Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Atlogubryggja uttan fyri Molan — og grótkast eftir Skansa- bogunum Nú líður væl við havnar- útbyggingini eystanfyri í Havn. Nóg mikið av smærri gróti er, og nú verður borðað eftir stórum gróti á Glyvursnesi. Hetta arbeiðið roknar byggi- felagið E. Pihl & Sen at vera liðugt um ólavseku- tíð. Við hesum nýggja kei- ekinum fær Havnin einar 20.000 fermetrar afturat og merkir tað, at eystara Nú eru teir eina ferð enn byrjaði á Sundi havnarøki í Havn verður nærum dupult so stórt sum frammanundan. Hvussu so verður við brotinum á Glyvursnesi er enn óvist. Sum dygdar- grót kann tað ikki nýtast, men er gott sum ífylla, og hesum er eisini brúk fyri. M.a. er Argja kommuna sinnað at fáa grót haðani til brimgarðin, men her skal ein avtala verða gjørd við Havnar kommunu. Steen Balle, stjóri í E. Pihl & Søn, vónar, at teir kunnu halda fram á Glyvursnesi. Sum annan meguleika fyri framhald- andi grótbróting á Glyvursnesi nevnir hann ætlaða bátahylin í Ala- keri, men hann hevur eisini hoyrt um eina enn sterri ætlan. Hon er, at gera atløgu- bryggju uttanfyri nýggja havnargkið, sum nú verður gjert. Hetta er stórarbeiði. Nógv sterri enn tað, sum higartil er gjert uttan fyri Molan. Ti um atlegubryggja skal gerast har, krevst eisini brimgarður. Hesin skal tá gerast út eftir Skansa- boganum og nakað út í fjørdin. Nyggja havnarøkid verdur liðugt í oktober/november Byrjaðir á Sundi Tað var eisini byggifelagið E. Pihl & Søn, sum fekk arbeidi i Sundi at gera fyri Havnar Kommunu. Har eru teir nå byrjadir og er hetta eitt arbeiði fyri einar 50 milliónir. Steen Balle sigur, at teir enn hava nógvar út- lendingar í arbeiði, og fyri teirra viðkomandi er einki sum týðir uppá, at arbeiði fer at minka í næstu framtíð. Heilsufrødiliga Starvsstovan søkir deildarleidara Starv sum leidari fyri matvørudeildina å Starvsstovuni er leyst at søkja. Arbeiðs- økid fevnir um: — Tilrættisleggjan av ti parti av eini komandi matvørulåg, sum kemur undir ábyrgd Starvsstovunar. — Við heimild í komandi matvørulég at gera uppskot til kunngerðir og reglugerðir v.m. og at skipa fyri neyðugum eftirliti við matvørufram- leiðslu í síni heild eins og at skrá- seta og skipa eftirlit við innfluttum matvørum. — Í fyrsta umfari at hjálpa til vid um- sitingini av lóg nr. 41 frá 1973 við seinni broytingum um løggilding og eftirlit vid fiskiførum og virkjum, ið virka fisk til matna. Seinni kemur vidkomandi ivaleyst eisini at hava leidsluna og åbyrgdina å hesum øki, ið ætlast at verða beind undir matverulógina. — Hava fakliga ábyrgd av mikrobio- logisku starvsstovuni. — Endurskoða verandi og stovnseta nýggjar mikrobiologiskar kanning- arhættir. Tann, ið verður settur í starvið, skal hava lokið prógv sum bromatologur, djóralækni el. líkn. Tey, ið hava hollan kunnleika og royndir innan mikrobiologi og/ella hygiejniskt eftirlitsarbeiði í sam- band við matvøruframleidslu, hava fyri- mun. Starvið verður sett og lent sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Føroya Landsstyri. Harafturat kemur ein deildarleiðaraviðbót uppá kr. 32.500,- og møguliga ein viðbót i sam- band við vaktarskipan. Ynskiligt er at starvið verður sett skjót- ast tilber. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marjun Hanusardóttir, stjóra, á tlf. 15300 ella 16017. Umsóknin skal stílast til Foroya Lands- stýri og sendast til HEILSUFRØDILIGA STARVSSTOVAN Debesartrød, 100 Torshavn innan 1. september 1987. Nr. 78 — 14. juli 1987 —n—