fríggjadagur 29. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 230 - 29. november 2002
Nr. 230 - 29. november 2002
5
Vindur er varandi
tilfeingi, sum vit fáa
fyri einki. Honum
vilja vestmenningar
nú gera gagn av. Teir
ætla at fara undir
vindmátingar við av
vindmylum fyri eyga
VINDORKA
Edvard Joensen
Vestmanna: Ætlanir eru
um at fara undir vindmát-
ingar Uppi á Mýrum oman
fyri Vestmanna. Tað er
felagið Røkt í Vestmanna,
sum stendur fyri verkætl-
anini. At hjálpa sær hava
teir fingið fólk frá donsku
kanningarstøðini á Risø.
Ein teirra, sum stendur
aftan fyri felagið Røkt, er
Johan í Niðristovu. Hann
sigur at talan er um eitt fe-
lag, sum í løtuni rekur aling
á Heygadalsvatni í Vest-
manna umframt eitt sindur
av entreprenørvirksemi.
Í samstarvi við fók frá
Risø
kanningarstøðini
verður farið undir at kanna
vind á reyninum vestanvert
byrgingina Uppi á Mýrum.
Har verður ein mastur sett
upp, sum fer at kanna vind-
ferðina í 10 og 30 mertra
hædd, sigur hann.
Miðað verður í móti at
fara í gongd sum skjótast
fyri at fá veturin við og
soleiðis fáa eitt so briett
støði sum gjørligt at standa
á, tá kanningarnar skulu
viðgerast.
At tað skal bera betri til
hjá felagnum Røkt, enn tað
hevur gjørt hjá øðrum, sum
fyrr hava roynt, væntar
Johan í Niðristovu.
Uttan at gera sammet-
ingar við aðrar royndir,
sigur hann tó, at teirra
ætlan byrjar við kanningum
av vindviðurskiftunum. Tað
er, honum kunnugt, ikki
gjørt fyrr. Tað hevur heldur
verið hinvegin, at farið er í
gongd, so so skuldu myll-
urnar sjálvar koma við
kanningarúrslitinum.
Eisini metir hann tað sum
eina styrki at hava fingið
óheft fólk frá Risø at vera
við.
Gomul ætlan
Talan er í grundini um eina
gamla verkætlan, sum teir
hava gingið við í fleiri ár,
sigur Johan í Niðristovu.
Hon er nú við at búnast,
og roynt verður at fáa sam-
starv í lag við SEV.
– Vit hava havt samband
við leiðsluna í SEV, sum
virkar positiv fyri ætlanini.
Men vit hava enn iki fingið
nakað endaligt svar. Kortini
halda vit okkum til at fara
at gera kanningarnar, tí
politiska rákið í løutni er
soleiðis, at tað eigur at bera
til at sleppa upp í part, sigur
hann.
Hann vísir á tað, sum nú
hendir á samskiftisøkinum,
har eitt felag leigar seg inn
á netið hjá einum øðrum.
– Jú at á sama hátt eigur
at bera til at gera við ork-
una, sum vit fara at fáa
burtur úr vins myllunum,
sigur hann.
Tað tekniska er ikki
nakar trupulleiki longur,
sigur hann og vísir á,
hvussu væl vindmyllur
arbeiða eitt nú í Danmark.
At tað skal bera til fíggj-
arliga, er hann heldur ikki í
iva um, tí vindviðurskiftini
eru soleiðis í Føroyum, at
ein mylla her gevur umleið
tað dupulta av orku, sum
ein mylla av sama slag ger í
Danmark.
Støðið
Grundstøðið undir verkætl-
anini er i lagi, sigur Johan i
Niðristovu. Felagið Røkt
hevur atgongd til økið,
ætlanin er at hava møguliga
komandi vindmyllur á.
Peningaliga er felagið so
mikið væl fyri, at tað væl
ber hesar kanningarnar,
hóast eingin studningur
verður latin. Verkætlanin er
mett at kosta 300.000,-
krónur, sigur Johan í Niðri-
stovu.
Hann væntar lágan fram-
leiðslu prís. Umleið sum á
vatnorku ella kanska lægri,
sigur hann. At so pro-
fessionellir »analytikarar«
eisini eru til at kanna
úrlsitini, eigur at betra um
møguleikarnar at fáa lækka
prísin.
Langttíðar vindmáting-
arnar aðrastaðni í landinum
skulu sammetast við vind-
mátingarnar á Mýrunum í
vetur, sum soleiðis skulu
vera við til at avklára vind-
viðurskiftini á Mýrunum og
geva grundarlag fyri kom-
andi niðurstøðum frá Risø.
Vísa royndirnar, at ráði-
ligt er at fara undir streym-
framleiðslu, verður vænt-
andi ein mylla sett upp,
sum hevur einar fimm-seks
ferðir ta orku, sum vind-
myllan hjá SEV i Nes-
haganum hevur, sigur Jo-
han í Niðristovu.
