Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 29. november 2002 15 Hon hevur brúkt 10 mánaðir til at týða knappliga 600 enskar síður til føroyskt. Tað hevur verið strævið og krevjandi, men eisini spennandi og mennandi. Vit hava prátað við Maluna Háberg, sum hevur yvirtikið leiklutin at týða tann vælumtókta Harry Potter til føroyskt HARRY POTTER Ingi Rasmussen Ein ótrúliga góð kensla. Soleiðis sigur Malan Háberg, nú hon loksins kann taka føroysku bókina »Harry Potter og Eldbikar- ið« í hondina. Og kenslan hevði ikki verið nógv betri, um hon hevði skrivað bók- ina sjálv, heldur hon. Malan er bæði fegin og lætnað, nú hon er liðug við týðingina, sum hon hevur sitið við síðstu 10 mánað- irnar. – Hetta hevur verið ótrú- liga strævið, men samstun- dis bæði mennandi og spennandi. Tíbetur havi eg fingið góða hjálp, og nú eri eg øgiliga spent at síggja, hvussu hon verður móttik- in, sigur Malan. Arvurin at týða heims- kenda Potter, sum hevur sligið øll sølumet, er tungur at lyfta. Hóast hetta er fjórða bókin á føroyskum í røðini um heimskenda gandakallin, so er hetta fyrsta bókin, ið Malan hev- ur umsett. Hinar bøkurnar hevur Gunnar Hoydal før- oyskað. Góð hjálp Malan er 41 ára gomul og lærari á Venjingarskúlan- um. Nú hon hevur tikið yvir, hevur Gunnar Hoydal verið henni ein hollur stuðul. – Stílurin hjá mær og Gunnari Hoydal er ógvu- liga ymiskur, so fólk skulu endiliga ikki vænta, at bøk- urnar vera eins, men hann hevur verið ógvuliga hjálp- samur við rættlestri. Gunn- ar hevur lisið alt ígjøgnum og hevur mangan loftað mær. Hann hevur eisini hjálpt mær at halda skil á øllum heitunum, sum hann jú hevur gjørt, sigur Malan. Bókin er týdd beinleiðis úr enskum. Ávegis hava verið fleiri avbjóðingar, eitt nú tí enskt er eitt navnorðamál, meðan føroyskt er eitt sagnorðamál. Ta felluna datt hon mangan í, men slapp burturúr henni aftur við góðari hjálp frá Gunn- ari. Ein onnur góð hjálp, sum hon hevur havt í arbeiðnum er komin frá 11 ára gamla Kristjan Gásadal. Hann hevur lisið allar hinar bøk- urnar, og hann hevur lisið umsetingina hjá Maluni so hvørt. – Kristjan tók væl undir við bókini og hevur verið heilt ótrúligur. Tað hevur havt stóran týdning fyri meg, at eitt barn las bókina og segði sína meining, tí bókin er fyrst og fremst skrivað til børn, sum hugsa øðrvísi enn vit vaksnu, sigur Malan. Líkar lagnur Nú heimsgitna J.K. Row- ling var fátøk, fráskild og búði einsamøll við dóttur sínari, tá hon fór undir at skriva fyrstu bókina á einari kafé, meðan dóttirin fekk sær ein blund í barnavogn- inum. Byrjanin til Potter-ævin- týrið hjá Malan Háberg, sum hevur fýra børn í aldrinum 5, 8, 13 og 15 ár, er kanska ikki heilt ólík. – Eg var nýliga fráskild og skuldi finna meg til rættist við fýra børnum. Eg hevði ikki nóg mikið við einari inntøku og hevði ikki hug at fara út at vaska um kvøldarnar, tí eg vildi gera okkurt, sum eg kundi ar- beiða við heima og eisini hevði áhuga fyri, sigur hon. Malan hevði áður umsett fyri SvF og ringdi tí til Bókadeild Føroya Lærara- felags og spurdi, um tey høvdu eina barnabók ella okkurt annað, sum skuldi týðast. – Eg