leygardagur 4. juli 1987síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Jóhannes-passiónin í Norðurlandahúsinum:
tíðindablaðið
Bach ER fimti
evangelisturin!
Trudi tu ikki hesum påstandi framman-
undan, so vórðu ordini so dyggiliga progv-
að uppi í Norðurlandahúsinum mikukvøld-
ið, tá eitt foroyskt kór undir leiðslu Villi
Gohls sang Johannes-passtónina.
Men eitt er so tad, at Bach var geni.
Kann tað bera til, at eitt foroyskt kor — og
so eitt amatorkór aftrat — kann syngja SO
væl?
Ja.
Jóhannes-passiónin er ein
„kirkjuligur sjónleikur<.
Nei, set ikki í hálsin. Tað
er so.
Hesin siður gongur heilt
aftur til endan av mið-
eldini, tá ið analfabetarnir
vóru nógvir, og ikki oll
hevdu meguleikan at lesa
Evangeliið. Tað var júst
tað, ið fekk Luther at
stríðast fyri at fáa fólksins
mál inn í kirkjuna, tí verri
enn so øll skiltu latin.
Sum ein liður í hesum,
at øll skuldu skilja tað, ið
fór fram, fóru menn undir
at gera kirkjuni sangspel
og at >framfera< Evangel-
ið. Væl dámdi kirkjufólk-
inum, ið ikki hevði fingið
so nógv burturúr framm-
anundan, og kirkjurnar
vóru altíð fullsettar teir
dagar, tá ið hetta var á
skránni.
Í Jóhannes-passiónini
lýsir Bach líðingarsegu
Jesusar, krossfestingina
og uppreisnina. Hon
byggir beinleiðis á Jó-
hannes-evangeliið.
Norðurlandahúsið var
fullsett væl framman-
undan konsertini. Ikki oft-
ari enn so, at feroyingar
FE pe.
” JOHANNE
koma í so góðari tid. Bara
til landsdystir!
Bach er ein sannur
meistari at spæla sær við
reddum — instrumental-
um sum vokalum. Og
verður tað ikki framført
perfekt, kann tað lætt
blíva ein øgiligur greytur.
Viðhvert krevst partitur
fyri at fylgja við í, hvat ið
hendir. Hetta er nevnilgia
sera kompliseraður og væl
gjøgnumhugsadur tónleik-
ur.
Beint í fyrstani var eitt
sindur av fjáltri á kóri og
orkestri — men tíbetur
Ser 4
bara i fyrstani. So vid og
vid utvikladi tad seg til
størsta tónleikatiltak av
sinum slag i Føroyum.
Góðir solistar
Solistarnir høvdu eina
sera krevjandi og møtu-
mikla uppgåvu — serliga
tenorurin (evangelisturin).
Standa og syngja solo i
tveir timar er so sanniliga
ikki hvørs mans føri. Til
slikar krevjandi uppgåvur
sum at syngja Bach
krevst holl útbúgving —
og nakað
væl afturat.
it
S-PASSIÓNIN
Nr. 74 — 4. juli 1987
Orð og myndir:
Heri Eysturlíð
Michael Goldthorph hevur
eina sera natúrliga rødd —
skriggjar ikki — og
hæddarræðsla er einki
sum eitur! Tað er bara at
syngja hegar tónar. Otru-
ligt, sovorðið.
Stephan Kramp er líka
góður »å botni« — men
vibreradi kanska i so
nogv.
Hugsadi vid mær, at
helst hava vit ikki røddir i
landinum til so krevjandi
solo-uppgåvur — men so
kom Sanna!! Hatta var
fantastiskt! Havi sjålvur
beiskar royndir
hvussu út um alt mark
torført slíkt er at syngja
— og at nakar hættar sær
indir tað, er rós vert.
Hatta kláraði Sanna við
bravour! Heilt ótrúligt!
Hevði ikki trud tí. Ikki er
vert at fara út í æsir,
eru í
í har
minsta lagi 200 ting,
sangarin skal hugsa um
Men tá ið hugsað verður
im, at hon er amat«
ið útbúgving hevði hon
komið langt. Heilt langt.
Marit Mordal kom heilt
væl frá tí — eitt sindur
fjáltursstungin, men tað
gerst so ikki við.
Viðvíkjandi ødrum so-
listum — sangarum og
instrumentum — er alt
gott at siga. Her var ikki
talan um 100 solistar, men
eina heild, og ell fylgdust
og lagaðu seg hver eftir
ødrum — i so máta haltadi
ikki.
Her hugsi eg serliga um
organistin, sum var vinn
action< í tveir tímar uttan
steðg — og at spæla fylgi-
spæl alla tíðina krevur
100% bindindi. Serliga til
recitativini, sum eru eitt
sindur frá.
Meistarin Bach
Við Jóhannes-passiónini
hevur Bach súm so
mangar aðrar ferðir víst,
hvat geni hann er. Hver
einasti tóni er gjella um-
hugsaður og er sum
skræddaraseymaður til
samanhangið. Neyvan
kann hugsast betri háttur
at lýsa Lidingarsøguna!
Tú sært alt framman fyri
tær — ta uppøstu manna-
múgvuna, krossfestingina
Legið — men hóast
hetta er ein passión, so
minnir hon í stødum um
Messias og Water Music
hjá Håndel (sum er gledi-
tónleikur)! Er Bach iron-
. Men hetta undir-
strikar uppaftur týðiligari
ta spottandi mannamugv-
una.
Koralirnar eru å ein
hátt tað dramatiska
hæddarpunktið í passión-
ini. Tað vita vit, at eingin í
seguni hevur dugað so væl
at harmoniserað sum
Bach. Har er hann full-
komiliga suverenur! Meir
tú setir teg inn í harmoni-
læru, meir kemur tú eftir,
at Bach-koralirnar eru ikki
bara góðar — tær eru geni-
alar. Hver akkord og hvor