hósdagur 20. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓLAVUR Í BEITI
Hørgni Hoydal hevur fingið
tveir spurningar at svara frá
Lisbeth L. Petersen, og er
tann fyrri um, hví ikki allar
landsstýriskunngerðir eru
avgreiddar í sambandi við
nýggju kirkjulógirnar? Og
so vil Lisbeth L. Petersen
hava at vita, hvussu langt
arbeiðið er komið ?
– Tá frágreiðing lands-
grannskoðarans um lands-
roknskapin var til viðgerðar
á Løgtingi tann 11. apríl
2000, kom tað fram, at trup-
ulleikar vóru í sambandi við
nýggju kirkjulógirnar, og
grannskoðarin vísti á, at
nógv var ógreitt, tá talan var
um Kirkjugrunnin, Kirkju-
kassarnar og roknskap og
eftirlit í sama sambandi.
–
Landsstýrismaðurin
hevur gjørt kunngerð í sam-
bandi við kirkjugrunnin, og
latið tað yvir til stiftsstjórn-
ina sjálva at taka avgerð, og
harvið sloppið sær undan at
gera reglur. Hetta metir
grannskoðanin er skeivt, tí
landsstýrismaðurin eigur
ikki at „delegera“ hesa upp-
gávu til aðrar, sigur Lisbeth
L. Petersen.
Svarar ikki
– Somu viðmerking hava
teir til avgerð landsstýris-
mansins, tá talan er um
kirkjukassarnar,
hvussu
fíggjarætlanir skulu setast
upp og skipast, og hvussu
roknskapir skulu setast upp.
Fleiri dømi eru um aðrar
viðkomandi spurningar, ið
landsgrannskoðanin hevur
sett, men landsstýrismaður-
in hevur ikki svarað, verður
sagt í frágreiðingini.
– Nú í mars mánaði hevur
landsstýrismaðurin tó upp-
lýst, at orka hevur ikki verið
til at svara, tí arbeitt hevur
verið við málinum um at
yvirtaka fólkakirkjuna og at
gera kunngerðir til nýggju
kirkjulógirnar!
– Samstundis síggja vit í
fjølmiðlunum, at Prestafel-
agið hevur havt fund, og har
verður sagt, at enn mangla
kunngerðir, og rammurnar
eru ikki fyltar út, so virkast
kann eftir nýggju lógunum,
og har verður dømi nevnt
um tørvandi heimild at
brúka pening til prestaem-
bætini, sum bíðað hevur
verið eftir.
– Vit kenna søguna um
tær 7 kirkjulógirnar, sum
fyrra Løgtingið samtykti á
sinni, men sum landsstýris-
manninum ikki dámdi, og
tí ikki vildi seta í verk. At
enda var hesin tó so kroyst-
ur, at hann eftir áhaldandi
trýsti mátti akta og harvið
virða Løgtingsins samtyktir
soleiðis, sum honum er á-
lagt sambært lógini, sigur
Lisbeth L. Petersen í við-
merkingunum og spyr, tí
hon vil hava eitt svar.
Landsstýrismað-
urin eigur ikki
at »delegera«
Vit kenna søguna um tær 7 kirkjulóg-
irnar, sum fyrra Løgtingið samtykti á
sinni, men sum landsstýrismanninum
ikki dámdi, og tí ikki vildi seta í verk,
sigur Lisbeth L. Petersen m.a. í við-
merkingunum til fyrispurning
ÓLAVUR Í BEITI
Í viðmerkingunum til upp-
skotið hjá fiskimálaráðharr-
anum um mánaðarligan
minstaforvinning, verður
upplýst, at fiskimálaráð-
harrin setti í desember 1999
ein arbeiðsbólk við umboð-
um m.a. frá Meginfelag Út-
róðrarmanna, Fiskimála-
stýrinum og Vinnumálastýr-
inum at meta um møguleik-
an at gera broytingar í ver-
andi skipan við mánaðarlig-
um minstaforvinningi til
tess at bøta um inntøku-
trygdina hjá teimum, sum
hava útróður sum høvuðs-
vinnu, og at skipanin kundi
gerast meira einsháttað við
aðrar almennar skipanir,
herundir skattaviðurskifti
og arbeiðsloysisskipan.
– Arbeiðsbólkurin kom
skjótt til ta niðurstøðu, at í
skattamálum verða útróðr-
armenn viðgjørdir sum aðrir
fiskimenn. Tað sama er
galdandi fyri arbeiðsloysis-
skipanina, og at allir báta-
eigarar verða viðgjørdir á-
javnt við sjálvstøðug vinn-
urekandi. Hvat viðvíkur
lønarhækking og frítíðarløn
eru útróðrarmenn ikki undir
somu skipan sum aðrir fisk-
imenn.