fekk at vita, at teim- um tørvaði ein týðara til Harry Potter, tí Gunnar Hoydal ikki hevði stundir, og tey spurdu, um eg tordi undir uppgávuna. Eg setti nakrar treytir, sum eg fekk uppfyltar, og fór við góðum treysti undir uppgávuna, sigur Malan. Sera krevjandi Tað vísti seg at verða sera krevjandi, og onkuntíð hev- ur hon havt hug at kasta frá sær. Eftirhondini fylti týð- ingin so nógv, at kvøldini gerandisdagar, vikuskiftini og mest sum øll frítíð fór framman fyri telduskíggj- an. Men nú úrslitið liggur á borðinum, angrar hon ikki, at hon tók uppgávuna á seg. – Tað truplasta hevur ver- ið, at eg onkuntíð havi kent á mær, at eg ikki havi røkt aðrar uppgávur bæði í skúl- anum og heima nóg væl. Børnini hava verið ótrúliga tolin, og tey skulu hava eina stóra tøkk fyri tað. Tey hava glett seg, til tað fekk ein enda, so tað var ein lætti at fáa bókina lidna, so vit øll kundu fara í Burger King, sigur Malan. Kanska meira Sjálv er Malan Háberg bergtikin av skriviháttinum hjá J.K. Rowling. – Hon hevur eitt fantast- iskt hugflog. Sjálv havi eg mangan siti í skellilátri, og hóast bókin er skrivað til børn, so haldi eg, at vaksin fáa nógv burturúr at lesa bøkurnar, sigur hon. Rithøvundurin hevur boðað frá, at sjey bøkur skulu skrivast í røðini um Harry Potter. Sostatt skulu tríggjar afturat týðast til føroyskt. Spurningurin er so, um tað aftur verður Malan Háberg, ið átekur sær tær uppgávurnar. – Tað dugi eg ikki at svara. Fimta bókin er ikki komin enn, so kanska síggi eg ljósari upp á tað heila til ta tíð. Tað veldst um um- støðurnar, tí tað er ríkiligt til eitt heiltíðarstarv at týða so stórar bøkur innan fyri so avmarkaða tíð, sigur Malan Háberg. Malan lyftir tunga arvin Hon var einsamøll við fýra børnum og hevði ikki nóg mikið við einari inntøku. Tí fór hon undir at týða stórverkið »Harry Potter og eldbikarið« eftir heimsgitnu J.K. Rowling Mynd Jens K. Vang 15 14 Nr. 230 - 29. november 2002 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin Tað má sigast at verða ein veruligur sjónleikur, ið hevur tikið seg upp á po- litiska leikpallinum eftir at fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 varð lagt fram í Løg- tinginum. Heldur enn at geva uppskotinum eina sakliga viðgerð, er fíggjar- lógaruppskotið endað sum ein leikpallur hjá andstøðu- flokkunum og ikki minst hjá fíggjarnevndarfor- manninum at føra fram leikir, ið hóska júst til teirra leiklut. Hetta tryggjar ongan búskap - byggir onki land. Búskaparligt undur Beint ímóti øllum spádóm- um hava føroyingar megn- að at reisa føroyska bú- skapin úr djúpari kreppu til í dag at hava ein sunnan og meira sjálvberandi búskap. Ein búskap við nógvari vælferð, stórari uppsparing, munandi minni skuld, breiðari inntøkugrundar- lagi, lægri skattatrýsti, minni studningi, kapping- arførum vinnulívi og betri sosialum býti. Síðan 1998 hevur lands- kassin havt millum 400 og 700 mió. kr. í yvirskoti og nú ríkisstuðulin er mink- aður við 366 mió. kr. verð- ur yvirskotið í ár og kom- andi ár um 150 mió. kr. Sæð í mun til støddina av búskapinum má hetta sigast at verða eitt satt bragd. Tað eru fá lond í