hósdagur 9. juli 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 9. juli 1987
av ti føroyska livifótinum. Hetta er
eindømi kanska i øllum Vesturheim-
inum. Å yvirflatuni er ov mikid av
peningi, men undir yvirflatuni liva
føroyingar enn eitt siðbundið kon-
servativt lív, eitt nú samanborið við
Ísland, sum er nógv líkari Skandi-
naviu. Ístaðin fyri olju hava tit fisk,
men, sum arabaralondini, hava tit
ávís ritual, eitt nú eru familju-
bondini ógvuliga sterk. Tá eg sigi, at
feroyingar eru konservativir, so
meini eg tað ikki sum atfinning.
Mær dámar tey konservativu eyð-
kennini í mentanini stak væl. Her
ganga kvinnur sjálvandi ikki við
sleri, men eg havi lagt merki til, at í
Feroyum er tað siður at bjóða altíð
manninum fyrst, tá familjan etur
degurða, sum vísir at enn hevur
maðurin hægri status enn kvinnan«.
Skrivar um grindadráp
»Eg fari eisini at skriva um føroyska
grindadrápið. Og eg fari at leggja
stóran dent á, at føroyingar mugu
ikki undir nekrum umsteðum
steðga grindadrápinum. Ég eri stutt
sagt heilt samdur við føroysku sjón-
armiðini í hesum málum. Eg vildi
fegin sæð meira grindadráp og færri
BMWar í Feroyum. Grindadráp
hevur einki við pening ella handil at
gera. Hetta er ein livandi og týdn-
ingarmikil partur av feroysku sið-
mentanini, sum umboðar sjálvsteði,
upprunaligar lívshættir og lív uttan
handil og pengar. Tá ein drepur
grind, so er eingin materialisma í tí,
eingin handil, bert ein sterk og
livandi traditión, sum ferir fólk
nærri hvert eðrum. Tey hava mat,
sum tey sjálvi hava fingið, ístaðin
fyri at fara í stórhandilin og keypa
okkurt í blikki. Eg vildi somuleiðis
fegin verið við til at broyta altjóða-
ligu steðuna til grindadráp. Legg til
merkis, at teir allar fægstu í USA
vita nakað um álopini hjá Green-
peace og Paul Watson á Feroyar.
Tað eru bert nekur fá, sum skriva
Síða 9
— Ég fari eisini at skriva um feroyska grindadrápið. Og eg fari at leggja stóran dent á, at feroyingar mugu ikki
undir nøkrum umsteðum steðga grindadråpinum.
mótmælisbrevini til Atla Dam. Tað
vildi verið óbetandi skaði, um ein so
eyðkend siðmentan sum tann fer-
oyska gav upp fyri nekrum fáum og
fákunnandi umhvervisfólkum, sum
einki vita um tað, sum hendir í Fer-
oyum og sentimentaliserar yvir
hvalum, tí teir eru sjálvir eitt pro-
dukt av vardum universitetsum-
hvervi og hava einki samband ella
kunnleika til djóralív. Tað, at teir
valdu hvalirnar at ógvast yvir, re
tann bera tilvild, tí hvalir eru ógvu-
liga langt frá teirra egna lívsstíli.
Tað var sum um ein persónur í Fer-
oyum fór at gremja seg um elefantar
í Afrika. Umframt at náa til vanligt
fólk, vil eg fegin náa til umhvervis-
ervitisknokkarnar og siga teimum,
at um grindadráp verður steðgað, so
er tað ein skarnsgerð ímóti føroysku
mentanini, tí harvið verður ein heilt
umráðandi partur av mentanini
oyðilagdur. Ein má royna at broyta
altjóða steðuna mótvegis grinda-
drápi, steðu, ið byggir á sentimen-
talismu og fákunnu. Tað er ikki
hvalurin, sum er í vanda, men menn-
iskjan. Um hon ikki kann rekja sína
mentan og vaksa við sínum serligu
fortreytum, so doyr hon út. Hon
doyr út og endurfødist sum modern-
að menniskja og tað er skelkandi.
Harumframt fari eg at skriva, at
grind, nýggj og turkað, er eitt tað
leskiligasta kjøt, eg nakrantíð havi
etid«.
