og fullum kosti
ífylla
Askot og
fæst við at koma eftir tí.
Sigið frá á TIf. 15519 ella 14919.
F TT
… z
Pedagogur/hjálparfólk
Verkstaðurin >Vónx sekir eftir avloysara
| fyri pedagog sum hevur fríloyvi frá
1.7.87 til 30.6.88. Starvið er á Dag-
heiminum sum heldur til á Eirargarði. Á
stovninum eru 6 pláss.
Starvið er lýst leyst eftir statens løn-
ramme 13—18 + viðbót.
Aðrar upplýsingar um starvið kunnu
fáast á tlf. 14288.
Fólk uttan útbúgving men við áhuga
fyri dagheimsarbeidi kunnu eisini søkja.
Umsóknarfreist 29.6.87.
Verkstaðið »VON«
Postbox 2003,
Hóvabrekka 1,
165 Argir,
TIf. 14288
s s
Cafeteriabestyrer |
En stilling som kontraktansat cafeteriabestyrer
med et ansættelsesområde, der omfatter For-
svarsministeriet med tilhørende myndigheder
og institutioner, er ledig og ønskes besat sna-
rest.
Den, der ansættes, skal indtil videre forrette
tjeneste ved Cafeteriet på Flyvestation Tors-
havn.
Arbejdsområdet omfatter:
Cafeteriabestyreren er daglig leder af cafeteriet
og er over for Chefen for Flyvestation Torshavn
bl. a. ansvarlig for:
Planlægning og gennemførelse af en ratio-
nel og økonomisk drift af caferiet i henhold
til »Bestemmelser for Forsvarets
Cafeterier«,
— udarbejdelse af daglige produltionsplaner
under hensynstagen til oplysninger om
styrkeforhold m.v.,
indhentning af tilbud og indgåelse af lokale
indkøbsaftaler,
— tilvejebringelse, fremstilling og salg af for-
plejning og cafeterievarer,
administration og kontrol, herunder udarbej-
delse af regnskaber, i henhold til fastsatte
bestemmelser,
iagttagelse af hygiejnemæssige regler, her-
under instruktion af personalet om reglerne,
og
overholdelse af arbejdsmiljøbestemmelser.
Kvalifikationer:
Økonoma eller anden uddannelse inden for
levnedsmiddelbranchen,
gode ledelses- og samarbejdsevner,
kendskab til regnskabsføring,
kendskab til Forsvarets Cafeterier ønskeligt.
Ansøgere må være indstillet på at skulle deltage
i supplerende uddannelse, som findes nødven-
dig for varetagelse af stillingen.
Ansættelse sker på tjenestemandslignende
vilkår i henhold til KFF B.24-1978 med aflønning
svarende til lønramme 16.
Nærmere oplysning om stillingen kan ind-
hentes på tlf. 11480, oberstløjtnant N. R. Lund-
bye.
Ansøgning, bilagt dokumentation for uddan-
nelse, tidligere og nuværende beskæftigelse,
stiles til Forsvarskommandoen og indsendes til:
Flyvestation Torshavn
Postboks 217
FR-110 Tórshavn
| Ansøgningsfrist: Senest d. 15. juli 1987