Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 230 - 29. november 2002 Nr. 230 - 29. november 2002 7 – Ósemjan í sam- gonguni um fíggjar- lógina fyri næsta ár, er ikki ein glæntri- leikur, sum Jenis av Rana vil vera við. Ósemjan er verulig og hon er djúp, sigur Johan Dahl, limur í fíggjarnevndini FÍGGJARLÓGIN Áki Bertholdsen – Tað er opið kríggj í sam- gonguni um fíggjarpoli- tikkin. Tað er niðurstøðan hjá Johan Dahl, løgtingsmanni. Sjálvur situr hann í fíggj- arnevndini, har hann um- boðar sambandsflokkin, sum er í andstøðu. Og so- statt situr hann eisini í fremsta áskoðarasessinum til tann leik, sum er farin fram seinastu dagarnar ímillum fólkaflokkin við Óla Breckmann, formanni í fíggjarnevndini á odda øðrumegin og so tjóðveld- isflokkin hinumegin. Vit hava spurt hann um hansara meting av støðuni og av arbeiðnum í fíggjar- nevndini. Hann ásannar, at hann hevur ikki góðar fortreytir at siga nakað um, hvussu tað plagdi at vera í fíggjar- nevndini, tí hetta er fyristu ferð, hann er við. Men eg má ásanna, at hetta líkist ikki nøkrum arbeiðshátti, eg annars eri vanur við, sigur hann. Og hann leggur afturat, hetta hann hevur skilt, at arbeiðslagið plagar at vera øðrvísi í fíggjarnevndini. – Í øllum førum mugu vit staðfesta, at ósemjan í sam- gonguni um fíggjarpoli- tikkin er rættiliga stór Jenis av Rana hevur havt hug til at sláa hetta upp í glens við at siga, at hetta er einki annað enn ein glæntrileikur og at veruliga ósemjan ikki er so stór. Men her er Johan Dahl grundleggjandi ósamdur. – Ósemjan í samgonguni er ógvuliga verulig og hon er ógvuliga stór. Tað er mestsum opið kríggj, sigur Johan Dahl. Rokið í samgonguni tók seg upp eftir at Sosialurin týsdagin avdúkaði, at Óli Breckmann í í fíggjar- nevndini hevði givið lands- stýrismonnum boð um at skarva einar 200 milliónir av teirri upphædd, sum landsstýrið annars ætlaði, at teir skuldu fáa a arbeiða við á fíggjarlógini fyri komandi ár. Johan Dahl sigur, at ein samgonga átti at verið samd um eitt mál, sum hon legði fyri løgtingið og ikki minst um eitt so týdningar- mikið mál sum fíggjarlóg- ina. – Men tað, vit uppliva, er at samgongan kallar sínar egnu landsstýrismenn á fund í fíggjarnevndini, har teir fáa greið boð frá sínum egnum samgongulimum um at spara stórar upp- hæddir. Johan Dahl váttar, at tøl- ini eru á heilt góðari leið, sum Sosialurin hevur nevnt um, at Páll á Reynatúgvu hevur fingið boð um at spara 90 milliónir á al- mannaøkinum, Bill Justin- ussen og Annlis Bjarkham- ar 40-50 milliónir í part á ávikavist heilsu og skúla- økinum og Jørgen Niclasen 15 milliónir í fiskivinnu- økinum. Ramasti álvari Johan Dahl ivast ikki í, at sparikrøvini frá fíggjar- nevndarformanninum til landsstýrismenninar eru meint í ramasta álvara. – Sostatt er opið stríð í samgonguni um fíggjar- lógina, tí her eru tað fíggj- arnevndin í samgonguni, sum roynir at gera uppskot- ið hjá teirra egnu sam- gongu til einkis. Sjálvur metir hann, at tann næsta vikan verður av- gerðandi fyri samgonguna. – Tað verður ein stór upp- gáva hjá samgonguni at fáa kabalina at ganga upp, men tað fara teir næstu dagarnir at vísa. Men hóast Johan Dahl ikki ivast í, at sparikrøvini eru meint í álvara, ivast hann í, hvussu realistisk tey eru. – Sparingar á hasum støðinum, sum formaðurin í fíggjarnevndini hevur kravt, verða ikki framdar uttan at siga einum hópi av fólki úr starvi. Óarbeiðsfør Annars metir Johan Dahl, at samgongan er ikki ar- beiðsfør. – Tað er ógvuliga lítið, sum er komið í tingið frá samgonguni, síðani hon varð skipað. Høgni Hoydal viðgongur sjálvur, at stevið er ringt og vit hoyra javnan um mál, sum samgongan hevur ætlað at leggja fyri tingið, men sum verða tikin aftur, tí summir samgongu- limir blokera tey við at hótta við samgonguslitið. Landsbankin heldur, at tað er neyðugt at steðga vøkstrinum í útreiðslunum í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár FÍGGJARLÓGIN Áki Bertholdsen Tað er neyðugt at forða fyri, at útreiðslurnar á fíggjarlógini veksa so nógv, sum tær gera á uppskotin- um til fíggjarlóg fyri næsta ár. Tað heldur Landsbankin. Týsdagin var stjórin Landsbankanum, Sigurð Poulsen á fundi við fíggjar- nevndina um fíggjarlógina fyri komandi ár. Í frágreiðing síni til nevndina, sigur Lands- bankin, at tey seinastu fýra árini eru nettorakstrarút- reiðslurnar av almennum stovnum í miðal vaksnar 8,5% um árið. Løguútreiðslurnar eru øktar 38% og flytingarút- reiðslurnar eru vaksnar 3% í miðal um árið. Samanlagt eru útreiðsl- urnar