Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 230 - 29. november 2002 Nr. 230 - 29. november 2002 13 Orðavalið hjá Høgna Hoydal varaløgmanni var tað vanliga, tá hann sum formaður í størsta samgongu- flokki í SVF skuldi gera viðmerkingar til rokið um fíggjarlógina. Hann brúkti orð sum sjónleikur, skotgrøvir, banniorðið partapolitikkur og hevði mestsum hug at geva fjølmiðlunum skyldina av rokinum. Hann tykist at hava gloymt gerandisdagin sum fjølmiðlamaður. Eingin journalistur við virðing fyri sær sjalvum kann ignorera, at formaðurin í Fíggjarnevndini og Fíggjarmálaráðharrin eru sum tvær reyðar kýr, tá fíggjarlógin fyri 2003 verður umrødd. Nakað sum kom tíðiliga til sjóndar í sjónvarpskjakinum týskvøldið, har menninir kapp- aðust um at bíta hvønn annan av. Neyvan hevur nøkur fíggjarlóg verið so ófullfíggjað, tá hon er løgd fyri tingið, sum tann fyri 2003. At onkur annar samgongulimur velur at kalla hetta fyri glæntrileik er so hansara søk. Nú eitur tað, at talan er ikki um at spara knapt 200 milliónir, men at minka um meirnýtsluna, so at knapt 200 milliónir ikki verða lagdar afturat støðinum fyri 2002. Man kann pakka tað inn, sum man vil, men talan er um eina sparing uppá knappar 200 milliónir í mun til fíggjarlógaruppskotið fyri 2003, ið var lagt fram av Karsten Hansen. Nakað annað er so, at tað kann ikki verða annað ein sparing í rakstri, tá Løgtingið hevur samtykt íløgur fyri hundraðtals milliónir tey næstu árini, og so samstundis forlangar, at fíggjarlógin skal standa í stað ella minka. Eitt upplagt stað at skarva av er í umsitingini, ið er alt ov dýr. Tað er bert harmiligt, at samgongan ikki hevur viljað lurtað eftir andstøðu og fjølmiðlum í fleiri ár, men bert hevur økt um umsitingina í ólukkumát, meðan hon hevur sitið. Vónandi fara spariætlaninar hjá samgonguni ikki at raka stovnar, ið eru í beinleiðis samband við skatt- gjaldaran t.v.s. brúkaran av almennum tænastum, meðan umsitingin stendur í stað ella veksur. Tað vildi verið mønustingurin hjá føroyska vælferðar- samfelagnum, og uppá longri sikt, hevði hetta eisini verið at sagað greinina yvir, ið ein effektiv umsiting skal sita á. Óli Breckmann hevði í sjónvarpinum hug at leggja samgongufelagarnar hjá Fólkaflokkinum undir at duga verri at spara pengar. Hetta er møguliga briksl frá hansara síðu. Hann segði eisini, kanska meira áhugavert, at Høgni Hoydal ræðist gerandisdagin. Ger hann tað? Ein skuldi trúð, at formaður í størsta samgonguflokki gekk í sveittabroti og royndi saman við flokki sínum at fáa endarnar at røkka saman í fíggjarlógaruppskotinum. Er hetta støðan? Vit vita ikki, men tað seinasta vit hava frætt er, at hann hevur skrivað yvirlýsing um Thule basan í Grønlandi og hevur hitt skotsku nationalistarnar SNP. Ikki júst mál, ið standa ovast á føroysku dagskránni, og ei heldur mál, ið hava framúr nógv við gerandisdagin hjá Føroyingum at gera. Løgin raðfesting, tá føroyska fíggjarlógin ikki hongur saman. DAGSINS MEINING Sosialurin Ræðist gerandisdagin? