hósdagur 20. apríl 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 78 - 20. apríl 2000
Dánjal Højgaard
Høgni Mohr
Myndir: Jens Kristian Vang
- Eg haldi, at vit eru tryggleika-
narkomanar.
Við kassa 2 skrivar 34 ára
gamla Eilen Olsen eitt kekkhefti
út til eina eldri konu. Framvegis
er onkur, sum vil hava kekkar,
hóast tað ikki longur er bíligasta
loysnin.
Eileen var átta ár í Sjóvinnu-
bankanum áðrenn hon fór í Før-
oya Sparikassa at arbeiða. Hetta
var fyri fimm árum síðani. Tað
var í stóran mun tryggleikin, sum
taldi tá ið hon valdi sítt lívsyrki.
-Tað er eingin spenningur sum
so. Tú veitst nøkulunda hvussu
dagurin lagar seg. Tað er so at
siga tað sama tú gerst alla tíðina,
sigur Eilen, sum ikki er hon, ið
droymir um at stovna sítt egna
virki ella at sigla einsamøll kring
jørðina við seglskipi.
-Tað veldst jú nógv um persón-
leikan. Tú ert á sama staði alla
tíðina. Tú ert saman við teimum
somu fólkunum. Og tú fært fasta
løn. Tær nýtist ikki at vera so
øgiliga framlig, sigur Eileen, og
leggur dent á, at hon svarar bara
fyri seg sjálva.
Gulimaður
Við kassa 3 situr Kinna Fritsdóttir
Olsen og avgreiðir eina vinkonu
úr bindiklubbanum. Har er
vinkonuprát av tí rætta slagnum:
- Oyssuss, hey! Sig mær hvar
vart tú í gjárkvøldið, sigur Kinna
við vinkonuna, sum er komin at
taka 300 krónur út.
At bankafólk skulu vera serliga
keðilig, heldur Kinna Fritsdóttir
Olsen vera eina mýtu. Trýog-
fjøruti ára gamla kassadaman á
deildini hjá Føroya Sparikassa í
Saltangará hevur svarið klárt.
- Vit eru ikki keðiligari enn
lærarar...
Sumt arbeiði í einum peninga-
stovni kann kortini vera eitt sind-
ur keðiligt, viðgongur hon; serliga
tað framman fyri telduskíggan.
Og eitt serligt fyribrigdi er á
sparikassadeildini í Saltangará,
sum er bæði keðiligt og stuttligt:
Gulimaður. Soleiðis nevna tey
seinasta telduknappin, trýst verður
á, tá ið kassin verður gjørdur upp,
og farið verður til hús. Tann, sum
situr eftir við Gulamanni, verður
av somu orsøk síðsti maður, sum
skal sløkkja og steingja. Tí Guli-
maður skal arbeiða eina løtu,
áðrenn telduskipanin er dagførd.
Ein góður kundi er sambært
Kinnu ein persónur, sum er lættur
at avgreiða, og sum tú kanst práta
við, meðan trýst verður á knøttar
og seðlar verða taldir. Og prátað
kann vera um so mangt.
- Vanligt er, at prátað verður um
okkurt lokalt. Ella arbeiðssteðgin
í skúlunum, nú tað er so stórt mál,
sigur Kinna. Hon er fullveldis-
kona, og við tey, sum hon kennir
rættiliga væl, ber eisini til at lata
okkurt orð falla um politikk. Men
aðalmálið er altíð at hava góð
viðurskifti við kundan. Bert í
einum føri fara ósáldaðar mein-
ingar um diskin: Tá ið talan er um
ítrótt; serliga hond- og fótbólt.
Eingin maskina
Við kassa 2 biðir ein yngri kvinna
um at fáa 237 krónur út frá Eilen.
Tað er ikki nógv. Tey flestu biða
um 500,1.000 ella 1.500 krónur.
Annars hava plastikkkortini gjørt
sína innrás í peningaverðini, og
tað merkir, at arbeiðið við kassan
er minkað.
Eilen tykist at hóska sera væl til
ímyndina av konuni við kassan.
Hon er blíð og fryntlig - og leypir
ikki framav.
Men farið ikki skeiv.
