Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 1987síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Mamma, kanst tú ikki eina ferð afturat fortelja mær, hvar tað var tit spældu, tá tit vóru børn, og hvat tit spældu? Jamen Jógvan, eg havi sagt tær so ofta frá tí, at nú haldi eg, tú mátti duga alt tað uttanat. Tað veit eg, men eg haldi, tað er so stuttligt at hoyra tey siga frá, eisini tí at eg havi ongantíð sæð tey stødini, tú tosar um, tí nú er alt tað burtur. Kanska kanst tú eisini fortelja mær, hví alt er burtur, tá tað var so deiligt hjá bornum at spæla har. Ja, tað kann gott vera, at tað var eitt hugskot at sagt tær frá tí, so títt ættar- lið ikki ger sama feil, sum ættarliðið undan mær. Mamma, ættarlið, hvat er tað fyri nakað? — Ættarlið? Jú sært tú, tú og beiggi tín eru eitt ættarlið, mamma og pápi eitt og omma og abbi eitt o.s.v. Skilur tú? Nei, ikki heilt. So eru tað ogiliga nógu ættarlið til í dag, um nú systkinabørnini hjá mær og øll tey, sum eg gangi í skúla saman við, all eru hver sítt ættarlið. Nei góði, nú havi eg sikkurt sagt tær hetta ov ógreitt, ell tit, sum eru bern í dag, eru eitt ættarlið, og mammurnar og páparnir eru eitt, og ommurnar og abb- arnir eitt, skilir tú nú? Ja, kanska, men gott er. Góða fortei nú. Ja, eg veit næstan ikki, hvar eg skal byrja, og hvar eg skal enda. Jú, lat meg byrja við at fortelja tær um sandin. Tað er har, ruskplássið er í dag. Har var stórur, hvítur sandur, nakað sum í Leynum, har vassaðu og svumu vit, sjógvurin var reinur og nógvir murtar og skrubbuungar vóru har. Serliga minnist eg, tá vit á flóðini royndu at fanga hesar fittu og smáu skrubbuungar, teir sótu á steinunum framvið vegnum, vit fangaðu teir við hondunum og sleptu teimum síðan útí aftur. Men tað vóru ikki bert bern, ið har vóru, nei, har fóru foreldur við bernum. serliga sunnudagar um summarið. So høvdu øll mat og drekka við, so har hugnaðu ell sær væl — svumu og vass- aðu. O spæla og svimja í skrivað um Jamen mamma, hví er so alt tað burtur nú? Ja, hví? Eg var barn tá, men eitt skal eg siga tær, at um bernini tá sluppu at ráða, so var sandurin líka góður at spæla á enn tann dag í dag. Men tú veitst, at tað er ikki í nokrum bygdum her um okkara leiðir, at bern sleppa at ráða, og tí er skilið sum tað er ofta. Soleiðis, sum tað er nú, eru tað nakrir menn, sum ráða, og nú á degum sleppur onkur kona uppí part, men tær eru fáar. Ein onnur orsek er eisini til, at sand- urin ikki er har longur. Her plaga vit at brúka eitt orðatak, sum ljóðar soleiðis: „Bert lúsin útlendsk er«. Øll henda broyting i bygdini kom, tå el-verkid skuldi gerast. Tad var ikki bara sandurin, sum fór, men eisini áirnar, sum vit eisini høvdu so stóran stuttleika av at spæla og svimja í. Fyri ikki at tala um øll skipini. Tá áttu menn í bygdini bæði trolarar og sluppir, men manning fekst ikki, tí nú vildu allir menninir heldur arbeiða uppi á landi, og so máttu skipini seljast. Hetta hevur merkt bygdina líka til dagin í dag. Tá komu nógvir danskarar til bygdina at standa fyri arbeiðnum til el-verkið, vællærdir menn, sum sluppu at gera sum teimum lysti. Teir gjørdu vegir og berghol, og ein dag so funnu teir útav, at teir ikki høvdu brúk fyri meira gróti sjálvir og spurdu teir tí bygdaráðið, um ikki tað hevði verið eitt gott hugskot at koyrt alt oman á sandin, so kundi víkin fyllast út við tí og eðrum ruski, og síðan kundi hetta seinna verða til ein fótbólts- vøll. Ja, soleiðis gekk tað til, havi eg fingið fortalt. Og okkara bygdaráð, teir lupu á leist- um, hóast fólk, ið búðu har í nánd, royndu at gera vart við seg. So varð hesin peni sandur brúktur til ruskdunga, og skjótt komu allar rottur- nar, so í staðin fyri at svimja og spæla har, var hetta nú vorðið til eitt stað, har dreingir aftaná skúlatíð fóru at steina og skjóta við luftbyrsum eftir rottum. Tær vóru bæði stórar og næskar, tær fóru eisini inn í húsini, sum vóru har í nánd, so har var ikki tespiligt. Nú havi eg einki Sandurin áirnar hvurvu Oll henda broyting í bygdini kom, tá el- verkið skuldi gerast. Tað var ikki bara sandurin, sum fór, men eisini áirnar, sum vit eisini høvdu so stóran stuttleika av at Soleiðis skrivar ein