hósdagur 20. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 78 - 20. apríl 2000
Vanliga fer ein heilur dagur við ferðing, tá farið
verður til Keypmannahavnar í snarørindum. Nú vinnur tú
dagin innaftur, um tú tekur fundarflogfarið.
Fert tú hósdag, kanst tú arbeiða líka út á seinnapartin og
vera í Keypmannahavn um kvøldið. Fert tú sunnudag,
kanst tú njóta vikuskiftið í friði og náðum og sita við
fundarborðið í Keypmannahavn tíðliga mánamorgun.
Við fundarflogfarinum kanst tú vera aftur í Føroyum 15 1/2
tíma eftir at tú fórt avstað!
Ger skjótt av í
Keypmannahavn
-tak fundarflogfarið
Vága Floghavn, FO-380 Sørvágur, Tel 333 900, Fax 333 990, e-mail: booking@atlanticairways.fo
Hósdag kl. 17.30
-og koma aftur fríggjadag kl. 7.45 ella 15.15
Sunnudag kl. 17.30
-og koma aftur mánadag kl. 7.45 ella 15.15
S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Ikki bangin - men
sporini ræða!
Løgmaður mælir nú til at taka seinastu veljar-
akanningina til eftirtektar. Tað sama ger javn-
aðarformaðurin, Jóannes Eidesgaard. Kortini
sigur Anfinn Kallsberg við Sosialin, at hann
fer ikki at halda tí víðgongda Tjóðveldisflokk-
inum aftur. Men tað verður torført hjá honum
bæði at virka fyri eini loysn, sum veljarin tekur
undir við, og samstundis halda saman um
meiningarnar í samgonguni. Tað ber bart út
sagt ikki til, uttan at Tjóðveldisflokkurin slakar
í kravinum um fullveldi í næstu framtíð.
Ikki bara henda kanningin, men eisini aðrar
eldri kanningar hava víst, at tá fólk hava fleiri
møguleikar at velja ímillum, taka fleiri undir
við einum øktum sjálvstýri enn við politisku
ætlanini hjá landsstýrinum um fullveldi. Hetta
má Høgni Hoydal skilja, hóast hann eisini
hesaferð klárar at venda úrslitið til, at meiriluti
er fyri fullveldi, um tillagingartíðin verður 15
ár.
Fimtan ár! Ja, tað virkar sum eitt langt skotbrá.
Og lítið er at ivast í, at skal heildarveitingin
lækkast hvørt ár, so fara føroyingar at leggja
seg eftir at skapa fleiri inntøkur, fáa meiri
burturúr, so minni fer millum skins og hold og
laga føroyska samfelagið til okkara egnu fyr-
itreytir og ikki fremmandar. Men tað krevur, at
tað føroyska samfelagið fer gjøgnum eina
kollveltandi hugburðsbroyting, tí í dag virkar
einki. Ikki ein tann einasti av teimum berandi
samfelagstættunum virkar, sum hann skal. Alt
ber brá av, at amatørar leiða og skipa fyri.
Nakrir av teimum yngru stovns- og virkisleiðsl-
unum eru kortini undantøk.
Anfinn Kallsberg heldur, sambært útvarpinum,
at fólk eru bangin. Neyvan eru fólk bangin.
Heldur er tað politikkurin hjá samgonguni,
sum ræðir fólk. Landsstýrið hevur handfarið
málini viðvíkjandi Strandferðsluni, fólkaskúl-
anum, heilsuverkinum, sjónvarpinum, pro-
gramráðunum o. s. fr. á ein so ónøktandi hátt,
at fólk øtast. Tey spyrja seg sjálv, hvussu
kunnu vit megna eitt fullveldi, tá vit ikki klára
»smámál« sum er? Eisini manipulatiónin við
10 prosentum í búskaparvøkstri fær nógv at
seta spurnartekin!
Hóast løgmaður heldur, at veljarakanningin
skal takast til eftirtektar, ætlar hann framvegis
at brúka sáttmálauppkastið í komandi sam-
ráðingum. Men hetta bendir á, at hann fram-
vegis ikki miðjar ímóti eini konstruktivari og
breiðari loysn. Skal hann taka áskoðanina hjá
veljarum til eftirtektar, má hann broyta sam-
ráðingargrundarlag, sum Jóannes Eidesgaard
vísti á í Sosialinum í gjár. Tí, heldur Anfinn
Kallsberg fram eftir sama leisti, fer endaliga
sáttmálauppskotið at fella á eini fólkaatkvøðu.
Vit eiga heldur at gera eina avtalu um at lækka
blokkin og at taka yvir írestandi málsøki í eitt
15 ella 20 ára langt skeið. Við eini slíkari loysn
kunnu vit prógva, at vit megna. Megna vit
tað, ja, so er vegurin greiður fyri Føroyum
sum fullveldisríki, um vit vilja tað tá!
