Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 76 — 9. juli 1987 Privatiseringin í Havn heldur fram: Síða 3 Grótbrotið skal nú privatiserast Einasta grótbrot kommun- unar — brotið í Kaldbak — skal nu privatiserast, ti , tekniska umsitingin megn- ar ikki at reka hetta sum ar- beiðspláss, skilst. Privatir skulu yvirtaka bæði grót- brot og maskinur frá komm- síðani skal keypa grótið aftur frá teim- ununi, sum um privatu. Leiðslan i Tórshavnar Býráð tykist ikki at hava stórt álit á síni egnu um- siting, nú privatiseringin heldur fram í kommununi. Serliga eru tað økini undir Teknisku umsiting- ini, sum verða privati- serað. Bussleiðin og nú seinast brennisteðin. Hesi hoyrdu bæði undir tekn- isku deildina. Nú frættist, at enn eitt eki skal takast frá hesi deild í býráðnum, og er tað einasta grót- brotið, sum er eftir í kommununi. Grótbrotið í Kaldbak. Mánadagin visti Dag- blaðið at siga frá, at fram- leiðslan av gróti og skervi hjá kommununi verður møguliga umskipað í framtíðini. Í letuni er ein- asta grótbrotið hjá komm- ununi idnadarøki i Kald- bak, og samráðst hevur verið við arbeiðsfólkið har, um at yvirtaka raksturin av brotinum. Býarverk- frødingurin fingið munnkurv? Vit vendu okkum til byar- verkfrødingin i Havn, Vøgg Guttesen, fyri at frætta nærri um hesa ætl- an, nå hann missir enn eitt øki. Hann sigur seg einki kenna til málið uttan frá onkrum nevndarfundi, og hesum vildi hann ikki greiða nærri frá. Tíðindini í Dagblaðnum vóru ikki komin frá honum og skuldu vit hava meira at vita, kundu vit royna at spyrja býráðsformannin, legði hann afturat. Hetta er sjálvandi ógvu- liga áhugavert, tí okkum vitandi er tað býarverk- freðingurin, sum hevur leiðsluna av allari tekn- isku umsitingini. At hann nú hevur fingið munnkurv er líkt til. Privat partafelag skal reka grótbrotið Vit hava tó fingið at vita, at samráðingar hava verið í longri tíð við ein ein- stakan persón í Havn, sum skal gera sítt parta- felag og yvirtaka grótbrotið. Eisini hava samráðingar verið um, hvussu hesin sami skal yvirtaka allar maskinur- nar, sum kommunan hevur í grótbrotinum. Tað verður mett, at eini 90.000 m* av gróti eru í brotinum og tað fer at taka eini tvey ár at tøma brotið. Nýggi eigarin fær ongar trupulleikar av at sleppa av við framleiðsluna. Kommunan skal framm- anundan binda seg til at taka tað grótið, hann kann lata, og til ein ávísan prís. Grótið, sum verður sprongt úr brotin í Kald- bak, skal latast yvir á Sund, har tað verður knúst. ldnadarøki Hetta økid i Kaldbak er annars idnadarøki, ella rættari sagt, tað verður tað, tá einki grót er eftir at spreingja. Utreidslurnar av at umleggja vegin í samband við grótfram- leiðsluna og liðugtgerðina eftir at grótframleiðslan heldur = uppat, átekur kommunan sær. Um tvey ár — hvat so? Grótspurningurin er ann- ars eitt av teimum stóru vandamálunum hjá Tórs- havnar kommunu. Sum sagt er brotið í Kaldbak temt um eini tvey ár, og ógvuliga ivasamt er hvussu verður við ætlaða grótsamstarvinum við Rangabotn. Vit hava áður sagt frá, at grótið er ov vánaligt til skervframleiðslu, og at meguliga dettur avtalan, sum áður er gjørd millum býráðini á Tveroyri og í Havn, burtur. Viðvíkjandi grótdygdini er bert at leggja afturat, at hon er enn verri enn formaðurin í Teknisku Nevnd, Ronald Poulsen, greiddi blaðnum frá her- fyri. Grótdygdin verður mett eftir skala. Tess lægri tal, tess betri grót. Undir 2 er rímiliga gott grót og yvir 3 er vánaligt. Vit segdu frá formanninum í Teknisku Nevnd, at úrslit- ið av grótroyndunum úr Rangabotni lá upp móti 3, men hava vit nú fingið at vitað, at hetta úrslit vísti bert tær allar bestu roynd- irnar. Flestu royndirnar liggja væl oman fyri 3. Ein á 3,42 og ein heilt uppi á 3,53. Grótbrotið í Kaldbak skal nú privatiserast. Komm- unan megnar ikki at reka hetta sum arbeiðspláss. før undir Føroyum Hvidbjørnen avloysir Vædderen Talið á útlendskum fiskiforum undir Fer- oyum hevur seinastu 14 dagarnar ligið millum 6 og 21 um dagin. Marinusteðin sigur, at mánadagin vóru seks sovjettiskir verksmiðjutrolarar, 4 sovjettisk fiskirann- sóknarskip, eitt norskt rannsóknarskip, ein franskur og ein dansk- ur trolari og fimm norskir línubátar. Golfstreem III kann- ingarflogfarið = hevur einki sæð til ólógligan fiskiskap og líka lítið eru manningarnar á Maagen og Vædderen komnar fram á ólógliga veiðu ella reiðskap um- borð á teimum trimum sovjettisku og trimum norsku trolarunum, teir hava kannað. Annars sigur Marinusteðin frá, at nú er Hvidbjernen komin at avloysa Vædderen. Framsýning av arbeiðum Mikudagin 15. juli let- ur Noomi í Dali upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har hon fer at sýna fram ymisk arbeiði, hon hevur gjert á lista- handverksskúlanum í Kolding. Eftir at hon hevði ar- beitt við veving og eðrum textili í fleiri ár, varð hon í 1982 upp- tikin á Listahandverks- skúlan í Kolding, hað- ani hon var liðugt út- búgvin sum textilform- gevari í fjør. Á skúlanum arbeiddi hon nógv við veving og stoffprenti, men varð eisini stórur dentur lagdur á tekning, akva- rell og kompositión. Noomi í Dali hevur saman við eðrum havt framsýningar í Kold- ing, Árhus, Odense og Keypmannahavn. Har- afturat hevur hon lut- tikið í textilframsýning í Ebeltoft og listahand- verksframsýning í Skotlandi. Framsýningin hjá Noomi í $Smiðjuni verður opin til 21. juli. Hvenn dag er opið millum kl. 14 og 18. (ss Nógv útlendsk fiski-