Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Deyðin og uppreisnin Evangeliið verður býtt í tveir partar. Lív og virki Jesusar er tann fyrri, meðan tann seinni er Pínslusøgan, sum vit hoyra í føstuni og á páskum. Men tann vakrasta søgan, skrivað er, er tann um uppreisnina páskamorgun Granskarar hava kannað, hvussu alt hetta er farið fram, sæð við nútímans eygum. Og tað hevur verið ræðuligt. Eftir at ein persónur varð krossfestur, gingu oftast millum tríggir tímar og heilt upp í fýra dagar, til hann doyði. Av og á brutu her- menninir lærbeinini á tí krossfesta fyri at fáa hann at søkka saman, so hann kvaldist og doyði skjótari. Men Jesus doyði longu níggju tímar eftir, at hann varð krossfestur, so á hon- um brutu teir ikki beinini. Tá tann krossfesti hevði hingið eina tíð, plagdu her- menninir at stinga í hann við einum spjóti fyri at vita, um hann var deyður. Tá teir stungu Jesus, var hann longu deyður, og har rann blóð og vatn úr. Á okkara døgum eru fólk farin at lata seg krossfesta fyri líkasum at identifisera seg við Jesu líðingar. Nógvar meiningar eru um, hussu rætt og kristiligt tað er, og ringt verður helst at fáa øll at góðtaka slíkt. Kent er, at nógvar reli- giónir dyrka tann líðandi gudin. Men ongastaðni hev- ur Pínslusøgan slíkt pláss í guðsdyrkanini hjá teimum kristnu. Og nútíðar granskarar kunnu bara staðfesta, at við teirri viðferð, Jesus fekk, er eingin ivi um, at hann veru- liga doyði á krossinum. Har var stutt og greitt eingin annar møguleiki, soleiðis sum hann varð viðfarin og píndur tímarnar framman- undan. Ræðslan byrjar í Getse- mane, har vit lesa, at Jesus sveittaði blóð. Og eingin ivi er um, siga granskarar, at tað ber til, hóast hetta kann tykjast onkrum eitt sindur avgjørt. Men víst verður á, at tað finst sjúka, sum ger, at per- sónurin kann sveitta blóð, tá hann rættiliga verður strongdur. Og at Jesus var strongdur er eingin ivi um. Lukas sigur frá, hvussu ræðslusligin hann var fyri tí, hann visti fór at henda. Tað, sum hendir, siga granskarar, er, at húðin er so tunn, at blóð setir út sam- an við sveittanum. Og eftir, at Jesus var tikin, versnaði støðan skjótt og álvarsliga. Hann var jú uppi móti kreftum, sum sóu hann sum eina sera stóra hóttan móti teirra verðsliga valdi, hóast teir gingu fyri at vera anda- ligir leiðarar. Hann skuldi so fyri einhvønn prís rudd- ast av vegnum. Og har var ein sera effektivur háttur at gera tað. Hann skuldi døm- ast til deyða. Landasvik og blasfemi kundu jú altíð brúkast, og vórðu tað eisini. Men áðrenn tað kom so vítt sum til avrætting, varð maðurin lagdur undir tortur og píndur á slíkan hátt, at eingin vegur var uttan bein- leiðis í deyðan. Og hetta varð alt gjørt í tráð við gald- andi praksis tá. Jesus var einki eindømi í so máta. Hann varð bukaður við serligum koyrli og lagdur undir sálarligan tortur, sum alt samalt gjørdi, at hann viknaði meira og meira. Svøvn fekk hann ongan, og blóðmissurin var øgiligur av teirri likamligu mishandl- ingini, honum var fyri. So tá hann at enda var komin at hanga á krossi- num, var hann so maktaður, at har var eingin annar veg- ur enn at doyggja. Granskarar meta, at Jesus er deyður annaðhvørt av hjartasteðgi orsakað av tí torturi, honum var fyri, ella at hann er kvaldur, tí hann ikki orkaði at standa upp- rættur. Men søgan endar ikki her. Tí triðja dagin reis Jesus uppaftur. Her er tað, at tann góða søgan, Niels Vigild ferðast runt og fortelur, veruliga fær »poengið«. Bíbliusøgan hevur givið mongum listafólkum íblástur. Og tann vakrasti parturin er uppreisnin og himmalferðin EDVARD JOENSEN Markus sigur eisini frá Pínslusøguni, sum Niels Vigild, sjónleikari, líkasum metir sum ein heilan part fyri seg. Øll kenna vit hesa søgu- na, sum lýsir menniskjað so væl, at tað verður ikki gjørt betri. Maktgirnd, svikaráð, erpni og ræðsla. Alt er har. 