Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 75 — 7. juli 1987 . Hevur nu keypt allar grannarnar Føroya Banki hevur nú tryggjað sær alt plássið sunnan fyri bankaborgina í miðbýnum í Havn. Bank- in hevur fyri stuttum keypt húsini, har handilin Notre Dame er, fyri slakar 3 mill. kr. Fyrr hevur bankin keypt hinar báðar ognirnar sunnanfyri. Tað eina húsið er tikið niður, men húsið við Tórsgetu er umbygt og innrættað. Partur av virksemi bank- ans, m.a. Feroya Leasing, er fluttur í hetta húsið. Niels J. Nattestad, stjóri í Feroya Banka, sigur, at enn eru ongar ætlanir vid húsinum við Niels Finsensgetu. Í hesum húsi er handilin Notre Dame og ein íbúð. Tey, sum hava handilin og íbúðina, skulu nú rinda Feroya Banka leigu fyri at vera har. Niels J. Natte- stad kundi ikki upplýsa, hvussu stór hendan leigan er. Men talan er um »van- liga« leigu. Foroya Banki hevur nú keypt allar tríggjar ognir- nar sunnan fyri høvuds- deildina. fyribils verður bara tann eina, tann við Torsgøtu, brúkt. Húsini við Niels Finsensgøtu eru leigað út og mittasta húsið er tikið niður og okið har verður nú hampað. Tað hevur kostað Fer- oya Banka nakrar milli- ónir at ogna sær hendan geiran mitt í býnum. Trongligt Hóast húsini hjá Feroya Banka eina ferð vóru hildin vera egiliga stór, so eru tey nú vorðin alt ov lítil til alt virksemi bank- ans og dótturfelaga hans- ara. Tí fór bankin fyri nekrum árum síðani at sýna stóran áhuga fyri teimum trimum ognunum sunnanfyri. Og nú eigur hann tær allar. Harafturat hevur Fer- oya Banki eini hús úti í Grenlandi. hd Tríggir ungir klaksvíking- ar hava keypt trolbátin Reynið frá Sjóvinnubank- anum fyri 3,6 mill. kr. Líggjas Vilhelmsson Jo- hannesen, Niels Kaj Hansen og Bethuel Vil- helmsson Johannesen stovnaðu leygardagin í E 5 ijá eru bara fýra ára gomul. Báturin skal eisini hava nýggjan motor. Hann hevur ein 500 hesta Grenaa frá 1972. Væntandi verður báturin klárur í november og tað hóskar væl hjá teimum trimum ungu, Líggjas og Niels Kaj eru r oc Beth Tað var í gjár framvegis ógreitt, hver orsøkin var til deyðsvanlukkuna norðan fyri Hósvík fríggjadagin. Tann 19 ára gamli Hanus Jacobsen av Argj- um doyði av tí egiliga harða samanstoytinum. Maðurin í hinum bilinum breyt armin og fekk snuddir í andlitið. Hann varð innlagdur til kann- ingar fyri heilaskjálvta. Stoyturin var egiligur, tí báðir bilar koyrdu um- leið 80 km/t, tá teir møtt- ust, metir legreglan. Hetta svarar til, at tú koyrir beint á ein vegg við 160 km/t! Ongi bremsu- spor vóru at síggja á van- lukkustaðnum. Blóðroyndir eru tiknar, men legreglan hevur ikki illgruna um, at rúsdrekka var uppii. Legreglan veit ikki við vissu, um tæir báðir bilfør- ararnir brúktu trygdar- belti. Men higartil er onki, sum bendir á hetta, sigur Niclas Akraberg Poulsen, steðleiðari í Havn. — Men, leggur hann afturat, tá ferðin er so stór sum : hesum førinum, er ivasamt, um trygdarbelti eru til nakra nyttu. Niclas Akraberg Poul- sen sigur, at legreglan vil fegin frætta frá fólki, sum komu á vanlukkustaðið ella vóru í nánd tá um sekstíðina fríggjadagin. kl. 18.06. Vanlukkan hendi ein kilometur norðan fyri Hósvík og har hevur landsvegurin fulla breidd. Ongin sá samanstoytin. Men maðurin, sum kom sunnaneftir, hevur greitt legregluni frá, at hin bil- urin kom yvir í hansara síðu. Hann royndi at sleppa undan samanstoyti við at fara út í jaðaran. Men hetta eydnaðist ikki. Maðurin hevur greitt frá, at sjálvur koyrdi hann 80 km/t og hann metir, hin koyrdi nakað tað sama. Tað regnaði seinna- sum tað skilst, var sýnið hampiliga gott, har van- lukkan hendi. Nú eru fýra fólk deyð í ferðsluni í ár. 24. januar fór ein bilur við tveimum ungum monnum, 22 og 17 ára gamlir, út av norðan fyri Ljósá. Og 4. februar fór bilurin hjá einum 54 ára gomlum manni í Klivagjógv á Sandi. hd Maðurin í hesum bilinum, einum Mazda 626, slapp væl, tá hugsað verður um, hvussu harður stoyturin var. knústur Bilurin er framman.