heiminum, ið kunnu vísa á líknandi hagtøl. Men trøini vaksa ikki inn í himmalin. Týðilig tekin eru innanlands eins væl og uttanlanda, ið ávara um, at búskaparvøksturin fer at verða væl minni komandi árini. Hóast talan neyvan verður um nakra kreppu, so er neyðugt við varnum fíggjarpolitikki og skal landsins fíggjarlóg taka hædd fyri, at búskapar- vøksturin komandi árini fer at liggja á einum væl lægri og meira natúrligum støði. Semja um at tálma útreiðsluvøkstri Fíggjarlógin er eisini grundað á varligar inntøku- metingar og er vøksturin í útreiðslunum minni enn undanfarnu árini. Men samgongan og meirilutin í fíggjarnevndini eru samd um, at rakstrarútreiðslur landsins skulu tálmast enn meira. Samgongan er samd um tiltøk, ið merkja um 70-80 mió. kr. fyri fíggjarlógina - positiva vegin - men fíggj- arnevndin metir, at tørvur er á enn fleiri útreiðslu- tálmandi tiltøkum og tí hevur verið semja um, at heita á landsstýrið um, at koma við uppskotum í hes- um sambandi. Fíggjar- nevndarumboðini hjá Tjóð- veldisflokkinum hava víst á, at neyðugt verður við til- tøkum á 80 - 100 mió. kr., tvs. eitt vet meira enn sam- gongan er samd um. Neyðugt við skipaðum og málrættaðum tiltøkum Sum kunnugt er politikkur ein spurningur um raðfest- ingar, og tí er so altavger- andi, at verða sparingar framdar - ja, so skulu hesar gerast á rætta staði og neyðugt er, at talan verður um skipaði tiltøk, ið eru liður í størri politiskum máli og raðsfestingum. Tí kann "salami-" ella "plenuklippara-"metodan, har skorið verður javn og har allar játtanir verða tær somu sum undanfarna ár - ikki nýtast. Hetta hevur onki við politikk at gera og ger meira skaða enn gagn. Neyðugt er hinvegin, at fremja tiltøk, ið merkja meira samskipan, rationali- seringar, útvaldar lógar- broytingar, færri studnings- skipanir o.s.fr. Okkurt kann gerast áðrenn 1. januar 2003, meðan nógv kann gerast fram til 1. januar 2004. Mest av øllum verður eisini neyðugt við endur- skoðan og nýhugsan um, hvussu vit skipa okkara samfelag eitt nú á almanna- , heilsu- og útbúgvingar- økinum í framtíðini, men avkastið av hesum broyt- ingum sæst ikki aftur eftir einum ári. Fíggjarnevndarformaður - rekur egin áhugamál Sætið sum fíggjarnevndar- formaður hevur stóran týdning. Formaðurin um- boðar vanliga fíggjarpolit- isku áhugamálini hjá sam- gonguni og kundi verið talirør fyri samgonguting- limir. Men so er ikki við núverandi fíggjarnevndar- formanni. Heldur enn at virka fyri samstarvi við samgongu- tinglimir í fíggjarnevndini og landsstýrisfólk - ja, so gongur formaðurin í alt ov stóran mun egin og floks- politisk ørindi. Endamálið tykist at verða at hevja seg og sínar landsstýrismenn og niðurgera landsstýrisfólk úr øðrum flokkum - ser- stakliga tá umræður lands- stýrisfólk úr Tjóð-veldis- flokkinum. Hetta hava vit týðiliga sæð í fjølmiðlunum seinastu vikurnar. Skal fíggjarnevndin gera sítt arbeiði til lýtar, átti fíggjarnevndarformaðurin at virka fyri góðum sam- starvi við landsstýrisfólk- ini. Tí fíggjarnevndin hevur hvørki nóg gott innlit ella umsiting til sjálv at gera stórvegis skipaðar broyt- ingar í