Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 230 - 29. november 2002 Komandi dagarnar verða konsertir við ukrainskum sangar- um og tónleikarum. Hetta eru vælgerðar konsertir til frama fyri eina 12 ára gamla gentu, Eva, sum hevur eina álvarsama hjartasjúku. Tað er tann Føroyska Barna- missiónin, sum stílar fyri TILTØK Ingrid Bjarnastein Skandinaviska Barna- missiónin skipar komandi dagarnar í samstarvi við Føroysku Barmamissiónina fyri nøkrum konsertum við ukrainskum sangarum og tónleikarum. Endamálið við konsert- unum er at savna saman pening til eina 12 ára gamla gentu úr Ukraina. Eva Kononova, sum gentan eit- ur, hevur eina álvarsama hjartasjúku, og hevur brúk fyri eini skurðviðgerð skjótast møguligt. – Eva fekk eina skurðvið- gerð fyri átta árum síðani, og hon hevur havt tað gott síðani tá. Men í fjør byrjaði at ganga aftur á bakka, tí henni tørvar eina nýggja skurðviðgerð, sigur Lyud- mila Lonyuk, sum er um- boð fyri Barnamissiónina í Ukraina. – Skurðviðgerðin kostar 700.000 svenskar krónur, og Eva hevur bara ommu sína, og ongan pening. Hig- artil hava vit savnað saman 400.000. Vit vóna, at tað føroyska fólkið fer at hjálpa okkum við at fáa fleiri pengar. Góðar royndir Lyudmila sigur, at Ukraina hevur góðar royndir við føroyingum. – Føroyingar vóru ógvu- liga hjálpsamir ímóti børn- unum í Tjernobyl á sinni, og vit hava góðar royndir við teimum. Øll hjálpin og øll klæðini, sum vit fáa, eru vit ógvuliga takksom fyri, sigur Lyudmila, sum leggur afturat, at teir ukrainarnir, sum hava verið í Føroyum minnast best, hvussu vinar- ligt fólkið var ímóti teim- um. Bo Wallenberg, missiónsstjóri í Skandinav- isku Barnamissiónini, skuldi eftir ætlan verða komin til Føroya til tíðinda- fundin, sum varð hildin á Sjómansheiminum í gjár, men hann kom ikki fyrr enn seinni um dagin – sam- an við Evu og ommu henn- ara. Eva kemur frá einum sindraðum heimið. Mamma hennara uppgav hana, tá hon bara var eitt hálvt ára gomul. Mamman var ung, bert 17 ár, tá hon átti Evu, og pápin hevði stórar trup- ulleikar við alkohol. Eva hevur tí búð hjá ommu síni, sum arbeiðir innanfyri løg- regluna. Men ikki eru nógvir pengar at taka av. Omman forvinnur millum 50 og 60 dollarar um mán- aðan. Fyri fimm árum síðani byrjaði Bo Wallenberg við einum átaki, sum eitur »Sing for life«. Peningurin, sum kemur inn av hesum átakinum fer til jólagávur til neyðstødd børn. Men nú savnar átakið »Sing for life« pening inn til 12 ára gomlu Evu. Tað eru bara tríggir ella fýra skurðlæknar í heimin- um, sum kunnu gera júst hesa skurðviðgerðina, og er ein av teimum úr Svøríki, og er tað har Eva skal við- gerðast. Men skurðviðgerð- in verður ikki framd fyrr enn sjúkrahúsið fær vissu um, at peningurin er tøkur. Fýra konsertir Fýra konsertir eru á skránni á hesum stutta túrinum hjá teimum ukrainsku tónleik- arunum. Tann fyrsta skuldi vera í Christianskirkjuni í Klaksvík í gjárkvøldið. Operasangararnir eru kendir, og hava teir ferðast runt nógva staðni við sangi teirra. Teir siga, at teir eru fegnir um at vera í Føroy- um, og hóast hetta er fyrsta ferðin teir eru her, so hava teir leingi ynskt at koma hendan vegin. Sangararnir eita Vasyl Adamovych Chepeliuk og Mykhailo Mykolayovych Lazuka. Lazuka hevur son sín, Vsevolod Lazuka, við. Hann spælir harmoniku. Tær fýra konsertirnar verða í Christianskirkjuni í Klaksvík, hóskvøldið, á Toftum, fríggjakvøldið, í Norðurlandahúsinum, leyg- ardagin (vanlig konsert) og sunnukvøldið í Vesturkirkj- uni. ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Mikukvøldið um ellivu tíð- ina var ein stórur ferðslu- tøppur í Bøkjarabrekku í Havn. Hetta komst av, at tveir bilar høvdu rent sam- an. Av politigarðinum í Havn verður upplýst, at talan var um tveir bilar. Annar kom av Tinghúsvegnum og skuldi til vinstru niðaneftir Bøkjarabrekku. Ein annar bilur kom niðan eftir og rendi inn í bilin, sum kom av Tinghúsvegnum. Sum sæst á myndunum var talan rættiliga stóran materiellan skaða, men ongin fólkaskaði stóðst burturúr. Syngja fyri Evu Ferðslutøppur í Bøkjarabrekku F.v: Mykhaylo Lazuka, sangari, Vsevolod Lazuka, harmonikuspælari, Hennadiy Husintsev, V asyl Chepelyuk, sangari og Lyudmila Lonyuk. Við endan: Beinta Háberg Jacobsen, sum er ein av samskiparunum Mynd: Finnur Justinussen Soleiðis sá annar bilurin út, sum rendi saman við einum øðrum á krossinum Bøkjarabrekka-Tinghúsvegurin, seint mikukvøldið Mynd: Eirikur Lindenskov Gerandismorgnar kl. 07.15 Í landinum Regnum, hava fólkini tað ikki gott. Stjørnan, sum ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti um alt landið, er horvin og við henni eisini gleðin. Av sorg er kongur lagstur sjúkur í song- ina, og einans stjørnan kann bjarga honum. Ráðgevi kongs hevur nú fingið valdið í landinum, og hann stýrir við harðari hond. Fólkini arbeiða allan dagin, tey stríðast og strevast, til tess at byggja kongsborgina størri og so við og við gloyma tey alt um stjørnuna, ið einaferð lýsti so fagurliga um landið. Ráðgevin er væl nøgdur, tí hann vil ikki at fólkini skulu minnast stjørnuna, og hvussu gott tey høvdu tað, tá ið hon lýsti, og kongur var frískur. Og til tess, at fólkini ongantíð skulu minnast góðu tíðina aftur, kunngerð ráðgev- in, at landins lógir eru broyttar......nú er strang- liga bannað at stuttleika sær, at spæla, dansa, syngja og at flenna; eisini børnini eiga at fylgja lógini. Ráðgevin hevur eisini latið bygt trý varðhald, og har verður tann settur, ið vágar sær at bróta landsins lógir. Men so ein dagin villast tvey børn.....tey ganga, í blindum, langt burtur frá kongsborgini,....og har finna tey okkurt forvitnisligt, ið tey ongantíð áður hava sæð. Men tey vita ikki, at frá hesi løtu eru tey størstu fíggindar ráðgevans, og at hann vil gera alt, til tess, at tey verða funnin og sett í varðhald. Tey, ið spæla og syngja eru: Phillip Reinert Ovenberg er Fortis Konni Kass Jacobsen er Puella Jens Tummas Næss er Mokteros-ráðgevi Malan Thomsen er Favia-vættur Laila Hansen er Saula-vættur Jens Marni Hansen er Opem-vættur Lena Anderssen er eingil Eyðun Johannesen er frásøgufólk Smíðað og skrivað løg hava Lena Anderssen og Niclas Johannesen. Skrivað leikin hava Katrin Nolsøe Joensen og Kári Sólstein. Jólaløtan - Leikur um stjørnuna, ið hvarv Jólalund Sunnukvøldið kl. 18.00 Borð um borð Sunnukvøldið kl. 20.00 Jurassic Park Sunnukvøldið kl. 20.00 Frá fríggjadegi 29. november til hósdagin 5. desember Jólaløtan - Leikur um stjørnuna, ið hvarv C M Y K 17 16