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 78 - 20. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 78 - 20. apríl 2000 T R Y G D A R S K E I Ð Trygd í einum heimi við gassi T R Y G D A R S K E I Ð -ið snýr seg um tína trygd á arbeiðsplássinum • Hvørjir vandar eru við nýtslu av gassum? • Hvørji trygdar- og arbeiðsumhvørvistiltøk eiga at verða framd? Føroya Gassøla heldur í viku 19 eina røð av trygdarskeiðum í sambandi við nýtslu av gassi. Hesi skeið verða skipaði av trygdar- ábyrgdarum frá AGA, ið hava nógvar royndir innan hald av trygdarskeiðum í Danmark, t.d. fyri sløkkilið og Falck, tekniskar skúlar og ídnaðin á øllum stigum. Skeiðini venda sær til øll, ið hava áhuga fyri trygdini hjá virkinum og sær sjálvum. Umframt hetta snýr skeiðið seg eisini um eginleikarnar við gassi og hevur í sær nógvar praktiskar royndir. Tú hevur møguleika at verða við í fylgjandi skeiðum, sum hvør sær varar 3-4 tímar: Sosialurin - 311820 Mánadagin 8. mai Sørvágur Týsdagin 9. mai Klaksvík Mikudagin 10. mai Tórshavn Hósdagin 11. mai Øravík Ynskjast fleiri upplýsingar set teg í sambandi við: Føroya Gassøla Akranesgøta 2 FO-100 Tórshavn Tel. 31 55 44 Fax 31 17 06 "Ein sera stuttligur háttur at gerast gløggari" Ring og tekna teg ella starvsfólk tíni á tel. 31 55 44 ella 21 25 44. Kostnaðurin er kr. 195,- fyri fólkið íroknað breyð og kaffi. A G A S E T U R T R Y G D I N A Í H Á S Æ T I Tann besta søgan yvirhøvur ar Niels Vigild, sjónleikari, at Matteus er so sanniliga ikki tann fyrsti, hóast hann stendur fremstur í Nýggja Testamenti. Markus er tann elsti. Hann er tann veruliga grundin, sum allir hinir byggja á, er Niels Vigild ivaleysur í. Og so er hetta ein tekstur, sum vil nakað, og sum heldur. Stutt og greitt, tí her er góðs í. Niels Vigild sigur, at tað er nakað stórt og undursamt í at framføra hendan leikin, sum hann nevnir tað, hóast talan er um at fortelja Markus evangeliið frá byrj- an til enda. Her er tilfar í, sigur hann, sum vit liva eftir hvønn ein- asta dag, uttan at tey flestu hugsa um tað. At hava tey frammíhjá rættindi at sleppa at fram- føra ein tekst, sum er 2.000 ára gamal, og framvegis haldbarur, er nakað heilt serligt, sigur Niels, Vigild, og verður hugsunarsamur eina løtu. Hann tekur eini tvey drøg eyka úr sigarettini, hugsar eina løtu, sum vil hann hava eitthvørt út, sum skal sigast, uttan at tað verður misskilt. »Sært tú«, sigur hann. »Tað verður so nógv lort framført á ymsum sjónleik- arapallum í dag, sum als ikki skuldi sloppið á pall. Men tað doyr av sær sjálv- um. Og tað er bara gott.« Her hava vit ein tekst, sum stingur upp um allar klassikararnar. Hóast tað eisini í dag verða gjørd verk, sum koma at standa sum klassikarar, so er hetta nakað heilt einastandandi, sigur Niels Vigild. Her eru royndir, vísdómur og eisini eitt sindur av skaldskapi uppií. Eingin prædikumaður Nei, hann er ikki prædiku- maður, sigur Niels Vigild. Hann er komin at framføra ein leik, sum hann sigur. Hóast hann fortelur eitt heilt evangelii úr Nýggja Testa- menti. Tí hann vil so fegin bera hendan frálíka tekstin víðari, sigur hann. Niels Vigild leggur dent á, at uttan ein dugnaligan leikstjóra, hevði hetta ikki borið til, Og leikstjóran hev- ur hann sanniliga havt góð- an. Tað er tann kenda Ulla Gottlieb, sum stjórnað hev- ur. Tey kendust frá skúla- tíðini og høvdu bæði