øktar 8% í miðal hesi árini, tá eru rentur ikki taldar við. Rentuútreiðsl- urnar eru minkaðar 12%, soleiðis at samlaðu út- reiðslurnar eru vaksnar 6% í miðal. Serliga nógv eru útreiðsl- urnar vaksnar í 2001 og 2002, tí hesi árini eru tær vaksnar ávikavist 10% og 11%. Landsbankin sigur, at ein partur av vøkstrinum kann sigast at vera uppsamlaður tørvur frá kreppuárunum, tá ið nógvar útreiðslur vórðu útskotnar. – Hinvegin er tað neyvan rætt at siga, at ein miðal- vøkstur uppá 8% um árið er serliga varðin, og als ikki ein vøkstur uppá 10-11% um árið. Landsbankin sigur, at tí er tað neyðugt at fíggjar- lógin fyri næsta ár veksur so nógv, sum fíggjarlógar- uppskotið leggur upp til. Somuleiðis vísir Lands- bankin á, at bruttotjóðarúr- tøkan er hesi seinastu árini frá 1998 til 2002 vaksin eini 10% í miðal um árið í leypandi prísum. Mett eftir gongdini í brúkara-prístal- inum, er keypsorkan til nýtsluvørur økt eini 6% um árið. Tað er nógv, eisini í altjóða sammeting Vøksturin minkar Sigurð Poulsen vísir á, at vøksturin stavar lutvíst frá, at flestøll árini hevur gingið væl við stórum vøkstri í út- flutningsvinnunum, tvs. fiskivinnuni á sjógvi og landi og alivinnuni. Lutvíst kemur vøksturin av vøkstri í innlendskum eftirspurningi. Íløgurnar eru øktar heilt nógv hesi árini bæði í krónum og í prosent av bruttotjóðarinn- tøkuni, úr umleið 13% upp í eini 20% av BTI. Privata og almenna nýtslan tykjast samanlagt at vera øktar út í móti líka nógv, sum tjóðar- inntøkan, soleiðis at eisini hesin eftirspurningurin hevur framt búskaparvøkst- ur, tó at uppsparingin eisini er økt hesi árini. Lítil prís- vøkstur í innflutninginum og lág renta uttaneftir tykj- ast somuleiðis at hava stuðla føroyska búskapin- um. Nógv hevur sostatt ging- ið rætta vegin fyri okkum seinastu árini. Tey komandu árini eru ábendingar um, at alt fer ikki at gangarætta vegin, hóast sumt fer at at gera tað, eitt nú kostnaðarlegan uttaneftir. – Ringur gróður í sjónum er ikki gott tekin fyri fiska- stovnarnar. Alivinnan hevur longu havt trupulleikar av sjúku og lágum prísum. Landsbankin heldur, at vit tí eiga at vera eitt sindur varin, tá ið mett verður um inntøkur frá útflutnings- vinnuni. – Í longdini kunnu vit ikki hava íløgur, sum eru nógv meira enn 20-25% av BTI. Tað hava vit ringar royndir av frá 1980-árunum við allari lántøkuni. Vit eiga tí ikki at vænta, at bú- skapurin ferð at vaksa nógv vegna vøkstur í íløgunum. Privata nýtslan kann sum undanfarin ár væntast at vaksa umleið líka skjótt sum inntøkurnar. – Vit eiga tí at vænta væl lægri vøkstur í inntøkunum og virkseminum enn und- anfarin ár. Eisini tí, at ar- beiðsmegi fer at vænta. – Búskaparvøksturin skal tí í vaksandi mun fáast frá produktivitetsvøkstri, sum kann fáast við íløgum í meira effektiva útgerð og betri skipanum, so arbeiðs- megi verður frígjørd, har hon ger minni nyttu, og verður tøk, har hon gevur meira gagn. Vandi fyri halli Sigurð Poulsen sigur, at veksa almennu útreiðslurn- ar so nógv, sum tær hava gjørt seinastu árini, sam- stundis sum tær ikki økja produktivitetin ella frígera arbeiðsmegi til búskapar- ligan vøkstur, er vandi fyri at hall verður á fíggjarlóg- ini rættiliga skjótt og allar- helst eisini á gjaldsjavnan- um. Brúkaraprístalið er ikki vaksið nógv seinasta árið og væl minni enn í granna- londunum. Nøkur ár frammanundan tyktist prísvøksturin at vera størri enn í grannalondunum. Prísurin á fastari ogn, serstakliga í miðøkinum, er væl hægri nú enn í kreppu- árunum. Tað seinasta árið ljóðar tó, at prísirnir hava javnað seg. Landsbankin sigur, at tí er óvissa um prísgongdina á ymsum økjum. – Men í eini støðu, har kapasitetsmark forða fyri at virksemið kann veksa, er tí eisini stórur vandi fyri at fáa økta inflatión, um eftir- spurningurin veksur ov nógv, sigur Landsbankin. Opið kríggj í samgonguni Landsbankin: Neyðugt at tátta í Næsta vika verður ógvuliga avgerðandi fyri samgonguna, heldur Johan Dahl. Hann sigur at arbeiðslagið í fíggjarnevndini líkist ikki nøkrum, hann kennir til Veksa almennu útreiðslurnar so nógv, sum tær hava gjørt seinastu árini, samstundis sum tær ikki økja produktivitetin ella frígera arbeiðsmegi til búskaparligan vøkstur, er vandi fyri at hall verður á fíggjarlógini rættiliga skjótt og allarhelst eisini á gjaldsjavnanum, hevur f+iggjarnevndin fingið at vita frá Landsbankanum C M Y K 7 6 Pop.fo er ein fesk s p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin Fylg vi F ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100