Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 230 - 29. november 2002 Nr. 230 - 29. november 2002 11 Tunfiskaloyvini vóru givin í heimildarloysi Fiskimálastýrið hevur umsitið tunfiskaloyv- ini í heimildarloysi. Hetta er endaliga nið- urstøðan hjá Lands- stýrismálanevndini, ið hevur kannað mál- ið í yvir tvey ár. Jør- gen Niclasen, lands- stýrismaður í fiski- vinnumálum, vísir skuldsetingunum aftur, men ásannar tó, at rættast hevði verið at nýtt annan fram- ferðarhátt heldur enn at lata loyvi til før- oysk feløg, ið sam- starvaðu við japanar. ALMENN UMSITING Jón Brian Hvidtfeldt Landsstýrismálanevndin er komin við sínari endaligu niðurstøðu í málinum um tunfiskaloyvini, ið fiski- málastýrið lat ávísum reið- aríum, árini frá 1996 til 2000. Nevndin sigur millum annað í síni niðurstøðu: »Heimildargrundarlagið fyri at veita tilsøgnir um royndarloyvi eftir tunfiski til kommersiella nýtslu hevur ikki verið til staðar, og fyrrverandi og sitandi landsstýrismaður í fiski- vinnumálumhevur ikki havt neyðugt eftirlit við, at slík kommersiel nýtsla fór fram, hóast tað varð upp- lýst, at hetta var ein møgu- leiki, ið umsøkjarar høvdu umhugsað.« Víðari sigur Landsstýrismálanevndin, at viðvíkjandi málsviðgerðini hevur nevndin ikki fingið afturvíst sín illgruna um, at henda í ávísan mun hevur verið tilvildarlig, og at allir borgarar ikki hava verið viðgjørdir eins. Føroyskir millummenn Málið um tunfiskaloyvini, sum hevur ligið í Lands- stýrismálanevndini í yvir tvey ár, snýr seg í stuttum um, at nevndin hevur havt illgruna um, at føroysk reiðarí hava fingið royndar- loyvi frá Fiskimálastýri- num til at fiska tunfisk, fyri síðan at lata japanum loyv- ið afturfyri samsýning. Seinnu helvt av nítiárunum fingu nøkur føroysk skip loyvi til royndarveiðu eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, og føroyskt skip royndu eis- ini henda møguleika. Men harumframt fingu tilsam- ans fýra reiðarí loyvi til royndarveiðu í samstarvi við japansk skip. Talan var um P/F Faroe Seafood Prime, Sp/f Nancy, sp/f Far- Nipp og seinni fekk eisini Sp/f Ågot eitt tílíkt loyvi. Í øllum dømum var talan um samstarvsavtalur mill- um føroysk og japansk fel- øg, ið skuldu loyva skipum hjá japansku reiðaríunum at fiska í føroyskum sjógvi. Endamálið var at geva før- oyingum nakrar royndir á hesum øki. Henda skipan helt fram til 2000, tá Fiskimálastýrið metti, at føroyingar nú høvdu vunnið sær nóg drúgvar royndir til sjálvir at standa fyri fiskiskapinum. Landsstýrismálanevndin finst í síni niðurstøðu at, at tað hevur borið til hjá før- oyskum millummonnum at vunnið pengar burturúr royndarloyvunum, ið teir hava latið japanum. Nevnd- in vísir á, at Fiskimálastýr- ið als ikki hevur havt eftirlit við, hvørt hetta fór fram. Og tá landsstýrismála- nevndin síðan bað Fiski- málastýrið um at eftir- kanna, hvørt føroysku millummenninir høvdu fingið pengar burturúr samstarvinum við japanar, vísti tað seg, at so var. Sum nevnt fór Fiskimála- stýrið, eftir at Landsstýris- málanevndini hevði biðið um tað, at spyrja føroysku feløgini, ið høvdu royndar- loyvini at nýta í samstarvi við japanar, hvørt tey høvdu havt vinning burtur- úr hesum samstarvi. Hetta var á vári í fjør. Eitt av fel- øgunum, ið eftir drúgva umhugsunartíð svarar Fiskimálastýrinum, er Sp/F Far-Nipp. Jákup Egholm