hósdagur 20. apríl 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 78 - 20. apríl 2000
Hósdagur 20. apríl 2000
Flyta kanska aftur
til Føroya
Í skjótt trý ár hevur Henning starvast við donsku sjómanskirkjuna
í Göteborg, og eisini roynir hann at fáa gongd á tað danska og
føroyska kirkjuarbeiðið í Stockholm. Men hjúnini flyta kanska
aftur til Føroya at búgva, tá ið Henning fer frá
Konurnar
við
kassan
miðsíðurnar
mynd: Jan Müller
1. tr.: Markus 16,1–7
Gleðiligar páskir í Jesu
navni! Hesa heilsan bera vit
og fegnast. Lívið vann sig-
ur á deyðanum. Hin tóma
grøvin heldur sína prædiku.
Tað er ljós fyri framman, tí
ljósar liggja leiðir frelsar-
ans.
Í skilnaðartalu síni, tá
Jesus kunnaði lærusveinar
sínar um burturferð og frá-
veru, segði Meistarin hesi
orðini: »Eg vil ikki lata
tykkum verða eftir faðir-
leysar; eg komi til tykkara.
– Enn eina stutta stund, og
heimurin sær meg ikki
longur; men tit síggja meg,
tí at eg livi og tit skulu liva«.
(Jóh. 14,18f).
Og vit kenna lívið, hitt
livandi jarðiska lívið. Vit
kenna lívið, hin upprisna
Jesus Kristus. Kristus livir
og vit liva. Tað er lív og
trivnaður. Tað er vón og
vissa, sjálvt um vit fleiri
ferðir um árið leggja til
hvíldar og jarða. Vit hvíla í
trúnni, liva í trúnni. Vit
kenna uppreisn Jesu Krist,
at hann er risin upp av
deyða og grøv og livir.
Sjálvan langa fríggjadag
sá tað ikki út av nógvum.
Golgata og teir krossfestu.
Nú valdaði friður og fólkið
var farið nakað til síðis.
Nakrar
kvinnur,
Maria
Magdalena, og Maria móðir
Jósefs. Tær báðar og nakrar
heilt fáar, ið ikki eru
navngivnar. Tær sóu staðið,
har Jósef úr Arimateu
jarðaði Jesus í eini nýggjari
grøv, hann hevði høgt inn í
klettin og ætlað sær sjálvum
sum hvíldarstað.
Jósef úr Arimateu var ein
ríkur maður og ein mætur
ráðsharri. Skrivað stendur,
at hann væntai Guðs ríki og
fann ikki frægd í verki jød-
anna. Jósef fór til Pilatus og
bað um likam Jesu, – at
hann mátti taka likamið
niður og fáa tað lagt virði-
liga í eina grøv. Hann vildi
ikki, at Jesu likam skuldi
hanga til háð og spott. Tað
var nóg mikið, tann skemd,
ið var víst Jesusi, meðan
hann livdi. Húðflongdur,
tornakrýndur og áspýttur.
Og Nikodemus, ein ráð-
harri Jøda. Einaferð var
hann á nátt komin til Jesus.
Ta ferðina avlegði hann
hendan
vitnisburðin:
»Rabbi, vit vita, at tú ert
lærari, komin frá Guði; tí at
eingin kann gera hesi tekin,
sum tú gert, uttan Guð er
við honum«. (Jóh. 3,2).
Teir báðir, Jósef úr Ari-
mateu
og
Nikodemus.
Skriftin sigur ikki so nógv
um hesar báðar. Teir vóru
valla trúarhetjur, teir ar-
beiddu í tí stilla. Um nátt-
ina, av ótta fyri jødunum.
Ótta fulla viðkvæma trúgv.
Men tá á stóð, og frelsar-
in hekk á Golgata sum løtt
føði hjá stórum fuglum og
villini djórum. Tá royndust
hesir báðir sum sannir vinir.
Teir góvu Jesusi eina heið-
urliga jarðarferð, sveipaðu
hann í línklæði saman við
angandi urtum.
Rundan um Golgata var
ein urtagarður, og her var
Jesus loksins jarðaður í eini
læntari grøv. Nakrar kvinn-
ur sóu Jósef og Nikodemus
velta ein stóran stein fyri
gravarmunnan. Kvinnurnar
sóu grøvina, har likam Jesu
varð lagt. Tær fóru avstað
aftur og gjørdu til angandi
urtir og smyrsl. Og hvílu-
dagin hildu tær sær í kvirr-
um eftir lógini.
Og nú hvíludagurin var
farin, og hin fyrsti dagurin
í vikuni komin. Reiðuliga
árla á morgni sunnudagin
um sólarris, nú koma tær
tríggjar Maria Magdalena
og Maria móðir Jákups og
Salóme við vælangandi
smyrsli fyri at salva likam
Jesu.
Hesar tríggjar høvdu í
hyggju at sýna Jesusi hin
seinasta heiðurin. Tær ætl-
aðu at vitja grøv hansara og
minnast, vitja og salva
likam hansara til æviga
hvíld.
Tað var bara ein trupul-
leiki. Hin stóri steinurin.
»Hvør skal velta okkum
steinin burtur frá gravar-
munnanum?«
Hin stóri trupulleikin, nú
tær eru ávegis út til grøvina
og tosa sínámillum. Hin
stóri trupulleikin varð loyst-
ur. Páskaevangeliið boðar
tey gleðiboð, at einaferð
verður lívsins stóra gáta.
