leygardagur 27. juni 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TE
Nr. 71 — 27. juni 1987
tíðindablaðið
— Vit síggja nú, at tær
listagreinir, ið tala bein-
leiðis til kenslurnar, hava
mesta viðrákið, tónlistin
og myndalistin. Tær tala
ikki beinleiðis til intellekt-
ið. Vit verða rerd, verða
hugtikin, kenslurnar
verða ávirkaðar. Alt gott
um tað, tí tað er ósunt, um
kenslurnar ikki sleppa at
rera seg. Men einki er
vandamiklari enn óformu-
leraðar = kenslur. Tær
kunnu elva til persónligt
tyranni. Tú veitst ikki,
hvat tú skal brúka kensl-
urnar til. Tankaventilarnir
eru typtir.
— Hetta er mítt lítla
suff. Eg haldi, at luftin í
Feroyum er í so tunn í let-
uni. Leiklist skal til. Leik-
listin kann ikki vera hinar
listagreinirnar fyri uttan,
men leiklistin hevur
nakað, sum hinar ikki
hava: hon formulerar. Hon
sameinir kenslurnar til
tankar, og tú kanst vera
fyri ella ímóti. Leiklistin
noyðir teg at taka steðu,
fær teg at hugsa um málið
frá einum eðrum sjónar-
miði. At sannleikin ikki
nýtist at vera ein sann-
leiki, men er treytaður av
kringumsteðunum. Sjón-
leikurin setir teg yvir fyri,
hvat er livandi her og nú, á
pallinum, í samfelagnum, í
tíðini. Sjónleikurin skal
arga, sigur Eyðun.
Fyrimunur at vera
føroyingur
Aftur til tíðina i Århus.
— Mangan hugsaði eg,
at tað var ein fyrimunur at
vera førovingur. Eg kom
við eðrum, enn næming-
arnir hevdu væntað, og
bar meg ødrvisi at. Tey
komu á skúlan við síni
fatan av, hvussu ein lærari
var, og hvussu ein rektari
var, og so passaði eg als
ikki inn í myndina, tí eg
kom uttaneftir. Í sjónleik
araútbúgvingini = verður
alt í næmingunum vent
1pp og niður fleiri ferðir
Tad vil siga, at ein stórur
partur av tíðini hjá einum
næmingi fer við at ver
seg. Tey hava framman
undan lært seg, hvussu
tey skulu verja seg móti
donsku skúlaskipanini «
móti sínum donsku for
eldrum. Men ikki móti ein-
um feroyingi. Tað hevur
verið ein stuttlig avbjóð-
ing.
Sum krúnan á verkið
var tann seinasta avbjóð-
ingin, at Annika, mín egna
dóttir, kom inn á skúlan.
Eg var ikki við til at
dema, tá hon var til upp
tekuroynd, men hon varð
kortini vigað og hildin at
vera nóg tung. Fyri meg
persónliga var hetta ógvu
liga sterkt. At fáast við
næmingar á einum sjón-
leikaraskúla er sum at
hjálpa sínum egnu bern-
um at gerast sjálvstoðug,
og so kom mítt egna barn
á skúlan. Tá ráddi um at
venja meg sjálvan til ikki
at vera pápi hennara
longur — men starvsfe-
lagi, sigur Eyðun.
Nógv arbeiði
framyvir
Eyðun gevst nú á sjónleik-
araskúlanum. Og hann
fær úr at gera. Fyrst skal
hann seta leikin >Jóla-
ævintýrið“ eftir Charles
Dickens upp aftur. Henda
leik setti hann upp sein-
asta ár, og leikurin fekk
avbera góða mótteku. Tað
arbeiðið tekur honum hesu
ferð ein mánað.
Tá tað er gjert, skal
hann seta upp ein leik um
»Lykkeper«, skaldsøguna
eftir Henrik Pontoppidan.
Hetta er ein stor avbjóð-
ing. Leikurin skal fara
fram yvir tvey kveld.
Tríggjar mánaðar hevur
hann til tann leikin. Beint
eftir fer Eyðun til Sveríkis
at seta ein leik upp, sum
Steen Kaale hevur skrivað
um norska málaran Ed-
vard Munk. Tað er eisini
ein stór uppgáva. Har-
næst skal hann til danska
sjónvarpið gera eina sjón-
varpsrød um »Lykkeper«.
Og beint eftir summar-
frítíðina eru boð eftir hon-
um at koma til Keyp-
mannahavnar á Danska
Teatrið.
randi.
Við Norrønu
Kostnaður einans Kr. 1.080,-
Íroknað prísin er:
Sigling Tórshavn - Bergen og aftur á
4-koyggjukamari v/ hondvaski.
Ringið og fáið meira at vita.
P/F SMYRIL LINE
Síða 9
|
JÓANSOKUTILBOÐ !
—n.u.
1 stk. VOLVO PENTA TAMD 30 A. 12 V.
110 HK v/ MS4-geari, útv. 2,7:1
kr. 55.000,-
| 1stk. VOLVO PENTA TAMD 30 A, 12 V
95 HK — uttan gear
kr. 46.700,-
8 stk. VOLVO PENTA TAMD 30 A, 24 V
95 HK — uttan gear.
kr. 49.500,-
Skjót lev. tíð — umleið 14 dagar
P/F ALFRED JOHANNESEN
arc 100 Tórshavn — tlf. 1 17 35
Minnist
haldaragjaldið