Hansen, umboðsmaður fyri felagið, vísir á, at føroyska felagið hevur havt skyldu at útvega eitt japanskt skip til royndarveiðuna og eisini hevur føroyska felagið fulla ábyrgd av skipinum og øll- um útreiðslum í samband við skipið. Víðari skrivar Jákup Egholm Hansen í brævi til Fiskimálastýrið, at talan hevur ikki verið um at Sp/F Far-Nipp hevur havt leiklutin sum millummenn, men at felagið er ein av loyvishavarunum og aktiv- ur partur í royndarveiðuni, við bæði skyldum og rætt- indum. Hann vísir á, at í av- taluni við Fiskirannsóknar- stovuna um royndarveiðuna stendur greitt, at veiðan er ogn hjá bæði føroyska fel- agnum og japanska skipi- num. Og tá báðir partar eiga veiðuna í felag, kann ongantíð blíva talan um at selja royndarveiðuloyvið frá føroyska til japanska felagið. Eisini førir hann fram, at tað ongastaðni í av- taluni við Fiskirannsóknar- stovuna ella í loyvinum frá Fiskimálastýrinum er kravt, at tey skulu góðkenna við- urskifti millum føroyska og japanska felagið, sum ikki hava við sjálvar loyvistreyt- irnar at gera. Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum, váttar, at Fiski- málastýrið ongantíð legði seg út í, hvørt føroysku fel- øgini fingu pengar burturúr samstarvinum við japanar. Jørgen Niclasen vísir á, at tað sum varð mett at hava størsta týdning, var at fáa royndarfiskiskapin í gongd, so tað kundi staðfestast, um tunfiskiskapur veruliga kundi gerast eitt alternativ hjá føroyskum fiskiskipum. Men í maj 2000 tekur Jørgen Niclasen avgerð um ikki at ganga fleiri umsøkn- um frá føroyskum feløgum um, í samstarvi við út- lendsk skip, at halda fram við royndarfiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Tað var gjørt, tí mett var, at royndirnar higartil høvdu givið føroyingum nóg góð- an kunnleika til sjálvir at standa fyri fiskiskapi eftir tunfiski. Bara fáar mánaðir frammanunan hevði Fiski- málastýrið tó givið P/F Ågot í Klaksvík eitt tílíkt loyvi, og tí hildu royndirnar fram, nakað eftir at hesin leistur varð steðgaður. - Endamálið við at geva loyvini til samstarvsavtalur millum føroysk og japansk reiðarí var upprunaliga, at føroysku reiðaríini seinni sjálvi skuldu koma við skipum og fara undir hesa veiðu. Men nú aftaná kunnu vit bara staðfesta, at tað hendi ikki, sigur Jørgen Niclasen. Royndin miseydnaðist Út frá tí sannroynd, at eing- in føroysk veiða eftir tun- fiski spurdist burturúr royndunum, ið vóru gjørdar seinast í nítiárunum, stað- festir Jørgen Niclasen, at royndirnar í so máta mugu metast at verða miseydnað- ar. Landsstýrismaðurin vís- ir á, at orsøkin til at sam- starvsavtalurnar millum føroysk og japansk reiðarí vóru steðgaðar, var at hann tá metti, at føroyingar sjálv- ir áttu at hava ein virknari lut í framhaldandi roynd- um. Landsstýrismálanevndin metir, at loyvini, ið eru giv- in føroyskum feløgum til at samstarva við japansk feløg um royndarveiðu eftir tun- fiski, eru at rokna sum loyvi til kommersiella nýtslu, tvs. at føroysk feløg hava fingið pengar burturúr at lata japanar nýta loyvini. Og greiða niðurstøðan hjá nevndini er, at heimild var ikki at geva hesar tilsøgnir. Jørgen Niclasen er ikki samdur við niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevnd- ini. Landsstýrismaðurin førir fram, at talan var um royndarloyvi, og at talan var ikki um, at skip ella fel- øg