hósdagur 20. apríl 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 78 - 20. apríl 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 78 - 20. apríl 2000
Fótbóltur
Fótbóltur
2000
Alt um liðini í
1. deild
Leikarayvirlit
Samrøður við
leikarar, venjarar
og formenn
Landsliðsárið 2000
Alsamt fleiri
leikarar uttanlands
Er kappingin nóg
væl skipað?
Tórsvøllur ella
Svangaskarð
Serblað 56 síður
kostnaður 40 kr.
Modellirnar venja av
lívsins kreftum
Mánadagin fóru ellivu ungar føroyskar dámur til New York umvegis Reykja-
vík. Tær skulu vera við í eini altjóða kapping, men áðrenn farið verður til
USA venja tær saman við íslendsku luttakarunum, og har er eingin tíð til
spæl. Genturnar venja allan dagin til seint á kvøldi
SVEINUR TRÓNDARSON
Um nakrar dagar fara ellivu
føroyskar gentur at vera við
í eini vakurleika- ella mod-
ellkapping, sum verður í
»The Big Apple« - New
York - í USA.
Genturnar fóru úr Føroy-
um mánadagin og á veg til
amerikanska stórbýin steðg-
aðu tær í nakrar dagar í
Reykjavík, har tær skulu
venja saman við teimum ísl-
endsku gentunum, sum
felagið Icelandic Models
hevur funnið fram til.
Glaðar fyri før-
oysku genturnar
Tað var í fjør, at íslendska
modellfelagið kom til Før-
oya at leita eftir vøkrum
ungum gentum.
Grundarlagið var eftir øll-
um at døma til staðar, tí
longu eitt ár aftaná, fara ell-
ivu dámur at vera við í eini
stórari kapping, sum kallast
kallast Modelling Associ-
ation of America Internatio-
nal, Inc., har umleið 1.400
fólk vera við.
Higartil hevur tað gingið
framúr væl hjá íslendingum
í hesi kapping, tí teir hava
vunnið hana øll árini. Tí er
tað eitt mál hjá fleiri londum
at vinna á júst íslendingum.
Um tað er fyri at styrkja
sær um liðið, at íslendingar
nú hava vent sær til Føroya
skal vera ósagt, men tað vís-
ir seg, at íslendingar eru
fegnir um føroysku gentur-
nar.
Tvær teirra príða nevni-
liga alla framsíðuna á bygn-
inginum hjá Icelandic Mod-
els í Reykjavík. Lív og
Gunnvá eita tær, og sum vit
hava skilt, so sær tað bara
heilt vakurt út.
Venja hart og leingi
Tað krevur sítt, at luttaka í
eini slíkari kapping, og tað
er ov nógv at siga, at før-
oyingar eru vanir við slíkt.
Hetta roynir íslendska fel-
agið kortini at gera nakað
við, tí á veg til New York
hava føroysku genturnar
gjørt ein styttri arbeiðssteðg
í Reykjavík.
Og tá talan er um arbeiðs-
steðg, so verður arbeitt allan
dagin á tamb.
Venjingin byrjar klokkan
átta á morgni og onkran
fyrrapart hevur íslendska
sjónvarpið verið og tikið
upp. Aftaná døgverða verð-
ur aftur farið undir venjing-
arnar og tá verður vant til
út móti midnátt, greiðir
Gissur Patursson frá úr
Reykjavík.
Foreldrini við
Tað hevur verið tosað nógv
um lívsførsluna hjá teimum
ungu modellunum. Eitt nú
hevur ein bretsk sending
verið at sæð í SvF, sum
vísti, at tær ikki altíð vera
so væl viðfarnar.
Hesum byrgir íslendska
fyri, tí føroysku genturnar
eru ikki einsamallar á ferð-
ini. Allar hava tær skyldfólk
við sær í ferðalagnum og
lítið er at ivast í, at tað er
gott at hava ein góðan stuð-
ul við sær.
Hvussu tað fer at gangast
føroysku
modellunum
mugu vit bíða eftir at frætta
nærri um, men her á Sosi-
alinum ynskja vit teimum
góða eydnu á ferðini.
Scillygullið skal til Føroya
Manningin á Eyturoyingi, sum samam við manningini á Jarnbardi skal til Scilly-
oyggjarnar at umboða føroysku litirnar, er ikki í iva um, at í ár skal gullið til Før-
oya. Teir hava vant síðani januar mánað og halda seg hava møguleika fyri betri
úrsliti enn seinast tá teir gjørdust nummar átta av 60 giggum
SVEINUR TRÓNDARSON
Um knappa viku fer ȇr-
liga« ferðalagið úr Føroyum
til Scillyoyggjarnar. Tað er
størri enn tað hevur verið
undanfarin ár, tí í ár fer, um-
framt manningina á Eystur-
oyingi eisini »kvinnumann-
ingin« á Jarnbardi at rógva
har niðri.
