fríggjadagur 29. november 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 230 - 29. november 2002
Nr. 230 - 29. november 2002
9
Eitt fólkavalt grundlógarráð
Val skal skrivast út til
eitt grundlógarráð.
Tað er ætlanin hjá
Høgna Hoydal, lands-
stýrismanni við lóg-
armálum. Fólkavalda
grundlógarráðið skal
skipa fyri fundum og
hoyringum, har ym-
iskir tættir í einari
føroyskari grundlóg
kunnu takast upp í al-
mennum høpi
GRUNDLÓG
Ingi Rasmussen
Ein føroysk grundlóg skal
setast aftur á sporið.
Næsta stigið í ætlanini er,
at eitt grundlógarráð skal
setast, sum er valt á einum
vali, har øll, sum hava val-
rætt til løgtingið, kunnu
velja.
Uppskotið var fyri á
landsstýrisfundi tann 21.
november, og formaðurin
og skrivarin í grundlógar-
nevndini, ávikavist Jóan
Pauli Joensen og Kári á
Rógvi, hava verið og kunn-
að politiskar flokkar um
málið.
Alment kjak
Øll fólk, sum hava 20 still-
arar aftan fyri seg, kunnu
stilla upp til grundlógarráð-
ið.
– Endamálið við einum
fólkavaldum grundlógar-
ráði er at fáa eitt alment
kjak um ávís grundleggj-
andi mál undir einum
demokratiskum rættarsam-
felagi – eitt nú mannaræt-
tindi, rættartrygd og rættin
til náttúrutilfeingið, sigur
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður.
Hóast stórt arbeiði er lagt
í grundlógararbeiðið higar-
til, so hevur tað verið eitt
heldur afturlatið kjak. Fólk-
sins rødd er ikki hoyrd enn.
Við einum fólkavaldum
grundlógarráði,
væntar
landsstýrið, at tann parturin
av kjakinum kemur við.
Grundlógarráðið
skal
kunna halda ting, eins og
vártingið í gomlum døgum,
har ávís evni vera tikin upp.
– Endamálið er stutt sagt
at fáa tað demokratiska ele-
mentið fram. Vit kundu
saktans havt gjørt eitt upp-
skot, og lagt tað fyri tingið
av okkara eintingum. Eitt
fyribils uppskot liggur eis-
ini á borðinum, men enda-
málið við eini grundlóg er,
at fólkið stendur aftanfyri
og hevur verið við í við-
gerðini, sigur Høgni Hoy-
dal.
Ymisk støði
Landsstýrismaðurin, sum
hevði sjálvstýrismál undir
sær í síðsta valskeiði,
ásannar, at ikki øll eru
samd um, hvørt Føroyar
skulu vera sjálvstøðugt
land við egnari grundlóg.
Tí er tað heldur ikki vist, at
undirtøka fæst fyri leisti-
num, sum hann nú arbeiðir
við.
– Tað eru fleiri mátar at
seta eina grundlóg í verk.
Antin kunnu vit bíða, til vit
hava fingið fullveldi í Før-
oyum, ella kunnu vit gera
ein grundlóg, sum hevur
greiðar
ásetingar
um,
hvussu vit kunnu skipa eitt
føroyskt fullveldi við fólka-
atkvøðu, sigur Høgni Hoy-
dal.
Allir flokkar tóku lut í
grundlógararbeiðnum, sum
varð gjørt í grundlógar-
nevndini, har politikarar og
embætisfólk luttóku.
Higartil hevur grundlóg-
ararbeiðið kostað umleið
tríggjar milliónir krónur.
Fakfeløgini himprast
Løgmaður noyðist at
endurskoða sínar ætl-
anir við verkætlanar-
bólkinum, skal eftir
ætlan skal samskipa
arbeiðsmarknaðarmá
l. Fakfeløgini vilja
treyðugt luttaka í
bólkinum, tí tey meta,
at arbeiðsgevarasíðan
er yvirumboðað
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Ingi Rasmussen
Fakfeløgini á bæði privata
og almenna arbeiðsmarkn-
aðinum himprast við at
taka
lut
í
verkætlanarbólkinum, sum
løgmaður hevur tikið stig
til.
Tað gongur fram av
brævaskifti millum fakfel-
øgini og løgmansskriv-
stovuna.
Tað var tann 11. novem-
ber 2002, at Anfinn Kalls-
berg løgmaður setti pørtun-
um á arbeiðsmarknaðinum
stevnu á Hotel Føroyum.
Endamálið var at fáa eitt
felags stev í ávísum arb-
eiðsmarknaðarmálum, sum
hava elvt til stórar ósemjur
síðstu árini.