lesari, ið fegin vil hava Barnasíðuna í Sosialinum at taka upp eina samroðu millum mammuna og son hennara. Hetta er ikki so lítið akutelt í hesum tíðum, nú so nógu verður tosað og SEV-útbyggingar, stoðir, dálking av náttúruni o.s.fr. Nr. 72 — 30. juni 1987 brenni- fortalt tær um luktin, men tað kann eg siga tær, at har luktaði ikki væl, tí har varð alt rusk í bygdini koyrt og lá har og rotnaði. Góðar summardagar kundi fólk, sum búðu har, ikki gloppa einum vind- eyga, og hóast tey ikki gjerdu tað, so vóru tey um at forganga í lukti allíka- væl. Men mamma, tú segði okkurt um áir- nar, sum tit svumu og spældu í Er tað har, sum byrgingarnar eru nú, har sum vit onkuntíð hava verið og fiskað síl? Ja góði. Men mamma, har er forbanka langt at ganga. Heldur tú tað? Tað hugsaðu vit ikki so nógv um, tí tá vóru vit ikki von at koyra í bili, sum tit eru ídag. Tað vóru næstan bara tey, sum hevdu tað til arbeiði at koyra bil, sum áttu bilin tá, so tá var eisini gott at spæla alla staðni, uttan alla tíðina at skula ansa eftir bilum. Men aftur til áirnar. Innast í fjørdin- um er ein á og eitt sindur longur úti er ein onnur, henda uttara hevði ein egiliga stóran og flottan foss, men nú eru hylar- nir ikki so stórir, og tann uttara áin fossar ikki longur, tí vatnið verður brúkt til ravmagn, og tað vatnið, sum er í teimum, hevur ofta staðið stilt leingi, so tað er ikki so reint, sum tað var fyrr, tá áirnar runnu fríar. Hesar áirnar gingu heilt niðan í hagan, har var allan vegin niðan fínir hylar at svimja í, summir passaligir at vassa í og aðrir djúpir, har tey sterru bernini bæði kundu svimja og kava. Ja, tað kann eg siga tær, tað plagdi at vera stuttligt at fara inn í dalin at svimja. Har vóru næstan øll børnini í bygdini, og so høvdu vit breyð ella skipskeks við, og viðhvert gjerdu vit okkum saft at hava við eisini. Hvussu gjørdu tit saft, mamma? Saft? Ju, vidhvørt gjørdu vit saft ur pakkum, sum hoyrdu til buding, og við- hvørt åttu vit sjålvi rabarbusaft i fløsk- um uppi i skotinum å loftinum, og so blandaðu vit hana vid vatni og koyrdu uppí onkra fløsku við góðum proppi at hava við. Einaferð minnist eg, at eg og tvær eldri systrar mínar fóru inn í dalin at svimja. Tá vit vóru komnar hålvan 3 vegin, sigur ein teirra: >For serin, eg H haldi eg havi gloymt at sløkkja kóki- F plåtuna«. Tá høvdu vit stutt síðan fingið í kókiplátu, annars høvdu vit kolkomfyr í ; køkinum og kolovnar i stovunum. So i hon at renna heim aftur at vita, ti omma tin var ikki inni, hon var og hoyggjadi i hjá bóndanum. Til alla lukku hevði hon minnst til at sløkkja, so har var eingin vandi á ferð. Hon fekk okkum aftur, beint áðrenn vit fóru av vegnum og byrjaðu at ganga inn í dalin, so har sært tú, at ikki hildu vit tað vera so langt at ganga. Mamma, hevur tú ikki onkuntíð sagt, at tit plagdu at reka neyt í hagan? Jú, tað var stuttligt. Tá áttu nógv fólk kúgv, sum stóð á bási í kjallaranum um veturin, men um summarið vóru tær úti og tá plagdu vit at biðja lova okkum at reka tær út um garðarnar og so at fara eftir teimum aftur um kveldið. Tá hevdu vit sum oftast eina hemiliu at kísta tær við, tí ofta steðgaðu tær við rennurnar at eta gras. Tá kendu vit tær flestu kýrnar, fyri ikki at tosa um tarvin. Hann ræddust vit — ikki tí — ongantíð veit eg um, at hann gjørdi nekrum nakað, men vit — tað sama sum tú — hevdu hoyrt so nógvar segur um illar tarvar, at tað bara lá í okkum at ræðast. Hvar róku tit kýrnar, mamma? Vit róku tær niðan um garðarnar, men . har eru ongar kýr longur, fyrst og fremst tí fá ella kanska eingi hava eina einsamalla kúgv í kjallaranum longur, men eisini tí hús eru har nú — nógv hús — tað er omanfyri, har gumma tín býr. Men tá ein kúgv skuldi til tarvs, tá var stuttligt. Tarvurin búði nakað uttarlaga í bygdini, og bóndin kom ti altíð framvið skúlanum við kúnni, tá hon skuldi til tarvs. So kom róp í: >Kúgv til tarvs«, og tá vóru vit nakað nógv, sum sníktu okk- um avstað at hyggja at. Soleiðis fingu vit kanska líka væl innlit í lívfreði, sum tit fáa við bókum í dag. Ná Jógvan, nú er so seint, at eg haldi, tú skal fara til songar. Nógv annað er at siga frá, men tað haldi eg skal steðga til eitt annað kveld. Fm Í Í