Hin torføri spurningurin, ið
byrjar við hví? Hví gekst
tað so? Hví mistu vit? Hví
skal grøvin hylja ein av
okkara kæru. Hví er havið
so náðileyst?
Einaferð verða allir spurn-
ingar svaraðir, og hvør dag-
ur, hvør løta og stund ein
uppreisnarløta.
Einaferð
verður hin torføri spurning-
urin svaraður ikki sum stað-
festing av deyða við eina
væl stongda grøv ella hitt
djúpa óskiljandi hav!
Hin stóri steinurin varð
veltur frá, og kvinnurnar
fóru inn í grøvina. Har sóu
tær ein ungan mann sitandi
høgrumegin í síðum, hvít-
um klæðum, og tær rædd-
ust.
Maðurin í teim hvítu
klæðunum var ein eingil
Harrans. Hann sær tær ótta-
fullu hugtungu kvinnurnar
og sigur: »Ræðist ikki! Tit
leita eftir Jesusi úr Nasaret,
hinum krossfesta; hann er
risin upp, hann er ikki her.
Hyggið, har er staðurin, har
sum teir løgdu hann«.
Dýrabæru orð frá eingli
Harrans! Hetta er páskaboð-
skapurin, at Jesus ikki varð
verandi sum ein deyður
maður í grøv Jósefs. Í tríggj-
Páskaboð
ar dagar, fríggjadag, leygar-
dag og sunnudag var Jesus
millum tey deyðu, kross-
festur og jarðaður. Hin
triðja dagin slitnaðu deyð-
ans leinkjur, og hin deyði
Jesus rísur upp sum hin liv-
andi Kristus og gjørdist sig-
ursins Harri. Hann eigur alt
vald á himni og jørð. Hann
er kongur konganna og
ævigur Guð á himnanna
høgu hæddum. Hansara
kongatign er ævig, og um
ævir verður ríki hansara at
standa.
Ræðist ikki, – soleiðis
ljóðar gleðiboðskapurin.
Eisini í dag bera einglarnir
sama boðskap. Harrans
sendiboð, – einglarnir hava
so mangan styrkt óttafullar
ivasamar sálir.
Ræðist ikki! Soleiðis
ljóðar gleðiboðskapurin.
»Hví leita tit eftir hinum liv-
andi millum hina deyðu?
Hann er ikki her, men hann
er risin upp«. (Lukas 23,5f).
Ræðist ikki, kæru kristnu
brøður og systrar. Missið
ikki mótið. Tað er lív hóast
deyðin setur nívandi spor
eftir seg. Tað er lív, ævigt
lív í Guðs ríki. Vit fara at
liva, liva um ævir í Guðs
æviga himmalska ríki! Tað
verður sum við hveitikorn-
inum, ið fellur í jørðina og
doyr. Tað doyr, og við at
doyggja føðir tað lív av
nýggjum.
Páskaboðskapurin
er
stuttur og greiður. Evangeli-
ið er dýrabært og lívsjátt-
andi. »Ræðist ikki! Tit leita
eftir Jesusi úr Nasaret, hin-
um krossfesta; hann er risin
upp, hann er ikki her. Hygg-
ið, har er staðurin, har sum
teir løgdu hann«.
Kann tað sigast betur enn
tað sama? Nei, ikki nógv
betur enn tað sama. Jú, eitt
sindur betur! »Men farið
avstað, sigið við lærusvein-
ar hansara og við Pætur:
Hann fer undan tykkum til
Galileu; har skulu tit síggja
hann, soleiðis sum hann
hevur sagt tykkum!«
Vælsignað
hjá
teim
bangnu
kvinnunum
at
hoyra. Frelsarin er á lívi, og
tey skuldu síggja hann í
Galileu. Hann er farin
undan teimum til Galileu,
og tey suldu møtast har.
Síggja Meistaran upprisnan
og á lívi. Hann var farin
undan teimum til Galileu.
Eisini vit fara at síggja
frelsaran upprisnan og á
lívi. Jesus er farin unan okk-
um heim til himmalska faðir
sín. Og vit fara at síggja
hann heima í dýrdini, heima
hjá Guði og einglunum.
Heima í frelstum snjó-
hvítum skara, skara teirra,
ið hava tvigið klæði síni rein
í lambsins dýrabæra blóði.
Vit fara at liva í Guðs ríki
og møta okkara kæru aftur,
alt
vegna
Jesus,
tað
fullgjørda verkið. Og vit
fara at liva um ævir í trúnni
á okkara krossfesta men
upprisna frelsara.
Og soleiðis segði Jesus
sjálvur, longu langt áðrenn
hann doyði, tá hann setti
okkum stevnu í landi teirra
livandi:
»Hjarta tykkara verði ikki
óttafult! Trúgvið á Guð, og
trúgvið á meg! -- Í faðirs
míns húsi eru mangir bú-
staðir. Var tað ikki so, hevði
eg sagt tykkum tað; tí at eg
fari burtur at tilbúgva stað
fyri tykkum. -- Og tá ið eg
eri farin burtur og havi til-
búgvið stað fyri tykkum,
komi eg aftur og skal taka
tykkum til mín, til tess at
har sum eg eri, skulu tit
eisini vera«. (Jóh. 14, 1-3).
Gleðiligar páskir og til-
lukku við lívinum! Ræðist
ikki, men livið í tøkk og
guðgivnum friði. Hann
livir! Jesus Kristus livir, og
vit skulu liva. Liva nú og
um ævir, liva í trúnni á
Kristus! Amen!
Jógvan Fríðriksson