Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 230 - 29. november 2002 Nr. 230 - 29. november 2002 3 Leikabúðin í Saltang- ará hevur latið upp aftur í nýggjum hølum. Talan er tó bert um fyribils flyting, meðan um- vælingin av gomlu hølunum er fyri HANDILSVINNA Edvard Joensen Saltangará: Leikabúðin hevur latið upp aftur í hølunum, har Miklagarður fyrr var. Flutt verður út aftur á Teymavirkið, tá um- vælingin er liðug. Tað var einaferð tíðliga í heyst, at Leikabúðin lat aftur, tí hølini, handilin helt til í, skuldu hava eina rætti- liga stóra umvæling. Vænt- að varð tá, at tað fór at bera til at lata upp aftur einaferð í november ella fram móti jólum. – Men soleiðis varð ikki, sigur Jákup Vágsheyg, søluleiðari, og tí eru vit nú flutt inn i hølini, har Mikla- garður var. Men hendan flytingin er bara fyribils, sigur hann.Tí beinanveg, umvælingin av gomlu hølunum er liðug, verður flutt útaftur. Jákup Vágsheyg sigur, at fólk var farið at sakna Leikabúoðina og spyrja eftir henni. Og nú tað nærk- ast jólum, varð ikki hildið rætt, at hon ikki var opin yvirhøvur. Tí varð hugsað um at flyta nakað av vøruni inn í Bókabúðina, hóast tað bert hevði verið ein neyðloysn. Tí hevði plássið syrgt fyri. –Tá nú hesin møguleikin beyðst, tóku vit av beinan- veg, sigur hann. Hann heldur, at tørvur er á einum slíkum handli í einum øki sum hesum við Skálafjørð- in. Tað vísir kundaskarin, sum kom í handilin, bein- anveg latið var uppaftur. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona, mamma, omma og langomma okkara Louisa Mellemgaard Jacobsen fødd Christiansen, ættað úr Skálavík búsitandi í Klaksvík andaðist mikudagin 27. nov. á Landssjúkrahúsinum, 78 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin k. 13.00. Vegna tey avvarðandi Andre, Elisabeth, Palli og Armgarð Leikabúðin flutt Handilin er fullur av leik- um, nú tað stundar til jóla Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2