Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 78 - 20. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 78 - 20. apríl 2000 Hava fingið gávu sum teir vónandi ikki fáa brúk fyri ÁKI BERTHOLDSEN –So leingi bilar koyra á veg- num, henda eisini vanlukk- ur. Hetta veit Ásbjørn Berg, koyrilærari í Suðuroynni kanska meiri enn nakar ann- ar. Og hann veit eisini, at tá ið vanlukkurnar henda, ræð- ur um at vera so væl fyrireikaður og so væl út- gjørdur sum tilber, fyri at kunna hjálpa so væl, sum tilber. Men Ásbjørn Berg er eis- ini formaður í Lions Klubb- anum í Suðuroynni. Lions klubburin í Suður- oy tók í fjør stig til at fara undir innsavning til at út- vega Bjargingarfelagnum og Sløkkiliðnum í norðaru helvt Suðuroynni útgerð til at fáa fólk leys, sum sita føst í bilum aftaná eina van- lukku. Talan er um ein framkom- nan saks, sum bæði kann brúkast at klippa bilar sund- ur við og til at spenna teir sundur við. Frammanundan er ein saksur í Vági, men feløgini í Norðaru helvt hava leingi ynskt sær ein slíkan Tá ið saksurin varð hand- aður feløgunum týskvøldið segði Ásbjørn Berg, at hetta var tað størsta, einstaka hjálpartiltakið, sum Lions Klubburin í Suðuroy hevur staðið fyri. Saksurin kostar næstan 100.000 krónur og hóast Lions hevur goldið nógv tann størsta partin, hava eisini kommunurnar í Suð- uroyar Norðaru Helvt, um- framt Føroya Lívstrygging og Tryggingarfelagið Før- oyar stuðlað heilt væl við peningi. Umframt saksin, er talan um ein motor, sum drívur saksin, og eisini ein hond- pumpa, at hava til taks, um motorurin ikki skuldi virka. Vónandi ikki brúk fyri Tá ið Ásbjørn Berg handaði teimum saksin vónaði hann, at teir ongantíð fingu brúk fyri honum. Men tað skerst ikki burt- ur, at tá ið so leingi bilar eru á vegunum, henda van- lukkur. Nullloysnir og aðrar góð- ar hugsjónir, helt hann vera hvørvisjónir. Sigurð Guðmundssen í Vági roynir saksin á einum bilvraki. Trónd Nolsøe, pørtørur, h.m. og Torfinn Mortensen, hyggja at Vit hugsa kanska ikki um tað, en vit brúka øll gass í gerandisdegnum, í heimi- num, í frítíðini, á verkstað- num, á skipasmiðjuni o. s. fr. Í hesum sambandi heldur gasssølan AGA Føroyar trygdarskeið við heitinum Gass og trygd, í aðru viku í mai. Her fara vit at seta fok- us á trygdleikan við nýtslu av øllum teimum ymisku gasssløgum. Bakgrundin er álvvarsom, deyðsvanlukkur kunnu henda við skeivari hand- faring við gassi, skeivum amboðum og vi ðmanglandi vitan um eginleikarnar hjá gassi. AGA vil vera við til at minka um tann vandan, ið kann verða við at nýta gss., Skráin fyri skeiðið sær soleiðis út: 1. Vælkomin, presentatión 2. Gassframleiðsla, hvat er gass, hvaðani kemur tað og hvussu framleiða vit tað 3. Eginleikar við gassi, hvussu uppføra gassini seg, og hvat brúka vit tey til 4. Vandin við nýtslu av gassi, hvat kann handa við skeivari handfaring av gassi 5. Trygdarfyriskipanir, hvat kunnu vit gera fyri at um- ganga vanlukkur 6. Arbeiðsumhvørvi, hvørjir vandar seta vit okkum sjálv í við at arebiða við gassi Umframt tað teoretiska hev- ur skeiðið eisini nakrar royndir við ymiskum gass- um, so sum mun á vektfyllu, flótandi gass (196gr) eins og vit fara at síggja og hoyr spreingingar og royndir við eldi. Tað, vit vilja fáa fram er, hvussu vit handfara gass við respekt, samstundis sum vit ikki verða bangin fyri tí. Hesum náa vit best við kunnleika - sum eisini tørv- ur er á við vakstandi nýtsl- uni av gassi, eitt nú í off- shore vinnuni. Her er so møguleikin at dagføra vitanina. Skeiðið er fyri øll áhugað. Finn Mortensen frá AGA føroyar saman við Erik Sør- ensen og Gert Christiansen frá AGA Danmark fyrireika fýra trygdarskeið í viku 19. Erik og Gert hava góðar