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. FØROYA FISKI- MANNAFELAG 28.november 2002 Sum umboð fyri borgarar hava vit týðuliga merkt ta miðvísa avlagimg av rætt- artrygdini hjá borgarunum, sum tykist at vera tann almenni politikkurin her á landi. Eitt gott "dømi" um hetta er tann viðgerð sum eitt samfelag gevur sínum sjúku. Tað er júst hetta, sum verður so væl og virðiliga lýst við hesum málinum. Forsøgan er tann í stutt- um, at ein fiskimaður í vár sendir eina kæru til kæru- nevndina í almannamálum í samband við dagpening. Úrslitið av hesi kæru gevur sum úrslit, at vegna eina nýggja og skeiva formuler- ing í dagpengalógini, verða fiskimenn útilokaðir frá dagpengaskipanini. Frá dag til annan varð kassin smekkaður í við teimum avleiðingum, sum hetta má hava við sær. Tað er so tað, sum tað kann vera. Her er greitt talan um ein tekn- iskan lógarfeil, sum skuldi verið rættaður sum skjótast, so eingin fór at koma í trupuleikar av hesum. Trivnaðarmálaráðið ongan skund. Sjálv viðgerðin í Trivnaðar- málaráðnum má sigast at benda á, at hon ikki á nakran hátt er merkt av, at her er talan um borgarar í neyð, sum knappliga standa á berum uttan endurgjald fyri mista inntøku, sum má sigast at vera grundleggj- andi rættur hjá borgarum. Trivnaðarmálaráðið fekk longu tíðliga í summar kunnleika til ta avgerðina, sum fór at koma. Hetta skuldi ført til, at neyðuga lógarbroytingin kundi verið løgd fyri tingið aftaná ólav- søku og kundi verið av- greidd í august. So hevði eingin merkt nakað. Men Trivnaðarmálaráðið latast ikki um vón, og tí hendi einki. Aftaná at avgerðin hjá kærunevndini var fallin í september skrivaðu vit fyrst til Trivnaðarmálaráðið um málið og gjørdu vart við, at her mátti berast skjótt at. Síðan vóru vit á fundi og førdu fram somu sjónarmið og vístu á, at vit dag og dagliga fingu nýggj mál um sjúkar fiskimenn, sum vóru avvístir av dag- pengaskipanini orsakað av umrøddu avgerð og sum ongan annan møguleika høvdu at fáa endurgjald fyri mista inntøku. Vit gjørdu vart við, at fyri at fáa hetta at henda skjótast gjørligt var lættast at føra lógina aftur til upprunatekstin í føroyskari týðing. Hetta vildi merkja broyting av einum ella tveimum orðum. Hetta skuldi kunnað verið gjørt eftir fáum døgum. Og tá talan er um skundmál plagar tingið at kunna víkja frá tíðarfreistum og nevnd- arviðgerð. Tískil skuldi hetta kunn- að verið avgreitt eftir eini ella tveimum vikum. Hálvt ár um at broyta tvey orð. Trivnaðarmálaráðið hevur tikið sær góða tíð. Tað er liðið umleið eitt hálvt ár, síðan Trivnaðarmálaráðið fekk fráboðan um væntaðu avgerðina. Og tað eru farnir meira enn tveir mánaðar síðan vit reistu málið yvir fyri ráðnum, og nústaðni kemur uppskotið, sum ikki so frægt sum líkur treytir- nar í viðmerkingunum um, at ætlanin ongantíð var, at nakar skuldi gerast verri fyri við nýggju dagpenga- lógini. Her verður víst til okkara brøv, sum eru hefti við málinum. Hetta kundi nú alt verið sínar sakir, men... Várharra setti ongan eftir! .. tað sum fær okkum veru- liga til at øtast er uppskotna orðingin um, at lógar- broytingin ikki skal koma í gildi fyrr enn 1.januar 2003. Tá vit fingu uppskotið til ummælis gjørdu vit vart við, at hetta mátti vera eitt mistak. Tað kundi ikki bera til, at Trivnaðarmálaráðið veruliga ætlaði, at sleppa teimum niður