fíggjarlógaruppskot- inum, og hevur tí tørv á samstarvi við landsstýris- fólk eins væl og við sam- gonguna sum heild. Tí skulu lógarbroytingar ger- ast, er neyðugt at allir 17 samgongutinglimir taka undir við hesum. - Fremur ikki álit og samstarv Somuleiðis er alt prátið hjá formanninum um, at ávísir landsstýrismenn hava nýtt meira enn aðrir fullkomi- liga burturvið. Hetta skapar onki samstarv ella álit mill- um fíggjarnevndina og landsstýrið. Landsstýrið er ein eind, ið eigur at arbeiða til frama fyri teimum mál- um, ið tað hevur sett sær. Talan er ikki um 2, 3, 4 ella 9 landsstýri. Tí er tað ikki áhugavert hvat ein ávísur fær játtað í krónum og oyrum, men hvussu hesar krónur verða nýttar, hvussu raðfest verður og hvat sum heild fæst burturúr. Men skal hyggjast at øk- ing í rakstrarútreiðslunum seinastu árini - ja, so vísa veruligi tølini, at landsstýr- ismaður hjá fíggjarnevnd- arformanninum liggur á odda. Men hetta hevur minni týdning. - Í sjálvdrátti Í kjak-sendingini í SVF týskvøldið har fíggjarnevnd- arformaðurin og fíggjar- málaráðharrin luttóku, vórðu samgongu-fíggjar- nevndarlimirnir týðiliga nýttir sum statistar í leikin- um hjá fíggjarnevndarfor- manninum. Hetta er ein leik- ur, ið eg als ikki ætli at lut- taka í. Eg havi ongantíð tikið undir við tí leisti, ið fíggjar- nevndarformaðurin hevur borðreitt fyri landsstýris- fólkum og øðrum. Fíggjar- nevndarformaðurin vil varðveita allar játtanir óbroyttar í krónum og oyr- um í mun til 2002, og har- við taka burtur allar tær øktu raðfestingarnar til eitt nú eldraøkið, serforsorgina, útbúgvingar- og gransking- arøkið v.m. Somuleiðis vil hesin leistur - ið eitt nú ikki tekur hædd fyri lønar- vøkstri - raka útbúgvingar, heilsu- og almannamál serliga hart. Hetta er als ikki í trá við politisku mál- ini hjá samgonguni og fær ikki undirtøku frá sam- gongutinglimum. Tí bera boðini frá fíggjarnevndar- formanninum sera nógv brá av sjónleiki, ið bert kann tæna ávísum endamáli, ið vit bert kunnu spáa um. Sum nevnt omanfyri er tó full semja um, at tálma almenna útreiðsluvøksturin meira, men eg havi frá byrjan til enda lagt dent á, at neyðugt er við skipaðum og málrættaðum tiltøkum í samstarvi við landsstýris- fólkini. Men hetta hevur tí- verri ikki verið at sæð aftur í útsøgnum hjá formannin- um, tá hesin hevur sagt seg úttalað seg vegna meirilutan í nevndini. Tí henda grein. Hvat vil andstøðan ? Andstøðan hevur sum kunnugt eisini luttikið í fíggjarpolitiska sjónleik- inum. Andstøðuflokkarnir hava ein rættiliga sjálv- sagda leiklut sum kritikarar á politiska leikpallinum. Men best varð, um talan varð um konstruktivan kri- tik. Onkur er - men tílíkur er ikki nógvur av í føroysk- um politikki. Sum víst á í undanfarnum greinum, so siga anstøðuflokkarnir seg vilja hava sjálvberandi bú- skap, men vilja ikki skerja ríkisveiting í bestu tíðum. Teir geva niðurskurðinum í ríkisstuðlinum skyldina fyri at tálmast skal fíggjar- liga, hóast niðurskurðurin av ríkisstuðlinum bert merkti eitt minni yvirskot á fíggjarætlanini. Somuleiðis vísir andstøðan á, at ov nógvur peningur verður nýttur - men samstundis verður sagt, at