Eitt úrslit frá fundinum
var, at ein verkætlanarbólk-
ur skuldi setast at standa
fyri arbeiðnum at samskipa
ávís arbeiðsmarknaðarmál.
Nú eru fakfeløgini boðin
at velja umboð í bólkin.
Men tey aftra seg, sæst á
brøvum, sum eru send løg-
mansskrivstovuni.
Skeivt býti
Løgmansskrivstovan skýtir
upp, at arbeiðsgevarar og
arbeiðstakarar hava trý um-
boð hvør í verkætlanar-
bólkinum. Harafturat skulu
trý aðalráð – Fíggjarmála-
ráðið, Vinnumálaráðið, og
Almannaráðið – hava hvør
sítt umboð. Oman yvir hes-
um skal Løgmansskrivstov-
an hava eitt umboð, ið sam-
skipar alt arbeiðið.
Hendans
samanseting
hóvar ikki fakfeløgunum.
Arbeiðarafeløgini vísa á,
at landsstýrið er størsti arb-
eiðsgevari í landinum. Tey
ásanna samstundis, at aðal-
ráðini undir landsstýrinum
hava víst lítlan áhuga í at
lurta eftir teimum sjónar-
miðum, sum fakfeløgini
hava sett fram.
»Undir hesum umstøðum
er greitt, at við verandi
uppskoti tykkara, so hevði
verkætlanarbólkurin verið
mannaður við 3 løntakara-
umboðum og 6 ella 7 um-
boðum fyri arbeiðsgevara-
síðuna, og hetta kunnu vit
sjálvsagt als ikki góðtaka«,
skriva Føroya arbeiðarafel-
ag, Klaksvíkar arbeiðs-
manna- og arbeiðskvinnu-
felag og Havnar arbeiðs-
mannafelag í teirra felags
skrivi til løgmann tann 27.
november.
Ógreitt mál
Starvsmannafelagið vísir
eisini sín illvilja ímóti at
fara upp í arbeiði.
Felagið vísir á, at arb-
eiðssetningurin hjá bólki-
num er ógreiður og setir
eisini spurnartekn við sam-
ansetingina av bólkinum.
Niðurstøðan er, at felagið
ikki fer inn í arbeiðið.
»Tað krevur eina nógv
greiðari og betri upplýsing,
hvat veruliga ætlanin er við
einum slíkum tiltaki, áðr-
enn vit kunnu viðgera hetta
í álvara. Og vit fara eisini at
ávara ímóti, at vit vera
gjørd til kastibløkur fyri at
fáa innanhýsis samgongu-
politiskar kabalur til at
ganga upp«, skrivar Gunn-
leivur Dalsgarð, formaður,
í hvassorðaðum brævi til
løgmann.
Fólkið skal hoyrast. Eitt
fólkavalt grundlógarráð fær
heimild at skipa ting, sum í
gomlum døgum, har fólk
kunnu viðgera
grundleggjandi rættartrygd,
mannarættindi og rættin til
náttúrutilfeingið
Nú verður ein arb-
eiðsbólkur settur,
sum hevur til enda-
máls at orða eitt
felags grundarlag
fyri pedagog- og
læraraútbúgvingina
LÆRARASKÚLIN
Ingi Rasmussen
Lógirnar fyri Føroya lær-
araskúla og Føroya peda-
gogskúla skulu endur-
skoðast. Arbeitt hevur
verið við málinum í ára-
vís, men enn er onki
komið á borðið. Nú er líkt
til, at glið kemur á málið.
Í løtuni verður arbeitt
við at seta eina arbeiðs-
nevnd og at orða ein arb-
eiðssetning, sum hevur
verið til ummælis hjá
Lærarafelagnum og Peda-
gogfelagnum,
greiddi
Annlis Bjarkhamar frá í
løgtinginum týsdagin.
Fyrst í januar mánað
komandi ár er helst greitt,
hvør kemur at sita í arb-
eiðsbólkinum. Tað serliga
við hesum bólkinum er,
at hann verður mannaður
við bæði pedagogum og
lærararum.
– Báðar útbúgvingar-
nar snúgva seg um menn-
ingina hjá barninum, frá
tað er eitt hálvt ár til tað
er 17 ár, og tí hava vit
hildið tað verið skilagott
at flætta grundarlagið fyri
pedagog- og læraraút-
búgvingina saman, og tað
hava vit eisini fingið und-
irtøku fyri, sigur Annlis
Bjarkhamar.