ímillum, sum púra ósek eru sett uttanfyri lógina av umrøddu orsøk. Og vit vildu fegin hava hetta váttað. Hesa váttan fingu vit ikki. Men nú sæst greitt, at her er als ikki tal- an um eitt mistak. Í viðmerkingunum verð- ur staðfest, at takkað verið avgerðini hjá kærunevndini eru talið av persónum í skipanini, men hetta tal fer upp aftur við lógarbroyt- ingini. So hetta er gjørt við beráddum huga. Hetta merkir, at lands- stýrismaðurin veruliga ætlar, at teir fiskimenn, sum eru ov offur fyri vánaligt lóggávuarbeiði, skulu sjálvir svíða fyri hesum. Teir skulu enntá svíða fyri tað drál í um- sitingini, sum er orsøkin til, at málið nústaðni kemur á tingborð. Og landsstýris- maðurin hevur enntá lagt eina mánaða uppfyri við teirri avleiðing, at raktu fiskimenninir ikki eingang skulu fáa pening til jóla. Vit hava greitt fiski- monnum frá, at teir mugu hava tol. Men tá lóggávan var greidd í tinginum fóru teir at fáa sína veiting frá dagpengaskipanini. Vit hava ikki í okkara villasta fantasi kunnað ímyndað okkum, at ein landsstýris- maður ella hansara umsit- ing yvirhøvur kundu hugsa tann tanka, at ein slík lógar- broyting ikki skuldi umfata tey, sum eru rakt av um- røddu avgerð hjá kæru- nevndni. Hetta er í stríð við tey mest grundleggjandi mannarættindi at gera mun á borgarum, sum her verður gjørt. Enntá mun á sjúkum borgarum. Men ikki tess minni er tað hetta sum liggur í upp- skotinum. Tað er sjálvsagt upp til tingið hvat tað ger. Men uttan mun til úrslitið av tingviðgerðini, so vita tingmenn nú hvat málið snýr seg um. Fer málið í nevnd vilja vit fegin boðsendast. Viðmerkingar til broyting í løgtingslóg um dagpening Heðin D. Poulsen LL.M. Tað fyrsta ein føroyskur løgfrøðingur fortelur tær, um tú heitur á hann um at greiða tær frá stjórnarskip- an okkara, er allarhelst við at lufta navninum á einum ávísum persóni, nevniliga navnframa Montesquieu og fortelja um stjórnarliga tríbýti av valdinum, ella the "balance of powers", ið er eygnasteinurin av okkara stýrisskipan. Valdsbýti, ella trýbýti av valdinum, sum flestu løg- frøðingar og stjórnmála- frøðingar vilja tvíhalda um er galdandi skipan í Føroy- um, merkir í stuttum, at valdið ikki er samlað á einum stað. Teoriin er í stuttum tann, at tað fólkavalda løgtingið er lóggevandi, løgmaður við sínum landsstýris- monnum og umsiting, tað útinnandi, og dómsvaldið tað dømandi. Uppgávan hjá løgtingin- um er at lóggeva. Hetta er ásett í okkara stýrisskipan. Uppgávan hjá tí útinnandi valdinum er at útføra í verki tað sum løgtingið lóg- gevur. Teoriin er tann, at uppgávan hjá tí útinnandi valdinum er at gera tað sum løgtingið ásetir gerast skal, ella umsita løgtingslógir- nar. Við hesi skilagóðu teori, kann tryggjast, at tað ikki er sami myndugleiki, ið ger og samtykkir lógirnar og samstundis umsitir somu lógir. Tá okkara stýrisskipan byggur uppá eina so fyri- myndarliga valdsbýtis teori, er tað bara spell, at hetta als ikki er veruleikin, uttan á skriftini. Veruleikin er tann, at flest allar lógir, um ikki allar, verða gjørdar av um- sitingini hjá landsstýrinum. Í summum førum verða uppskot um løgtingslógir gjørdar eftir at ein arbeiðs- bólkur ella nevnd