royndir við at halda trygd- arskeið í Danmark. Skeiðini vara í einar 3-4 tímar. Síðani verður kjak um alt, sum hevur við gass at gera, eitt nú tað síðsta innan MISON verndargass, um eitt av teimum nýggj- astu úrdráttunum ODOEOX oxygen, súrevni við spor- evni - eitt væl grundað trygdartiltak við eitt nú ilt- og gasssveising, har leki kann verða vandamikil. Afturat trygdini hava menninir frá AGA sveising sum sergrein, so um spurn- ingar eru, er bara at spyrja, sigur Føroya GAsssøla í tíð- indaskrivi. Føroya Gasssøla skipar fyri trygdarskeiði Sløkkiliðið og bjargingarfelagið í Suðuroyar Norðaru helvt hava nú fingið eina stórfingna gávu. Men hetta er ein gáva, sum teir vónandi ikki fáa brúk fyri Í koyrifrálæruni fingu næmingarnir at vita, at tað henda runt roknað 1.600 ferðsluóhapp í Føroyum um árið. – Vit fortelja næmingun- um, at eini 100 fólk í Før- oyum meiðsla seg í ferðsl- uni um árið, 10 fólk doyggj- a.Og av teimum 10, eru trý børn. Tey eldru skulu ganga undan Hann helt, at tað verður mangan lastað teimum ungu fyri at koyra vilt og at vera høvuðsorsøkin til vanlukk- ur. – Men veruleikin er, at tað eru tey allarfægstu ungu, sum ikki duga sær hógv í ferðsluni, segði hann. – Men tað liggur í sjálvari natúruni hjá teimum ungu, at bera seg býtt at viðhvørt. Og Ásbjørn Berg helt eis- ini, at tey eldru hava sína stóru skyld av hesum. –Tey eldru áttu at gingið undan sum góðar fyrimynd- ir. Men fari ein dag og hyggi tykkum um, og kanni eftir, hvussu tey eldru koyra, hvussu tey parkera, hvussu tey stilla seg á vegnum, tá ið tey skulu sneiða á einum vegamóti o.s.fr. Hann helt, at alt hetta var við til at máa støðið undan virðingini fyri ferðslulógini, eisini hjá teimum ungu. –Vit eldru eiga at ganga undan sum góðar fyrimynd- ir og vit eiga at rættleiða tey ungu, heldur enn at happa tey, segði Ásbjørn Berg. Tann 20. apríl letur listar- bólkurin Aprilgrupen upp árligu listarframsýning sína í Baunhøj Mølle í Grenaa í Jyllandi. Aprilgruppen er ein danskur listarbólkur, ið byrjaði í 1982, og sum hvørt ár síðani hevur havt hesa framsýning. Í bólki- num eru Hans Clausen, Ruth Falk, Maud Sinclair, Ole Stenholm og Ketty Steffansen, og fáast tey við ymiskar listargreinir, Rud í Gallarí Oyggini Frá 27. apríl til 11. mai sýnir Jørgen Ru, lista- maður, fram í Gallarí Oyggini á Tvøroyri. Hann er dani og hevur havt nógvar framsýningar ymsastaðni í Danmark og uttanlands. - málning, vatnlitir, foto og grakikk. Á hvørjum ári verða ein ella fleiri onnur listarfólk boðin við á framsýning- ina, og í ár er so Philippe Carré úr Havn boðin við, saman við einum keram- ikara úr Risskov, einum grafikara úr Stuttgart og einum málara úr Rønne. Framsýningin í Baunhøj Mølle í Grenaa er opin frá 20. apríl tl 17. mai. Philippe við Aprílbólkinum Í ár verður landsstevnan skipað sum ein mentun- arstevna, har vit seta tey menningartarnaðu í fok- us. Hetta gera vit við at sýna fram nøkur av teim- um avrikum, tey menn- ingartarnaðu arbeiða við til dagligt. Stevnan byrjar við skrúðgongu frá Bursa- tanga kl. 10.00, niðan í SMS og oman í Grasa- garð har mentunarstevnan verður sett. Her verður tónleikur, fimleikaframsýning, felagssangur og talur. Tit fáa eisini møguleika at keypa heitt kakao og ný- bakaðar bollar. Síðani verða framsýningar Í Smiðjuni í Lítluvík verður umfatandi máln- ingaframsýning, har um- leið 25 menningartarnaði sýna fram. Her verður eis- ini høvi til at keypa lista- verkini. Á Virkni kunnu vit eis- ini síggja alt tað arbeiðið, sum gjørt verður á teim- um vardu verkstøðunum kring landið. Her sýna verkstøðini fram nakað av teimum lutum, sum tey gera. Eisini her verður møguleiki at keypa nakað av tí, tey hava avrikað. Og