Ynski útróðrarmanna
– Arbeiðsbólkurin hevur
víst á tey ynski um broyt-
ingar, sum umboðini fyri
Meginfelag Útróðrarmanna
settu fram í arbeiðsbólki-
num. Millum annað var
ynskt,
at
mánaðarligur
minstiforvinningur verður
avroknaður út frá avrokn-
ingini og ikki einum føstum
prosenti, at mánaðarligur
minstiforvinningur hækkar
við sama prosentsatsi sum
arbeiðaralønin, at frítíðarløn
verður rindað av mánaðar-
ligum minstaforvinningi, og
at tað skal bera til at hava
summarfrí uttan at detta úr
skipanini.
– Um hesi ynski hjá út-
róðrarmonnum skulu setast
í verk, so økist kostnaðurin
av skipanini heilt munandi,
og játtanin á fíggjarlógini
fer ikki at halda. Fyri at
spara økingina innaftur vísir
arbeiðsbólkurin á møgu-
leikar at økja kravda avreið-
ingarvirðið soleiðis, at færri
bátar verða í skipanini.
Semja var ikki um hetta í
arbeiðsbólkinum.
Men Jørgen Niclasen
ynskir at ganga nøkrum
ynskjum á møti m.a. við at
loyva
møguleikan
við
summarfrí uttan at detta úr
skipanini. Samstundis verð-
ur dentur lagdur á, at skip-
anin ikki elvir til misnýtslu
av tølum og veruligum út-
róðrardøgum og avreiðing-
Einki fyri útróðrarmenn
– Í skattamálum verða útróðrarmenn viðgjørdir sum aðrir fiskimenn, tað sama er galdandi fyri
arbeiðsloysisskipanina, men hvat viðvíkur lønarhækking og frítíðarløn eru útróðrarmenn ikki
undir somu skipan sum aðrir fiskimenn, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingunum til uppskot um
mánaðarligan minstaforvinning
um. Eisini má skipanin
verða møgulig at umsita.
800 krónur upp
Út frá nevndu fortreytum og
fyri at bøta um inntøku-
trygdina hjá útróðrarmonn-
um verður skotið upp av
fiskimálaráðharranum, at
mánaðarligi minstiforvinn-
ingurin hækkar við 800
krónum, og avrokningin av
hýru verður lækkað niður í
35 prosent av brutto.
– Til tess at meirkostnað-
urin verður tikin innaftur
verður skotið upp, at kravda
avreiðingarvirðið hækkar úr
kr. 54.000,- upp í kr.
72.000,- fyri 6 mánaða
skeiðið, og minkingin verð-
ur hækkað úr 50 oyru upp í
55 oyru fyri hvørja krónu.
Hetta merkir, at minstifor-
vinningurin fellur burtur, tá
fiskiparturin fer upp um kr.
16.363,64, sigur Jørgen
Niclasen m.a. í viðmerking-
unum til uppskotið.
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 78 - 20. apríl 2000
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 78 - 20. apríl 2000
OPIÐ HÚS
OPIÐ HÚS
Leygardagin 22. apríl
frá kl. 10.00 - 15.00
á Hálsi · Tel 316161 · www.nissan.fo
verður høvi at síggja tann nýggjasta bilin frá Nissan.
Nissan ALMERA hevur alt, einum nútíðar bili tørvar. Umframt snøgga útsjónd,
hevur Almera framúr koyrieginleikar - trygdin er í topp. So tú hevur nakað at
gleða teg til. Vælkomin.
SANSIR TEL 355 355
Avbjóðing at finna røttu loysn-
ina í ríkisfelagsskapinum
Edmund Joensen sigur heldur, at nýggja veljarakanningin heilt greitt vísir, at
føroyingar ynskja at varðveita ríkisfelagsskapin og vælferðina. Nú eigur and-
støðan uppgávuna at finna bestu loysnina til hetta, heldur hann
JOHN JOHANNESSEN
– Nýggja veljarakannigin
vísir, at tveir triðingar at
Føroya fólki eru ímóti full-
veldisætlanini. Somuleiðis
sýna aðrar kanningar, at
tveir triðingar ynskja eina
nýggja skipan innan fyri
ríkisfelagsskapin. Hetta eig-
ur landsstýrið at virða og
leggja frá sær ella broyta
ætlanina, heldur Edmund
Joensen.
Formaður
Sambands-
floksins vísir á, at Sam-
bandsflokkurin og Javnað-
arflokkurin hava gjørt greitt,
at teir hava eitt alternativ til
fullveldisætlanina. Hetta
gjørdu teir, tá teir í felag
skrivaðu tilmæli til lands-
stýrið eftir viðgerina í uttan-
landsnevndini av samráð-
ingaruppritinum.
