Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Fáa hjálp fyri at sita og lyfta skeivt Nógv ungfólk fara til kiroprak- tor Fyrr var tað oftast ein seinasta roynd at fáa hjálp fyri sjúku, tá fólk fóru til kiropraktor. Tá eingin annar kundi hjálpa. Men hesa fatan hava fólk flest ikki longur. Nú er tað heilt vanligt. Onkur vildi hildið, at tað mest vóru fólk, slitin upp av kropsligum arbeiði, sum fóru til kiropraktor Nekur teirra fara til kiro- praktor, men meginpart- urin av teimum, sum ganga til Finn Johanne- sen, kiropraktor, eru fólk í besta aldri. Fólk við sit- andi arbeiði, men sum sita skeivt og lyfta skeivt Finn hevur eisini nógvar skaðar at viðgera, millum annað ítróttarskaðar. Men annars fara fólk í ellum aldri hagar, úr níggju mánaðum upp í 89 ár. Ymiskt er, hvat bagir teimum. Lendapína, iskias, ilt í hevdinum, svimbul, nakkailska, pína í ørmum, bronkitis, astma, og nógv koma við små- bernum, sum hava kolikk Kiropraktikk er einki loyndarfult. Kiropraktikk er at geva fólki viðgerð út frá tí fatan, at ryggurin hevur avgerandi ávirkan á heilsuna hjá fólki. Kiro praktorurin kannar og finnur fram til, um mislag er ímillum nervalagið og rerslukervið, serliga í rygginum og kokuni. Tað ræður um at finna orsek- ina til ólagið, sum kiropraktorurin við serlig- um tekum rættar. Kiro- praktorurin fyribyrgir eis- ini brek við at vegleiða, og ofta snýr tað seg um at læra fólk at sita og lyfta rætt. Finn Johannesen byrj- aði at arbeiða sjálvsteðugt sum kiropraktor í Fer- oyum í 1979. Hann kom Nr. 70 — 25. juni 1987 BØGE » Utgerdin er eingin uttan benkur, strekk og røntgen — og hendurnar. Heilivåg gevur kiropraktorurin ikki, uttan so hann mælir fólki til at eta vitaminir. Haidi eg meg ikki kunna hjálpa; ráði eg teimum til at fara til lækna, sigur Finn Johannesen