sjálvandi verður eisini møguleiki at vitja ta sera áhugaverdu framsýning- ina um havið. Her fáa tit møguleikan at brúka allar tykkara sansir við at fara ein túr eftir havsins botni. Umframt framsýning- arnar sum halda áfram sunnudagin, verður ein guðstænasta í Havnar kirkju kl. 11.00, sum er rættað móti teim menn- ingartarnaðu og avvarandi teirra. Sum vanligt verður veitslan leygarkvøldið, og her vilja vit leggja dent á, at vit fáa eina stuttliga og hugnaliga veitslu. Veitsl- an, sum verður í Badmin- tonhøllini, byrjar leygar- kvøldið kl. 18.00. Her verður borðreitt við góð- ari súpan, oksasteik, frukt við rákremi, sangi, skemti, horn- og rytmu- orkestri og harmoniku- dansi. Veitslan kostar kr. 150 fyri vaksin og kr. 100 fyri børn. Tilmelding á skrivstov- uni hjá Javna á tlf. 31 48 27 ella á fax 31 05 57. Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 28. apríl 2000. Endalig skrá verður lýst í bløðunum seinni. Landsstevnan hjá Javna 2000 Ellisakførini luftað flaggdagin Sum siðvenja er vorðin seinastu árini verða ellis- akførini luftað flaggdagin. Tað er felagið Føroya Ell- isakfør, sum nú í fleiri ár hevur skipað fyri framsýn- ing og raðkoyring við ellis- akførum undan og eftir flaggdagshaldið í Havn. Eins og í fjør hittast ellis- akførini á Statoilstøðini í Gundadali, og higani verður koyrt oman á Kongabrúnna, har akførini verða sýnd fram á ósanum meðan flaggdagshaldið er. Aftan á flaggdagshaldið verður koyrt niðan aftur á Statoilstøðina í Gundadali, har akførini eisini verða sýnd fram, meðan limirnir í Føroya Ellisakførum kunnu njóta eina kaffimunn o. a. gott, sum Statoilstøðin bjóðar. Aftan á tiltakið verður op- ið hús í hølunum hjá Føroya Ellisakførum yvir við Strond 22. – Sum nakað serligt hes- aferð fara vit at koyra út í brunnin við Gráastein við ellisakførunum, sigur Bryn- jálvur Jensen, formaður í Ellisakførum. Felagið er í løtuni í ferð við at innrætta gamla vatnbrunnin til fel- agshøli við tí í hyggju at gera eitt tekniskt fornminn- issavn. Tey, ið ikki hava sæð brunnin, hava nú møgu- leikan at koyra út higar í ell- isakførum flaggdagin. ÓLAVUR Í BEITI CITES, sum er altjóða fel- agsskapur grundaður á sátt- málan um handil við hóttum villini djóra-og plantusløg- um, hevur sín 11. ársfund í Kenya í hesum døgum. Undan fundinum hevði Noreg sett fram uppskot um aftur at loyva millumlanda handli við sildreka. Norska uppskotið fekk 52 atkvøður fyri, meðan 57 lond vóru ímóti. Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum, heldur, at úrslitið er eitt álvasamt bakkast fyri burðardygga gagnnýtslu og menning í altjóða høpi. Men samstundis haldi eg, at hetta skal tulkast sum ein nýggj avbjóðing til londini kring Norðuratlantshavið um at seta fulla ferð á økissam- starvið í framtíðini, sigur Jørgen Niclasen. Norska uppskotið fekk minni undirtøku hesaferð, enn tá Noreg seinast legði sama uppskot fram á 10. CITES ársfundinum i 1997 um at flyta sildrekastovnar- nar í norðurhøvum av lista 1 (handilsforboð) til lista 2, sum loyvir millumlanda handli við strongum eftir- litskrøvum. Fyri, at eitt slíkt uppskot kann verða sam- tykt, mugu í minsta lagi 2/3 av limalondunum atkvøða fyri. CITES smittað – Høvuðstrupulleikin sýnist at vera tann, at sama sjúkan sum leingi hevur forðað IWC í at loyva stórhvala- veiðu aftur, nú eisini hevur smittað CITES. Hetta er sera álvarsamt, tá hugsað verður um, at CITES er ein altjóða felagskapur við 150 limalondum, í mun til tey bert uml. 40 limalondini í IWC, sigur fiskimálaráð- harrin í tíðindaskrivi. – Tað tykist sum gongdin í altjóða felagskapum sum CITES er ov lættliga ávirk- að av teimum vælkendu upplýsingarherferðunum hjá áhugafelagskapum sum Greenpeace og WWF, sum framvegis halda, at forboð er tað sama sum stovnsrøkt. Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki góðtaka. – Vit hava fylgt við í fyri- reikingunum til CITES fundin gjøgnum beinleiðis samstarv okkara við grann- alondini Noreg, Ísland og Grønland. Donsku mynd- ugleikarnir, sum umsita CITES, hava ikki havt á- hugamál hjá hvalaveiðu- londunum í Norðuratlants- havinum fremst í huga í sambandi við sínar fyrireikingar til fundin í Kenya í ár. Vit fingu í sein- asta løtu høvi at koma við okkara sjónarmiðum. Donsku myndugleikarnar høvdu ikki sent okkum norska uppskotið til um- mælis, tá ið tað varð form- liga sent út í heyst, sigur Jørgen Niclasen. ES-fyriskipanir Sum ES limaland hevur Danmark bundið seg til ES- fyriskipanir í CITES og danska støðan á CITES- fundum er fyrst og fremst samskipað í ES-høpi. Á Styrkja økissamstarvið í Norðuratlantshavið – Tað tykist sum gongdin í altjóða felagskapum sum CITES er ov lættliga ávirkað av teimum vælkendu upplýsingarherferðunum hjá áhugafelagskapum sum Greenpeace og WWF, sum framvegis halda, at forboð er tað sama sum stovnsrøkt. Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki góðtaka, sigur Jørgen Niclasen í tíðindaskrivi CITES fundinum í Kenya var felagsstøðan hjá ES í- móti norska uppskotinum. Sum ES-limaland kann Danmark ikki atkvøða ímóti felagsstøðuni hjá ES, men kann bert lata vera við at atkvøða vegna grønlendsk og føroysk áhugamál. Hetta er eisini ein av høvuðs- grundunum til, at Lands- stýrið higartil ikki hevur mælt til, at CITES sáttmálin verður settur í gildi fyri Før- oyar. – Eftir henda fundin í CITES er tað nú ein upp- aftur størri spurningur, um tað yvirhøvur loysir seg at binda Føroyar til CITES. Lagnan hjá norska uppskot- inum á CITES fundinum gevur okkum heldur eitt greiðar grundarlag fyri at styrkja økissamstarvið í Norðuratlantshavið — ikki bert um umsiting og gransk- ing av hvalastovnunum gjøgnum NAMMCO - men kanska eisini í mun til sam- starvsmøguleikar fyri hand- il, sigur Jørgen Niclasen at enda í tíðindaskrivinum. Hesin Ford TT hjá Vatns- oyra Bilasavni er sama slag sum fyrsti bilur, ið kom til Føroya í 1922 Djúpt sár í okkara stoltleika sum siglandi tjóð ÓLAVUR Í BEITI Í tveimum spurningum vil Heðin Mortensen hava at vita frá sjálvstýrismálaráð- harranum, í fyrsta lagi, hvønn ríkisborgararætt fara føroyingar at hava, um so Fyri at vera skipari í danska handilsflotanum, er tað ein fortreyt, at tú ert danskur ríkisborgari, tí vil Heðin Morten- sen hava at vita frá Høgna Hoydal, hvussu verður hjá føroyskum skiparum á donskum skipum verður, at Føroyar gerast fullveldi, og í øðrum lagi, hvat ítøkiligt ætlar lands- stýrið at gera, fyri at før- oyskir sjómenn ikki skulu missa rættindini til at sigla sum skiparar í danska hand- ilsflotanum, um føroyingar missa danska ríkisborgara- rættin? Í viðmerkingunum, sigur Heðin Mortensen, at dansk- ir politikarar hava gjørt greitt, at um Føroyar gerast fullveldisríki, so verða før- oyingar noyddir at velja í- millum føroyskan ella danskan ríkisborgararætt. Talan verður ikki um nakran felags ríkisborgararætt. – Fyri at vera skipari í danska handilsflotanum, er tað ein fortreyt, at tú ert danskur ríkisborgari. Tí noyðast teir føroyingar, sum í dag manna hesi størv, eftir galdandi skipan annaðhvørt at flyta til Danmarkar at búgva, ella at finna sær eitt nýtt starv, um Føroyar gerast fullveldi. – Hetta merkir ikki bara, at vit fáa eina fólkafráflyt- ing, har skiparar við familj- um stinga í sekkin, men hetta verður so sannliga eis- ini eitt djúpt sár í okkara stoltleika sum siglandi tjóð, sigur Heðin Mortensen í viðmerkingunum. Havn leygar- og sunnudagin 6. og 7. mai