ríkisveit- ingin ikki skuldi verið skor- in tí hesin partur somuleið- is skuldi verið nýttur. Tá ið samgongan tosar um varð- semi og sparingar - ja, so er eisini hetta galið - men samstundis er eisini galið um samgongan ikki velur at spara. Ja, talan er sanniliga um sjónleik við nógvum leiklutum - eftir stendur spurningurin hvat and- støðuflokkarnir veruliga vilja fíggjarpolitiskt. Búskaparlig ferð ímóti málum Føroyska samfelagið er altíð á ferð. Í løtuni gongur ferðin ímóti einum sveiggi, og trupult er at síggja hvussu líkindini eru hinu- megin. Hóast vit hava eitt trygt akfar er greitt, at verður ferðin ikki sett niður áðrenn komið verður til sveiggið, so kann samfe- lagið koma í trupulleikar og neyðugt kann verða at steðga. Verður ferðin hin- vegin sett niður nú í góðari tíð, kann samfelagið nær- um ótarnað halda á við ferð síni ímóti fleiri og størri málum. Vónandi fer ongin sjónleikur at forða hesi ætlan. VIÐMERKINGAR Fíggjarpolitiskur sjónleikur Kristin Poulsen Tá ið tú lesur føroysku bløðini, í hvussu so er Dimmalætting og Sosial- in, er tað harmiligt at síggja, hvussu illa nógv duga at skriva og at seta tekn. Hesi fólk stutt sagt ryggbróta vakra mál okk- ara, og tað mátti borið til at fingið onkran mál- kønan at hugt tekstin ígjøgnum, áðrenn hann kom alment á prent, tí sum nú er, er tað, sum skrivað verður, ofta ikki borðbart. Hyggja vit at komma- setingini síðstu mánað- irnar, so er versnað so stórliga. Hyggja vit í blaðið, eg siti við í løtuni, kann eg taka nøkur dømi: K l a k s v í k i n g u r i n , Andrass Miðskarð, hevur givið út skald- søguna, Bygdarmenning. Komma skal ikki vera um Andrass Miðskarð, tí tað eru fleiri enn ein klaksvíkingur til. Klaks- víkingurin Andrass Mið- skarð hoyrir tætt saman, og har skal tí onki komma vera. Tað skal heldur onki komma vera millum skaldsøguna og Bygdarmenning, tí tað er fleiri enn ein skaldsøga til, og skaldsøguna Bygdarmenning hoyrir tætt saman. Aðrastaðni í blaðnum stendur: Nordafarbát- urin, Bakkafossur, fekk ein dagin nógvan tosk. Tað skal ikki vera komma um orðið Bakka- fossur, tí tað eru fleiri nordafarbátar, og Norda- farbáturin og Bakka- fossur hoyra tætt saman. Heilt øðrvísi er við setninginum: Løgmað- ur, Anfinn Kallsberg, helt ólavsøkurøðuna í ár. Tað er bara ein løg- maður, og tí seta vit komma um Anfinn Kallsberg. Vit vilja leggja afturat, hvussu hann eitur og seta tað fyri seg. Vónandi hevur hetta hjartasuffið hjálpt. Tað er vælmeint. Málið og tekn- setingin í føroysku bløðunum TÍÐINDASKRIV Stórsligin mótasýning verður í KÍ - Høllini hóskvøldið 5. desembur klokkan 20.00. Einir 10 til 12 handlar koma at luttaka. Hesir koma at sýna okkum alskins klæðir bæði til, tilkomin,vaksin,hálvvaks in, børn, og smábørn, somuleiðis vera ymisk hársnið á skránni. Enn er ikki endaliga avgjørt hvørjir handlar koma at luttaka, men alt hetta verður kunngjørt í fjølmiðlunum í komandi viku. Ikki tykkum at siga, so verður eisini okkurt leskiligt at fáa meðan sýnt verður fram. Tað er Norðoya Kunn- ingarstova saman við teim luttakandi sum skipa fyri tiltakinum. Stór mótasýning í KÍ-høllini C M Y K 14