hósdagur 20. apríl 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 78 – 20. apríl 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein.
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Heri Eysturlíð
Í vár hevur føroyski tón-
leikarin Ernst Dalsgarð
havt úr at gjørt. Ikki sum
floytuspælari hesaferð,
men sum høvuðsleikari í
operuni L’elisir D’amore
(Kærleiksdrykkurin), ið
varð framførd á Den Ny
Opera í Esbjerg. Tey góv-
ust at spæla operuna fyri
fjúrtan døgum síðani, tá ið
ensemblið sum eitt slag av
”finalu” ferðaðist kring
Danmark og framførdi
„Kærleiksdrykkin“.
Ensemblið fekk sera góð
ummæli í donskum bløð-
um, serliga fyri tað leik-
listarliga. Annars bóru
Ernst Dalsgarð og leik-
stjórin ótta fyri júst hesum
partinum av operuni, eftir-
sum Ernst ikki hevði fing-
ist so nógv við leiklist
áður.
Vanliga starvast Ernst
Dalsgarð sum kórsangari í
Det Kongelige Danske
Operakor, so alt várið
hevur hann ferðast ímill-
um Keypmannahavn og
Esbjerg at venja.
Spennandi uppgáva
Í heyst bjóðaði Den Ny
Opera til sangarakapping
fyri at finna tær røttu
røddirnar til hesa vælum-
tóktu operu.
- Aftaná kappingina fekk
eg at vita, at teir høvdu
verið sera glaðir fyri rødd-
ina hjá mær. Men ein ann-
ar tenorur, góði vinmaður
mín Helge Rønning, fekk
leiklutin. Hann hevði,
umframt eina góða rødd,
gingið fýra ár á opera-
akademinum, greiðir Ernst
Dalsgarð frá.
Men tá ið Helge Rønn-
ing so fekk forfall, setti
Den Ny Opera seg í sam-
band við Ernst, og hann
var ikki seinur at taka av.
- Millum annað tí, at
leikluturin sum Nemorino
(høvuðsleikluturin, red.)
er ein sera vælumtóktur
leiklutur millum tenorar.
Ein strævin, men spenn-
andi uppgáva, sigur Ernst
Dalsgarð.
Seta stór verk upp
Den Ny Opera varð sett á
stovn fyri uml. fimm árum
síðani og hevur tvey tey
seinastu árini fingið fígg-
ing frá danska statinum og
Ribe Amt. Hetta ger, at
tey kunnu løna fólki og
seta stór verk upp.
Ernst á sanganna
veingjum
Ein farri
av stórbýi.....
Ja, hevði satt at siga okkurt sovorðið ordiliga álvarsligt
mál, eg hevði ætlað mær at skriva um, okkurt sovorðið
at øsa seg um, at verða sjokeraður av o.s.fr., men
áðrenn eg skuldi seta meg við telduna, hendi nakað
ótýdligt, ikki nakað stórt og ræðiligt á nakran hátt,
bara nakað ótýdligt.
Havnin er broytt nógv hesi seinastu árini, ja, bara
hesi seinastu trý eitt hálvt árini síðani vit stungu í
sekkin og komu heim aftur til oyggjarnar.
Her í miðbýnum hava vit nú fleiri matstovur úr
ymsum heimskrókum, vit kunnu frøa góman (fyri ikki
at tala um búkin), við krásum úr Kina til Kolturs, úr
Marokko til Mykinesar. Vit kunnu ganga á kafé um
dagarnar og drekka cappucino og eta tertur ella pita-
breyð, sum vóru vit í suðurlondum (ella bara í Keyp-
mannahavn), og um kvøldarnar fara vit á pub og
drekka irish cofée ella Pina Colada afturvið livandi
jazzi ella "hyggepiano".
Spákar tú gjøgnum miðbýin eitt vanligt góðveðurs-
vikukvøld, so ganga allastaðni fólk og smápráta. Fyrr
var tað ikki fyrr enn um 2-tíðina vikuskiftisnætur, at
býurin ýddi í fólki. Havnin hevur knappliga eftir nøkur
heilt fáum árum fingið ein farra av stórbýi. Og tað er
ein góður fjálgur farri, tí hann er jú tíbetur enn í
rímiligum mátistokki, og verður neyvan ov stórur
heldur.
Men, - so var tað handan lítla ótýdliga hendingin,
sum onki hevði uppá seg, - og tó....... Tað, sum hendi,
var, at eg traðkaði í ein, - ja tit kunnu sjálvi hugsa
tykkum hvat, - beint undir mínum snóratræi, har eg
skuldi til at hanga nývaskaði vælangandi seingjar-
klæðir upp. Við stórbýarfarranum er nevniliga nakað
annað komið, sum tey flestu helst vildi verið fyri
uttan. Í stórbýum (ið vegna hóskandi stødd kunnu
loyva sær at nýta hetta heiti) er eitt fólkaslag, sum
ikki kann fara út at spáka einsamalt, men noyðist at
hava ein hund sum umbering til at flyta apostlarnar.