Sparikassafólk eru menniskju úr
kjøti og blóði, sum kunnu øsast
og særast. T.d. um ein kundi verð-
ur persónligur, tí at konan við
kassan sýtir honum pengar. Tá
kann tað vera ein stór avbjóðing,
at varðveita ta professionellu
fasaduna, viðgongur Eilen.
-Tað, sum kann gera meg óða,
er, um fólk ganga mær ov nær.
Um tey siga okkurt sum er órími-
ligt ella eru smálig. Um tey leypa
á sparikassan er kanska lættari at
takla, sigur Eilen, sum kortini
hevur dugað væl at stýrt sær.
-Eg havi so ongantíð staðið og
rópt. Men eg havi nokk skeldað
onkuntíð aftaná, smílist Eilen,
sum heldur, at eitt tað keðiligasta,
sum kann henda er, at trúnaðurin
millum kassakonuna og kundan
støkkur.
-Tað er óbehagiligt um onkur
fer upp at rópa. Tað er ógvuliga
keðiligt, at verða noydd, at siga
okkurt við fólk, sum onnur
kanska hoyra, sigur Eileen og
leggur dent á, at yvirhøvur er tað
als eingin trupulleiki at vera blíð
og fitt við kundarnar. Tí tey allar
flestu, sum koma til kassan eru
vanlig hampafólk.
Týdningarmikil null
Beint áðrenn døgverða koma tvær
konur til kassa 3 við sparibússuni.
Teljingarmaskinan staðfestir, at
1.608 krónur eru í bússuni. Kon-
urnar fáa pengarnar útgoldnar í
seðlum og skunda sær á dyr.
Øll gera mistøk. Eisini tey í
peningaheiminum, sum sita við
kassan og telja seðlar. Nakrar
ferðir er komið fyri, at Kinna
hevur talt galið, men tá hevur
kundin gjørt vart við mistakið,
áðrenn hann er farin á dyr. Bæði
tá ið hann hevur fingið ov fáar
seðlar og tá ið ov mangir eru
falnir honum í lut. Og nullini
hava stóran týdning. Eitt vantandi
null í endanum á upphæddini,
broytir jú alt fullkomuliga.
Einaferð gloymdi Kinna tvey null.
Hon skrivaði 1.000, tá ið
upphæddin átti at vera 100.000
krónur. Men tað varð rættað, og
soleiðis er arbeiðið skipað; at tað
skal bera til at gera mistøk. Hóast
Kinna nevnir hesi mistøk, ger hon
púra greitt, at tað er so sjáldan, og
at nógvar túsund flytingar og
skrásetingar eru í millum hvørt
mistakið.
Menn á ovastu rók
Mennirnir ráða í peningaverðini.
Bert tveir menn arbeiða á deildini
hjá Føroya Sparikassa í
Saltangará. Annar situr við evstu
ábyrgd á deildini. Kinna, sum
eigur trý børn, heldur tað ikki
vera so løgið, at mennirnir sita í
flestu ábyrgdarstørvum:
- Vit kvinnur hava kanska lyndi
til at velja øðrvísi í tilveruni. Eg
havi valt familjuna og børnini
Konurnar
við kassan
ARBEIÐSLÍV. Tryggleikanarkomanar, sum ikki stremba eftir at koma sær fram á arbeiðs-
plássinum. Soleiðis lýsa kassadamur í føroysku peningustovnunum seg sjálvar. Sosialurin hevur
verið og skattað dýpið hinumegin kassarnar hjá Føroya Sparikassa í Saltangará, har konurnar í
avgreiðsluni siga frá einum gerðandisdegi, fullum av reiðum peningi
fram um arbeiðið, og tískil havi
eg ikki havt hug at gerast leiðari,
sigur hon.
Eilen Olsen hevur ongar ætlanir
um at sleppa upp á ovastu rók í
sparikassanum, hóast hon hvørki
er bundin av manni ella børnum.
- Vit eru ikki keðiligari enn lærarar, sigur Kinna Fritsdóttir
Olsen, sum her setur teljimaskinuna í gongd
Skírisdagur 20. apríl
Fjølmiðlar á ferð
JÁKUP MØRK
Á ferðinin vóru fjølmiðlafólkini og vitjaðu
á ymsum støðum á miðjarahavsleiðini.
Bíbilsku støðini í Egyptalandi og Ísrael
vórðu vitjað, og flestu staðni fingu tey
høvi at hitta føroyingar, sum búðu á
staðnum.