hevur givið landsstýrismanninum eitt tilmæli. Í øðrum førum verða uppskot til løgtings- lógir orðað av umsitingini ella øðrum eftir umbøn frá avvarðandi landsstýris- manni. Tað er avvarðandi lands- stýrismaður, ið síðani fer tað tungu leið niðan í tingið við einum uppskoti til løg- tingslóg, men einans eftir at hann hevur havt uppskotið á landsstýrisfundi og hinir landsstýrismennirnir hava havt ríkiligt av tíð at um- hugsa og ráðføra seg við sítt bakland, um hvør teirra áskoðan skal vera. Tá uppskotið langt um leingi verður lagt fram í løgtinginum, verða upp- skotini sum oftast samtykt uttan stórvegis broytingar, uttan so at tað snýr seg um at avtaka siglingina hjá Smyrla uppá Vág og onnur tílík lokal viðkomin mál. Eftir at løgtingið hevur samtykt uppskotið, gerst tað til eina løgtingslóg, har andstøðan hevur atkvøtt ímóti, meðan samgongan fyri. Løgtingslógin fer nú aftur til tað málaráðið, har tað av fyrstan tíð byrjaði, hesu ferð ikki til viðgerðar, men at verða umsitið av sama landsstýrismanni og hansara umsiting, ið byrj- aði arbeiðið at evna upp- skot til nýggja løgtingslóg. Við hesum í huga, er tað ikki so merkiligt, at lands- stýrismenn gerast frá sær sjálvum, tá formaðurin í løgtingsins fíggjarnevnd hevur tann frekleika at krevja ávirkan á eina løg- tingslóg, og at krevja ávirk- an á løgtingsins fíggjarlóg, tað er jú burtur úr vón og viti! Gott nokk eitur tað løgtingsins fíggjarlóg, og er tað løgtingið, ið skal sam- tykkja lógina, men at løg- tingið eisini skal avgera, hvat teir skulu samtykkja, tað er follið mongum landsstýrismanni tungt fyri hjarta. Um landsstýrismenn og fleiri við teimum hava tað uppfatan, at tað altíð skal vera landsstýrið, ið skal av- gera hvat løgtingið sam- tykkir, er tað so neyðugt við einum løgtingið ? Hvar er eftirlitið og valdsbýti í eini skipan uttan tenn, ið kunnu býta frá sær ? Sjálvandi, løgtingið er undirhaldandi í so máta. Løgtingsmenn eru altíð til dystin fús til bæði song- kvartettir, karamell smakkiroyndir og spurn- ingarkappingar. Tað er so hugnaligt ! Tann lóggevandi parturin hjá løgtinginum er alsamt blivin meira og meira til eina stempulteldu. Tað landsstýrið leggur fram, fær tað bláa stempli frá løg- tinginum. Sanniliga er løg- tingið lóggevandi, men hevur løgtingið reelt nakað vald í føroyska samfelag- num í dag ? Vildi vóna, at tíðin skjótt fór at koma, tá okkara forna fólkavalda løgting aftur fekk veruligt vald. VIÐMERKINGAR Símun Pauli Jacobsen Sum dagarnir ganga, tykj- ast menn at vera meira og meira vónbrotnir av løg- tingsfíggjarlógini fyri 2003. Har tykjast at manglar so nógvir postar. Hvar er játtanin til Norð- oyatunnilin? Hvar er játtanin til Vágs havn? Hvar er játtanin til skattalætta? Hvar eru játtanirnar til vandafullu vegirnar? Hvar er játtanin til Postverkið? Hvar er játtanin til Fiskivinnuskúlan í Vestmanna? Hvar er tørvandi játtanin til Landssjúkrahúsið? o.s.fr., o.s.fr. Avlopið á verandi fíggjarlógaruppskoti er í løtuni 150 mió. Skattalættin (ikki á uppsk. ÷ 55 mió. Norðoyatunnil og Vágs havn (ikki á uppsk.) ÷ 40 mió. RLU avlop 55 mió. Avdráttur av láni ÷ 148 mió. Fíggjarhall ÷ 93 mió. Harafturat kemur so tað, sum