Sostatt verður talan um
at gera ein felags arbeiðs-
bólk, sum ger eitt felags
grundarlag fyri skúlarnar
báðar. Ætlanin er so at
gera tvær rammulógir,
eina fyri hvønn skúla, og
síðan at smíða kunngerðir
út frá tí.
Landsstýriskvinnan
vónar og væntar, at
nýggja læraraútbúgving-
in verður liðug í august
2004.
Flætta pedagogar
og lærarar saman
10. flokkarnir á
Tvøroyri í
starvsvenjing
STARVSVENJING
Birita í Dali
og Mariann Mortensen
Nú eru næmingar aftur úti
og royna seg á ymsum
starvsstøðum. Vit hava
verið og prátað við fimm
næmingar í 10. flokki úr
Tvøroyrar skúla, sum eru í
starvsvenjing í Havn
Tvær vikur í arbeiðslívinum
Mirjam
Nattestad
úr
Hvalba er í starvsvenjing
hjá Djóralæknatænastuni í
Havn. Hon er ein sannur
djóravinur, og hon hevur
altíð ynskt sær at arbeitt við
djórum. Nú hevur hon
vissiliga fingið ynskið at
ganga út.
Hon hevur arbeitt við
djórum dagin langan hesar
síðstu 14 dagarnar. Hon
hevur hugt, meðan djór
hava verið undir skurð, og
her hevur hon eisini hjálpt
til. Síðani hevur hon arbeitt
við
neytum,
hundum,
kettum og kaninum.
Fyrsta dagin Mirjam var í
starvsvenjing,
var
hon
hjástødd,
meðan
djóralæknin trekti tenninar
úr einum hundi, sum hevði
munnbruna. Hetta var ov
nógv av tí góða, og hon
small beint í gólvið.
Mirjam er í roynd og veru
yvirraska, at hon sleppur at
gera so nógv áhugavert.
Hon fylgir læknunum, har
teir fara. Læknin kann
enntá vekja Mirjam á
miðjari nátt, um okkurt
áhugavert kemur fyri.
- Hjá djóralæknunum er
betri enn eg hevði væntað,
sigur Mirjam.
Hon hevur altíð ætlað sær
at lært til djóralækna, og nú
er hon vís í, at tað er
hennara lívsmál, sjálvt um
tað
krevur
góð
skúlaummæli
og
langa
lærutíð.
Theresa Hentze úr Trongis-
vági er í starvsvenjing í
Útvarpi Føroya.
Hvønn dag finnur og
spælir Theresa tónleik til
sendingar. Eisini er hon við
til ljóðupptøkur til jólakal-
endaran og sær, hvussu alt
gongur fyri seg. So hevur
hon úr at gera við tíðindum,
barnaløtuni og mongum
øðrum.
Øll eru blíð og fitt móti
henni, og hon hevur sjáldan
einki at gera.
– Alt tað, sum eg arbeiði
við, er nakað eg havi hug
til, sigur Theresa.
Tað einasta, Theresa hel-
dur verða keðiligt, er, tá
hon einki hevur at fáast við,
men tíbetur kemur tað
sjáldan fyri.
Theresu dámar væl at
arbeiða í útvarpinum, men
hon ætlar sær tó ikki at
arbeiða innan fyri hetta
yrki.
– Í útvarpinum kanst tú
rættiliga bjóða teg sjálvan
av, leggur Theresa afturat.
Hanus
Toftheyggj
úr
Hvalba og Janus Jespersen
úr Øravíkarlíð eru í starvs-
venjing á Tórshavnar skipa-
smiðju.
Hví
teir
júst
valdu
skipasmiðjuna, vita teir
ikki.
– Tað ljóðaði áhugavert
at sleppa at skrúa, og
onkrastaðni skal ein jú
fara!, sigur Janus.
Teimum dáma sera væl at
arbeiða á skipasmiðjuni, og
teir læra nógv, sum kann
verða teimum til nyttu.
Hanus og Janus arbeiða
millum annað á skipunum
Norrønu og Phøniks.
Tað er ikki bert arbeiðið,
sum ger, at teir trívast, men
helst tað, at teir kenna seg
væl millum hini starvsfólk-
ini.
– Vit eru við allastaðni og
verða ikki skúgvaðir til
viks, sigur Hanus at enda.
Annika Vang av Tvøroyri er
í starvsvenjing á løgreglu-
støðini í Havn.
Her valdi hon at fara, tí
hon hevur altíð havt áhuga
innanfyri hetta starvið, og
hon ætlar sær kanska at
læra til løgreglukvinnu
seinni.
Annika hevur verið úti
fyri mongum spennandi og
áhugaverdum í starvsvenj-
ingartíðini.