sluppu at nýta loyvi hjá hvørjum øðrum. Jørgen Niclasen ásannar tó, at høvdu royndirnar ver- ið gjørdar í dag, hevði okk- urt helst verið gjørt øðrvísi. Hann vísir á, at helst átti Fiskirannsóknarstovan at verið enn meira inni í myndini í samband við jap- ansku skipini. - Tað er greitt, at vitanina vildu vit jú hava, bæði um at fiska og at selja tunfisk- in. Málið var, at vinnan skuldi útvega sær eina vitan um fiskiskap eftir tunfiski, og tí valdi man henda leist- in. Men samtíðis nyttar einki, bara at geva japansk- um skipum loyvi at fiska, uttan at vit fáa nakað burt- urúr. Í dag kunnu vit siga, at okkurt átti kanska at ver- ið gjørt øðrvísi, so vit fingu meira burturúr, sigur Jør- gen Niclasen. - Tú kanst kanska siga, at endamálið við allari kann- ingini hjá Landsstýrismála- nevndini var at steðga has- ari mannagongdini, og eg valdi sjálvur at steðga henni fyri hálvum triðja ári síðan. Eg eri samdur við Landsstýrismálanevndini í, at hetta var kanska ikki tann heilt rætti mátin at nýta, og tað havi eg tikið til eftirtektar, leggur Jørgen Niclasen afturat. Í dag er eingin føroyskur fiskiskapur eftir tunfiski. Tó hevur Fiskirannsóknar- stovan samstarv við millum trý og fýra japansk skip um royndarveiðu. - Endamálið við samstarvi- num millum føroyingar og japanar var, at føroysku fel- øgini seinni sjálvi skuldu koma við skipum og fara undir hesa veiðu. Men nú aftaná kunnu vit bara stað- festa, at tað hendi ikki, sigur Jørgen Niclasen, ið tó ikki metir, at nakað ólógligt er farið fram. Frá 1996 til 2000 samstarvaðu fleiri føroysk feløg við japanar um royndar- fiskiskap eftir tunfiski undir Føroyum. Eingin heimild var at lata hesi loyvi, ið føroysku feløgini síðan fingu vinning burturúr frá japansku skipunum, sigur Landsstýrismálanevndin, ið finst hvass- liga at landsstýrismanninum í fiski- vinnumálum, Jørgen Niclasen. Ein av teimum, ið fekk loyvi til at samstarva við japanar um royndarfiskiskap eftir tunfiski, var fel- agið hjá Bjarta Thom- sen, ið tá starvaðist á Fiskirannsóknar- stovuni. Landsstýris- málanevndin átalar, at ongar reglur eru, sum seta etisk mørk fyri leiklutinum hjá almennum starvsfólki í teirra privata virksemi mótvegis tí almenna ALMENN UMSITING Jón Brian Hvidtfeldt Tilsamans fýra føroysk feløg fingu loyvi til at gera samstarvsavtalur við jap- ansk reiðarí um royndar- fiskiskap eftir tunfiski í Føroyskum sjógvi, árini frá 1996 til 2000. Eitt av hes- um feløgum var Sp/F Nancy á Argjum, ið Bjarti Thomsen varir av. Samtíðis sum Bjarti Thomsen fekk loyvið, fyrstu ferð í 1997, starvaðist hann á Fiskirann- sóknarstovuni, ið er stovnur undir Fiskimálastýrinum/- ráðnum. Landssstýrismálanevndin sigur í síni endaligari niður- støðu, at í samband við spurningin um, hvønn týdning almenn starvssetan hevur fyri lutin sum um- søkjari ella umboð fyri um- søkjara í einum máli sum hesum, heldur nevndin tað vera átaluvera, at ongar reglur eru, sum seta etisk mørk fyri leiklutinum hjá almennum starvsfólkum í teirra privata virksemi mót- vegis tí almenna. Stutt eftir at Landsstýris- málanevndin á sumri 2000 fór undir at kanna málið við tunfiskaloyvunum, spurdi hon Jørgen Niclasen, lands- stýrismann í fiskivinnumál- um, um hesi viðurskiftini. Í svarinum sigur Jørgen Niclasen, at Fiskimálastýr- ið var vitandi um, at Bjarti Thomsen var