Nakað hevur verið at lisið í skrivaðu
fjølmiðlunum um ferðina, har tey, um-
framt at vitja í Egyptalandi og Ísrael,
eisini vitjaðu í Grikkalandi og Italia, har
føroyingavitjanir sjálvsagt eisini vóru á
skránni.
Zacharis í Ísrael
Í havnarbýnum Haifa hitti Zacharis
Hammer hjúnini Hannu og Amy Kat-
man. Hanna er dóttir Eliesar og Lydiu
Arge í Havn. Hon hevur búð í 25 ár í
Ísrael, gift við ísraelsmanni og tey eiga
trý børn. Seinastu 6 árini hava tey búð
í nýggjari jødiskari niðursetu bygd stutt
sunnan fyri libanska markið. Her hevur
verið og kann vera ófriðaligt. Serliga
eru nógvar bumbuspreingingar at hoyra
við libanska markið.
Hanna vísur okkum hvussu tey
búgva, bumbuskýlið og tey mongu
frukttrøðini í havanum. Hon sigur frá,
hvussu tað er at búgva og liva í dagsins
Ísrael, um spentu støðuna , stóru mót-
setningarnar í landinum og land fyri frið.
Vit uppliva Ísrael tveytúsund ár seinni
enn fyrstu kristnu páskini.
Eftir bert 29 tímar í Ísrael gongur
leiðin til Grikkaland, gjøgnum Korint
veitina og til Rom. Hetta er leiðin kristni
boðskapurin kom til Evropa. Fleiri
apostlar og mong kristin gjørdist pínsla-
váttar í Rom. Í dag býr leiðarin fyri
størstu kristnu kirkjuni í Rom, og her
finna vit flestu listaverk og standmynd-
ir úr jødisku og kristnu søguni.
SVF sendir frá ferðini langafríggjadag
og páskadag.
Fremmandir føroyingar
Útvarpið var eisini við á ferðini, og í
hesum sambandi hevur Jógvan Jes-
persen gjørt sendingar við heitinum, Á
ferð í heilaga landinum.
HEINI Í SKORINI
Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað
um ítróttin í SVF, og serliga hevur nógv
prát verið um tann enska fótbóltin, sum
vit jú høvdu møguleika til fyrr at síggja
á SVF, men sum vit jú ikki síggja longur.
Men samstundis sum enski fótbólturin
nú endar, byrja fleiri aðrar sera áhuga-
verdar ítróttarkappingar, serliga her á
landi. Fyrst og fremst er tað føroyski 1.
deildar fótbólturin, sum nú fer á glið, og
so er tað sjálvandi eisini kappróðurin. Í
útheiminum verður í summar europa-
meistaraheitið í fótbólti, og olympiadan
verður eisini eitt sindur seinni. Spurn-
ingurin er so, hvussu sjónvarp okkara,
SVF, fer at dekka hesar stóru ítróttar-
hendingar.
Vit hava fingið okkum eitt lítið prát
við Øssur Winthereig, sum hevur ítróttin
í SVF undir hond.
– Viðvíkjandi kappróðrinum hava vit
avtalu við øll róðrarfeløgini. Tey taka
Meiri ítróttur í SVF!
allar róðrarnar upp á sjónband, og so
nýta vit tað, sum tey filma. Vit ætla at
vera við á øllum stevnunum, men tað
verður við hjálp frá róðrarfeløgunum,
sigur Øssur Winthereig um kappróður-
in.
Annars byrjar jú sum sagt 1. deild í
fótbólti jú eisini nú, og vit tosaðu eisini
við hann um hetta. Fyrr minnast fleiri,
at SVF plagdi at hava sera góðar og
intensar ítróttarsendingar í endaspurti-
num av 1. deild í fótbólti. Tað plagdi at
vera síðstu fimm umførini, men hetta
hevur ikki verið so nógv at sæð til sein-
astu árini. Í fjør sóu vit samandrátt av
dystunum í tveimum teimum síðstu um-
førunum.