Hon hevur rættiliga upp-
livað løgreglulívið, har hon
hevur roynt seg á narko-
deilduni, verið í brummuni
og enntá verið við løgregl-
uni í sambandi við eitt
ferðsluóhapp.
– Mær dámar rættiliga
væl, og alt er nýtt og spenn-
andi, sigur hon.
So hevur hon eisini verið
á fútaskrivstovuni, í rættin-
um og koyrt patrulju. Ann-
iku dámdi best at vera við
til hundavenjingina í fjøll-
unum. Tá skuldi hon renna
undan hundunum við ein-
um plastikarmi, sum teir
royndu at bíta í.
– Vist havi eg havt eina
kunnandi tíð, sigur Annika
væl nøgd.
Sostatt enda summi við
at svíma og fáa sín dreym
uppfyltan, og onnur læra
eitt sindur meira um seg
sjálvan upp á tvær áhuga-
verdar vikur.
Svímaði hjá djóralæknanum
Spennandi á Løgreglustøðini
Tórshavnar Skipasmiðja
Tað eru tríggir
partar, sum kunnu
vera við til at gera
ein starvsvenjing so
góða sum møguligt
fyri næmingin. Teir
eru skúlin, starvs-
staðið og næming-
urin sjálvur
STARVSVENJING
Birita í Dali
og Mariann Mortensen
Starvsvenjing er týdn-
ingarmikið
fyri
ein
næming. Tí tá hann fer í
starvsvenjing,
kann
hann finna útav, um
starvið er nakað fyri
hann ella ikki. Soleiðis
kann næmingurin eisini
fáa eina hóming av,
hvussu tað veruliga ar-
beiðslívið er.
Tríggir eru partarnir,
sum kunnu gera eina
starvsvenjing góða. Teir
eru:
• skúlin,
• starvsstaðið
• og næmingurin sjálvur
Skúlin eigur at kunna
næmingin um, hvørji
starvsstøð hann kann
velja, og hvussu hann
sleppur at royna seg.
Meðan næmingurin er í
starvsvenjing, halda vit,
at skúlin eigur at ringja
til næmingin í hvussu er
einaferð og sikra sær, at
alt gongur væl, so næm-
ingurin ikki bert situr og
keðir seg dagin langan.
Tá næmingurin er lið-
ugur við sína starvsvenj-
ing, hevði tað verið eitt
gott hugskot, at skúlin
kravdi ein stuttan sam-
andrátt um starvsvenj-
ingina frá næminginum.
Og síðan sent saman-
dráttin til starvsstaðið,
har staðið fekk vitan um,
hvat næmingurin fekk
burturúr.
Arbeiðsstaðið
skal
eisini gera sítt fyri næm-
ingin, sum er í starvs-
venjing. Tá ein næming-
ur kemur í starvsvenj-
ing, er tað sum oftast
sjálvsagt, at hann vil
royna seg í starvinum,
og tí er tað skilagott at
geva næminginum yms-
ar uppgávur.
Eisini er tað umráð-
andi, at næmingurin
kennir seg væl millum
starvsfólkini og ikki
verður skúgvaður til
viks. Næmingurin skal
helst fella inn í gerandis-
dagin á starvsstaðnum.
Um hetta ikki er gjør-
ligt, er tað sjáldan nøkur
góð orsøk at taka ímóti
næmingum.
Næmingurin
hevur
sjálvur stóra ávirkan á
hvussu starvsvenjingin
verður. Hann eigir at
velja starvsstað við um-
hugsan, og á staðnum
skal hann vísa áhuga.
Næmingurin skal halda
seg framat og gera sítt
besta.
Fyri at fáa eina væl-
eydnaða starvstíð, skal
næmingurin hava vilja
til tað.
Málið við starvsvenj-
ing er, at næmingurin fer
heim við størri vinnu-
lívskunning,
hægri
sjálvsáliti og meiri sjálv-
bjargni
Vilji skal til
Ein avbjóðing í ÚF
Annika Vang er í starvsvenjing á løgreglustøðini í Havn. Her
situr hon við einum narkohundi.
Hanus og Janus standa uttan fyri
skipasmiðjuna, har teir eru í
starvsvenjing. Teir hava havt ein
strævnan dag
Mirjam Nattestad er í
starvsvenjing hjá
djóralæknanum. Her situr
hon við eini sjóneyku og
hyggur eftir eini kettuloppu
Theresa Hentze er í starvs-
venjing í ùtvarp Føroya. –
Tað er ein avbjóðing, at
verða í ÙF, sigur hon
Myndir: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8