í starvi á Fiskirannsólkknarstovuni og samstundis nevndarfor- maður og stigtakari í Sp/F Nancy. Landsstýrismaðurin vísti í svarinum á, at spurn- ingurin um hansara al- menna starv og leiklutur hansara sum nevndarfor- maður og stigtakari í sam- band við Sp/F Nancy vóru í ósamsvari við siðvenju fyri fólk í almennum starvi, var umrøddur í umsitingini. Har var niðurstøðan, at so var ikki. Í brævi, sum Bjarti Thomsen sendi Fiskimála- stýrinum í maj mánað í fjør, vísir hann á, at hann alla tíðina hevur arbeitt við opnum kortum, og harum- framt legði upp til at Fiski- málastýrið skuldi góðkenna allar mannagongdir og sátt- málar, sum hann sum privatpersónur gjørdi við Fiskirannsóknarstovuna. Eisini í brøvum og á fund- um sigur Bjarti Thomsen seg hava eftirlýst eini útsøkn frá Fiskimálastýrin- um um tað var ein trupul- leiki, at hann var í almenn- um starvi og samstundis fekst við royndarfiskiskap í privatum felag. Men Fiski- málastýrið kom ongantíð við eini tílíkari støðutakan. Málið um leiklutin hjá Bjarta Thomsen fekk nógva umrøðu í fjølmiðlunum eft- ir ein fyrispurning á løg- tingi í februar 2000. Tá segði Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknar- stovuni, við fjølmiðlarnar, at Bjarti Thomsen hevði spurt seg fyri hjá sær, um tað var í lagi, at hann fór uppí tunfiskavinnuna, eftir at hann fekk fyrstu veiðu- loyvini í 1997. Hjalti í Ják- upsstovu svaraði, at hann helt seg ikki kunna nokta hesum, tá stýrið, sum Fiski- rannsóknarstovnan er undir, nevnliga Fiskimála- stýri, hevði latið honum loyvið. Í sama viðfangi segði Hjalti í Jákupsstovu tó, at hann hevur ongantíð hildið tað vera heppið at almenn starvsfólk hava privat størv við síðuna av, sum liggja tætt upp at almenna starv- inum. Í døminum við Bjarta Thomsen og Fiski- rannsóknarstovuni var tað óheppið, tí tað kundi vekja illgruna um misbrúk av vitan. Løgmaður onga viðmerking Í sínum svari til Landsstýr- ismálanevndina hevur Jør- gen Niclasen víst á, at mál- ið um leiklutin hjá almenn- um starvsfólki í teirra pri- vata virksemi móti tí al- menna, er eitt mál, ið liggur undir ábyrgdini hjá løgmanni. Hesum tekur Landsstýrismálanevndin undir við. Nevndin skrivar í síni niðurstøðu, at tað er ábyrgdin hjá løgmanni at gera almennar reglur fyri, hvat almenn starvsfólk kunnu og ikki. Anfinn Kallsberg, løg- maður, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til niðurstøð- una hjá Landsstýrismála- nevndini. Hann vísir á, at hann fyrst ynskir at svara Landsstýrismálanevndini, áðrenn hann hevur nakra viðmerking. Løgmaður vísir tó á, at vit millum annað hava eina fyrisitingarlóg, og reglur um at almenn starvsfólk skulu ráðføra seg við stovnsleiðaran, áðrenn tey fara undir privat virksemi, ið hevur samband við teirra almenna starv. Hóast Marjus Dam nú stendur einsa- mallur við uppskot- inum um broytingum í ferðaprísinum í Vágatunnilinum, so leggur framvegis upp- skotið fram. Uppskot- ið skal tryggja Vága- tunnilinum ein part av ferðaavgjaldinum um Flogvøllin VÁGATUNNILIN Heri á Rógvi Fyri Marjus Dam, ting- mann fyri Sambandsflokk- in í Vágum, er tað ikki nóg mikið við einari lækking í ferðaprísunum at ferðast í Vágatunnilinum upp á 20%. – Hesi 15-20% kunnu vágafólk ikki brúka til so nógv, sigur Marjus Dam. Hann hevur áður saman við Jóanis Nielsen, ting- manni fyri Fólkaflokkin