somu meining um tekstin, tey bera fram. Bæði kunnu per- sónliga standa inni fyri tí, sagt verður. Hesar framførslurnar hava givið honum ríkandi upplivingar, greiðir Niels Vigild frá. Sum tá ein áskoðari kom til hansara eftir eina fram- førslu í København og takk- aði fyri, at hann hevði lýst honum Jesus so væl. Tí væl visti hesin áskoðarin, at Jes- us var sonur Guðs, men nú skilti hann, hví hann eisini varð nevndur »Menniskju- sonur«. Tí tað var hann jú eisini. So »deiliga« menn- iskjansligur. Við øllum teimum kenslum, sum menniskjanum hoyra til. Ella ta ferðina, tá ein kon- firmantur helt, at tað var bara heilt feitt, at handan heidna konan rættiliga setti Jesus upp á pláss. »Det er ren »girl power«, mand«, segði hendan unga gentan við litaðum hári og ringum bæði her og har. »Og hon hevði rætt«, sig- ur Niels Vigild. Í sjeynda kapitli stendur, at Jesus var rýmdur frá tí heila, tí hann var vorðin for- nermaður inn á allan hend- an býtta skaran, sum ikki hevði skilt eitt einasta petti av øllum, hann royndi at siga teimum. Hann hevði tosað um reint og óreint hjá farise- arunum. Og lærusveinarnir skiltu einki og fóru at spyrja hann umaftur. Hann gjørdist so troyttur av teimum, at hann stakk av. Tað er einastu ferð, tað ikki verður nevnt, at lærusvein- arnir fóru við honum. Hann fór einsamallur at krógva seg. Men tann kananeiska konan fann hann kortini og bað hann hjálpa sær. Í sínum illsinni og skuff- ilsi yvir hesar býttu og tor- nomu lærusveinarnar, hann hevði, svaraði hann henni beinleiðis óforskammað aft- ur. Men hon var heldur ikki fyri ongum, og setti hann so dyggiliga upp á pláss, at hann mátti yvirgeva seg. Og søgan vísir okkum eisini, hvussu bebbaræddur Jesus var, tá hann skuldi doyggja. Hann visti um alt, hann skuldi ígjøgnum, og bað um at sleppa undan tí, um tað var gjørligt. Hetta er ein so góð mynd, sum skilliga lýsir, at Jesus var menniskja, sigur Niels Vigild. Og Pætur stakkalin. Hann er monnum líkur. Erpin og reypandi, tá gongur væl. Men undanstøkkingur, tá á stendur. Tað er veruliga spennan- di, at ein 2.000 ára gamal tekstur ber enn dagin í dag. Og at vit dagliga liva eftir honum, hóast vit ikki hugsa um tað. Men hetta er tað, øll okk- ara vesturlendska mentan byggir á. »Hvat størri kann ein ynskja sær at sleppa at framføra?« spyr danski sjónleikarin Niels Vigild, sum fer at brúka seinastu dagarnar á Føroyaferðini til at hyggja at landinum, sum hann er vorðin hugtikin av og fegin vil læra betri at kenna. Tey upprunaligu handrit- ini enda knappliga við ræðslu kvinnunar: »Og tær fóru út og flýddu burtur frá grøvini, tí at ótti og ræðsla var komin á tær; og ongum søgdu tær frá nøkrum, tí tær vóru ótta- fullar.« Í Markus evangeliinum doyr Jesus á krossinum við einum hørðum rópi. Hetta rópið er ikki at finna hjá hinum trimum evangelist- unum. Tað virkar dupult so hart hjá Markusi. Grund er til at halda, at hann hevur hoyrt tað, og at tað enn endurljóðar í huga hansara og ger orðini so skelkandi, skrivar Johannes Møllehave í leikskránni hjá Niels Vi- gild um Markus. Berandi tekstur Spurdur hví hann ikki hevur valt ein av hinum evange- listunum, kanska Matteus, sum er fyrstur í røðini, svar- lítla brotið í kap. 14 (ør- indini 51 og 52) um tann unga mannin, sum flýggjar, tá Jesus verður tikin fangi í Getsemane: »Og ein ungur maður fylgdist við honum, og hann hevði sveipað eitt línklæði uttan um sín bera kropp. Og teir tóku hann. Men hann slepti línklæði- num og flýddi nakin burt- ur.