Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juli 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 4. juli 1987 gjøgnumgangsténi er so sjálvsagt — og tó er bara Bach, ið kann skriva so. Her harmoniserar hann heilt eftir orðunum — m.a. tí hevur hann gjert 11 ymiskar harmoniseringar til >Lít allar tínar leidir« og neyvan kann tað verða sagt betur! Ikki ti at »stemmu- føringin« altíð er so lett — her krevst sangvani og oyra. Henda partin haldi eg, kórið kláraði best. Bach breyt upp úr nýggjum og var í nongum forum framman fyri sína tíð. Í koralunum er hann mangan romantikari. Og sa siga tey, at romantisk harmonisering er ókirkjulig! Her undir- strika tær romantisku harmoniseringarnar veru- liga nakað. Tess nærri vit koma krossfestingini, tess romantiskari gerst hann — uttan at verða sukur- setur. Mangan ger hann slíkt, ið bara Bach kann loyva sær at gera. Spælir hann hund? Nei, als ikki — her er væl hugsað ígjegn- um. Hetta er gudaborið. Besti kórtónleikur higartil Men eitt er so tað, at Bach er geni. Tað vistu vit av frammanundan. Men tað skal so sanniliga eisini sítt til at framfera henda kompliseraða og gjøgnum- arbeidda tónleikin, so at hann ljóðar, sum Bach hevði ætlað tað. Annars kann tað lætt blíva ein greytur. At eitt amaterkór — og partvís amatørorkestur — skuldi klára tað so væl, sum tey gjørdu, hevði fåur trú. Dramatikkurin og >stemningurin< var fram- úrskarandi. So nógv tann besti kórtónleikur, sum verið hevur her á landi. Tað sæst, at tónleikarlívið stendur í fullum blóma — og skjótt gongur framá. Fyri 10 árum síðani hevði hetta verið science fiction. Willi Gohl hevur enn einaferð víst seg sum ein meistarligan kórleiðara. Og tónleikararnir kunnu vera vælnøgdir. Tað besta staðið var Krossfestingin. Deyðakvirt í salinum, og ikki eitt eyga var turt. Passiónin varð tikin upp bæði til útvarp og sjón- varp. Men hon skuldi hoyrast í Norðurlanda- húsinum. Í upptekunum missir hon altíð eitt sindur. Bert eitt, ið spilti: Hammond-orgul hóskar ikki til klassiskan tónleik. Eitt pípuorgul í Norður- landahúsinum hevði komið væl við. Hetta er so tað, ið slíkur tónleikur er skrivaður til: gudstænastuna. Og so hoyra vit so mangan um henda tónleikin, hvussu illavorðið og blasfemiskt tað er at »hava konsertir« i kirkjuni! I kirkjuni skal bara vera sålmasangur, og >Orðið må hava fyrsta- rætt«. Orðið — ja, púra rætt. Men er nakar betri háttur at boða Orðið enn júst passiónirnar hjá Bach? Heri Síða 75 Luttakarar í Johannes Passiónini Sopren Sopran AR Tenor (Evangelistur) Bass (Jesus) Bass (Pætur) í violin ul violin Bratsch Cello Kontrabass Floyte Obo Klarinett Orgul/Cembaio Kontra Fagott Fagott Leiðari Willi Gohl SOLISTAR Sanna í Brekkunum Soprer Marit Morda Verena Barbara Gohi Michael Goldthorph Stephen Kramp Hans Som ORKESTUR Sigurd Feirung Claire Lydon Monica Stauss Joensen Kári D. Petersen Poul J. Thomsen Atli Ellendersen Øssur Bæk Kanny Sambleben Viggo Dal-Christiansen Såmai Petersen An Jóanes Madsen Angelika Som Bettina Jucksch Bog! Lutzen Absalon Djurhuus Laila Nielsen Franciska Goh Petra Schmidt Fona Clark Katharina Goh Claus Nybroe Maria Cederborg Kári Bæk Kim Seier Hansen Martin Mouritsen ngomar Rainer Bass Werner Schulze Jógvan Zachariassen Kør innæring KOR Sonja Kristoftersen Anna Maria Oskarssor Berghild Poulser Dinna Gilstén Jóna Larser Elsuba iverser Joanna Johansen Kathrine í. Joensen Katrin Guldbrc Marit Morda' Marjun Bæk Ruth Rasmussen Brynhild Ludvig Sanna í Brekkunum Sóirun Patursson ngun Simonsen Rúna á Heygun Hjørdis Reinert Petra iversen Ása Justinussen Annette S. í arsen Gunver Poulsen Helena Hansen Oddvør Michelsen Birgit Remme Hallgerð á Loft nga Hanser Johnny Daisgarð Randi Hanser Tine Hammerlund Turid Madse Arni av Rey Hansen lverser Pauli Hansen Jákup Lamhauge Dånjal Pauli Haraidser Jóannes Daisgarð Tórður Mikkelsen Hans Erland í Brekkunu Jóannes á Vá Ólavur á Váli Ólavur Hátún Ólavur Jøklade Thorleif Hanser Heðin Johanneser Svenning Eysturða Fróði Sandoy Ólavur Jøklada