í Vágum, boðað frá, at teir fara at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið, ið við lóg tvingar prísirnir fyri ferð- ingina ígjøgnum tunnilin niður. Jóanis Nielsen hevur í Sjónvarpi Føroya sagt, at prísirnir eftir teirra upp- skotið fara at lækka í eina helvt av verðandi prísi. Seinni hevur tað víst seg, at vilji ikki hevur verið í Løgtinginum fyri at fremja hesar lógarbroyting. Jóanis Nielsen hevur eisini spælt við heilsuna hjá samgong- uni í hesum málinum, men hevur talan bert verið um tos. Uppskotið er ikki enn komið niðan í tingið, men tað er væl á veg. Men nú tykist tað bert at vera Marjus Dam, ið leggur navn til uppskotið. Hann ætlar, sambært Jóanis Nielsen, at leggja uppskot- ið fyri tingið eina av fyrstu døgunum. Jóanis Nielsen hevur nevniliga boðað Marjusi frá, at hann ynskir at bíða til Vágatunnilin kunngerð prísbroytingarnar. – Eg havi boðað Marjusi frá, at eg velji at bíða eftir, hvat Vágatunnilin kunn- gerð. Eru lækkingarnar ikki nøktandi, so taki eg sjálv- andi undir við uppskotin- um, sigur Jóanis Nielsen. Hann sigur, at hann alla- tíðina hevur tosað um at fingið bíligari prísir og góðan avsláttur til tey, ið ferðast javnan. Hann vil ikki siga, hvat er nóg mikið fyri hann, áðrenn hann kennir, hvørji tøl, ið Vága- tunnilin kemur við. Hesar broytingarnar, ið Jóanis Nielsen sipar til, skuldu eftir røttum verið kunngjørdar hósdagin, sambært Jóanis. Tá blaðið fór til prentingar vóru tó ongar broytingar kunn- gjørdar. Beint áðrenn evsta- mark fingu vit fatur á Dávid Reinert Hansen, stjóra fyri P/F Vágatunn- ilin, og hann segði, at broytingarnar í prísum ikki verða kunngjørdar, fyrr enn teir eru klárir. – Hetta verður áðrenn 10. desember, var tað einasta, ið vit fingu at vita. Ferðaavgjald Uppskotið frá vágating- monnunum ella tingmann- inum, sum tað óivað verður, er fyri langari tíð síðani klárt, men bíðað hevur bara verið við at leggja uppskot- ið fyri tingið. Marjus Dam greiðir frá, at kjarnin í uppskotinum er, at Vágatunnilin skal fáa gagn av ferðaavgjaldinum, ið goldið verður av ferða- fólki um flogvøllin. – Ferðaavgjaldið verður hækkað við 60 kr, og hesir pengarnir verða fluttir til Vágatunnilin. Hetta vil geva umleið 4,5 mió. um árið. Hetta gevur so fleiri bilar og harvið bíligari prís- ir, sigur Marjus Dam. Hann roknar við, at 4,5 mió. um árið vil geva mun- andi bíligari prísir samstun- dis sum fleiri bilar eisini koyra gjøgnum tunnilin. Hendan skipanin skal virka í tvey ár, er ætlanin. Marjus Dam er av teirri fatan, at ferðslumetingin er sett alt ov varðliga. – Tað búgva 2.800 fólk í Vágum. Hevði tað verið frítt at ferðast, so høvdu einir 2.800 bilar koyrt aftur og fram um samdøgrið. Hetta er tað sama sum ferðslan til bygdir sum Skála og Strendur, ið liggja avsíðis eins og Vágoyggin fer at gera við undirsjóvar- tunnilinum, sigur Marjus Dam. Tað er hansara ynski, at vágafólk og vinnan í Vág- um skulu fáa nógv betri treytir, tí sum er kunnu tey illa liva við hesum, heldur Marjus Dam. Ferðaavgjald til tunnilin Mynd “Marjus og Jóanis”: Ætlanin er framvegis at leggja eitt uppskot fyri tingið, ið gevur bílígari prísir undir Vestmannasundi. Jóanis Nielsen vil tó ikki fyribils vera við til at leggja uppskotið fyri tingið Mynd: Jens Kristian Vang. Manglandi reglur fyri fólk í almennum starvi C M Y K 11 10