« Gitt hevur verið, at hesin ungi maðurin var Markus sjálvur. Meira enn 70 persónar koma og fara, meðan Jesus, sum Markus hevur fylgt, undursamur berst fram fyri eygu og oyru. Tá kvinnurnar í kapitli 16 koma út til grøvina, hevur Markus gloymt at siga frá, at steinurin var sera stórur. Hetta setir hann so bara upp í endan á fjórða ørindi líka- sum eina parantes. Tað óhjálpna verður yndisligt. Danski sjónleikarin Niels Vigild er í Føroyum við einmansleiki um Markus evangeliið. Hetta er tann besta søgan, sum yvirhøvur er til, sigur hann EDVARD JOENSEN Hann er als ikki í iva um, at hendan søgan, hann ferðast runt og spælir og fortelur fyri fólki, er tann besta søg- an, sum nakrantíð er skriv- að. Og so er hon sonn eisini. »Hetta er tann mest spennandi, tann prýðilig- asta, tann vakrasta og tann ræðuligasta søgan, sum skrivað er«, sigur danski sjónleikarin Niels Vigild um ta søguna, hann hevur verið í Føroyum og greitt fólki frá seinastu dagarnar. Søgan, hann tosar um, er evangeliið hjá Markusi. Annað evan- geliið í Nýggja Testamenti. Henda søgan sigur okk- um um kærleika, vísdóm, svik og pínslur. Hon vísir okkum menniskjað, sum tað er, sigur hann. Hann hevur ikki broytt ein einasta stav í øllum tekstinum. Hann spælir og fortelur allan tekstin, sum hann er. Tað tekur umleið hálvantriðja tíma, sigur Niels Vigild. Tá er ein steðgur upp á einar 20 min- uttir lagdur inní, sigur hann. Maðurin, sum sitir yvir av mær við eini sigarett og ein- um kaffikrússi, er gott fimti ára gamal. Tað myrka hárið er gránað eitt sindur í vang- unum, og eyguni glitra sum stjørnur, tá hann fer at greiða frá. At hann livir í síni frásøgn, er heilt greitt. Honum dámar at siga frá, og hann dugir tað sum fáur, eg havi møtt. Tað er bein- anveg, at eg kenni, at her havi eg ligið sjóvarfallið av mær, tá tað ikki lá mær fyri at hoyra hesar framførslur- nar. Áhugin hjá Niels Vigild fyri Bíbliutekstum varð vaktur, tá hann einaferð tíð- liga í sjeytiárunum spældi Jesus í einum gospelleiki á ABC sjónleikarhúsinum í København, greiðir hann frá. Hesin áhugin hevur so onkusvegna fylgt honum, sigur Niels Vigild. Hesin gospelleikurin var bygdur yvir Matteus evangeliið. Síðan hevur hann í grundini einki havt við slíkar tekstir at gera í fleiri ár. Men tá hann so frætti um ein norsk- an starvsfelaga, sum hevði eina framførslu, sum varð bygd á Markus evangeliið, hugsaði hann, at tað kundi verið spennandi at roynt. At tað júst varð Markus, komst av, at Markus evan- geliið er tað elsta og tað stytsta av teimum fýra evan- geliunum. Tað ber til, hóast tað er nóg so langt, at fram- føra tað í einum, uttan at stytta tað. Tað hevði verðið neyðugt, um eitt av hinum trimum varð valt, sigur Niels Vigild. Um Markus Í leikskránni, sum Niels Vi- gild hevur til hesa fram- førslu sína, skrivar kendi danski presturin Johannes Møllehave um Markus. Matteus og Lukas brúka evni frá Markusi. Næstan allur teksturin hjá Markusi gongur aftur hjá teimum báðum. Nøkur fá orð und- antikin. Markus skrivar eitt sera einfalt og primitivt mál. Gitt hevur verið, at hann man hava verið analfabetur, sum seint hevur lært at skriva. Hann sigur frá sum eitt barn. Pøstur og rótandi. Tann primitivi stílurin tekur lesaran á bóli. Teksturin er einfaldur, góðvarin, natúr- ligur og sera ímyndandi. Sagt er um frásøgufólkini hjá Blicheri, at tey eru so innlivað í søgurnar, tey siga, at tað kenst, sum eru tað teirra egnu søgur, sum sagd- ar verða. Tað sama kann sigast um Markus. Serliga hava granskarar heft seg við tað Hetta er samstundis tann vakrasta og tann ræðuligasta søgan, søgd er, sigur Niels Vigild, sjónleikari um Markus evangeliið, sum hann ferðast runt og fortelur á palli (Mynd: Edvard Joensen)