einki er avsett til, m.a. vegir, Postverkið, Fiskivinnuskúlin o.s.fr. Nú siga menn, at tað eru eingir pengar at gera hesar tørvandi játtanir fyri. Nei, kanska, men tað vóru pengar, nógvir pengar. Men hesir fýra samgonguflokkarnir tykjast at hava gjørt landi og fólki eina bjarnartænastu við at minka um blokkin við 366 mió. kr. í einum frá 1. januar 2003. Úrslitið er, at teir hava 366x4 ella 1464 mió. kr. minni at arbeiða við í hesum valskeiði. Mín hugsan er, at tað hevði verið betri – mikið betri – fyri land og fólk, um minkingin varð framd í smáum bitum. Eg haldi, at í mesta lagi átti niðurskurðurin fyri hetta valskeiðið at verið 200 mió. kr. eftir hesi uppstilling: Fyri árið 2003 100 mió. kr. – – 2005 50 – – – – 2006 50 – – Um henda hugsan mín hevði verið fylgd, hevði meiri verið av tøkum peningi í hesum valskeiði sambært fylgjandi uppstilling: Ár mió. kr. mió. kr. 2003 366÷100 266 2004 366÷100 266 2005 366÷150 216 2006 366÷200 166 tilsamans 914 Men gjørd gerð fær sum kunnugt onga vend, og meirilutin av Føroya fólki hevur valt hesar menn at stýra landi okkara. Sostatt má tað vera meirilutin av fólkinum, sum gjøgnum valdu tingmenn sínar er beinleiðis orsøkin til, at sera, sera trongligt verður á fíggjarliga økinum komandi fýra árini. Tó, aftan á niðurskurðin av blokkinum upp á 366 mió. kr. í einum, so rinda danir okkum framvegis árliga í peningi og tænastum stívu milliardina sambært fylgjandi uppstilling: Rest av blokkinum 630 mió. kr. Veitingar uttan fyri blokkin Krígspensjónir 85 – – Lærarapensjónir 15 – – Aðrar pensjónir 10 – – Rakstur av ríkis- stovnum 281 – – 1021 mió. kr. Harafturat koma so møguligar útreiðslur viðvíkjandi føroyingum í Danmark við fíggjarligum stuðli ella á annan hátt. Fíggjarlóg løgtingsins The balance of powers TÍÐINDASKRIV NSÍ skipar í døgunum 7. og 8. desember fyri stóru sølu- stevnuni Marko ’02, har 25 básar hava alt millum himmal og jørð at sýna fram, umframt at mótasýn- ingar og undirhald eisini er á skránni. Leygardagin 7. og sunnu- dagin 8. desember verður ítróttarhøllin í Runavík karmur um stóru sølu- stevnuna Marko ’02, sum fótbóltsfelagið NSÍ skipar fyri. Tilsamans er pláss sett av til 25 framsýningarbásar í høllini, og har ber til hjá teimum vitjandi at síggja alt millum himmal og jørð. Úr rúgvuni kann nevnast flogferðaseðlar, grýtur, Tupperware, el-lutir, øll møgulig klæði, amboð, sjónvørp, snellur, skógvar, luktilsi og mangt, mangt annað. Tey vitjandi kunnu so spáka millum básarnar og síggja alt hetta, sum fram- sýnararnir hava at bjóða, men eisini ber til at seta seg niður og fáa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið. Á stóra pallinum verður skipað fyri mótasýningum, har alt tað nýggjasta innan klædnamótan verður at síggja, og eisini verður undirhald fyri bæði tey yngru og tey eldru. Flestu básarnir eru mannaðir, men enn er onkur hendinga básur eftir. Áhugað kunnu seta seg í samband við samskiparan hjá NSÍ, Ian Højgaard, á fartelefon 21 99 99, fyri møguliga at fáa fatur á onkrum av írestandi básun- um. Framsýningin er báðar dagarnar opin frá klokkan 14 seinnapartin til klokkan 22 um kvøldið. Stór sølustevna í Runavík C M Y K 13 12