Vilja gagnnýta vindin
Gongst sum vest-
menningar ætla, verða
fleiri vindmyllur at
síggja í Føroyum í
framtíðini. Men tær
fara at hava munandi
størri framleiðsluorku
enn tann, sum stendur
í Neshaganum
Mynd: Edvard Joensen
- Menniskjan er so
lítið í mun til
náttúruna. Minkar
føðin hjá fiskinum, er
tað eingin loysn at
fiska minni, sigur
íslendski fiskifrøð-
ingurin, Jón
Kristjánsson
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Kendi íslendski fiskifrøð
ingurin, Jón Kristjánsson,
hevur í fleiri ár fylgt við tí,
sum hendir í føroysku
fiskivinnuni.
Nú okkara fiskifrøðingar
hava staðfest, at gróðurin
og harvið føðin í havinum
er lítil í mun til tann fisk,
sum er á grunninum, heldur
Jón, at tað nyttar einki at
minka um fiskiskapin.
- Fiskifrøðingar siga, at
tað er meira til av toski og
hýsu í ár enn í fjør, og at
fiskurin er rak og smátt-
fallandi. Hetta er ein ó-
heppin støða, og lítið kann
gerast til tess at broyta
gongdina.
Jón vísir á, at menniskjan
er so lítið í mun til náttúr-
una, men heldur, at einasta
gongda leiðin er at fiska so
nógv úr stovninum sum
tilber, soleiðis at meira
verður at eta hjá fiskinum,
ið eftir er.
- Tað ringasta, sum føroy-
ingar kunnu gera í eini
støðu sum hesari, er at
fylgja
tilmælunum
hjá
fiskifrøðingunum um at
fiska minni.
Krónur og oyru
Hann heldur tað vera
undarligt, at somu fólk,
sum vildu skerja fiskidag-
arnar í summar við millum
35-50%, nú siga, at meira
fiskur er á grunninum, enn
teir hildu – og uttan at
blunka við!
- Hvar er ábyrgdin, og
hvat
hevði
hent,
um
fiskimálaráðharrin hevði
fylgt tilráðingini?
At enda spyr Jón Krist-
jánsson, hvat hetta hevði
kostað føroyska samfelag-
num í krónum og oyrum.
Á politistøðini í
Runavík ivast tey ikki
í, at bilførarin hevði
verið í lívsvanda, um
hesturin hevði rakt
bilin í vinstru síðu,
har førarin sat. Alt
takið høgrumegin,
har hesturin rakti,
kleimdist niður av
stoytinum
FERÐSLUÓHAPP
Vilmund Jacobsen
Heppin í óhappinum.
Soleiðis kann sigast um
bilføraran, sum um 19.30-
tíðina mikukvøldið koyrdi
á ein hest, sum var sloppin
út úr stikinum og gekk á
landsvegnum
omanfyri
Syðrugøtu.
Á politistøðini í Runavík
ivast tey ikki í, at bilførarin
hevði verið í lívsvanda, um
hesturin hevði rakt bilin í
vinstru síðu, har førarin sat.
Sýnið var ringt, regn og
vindur, tá ið óhappið hendi.
Bilurin rakti hestin í
høgru síðu og fórst rætti-
liga illa.
- Alt takið høgrumegin
kleimdist niður, tá ið hest-
urin rakti og fór aftur við.
Vandi hevði verið á ferð,
um nakar sat við síðuna av
bilføraranum, sigur løg-
reglan í Runavík.
Hesturin doyði
So harður var stoyturin, at
hesturin, sum er eitt stórt
djór og tolir nógv, doyði á
staðnum. Hinvegin slapp
bilførarin tíbetur uttan
mein.
Løgreglan sigur, at hest-
urin eftir øllum at døma
hevði fingið ein dyggan
stoyt í hálsin, sum var or-
søkin til deyðan.
Spurdur, um ein hestur
hevur loyvi at ganga leysur
á landsvegnum – til ampa
fyri ferðsluna, sigur løg-
reglan, at tað hevur hann
ikki.
- Hesturin hevur staðið í
einum stiki og hevði á ein
ella annan hátt sloppið sær
út um, sigur løgreglan í
Runavík.
Eftir hendingina, skipaði
løgreglan fyri, at bilur og
hestur fingust burtur av
landsvegnum.
Hesturin læt lív
– maðurin ongan skaða
Tað ringasta,
vit kunnu gera,
er at fiska minni
- Hvar er ábyrgdin hjá
fiskifrøðingunum, og hvat
hevði hent, um fiskimála-
ráðharrin hevði fylgt
tilráðingini, spyr íslendski
fiskifrøðingurin, Jón
Kristjánsson
C
M
Y
K
5
4