– Vit hava ikki ætlanir um at fylgja við
og taka fótbóltin upp hvønn einasta
sunnudag, men her hava vit roynt at
fingið eitt samarbeiði í lag, tí á sama
hátt sum í kappróðrinum taka fleiri lið
dystir sínar upp á sjónband, og so
kundu vit brúkt tað. So hava vit onkuntíð
gjørt tað fyrr, at tá kappingin líður móti
endanum, hava vit dekkað tað meiri
intenst, um ein kann siga tað soleiðis.
Men Øssur leggur eisini afturat, at ein
skal ikki vænta, at teir klára at vera á
øllum støðum, sum teir gjørdu fyrr.
Spurdur, um teir so hava nakrar ætlanir
um at økja um senditíðina av ítrótti,
sigur Øssur, at tað verður heilt víst
nógvur ítróttur ar síggja komandi árið, í
sambandi við at tvær sera stórar ítrótt-
arhendingar standa fyri durum. Tann
fyrsta er europameistaraheitið í fótbólti,
sum verður í Hollandi og Belgia í summ-
– Hetta komandi árið verður nógvur ítróttur at síggja
á SVF. Soleiðis sigur Øssur Winthereig, sum hevur
ítróttin undir hond í Sjónvarpi Føroya. Vit í Hygg &
Hoyr hava hugt at sindur at, hvat SVF í framtíðini
hevur at bjóða ítróttaráhugaðum
ar, og so byrjar olympiadan jú í august
mánaði.
– Hesar báðar kappingarnar ætla vit
avgjørt at senda, men tað verður í sam-
starvi við norskt og danskt sjónvarp.
So vit fara at økja sera nógv um ítróttin,
men tað er ikki júst tann føroyski ítrótt-
urin, vit mest koma at senda.
Øssur sigur eisini, at hóast føroyski
ítrótturin verður á leið tað sama, sum
hann hevur verið, so ætla teir, sum teir
eisini altíð hava gjørt, at fylgja við, tá
føroyameistaraheitið í svimjing verður,
og tann kappingin byrjar Dýra Biðidag.
Tá vit so koma inn á sendingar sum
Mál Mál Mál, sigur Øssur, at enska
Premier League og Mál Mál Mál keyptu
teir alt í einum pakka, og tann pakkan
keypa teir sum nevnt ikki longur, so tað
síggja vit ikki fyribils.
– Men tað, sum vit í sjónvarpinum
umhugsa og arbeiða við í løtuni, er at
byrja so smátt at víst eitt sindur av
útlendskum ítrótti í Degi og Viku, og so
sum frá líður, at føroyski ítrótturin eisini
verður ein partur av Degi og Viku so
sum upptaktir og úrslit. So er spurning-
urin, um vit náa tað hesumegin ella eftir
summarfrítíðina.
So ítróttaráhugaðir føroyingar hava
avgjørt nakað at gleða seg til komandi
tíðina, við tað at SVF hevur hesar ætl-
anir viðvíkjandi sendingum av ítrótti. So
er bert at vóna, at alt gongur eftir ætlan
hjá teimum, og vit ynskja teimum góða
eydnu við arbeiðnum.
Einki ummæli er hesa vikuna – tað verður við aftur næstu viku
Fyri stuttum vóru umboð fyri fleiri av føroysku fjøl-
miðlunum á Cruise-ferð, og um páskirnar senda bæði
Útvarpið og sjónvarpið sendingar hesum viðvíkjandi
Í øðrum parti av hesum sendingum,
sum verður send langafríggjadag, vitjar
útvarpsstjórin bíbilsku støðini í Jerusa-
lem, Betlehem og Nazareth.
Úr Grikkalandi verður prátað við Aimé
Thomsen av Strondum, sum hevur búð
í grikska høvuðsstaðnum í 7 ár, og
greiður hon frá, hvussu tilvera hennara
er skipað.
Síðani verður farið víðari til Rom, har
Jeanette Pøhlsgaard nú hevur búleik-
ast í 10 ár.
Nógv páskatilfar
Umframt omafyrinevndu ferðafrásøgnir,
fara bæði út- og sjónvarp at senda
hópin av páskatilfari, umframt at fleiri
útlendskir spælifilmar verða at síggja.
Alt í alt er sostatt líkt til, at loftmiðlarnir
hava í hyggju at gera sítt til, at talan
kann gerast um eini hugnalig páskir,
har øll fáa eitt sindur av tí, sum teimum
dámar at lurta eftir ella hyggja at.