Ikki at eg á nakran hátt havi nakað ímóti, at fólk hava
húsdjór, men húsdjór valdast. Hundur er ikki eitt djór,
sum hugsar nakað stórvegis um reinføri á gongu-
breytunum og grasvøllunum o.s.fr. Alt í lagi, ein
einstakur hundalortur á gongubreytini av og á, tað
doyr ongin av, men tá tað, sum nú, er vorðið neyðugt
altíð at hyggja niðurfyri seg, tá tú gongur til og frá
arbeiði, so at tað ikki longur ber til njóta útsýnið, og
einar 4-5- ferðir á 15 minuttum stutta teininum oman
úr barnagarðinum, ert noydd til at biðja sonin ansa
sær fyri lortum, ja, so........... Aðrastaðni hava tey loyst
hendan trupulleikan við antin at geva hundaeigarunum
bót, um tey ikki samla lortin upp og taka hann við
sær, ella sett fólk at koyra runt á motorsúkklum og
samla inn.
Men alt gott um hundar annars...... Tað einasta eg
komi at hugsa um, sum ger meg eitt sindur minni
álvuliga við hesum stórbýarfarranum, tað er hetta,
sum eg varnaðist í Danmark: Tað var vorðið vanligari
hjá fólki at ganga túr við hundum sínum, enn við
børnunum. Vóni ongantíð vit vera so stórbýarkend, at
vit fara at síggja gøturnar millum kaféeirnar og mat-
stovurnar yvirsáddar við hundalortum, í staðin fyri
foreldum við prátandi børnum...........
Rakel Helmsdal,
rithøvundi
Føroyski opera-
sangarin Ernst
Dalsgarð hevur
fingið góð
ummæli í
donskum bløðum
fyri sín høvuðs-
leiklut herfyri
Den Ny Opera heldur til
í tí nýggja musikhúsinum í
Esbjerg. Musikhúsið er
bara 3 ára gamalt, og
kendi arkitekturin Utzon
hevur teknað. Húsið er
stórt, og pláss er fyri um-
leið 1200 áhoyrarum.
Pallurin á Den Ny
Opera er líka stórur sum
tann á Tí Kongaliga, so
Ernst Dalsgarð heldur
ikki, at tað var nógv ørð-
vísi at syngja har.
Tveir tenorpartar ísenn
Pálmasunnudag og Skíris-
hósdag fer Ernst Dalsgarð
at royna seg bæði sum
evangelistur og tenor-
solistur í Johannespassi-
ónini.
- Vanliga eru tveir um at
syngja tenorpartarnar, men
mær hevur altíð dámt væl
at vita, hvat eg kann klára,
so eg royni bæði. Sera
spennandi og bílligari hjá
kórinum, sigur Ernst Dals-
garð.
Alt summarið hjá Ernst
fer við einari nútímans
operu sum verður fram-
førd á „Den Anden Opera“
í Keypmannahavn, ið
hevur lagt seg eftir at bara
seta nútímans operur upp.
Danski tónasmiðurin And-
ers Brødsgaard hevur
skrivað tónleikin. Anders
Brødsgaard undirvísti í
klaverspæli við gamla
Tórshavnar Musikkskúla
miðskeiðis í áttatiárunum.
Ensemblið fekk sera góð ummæli í donskum bløðum, serliga fyri tað leiklistar-
liga. Annars bóru Ernst Dalsgarð og leikstjórin ótta fyri júst hesum partinum av
operuni, eftirsum Ernst ikki hevði fingist so nógv við leiklist áður.
Nr. 78 – 20. apríl 2000
15
Egg
bera boð
um vár
og lív
PÁSKAREGG: At rulla páskaregg er kanska
serføroyskur siður. Men hvat hava páskirnar
og egg við hvørt annað at gera? Egg er lív og
talan er um sera gamla várveitslu. - Páska-
veitslan er sera gomul og er enntá eldri, enn
kristindómurin. Á enskum eitur tað t.d.
Easter, ið kemur av eystur. Í eystri, har sólin
rísur, og so eru vit jú aftur í súmbolikkinum
við lívi, greiðir fólkalívsfrøðingurin Eyðun
Andreassen frá.
Dagfinn Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Umframt tað, ið vit hava lært í
bíbilsøgu, so seta vit páska-
hátíðina í samband við egg, Tað
gera børnini í hvussu er í stóran
mun.
Prýtt verður við eggum og egg
verða prýdd. Eisini rulla vit egg.
Vit hava sett fólkalívsfrøðing-
inum Eyðun Andreassen stevnu
- eitt slag av páskastevnu - fyri
at fáa hann at greiða nærri frá,
hví eggini hava nakað við pásk-
irnar at gera.
- Tað verður hildið at vera tí,
at tað nærkast vári. Tað fer at
vaksa, grógva, og lív kemur í.
Egg er lív.Tað er upprunin til
lívið, sigur Eyðun Andreassen,
ið her sipar til, at talan er um
eitt slag av veitslu til frama fyri
tí fruktagóða.
Gamal siður
– Páskirnar fella seint á vári.