Eyðkend skipan
„Viðvíkjandi grindini og heima-
matinum, so hava feroyingar eina
heilt eyðkenda skipan. Tað, sum teir
meta mest, kemur ikki úr stór-
handlunum, og tað er bert at fegnast
um, tí stórhandlar eru syndarligasta
produktið av vesturlendskari sið-
mentan. Nei, grindina fáa feroying-
ar hver frá eðrum. Tí er tað soleiðis,
at tá fremmanda fólk vitja Feroyar
og fara í SMS at keypa mat í blikk-
um, so síggja teir onga grind. Tí
hugsa teir: Hví er eingin grind her?
Orsøkin má vera tann, at føroyingar
eta ikki grindina, teir bara drepa
hvalin. Tískil má grindadráp vera
ein formur av gomlum ítrótti. Teir
fremmandu skilja ikki feroysku
mentanina, ella rættari sagt tann
skizofrena táttin í mentanini: at før-
oyingar keypa alt í stórhandlunum
uttan døgurdamat. Tey skilja ikki
undirjarðarskipanina við grind og
spiki, turrum fiski og skerpukjøti«.
Rúsdrekkaskipanin
Og Millman heldur fram:
>Tað kann eisini sigast, at partur
av tí skizofrena táttinum í Fer-
oyum, har ein hevur alt, meira enn
t.d. amerikanarar, er at ein ikki
kann seta seg til borðs og drekka
eitt glas av víni ella øli. Her hava
foroyingar sama vandamálið sum
arabaralondini. Tann rúsdrekka-
skipan, foroyingar mugu liva við, er
óivað tápuligasta skipan, eg nakran-
tíð havi sæð í nekrum landi. Ein
útlendingur kemur her og hevur
kanska nógv lægri livifót enn feroy-
ingar. Hann heldur, at tað er sivili-
serað at drekka eitt sindur av víni
ella øli afturvið matinum, men
hvagar skal hann fara. Tað er
næstan ógjerligt at fáa ein kopp av
kaffi í Tórshavn aftaná kl. 5.30,
uttan at fara í tær snikutu grillbarr-
irnar. Og orsekin er tann, at er
onkur kaffistaður, ræðast eigararnir
at alkoholistarnir koma inn, sum
teir gera í Íslandi, og koyra brenni-
vín í kaffið. Hetta er primitivtí
ólukkumát. Tað er syrgiligt, at so
dámligt fólk sum feroyingar skulu
sita í leinkjum, kanska tí politik-
ararnir ræðast ta religiøsu maktina
og eru kúgaðir av henni. Men ein
skal minnast til, at tess meira sum
er forboðið, tess sterri verður girnd-
in eftir tí. Urslitid verður ta øvugta,
eg haldi ikki at eg havi nakrastaðni
sæð so nógvar alkoholistar ella fólk,
ung og gomul, sum ganga skít ella
smakka sær á úti á getuni sum her í
Feroyum. Rúsdrekkaskipanin hevur
soleiðis øvugta åvirkan, sum øll
skilaleys forboð, men tað er avgjørt
møguligt at politikararnir eru ov
bangnir og kúgaðir til at broyta
skipanina«.
Aristokratar å bygd
„Ég må siga, at hóast mær dámdi
væl havnarfólk, so er lívið í Tórs
havn stressað, telefonin ringir alla
tíðina og eingin hevur tíð til nakað
Tað er nógv lættari at koma í sam
band við fólk úti á bygd. Øll eru fyri-
komandi og ein finnur har aristo-
kratiska kurteisi og mentan. Eg
havi sera stóran tokka til feroyskt
bygdaliv. Hóast eg ikki skilti
bygdafólkini, og tey kanska ikki
skiltu meg. Tey bjóðaðu mær
kanska turt tvest og tað var ikki
neyðugt at siga so nógv<.
William millum teir størstu
At enda lýsti Millman sína áskoðan
á William Heinesen sum rithevund.
„Ég meti, at William er ein av
heimsins sterstu rithevundum í
okkara degum. Hann er á sama
stødi sum Gúnter Grass, Garcia
Maquez og teir sokalladu »magisku
realistarnir« i Suður-Amerika, sum
eru ógvuliga væl dámdir i USA.
Men í USA skriva rithevundarnir
bert um universitets-lívið og duga
ikki at greiða frí tí ektaða lívinum.
William er segumaður, »story-
teller<, burturav og er inspireraður
av gerandisdegnum og vanligum
fólkum. Í USA er lítil ella ongin
vitan um skandinaviskar bókment-
ir. Fáar bekur verða umsettar og
umsetingin er ofta vánalig. Um
William kom úr Argentinu, Chile
ella Boliviu, var hann líka kendur í
USA og Vesturheiminum sum
Marquez ella Borges«.
jan/etj.-