Fyrrakvøldið vóru vit
framvið og fingu eitt prát
við eysturoyingarnar um
vónirnar hesaferð. Í fjør
gjørdust teir nummar átta,
men tað skal betrast siga
teir.
– Vit eiga at leggja allar
kreftir í at gerast millum 12
teir fremstu bátarnar í fyrsta
róðrinum, tí so koma vit í
A-bólkin beinanvegin. Tað
er lættari at halda sær har,
enn at skula rógva seg upp,
sigur ein av manningini.
Skipanin er tann, at allir
bátarnir - einir 60 í tali -
rógva fyrsta róðurin og eftir
úrslitinum verða teir so
býttir í bólkar á tólv. Skulu
eysturoyingarnir gera sær
vónir um at vinna A-bólkin,
sum er tann besti, so skulu
teir ikki enda aftanfyri
nummar 36 í fyrsta róðrin-
um. Tá hava teir møguleika
at rógva seg upp.
Men tað er ikki málið.
Málið er at endað framm-
anfyri nummar 12 í fyrsta
róðrinum og so halda seg í
A-bólkinum alla tíðina. Og
tá teir sjálvir skulu meta um
tað, so eru møguleikarnir
avgjørt til staðar.
– Vit eru betur fyri í ár
enn vit vóru í fjør, siga teir
sum í ein munn, og hartil
skal so havast í hugað, at
nú hava teir vant við tí róðr-
arteknikki, sum teir í fjør
lærdu á Scillyoyggjunum.
Tann mátin, siga teir, gev-
ur giggini, nógv størri ferð
og tað merkist væl.
– Ti halda vit, at vit hava
ein betri møguleika at gera
okkum galdandi eitt sindur
longri frammi í oddinum,
siga teir.
Men kappingin er hørð.
Manningin, sum vann sein-
ast - tann úr Cornwall - hev-
ur vunnið allar róðrarnar
teir hava luttikið í á
Scillyoyggjunum, men tað
tekur kortini ikki mótið frá
eysturoyingunum.
– Teir hava tapt onkran
annan róður, so tað ber til
at vinna á teimum.
Ein annar trupulleiki før-
oyingarnir hava tá teir koma
til Scillyoyggjarnar. Tað er
báturin. Brendan, sum teir
venja í her heima er nógv
tygnri enn tann báturin teir
kappast í har niðri, so tað
skal eitt sindur av umstilling
til, áðrenn teir fáa fult gagn
av bátinum.
Tað er einki yvir at dylja,
at eysturoyingarnir hava
eina harða uppgávu fyri
framman, tí áttindaplássið í
fjør var eitt framúr gott úrs-
lit. Kortini eru teir ikki
bangnir fyri at seta sær høg
mál, og skulu vit trúgva
teimum, so er rætti taktikk-
urin at leggja alt í fyri at fáa
ein góðan start.
– Lat okkum nú fáa at
síggja, siga teir áðrenn teir
flota bátin ...
– Hesaferð skal tað vera, sigur manningin á Eysturoyingini undan fráferðini til Scilly-
oyggjarnar. Áttindaplássið frá í fjør skal betrast
TórRek 2000 í
Norðurlandahúsinum
Framsýningin TórRek verður hild-
in í Norðurlandahúsinum í døgun-
um 26. til 29. apríl
SVEINUR TRÓNDARSON
Í næstu viku skipað ís-
lendska Útflutningsráðið
og Eimskip fyri sølu-
stevnuni TórRek 2000.
Tað var fyri tveimum
árum síðani at fyrsta fram-
sýningarátakið av hesum
slagi fór av barkastokki.
Íslendingar og føroy-
ingar hava gjørt avtalu
um at framsýningin skal
vera skiftivís í Føroyum
og í Íslandi, og tá hon
byrjaði í Føroyum fyri
tveimum árum síðani, ja,
so eiga føroyingar aftur
tørn í ár.
Sjáv framsýning verður
28. apríl, men onnur tiltøk
vera eisini.
Dagin áðrenn skipa
vertirnir fyri 17. aldar
Skálholtshátíð á Hotel
Føroyum, har okkara løg-
maður og íslendski ídn-
aðar- og viðskiftisráð-
harrin siga nøkur orð.
Fríggjadagurin verður
skipaður soleiðis, at fyri-
lestrar verða hildnir fyrra-
partin. Tá fara m. a. Vígdis
Finnbogadóttir og Finn-
bogi Arge at hava orðið.
TórRek verður hesa-
ferð eitt sindur øðrvísi
enn tann fyrsta av slagn-
um.
Íslendingar hava nevni-
liga boðið grønlendingum
at vera við, og nakrir
grønlendingar hava tikið
av.
Endamálið við sølu-
stevnuni er at menna
samhandilin millum Ís-
land, Grønland og Føroy-
ar og at styrkja samstarv-
ið millum londini.