Hetta er gamal vársiður í Mið-
europa. Í Miðeuropa er várið í
besta blóma, sólin skínur og
genturnar ganga berklæddar á
gøtunum og alt er gott. Fyrr var
gamal siður at senda børnini út í
skógin, ella hagan, at leita eftir
fyrstu eggunum. Eggini vórðu
etin. Egg er góður matur, eftir
ein langan og strævnan vetur,
sigur Eyðun Andreassen.
Hara verpur ikki egg
– So er tað hetta við páskaregg-
unum, sum vit kenna tey í dag.
Hetta er komið frá teim gomlu
siðunum í býunum. Býirnir eru
stórir og har er ongastaðni at
senda børnini út at leita eftir
eggunum. Tí funnu fólk uppá at
finna egg og bera tey inn, so
børnini funnu tey páskamorgun.
Hetta varð skipað á onkran hátt.
Síðani er tann søgan komin, ið
er vanlig sunnan fyri okkum, har
tey tosa um páskaharuna, greiðir
Eyðun frá.
– Tey funnu uppá at siga, at
haran kom við eggunum, men
hara verpur ikki egg. Men haran
var vanligt dýr, ið kom inn í
býirnar. Onkrastaðni verður
kaninin nýtt, sigur Eyðun
Andreassen.
- Páskaharan varð eisini etin.
Tað er óivað ein grund til páska-
haruna. Haran var kanska ein-
asta villa kjøti, sum tey fingu í
býunum. Haran, ella kaninin,
kom við eggunum og bleiv so
etin. Ein má minnast, at sum teir
stóru býirnir blíva til í Mið-
europa, so vantaði eitt, nevniliga
flutningsmøguleikar. Fólk, ið
føddust har, komu ikki út úr
býnum. Størri býurin var, verri
var. Tað var jú eingin stuttur
teinur at fara til gongu. Hugsa
sær at fara til gongu út á landið
av Ráðhúsplássinum í Keyp-
mannahavn, hugleiðir Eyðun
Andreassen, ið ikki avvísir, at í
kanin og haru liggur eisini ávíst
súmbol um nakað fruktagott.
Litir
– Seinni hava fólk funnið uppá
at lita eggini, fyri at fáa
veitslurómin við. Í okkara tíð
hevur ídnaðurin so tikið yvir og
er farin at framleiða egg, ið
einki hava við egg at gera, uttan
kanska tað, at formurin er hin
sami, sigur Eyðun Andreassen.
Seinni er hin guli liturin
komin sum páskalitur. Hann
kemur óivað frá blómuni, ið vit
nevna páskalilja, ið er millum
fyrstu blómurnar, ið blóma,
sigur Eyðun Andreassen, ið
metir liljurnar sum vártekin, ið
fólk gleða seg til.
Serføroyskt at rulla egg
Eyðun Andreassen dugir ikki
neyvt at siga, um siðurin við at
rulla páskaregg er serføroyskur,
ella um hann stavar aðrastaðni
frá. Hann er tó ikki kendur aðra-
staðni um okkara leiðir, stað-
festir Eyðun, sum m.a. hevur
kagað í íslendskar heimildir, har
einki er at finna um hetta.
- Fólk hava so funnið uppá
eitt spæl. At rulla eggini oman
eina brekku, til tey brotna, og so
eta tey. So eru ymisk ráð, fyri at
fáa eggini sterkari. Tey kunnu
kókast í saltløgi ella í kaffi. Ofta
fara familjur út at rulla egg og í
dag gera kanska eisini barna-
garðar nógv burturúr páskar-
eggum, sigur Eyðun Andreas-
sen.
Eldri enn kristindómurin
Páskaveitslan er sera gomul og
er enntá eldri, enn kristindóm-
urin.
- Hetta við eggunum er sera
gamal siður. Ein várveitsla.
Navnið páskir kemur úr kristin-
dóminum, úr hebraiskum og
latíni. Á týskum og enskum
eitur tað jú ikki páskir. Á ensk-
um eitur tað t.d. Easter, ið kem-
ur av eystur. Í eystri, har sólin
rísur, og so eru vit jú aftur í
súmbolikkinum við lívi, greiður
Eyðun Andreassen frá.
- Sum kristin veitsla, hava vit
yvirtikið páskirnar frá jøda-
dóminum. Stórhendingin eru jú
páskalambið, ið er jødiskur
siður, ið vit eisini kenna frá
útlegdini í Egyptalandi, sigur
Eyðun og minnir á bíbilsøguna,
har jødar fingu boð um at slakta
eitt lamb og smyrja blóðið á
durastavin, so soldátarnir lótu
tey, ið har búðu, sleppa við
lívinum.
- Hetta er elligamal jødiskur
siður, kanska eldri enn tað
eisini, og so er hetta komið inn í
kristindómin. Vit halda jú
skírisdag til minnis um heilagu
kvøldmáltíðina, krossfestingina
langa fríggjadag og uppreisnina
fyrsta páskadag. Hetta er so
blandað við gomlu várveitsluna í
Europa. Sostatt hava eggini ikki
religiøsan týdning, men eru til
heiðurs fyri tí fruktagóða, sigur
Eyðun Andreassen at enda í
frágreiðing síni um siðin við
páskareggum um páskirnar.