Jón Klein Olsen,
útrykningsleiðari
Jón út-
ryknings-
leiðari
Jón Súni Klein Olsen
er frá 1. mai settur sum
nýggju leiðari fyri ú-
rykningsdeildini hjá
løgregluni í Havn og
sum varamaður fyri
politiinspektøron fyri
Føroyar.
Jón Klein Olsen er
43 ára gamla og var 1.
oktober 1993 útnevnd-
ur til varapolitikomm-
iser og nú varapoliti-
inspektør.
Jón Klein Olsen
hevur í 1999 lokið
prógv sum »Politiets
Overordnede Lederud-
dannelse«.
Skrivað álit um mentan í Havn
Í nýggja bygnaðinum fyri
Tórshavnar býráð er trivn-
aðardeild skipað sum ein av
trimum hvøuðsdeildum í
fyrisitingini.
– Ætlanin við deildini er
at geva góða tænastu í ger-
andisdegnum hjá fólki, m.
a. við at styrkja mentanar-
arbeiðið í kommununi, sig-
ur Leivur Hansen, borgar-
stjóri.
– Havnin er høvuðsstaður
landsins og hevur skyldu at
taka væl ímóti øllum, sum
vitja býin, bæði landsmonn-
um úti um landið og fremm-
andafólkum, ið koma til
Havnar at ferðast ella í ør-
indum. Ein tann besti mátin
er at hava eitt livandi og
fjølbroytt mentanarlív við
spennandi tilboðum hjá
gestum at fara til, sigur
borgarstjórin.
Hann sigur víðari, at
Havnin fyrst og fremst er
heimbýur hjá sínum egnu
borgarum og at eitt ríkt frí-
tíðar- og mentanarlív fær
fólk at trívast og ger tey
virkin í samfelagnum.
Tórshavnar býráð setti í
fjør ein arbeiðsbólk at gera
álit um mentan og list í
Tórshavnar
kommunu.
Bólkurin fekk víðar ræsur í
sínum arbeiði og skuldi gera
uppskot og tilmæli, sum
kunnu verða støði undir
komandi verkætlanum hjá
kommununi. Bólkurin er nú
liðugur við arbeiði sítt, og
mikudagin 26. apríl kl 11
verður álitið handað býráðs-
formanninum á skrivstovu
hansara í býráðshúsinum.
Í bólkinum hava verið
Birgir Kruse, formaður,
Elsa Jóhanna Høgenni,
Jógvan Jensen, Napoleon
Nólsoy, Niels Nattestad,
Bárður Jákupðsson, Gunnar
Hoydal og Jákup Simonsem
Mikudagin handar arbeiðsbólkur borgarstjóranum í Havn álit um
mentan og list í Tórshavnar kommunu
Í sambandi við, at KFUK
varð 80 ár 16. apríl, var lim-
afundur hildin í gamla
Meinigheitshúsinum í Havn
(núverandi býráðssalinum).
Fundurin varð hildin til
minnis um fyrsta fundin,
sum varð hildin har sama
dag í 1920.
– Tað gleddi okkum at fáa
loyvi at nýta sama hús, og
hesum takka vit býráðsfor-
manninum hjartaliga fyri,
sigur Jona Henriksen, fyrr-
verandi KFUK-skrivari.
KFUK-fundur í gamla Meinigheitshúsinum í Havn 16. apríl 2000: Rigmor Mortensen,
Hanna Danielsen, formaður, Lena Viðstein, Ása Østerø, Emmy Poulsen, Jenny David-
sen, Jona Henriksen, Louisa Niclasen, skrivari, Elsa Davidsen og Bergtóra Jacobsen
Hans Pauli fingið riddarakrossin
Í sambandi við seksti ára føðingardagin útnevndi Margreta drotning nógvar nýggjar
riddarar og ein teirra var føroyski listamaðurin Hans Pauli Olsen
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri nøkrum fáum døgum
síðani hevði Margreta drot-
ning føðingardag og í tí
sambandi útnevndi hon
fleiri nýggjar riddarar.
Teirra millum var ein før-
oyingur.
Tað var myndahøggarin,
Hans Pauli Olsen, sum m.
a. hevur gjørt bustur av
teimum báðum prinsunum,
sum hesaferð var heiðraður
við riddarkrossinum av
Dannebrog.
Hans Pauli er sera væl-
umtóktur listamaður, bæði
í Føroyum og í Danmark og
hevur umframt at gera
kongaligar
standmyndir,
eisini prýtt Listasavn Før-
oya við síni vøkru list.
Millum teirra, sum hesa-
ferð vórðu útnevnd riddarar,
vóru fleiri listafólk og ítrótt-
arfólk. Teirra millum kendi
danski sangarin við tí ser-
merktu røddini, Povl Diss-
ing, og eisini Michael Lau-
drup, fyrrverandi yrkisfót-
bóltsleikari.
Ein annar danskur lista-
maður fekk eisini heiðurin
hesaferð og í honum halda
føroyingar seg eiga ein part.
Tað er filmsleikstjórin Nils
Malmros. Ikki skuldi verið
neyðugt at sagt hví før-
oyingar taka sær part í
honum ...