Hetta alternativ inniber, at
Føroyar skulu fáa eina
nýggja skipan við Dan-
mark, ið gevur okkum víðk-
að sjálvræði innan fyri rík-
isfelagsskapin. Men hvussu
modellið fyri hesi loysn skal
síggja út, sær Edmund Jo-
ensen sum eina stóra upp-
gávu hjá andstøðuflokkun-
um at finna út av. Í tilmæl-
inum til landsstýrið vístu
teir báðir stóru andstøðu-
flokkarnir nevniliga ikki á
nakað felags álit. Í staðin
vísti Javnaðarflokkurin á
sítt sjálvstýrisuppskot og
Sambandsflokkurin á sítt
nýskipanaruppskot.
Fáa aðrar flokkar við
Edmund Joensen ivast ikki
í, at tað fer at eydnast Sam-
bandsflokkinum og Javnað-
arflokkinum at finna fram
til eitt felags modell. Mo-
dellið skal hava timælið,
gjørt varð í uttanlands-
nevndini, sum útgangsstøði,
og síðani skulu aðrir flokkar
við í samstarvið.
– Tað er ikki nóg mikið,
at Javnaðarflokkurin og
Sambandsflokkurin
taka
seg saman um eitt nýtt sam-
ráðingarupplegg. Talan má
vera um eitt samstarv, ið
eisini fevnir um Fólkaflokk-
in og smáu flokkarnir. Vit
skulu í veruleikanum finna
fram til eina semju, ið allir
flokkar uttan Tjóðveldis-
flokkurin standa aftan fyri,
sigur Edmund Joensen.
Slíka semju trýr Edmund
Joensen tað bera til at finna
fram til. Hann vísir á, at vit
seinastu tíðina hava fingið
heilt greiðar ábendingar um,
at veljararnir ikki taka undir
við tí leisti samgongan og
serliga Tjóðveldisflokkurin
førir í ríkisrættarliga spurn-
inginum.
Tveir møguleikar
Edmund Joensen sær tveir
møguleikar fyri, at Føroyar
fara undir nýggjar samráð-
ingar um ríkisrættarligu
støðuna. Ein møguleiki er,
at samgongan eftir úrslitið
av veljarakanningini tekur
til eftirtektar og letur nýggja
samgongu sleppa framat.
Hon møguleikin er, at sam-
gongan letur tekur bakkar
og tekur andstøðuna við í
málið um ríkisrættarligu
støðuna.
Formaður
Sambands-
floksins er vísur í, at fáa vit
eina nýggja samgongu, ið
leggur seg eftir at fáa víðkað
sjálvstýri innan fyri ríkisfel-
agsskapin, fáa vit veruligt
sjálvræði, ið byggir á ein
tryggan búskap.
Mugu varðveita
blokkin
Hóast Edmund Joensen
heldur, at vit eiga at arbeiða
fram ímóti víðkaðum sjálv-
stýri innan fyri ríkisfelags-
skapin, er hann ikki sinn-
aður fyri at taka av blokk-
stuðulin. Hann vísir á, at
blokkstuðulin ber helvtina
av búskapinum og ein trið-
ing av fíggjarlógini, tí er
samfelagið ikki ført fyri at
klára seg uttan veitingina úr
Danmark.
– Vit vita jú, at flest allir
búskaparfrøðingar hava víst
á, a tað er vandamikið fyri
føroyska búskapin, fellur
blokkstuðlin burtur. Ein
teirra hevur enntá í grein í
Dimmalætting víst á, at
sjálvt ein skiftistíð á 15 ár,
sigur Edmund Joensen.
Undir spurnarorðaskiftin-
um á fólkatingi herfyri um
ríkisrættarligu støðu Føroya
komu frá donsku politikar-
unum fram greiðar ábend-
ingar um, at danir undir øll-
um
umstøðum
ynskja
blokkstuðulin burtur. Men
hetta metir Edmund Joen-
sen vera yvirtulking. Hann
vísir á, at tað, danir meina
við, er, at tað ikki ber til, at
danir veita føroyingum
blokkstuðul, um skattapro-
sentið í Føroyum skal vera
nógv lægri, enn tað í Dan-
mark.
– Tað, ið danir meina, er,
at vit ikki bert skulu taka
ímóti, men eisini geva, sigur
Edmund Joensen.
Formaður
Sambands-
floksins heldur, at tað kann
føra til eina hættisliga støðu
fyri føroyska samfelagið,
um landsstýrið heldur fram
eftir sama leisti í fullveldis-
málinum. Hann vísir á, at
um tað kemur so langt, at
ein sáttmáli verður feldur á
eini fólkaatkvøðu, førir
hetta til pínliga støðu í Før-
oyum.