Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A a MP MC 7 *" tíðindablaðið Sosialurin Fyri at flest mogulig kunnu , fylgja vid i Norðurlanda Meistaraskapstelvingini, greiðir fyrrverandi heims- meistarin í brævtalvi, Jørn Sloth, frå gongdini i talvun- um. Í besta veðri sunnudagin byrjaði fyrsta norður- landakappingin í talvi í Feroyum. Konsertsalurin í Norðurlandahúsinum var avtakin við talvborðum, og pláss var til, at teir 105 telvararnir kundu leika. Men enn sótu bert 12 av teimum við borðini, og tað vóru teir 12 í meistara- skapsbólkinum, sum kappast um NM-heitið. Bogi Ziska, okkara um- boð í bólkinum, bardist manniliga, men stórmeist- arin úr Íslandi, Jón L. Arnason, var honum ov drúgvur. Talvið millum lands- menninar úr Danmark, Curt Hansen og Erling Mortensen, gjerdist sera spennandi, har Erling kanska óvæntað, dró tað longra stráið. Men Erling, sum er Danmarksmeistari í ár og hevði eina góða kapping í Politiken cup í síðsta mánað, er sera væl fyri nú. Hinvegin hevur Curt ikki telvað nógv í seinastuni, so tað var ikki heilt óvæntað hóast alt. Úrslitini í fyrsta umfari vóru: C. Hansen DK, E Mort- ensen, DK 0-1 J. Tisdall N, V Måki, SF 1/2-1/2 J. Årnason, IS, B. Ziska, FR 1-0 M. Pétursson, ÍS, H. Olafsson, ÍS 1/2-1/2 T. Wedberg S, B. Østenstad, N 1-0 Schneider, S, K. Vålkesåimi, SF | -4 Í gjár, meðan meistara- skapsbølkurin stríddist við annað umfar, kom stersti parturin av norður- lendsku gestunum og telv- arunum til landið. Hetta eru teir, sum í dag saman við feroyingum fara at telva í meistarabólkinum, almannabólki A og B. So í dag verður konsertsalurin í Norðurlandahúsinum stúgvandi fullur = av telvarum. Í gjárkveldið varð kapp- ingin alment sett. GHM byrjaði setanina við at spæla nøkur føroysk løg, og sidan eina fanfaru vid teimum norðurlendsku tjóðsangunum. Hanus Joensen, sum í letuni er forseti í norðurlendska talvsambandinum og for- maður í Talvsambandi Feroya, beyð vælkomin. Síðan varð kappingin al- ment sett av Lassa Klein, mentamálaráðharra. At enda beyð Poul Michelsen vælkomin til býin, og Karin Flodstrøm beyð vælkomin í Norðurlanda- húsið, áðrenn GHM aftur spældi nøkur løg. Ikki so fáir áskoðarar hava vitjað Norðurlanda- húsið hesar dagarnar. Og fleiri av teimum vóru í klingruni og lurtaðu eftir Jern Sloth, sum greiddi frá og gjørdi viðmerkingar til talvini í meistaraskaps- bólkinum. Jern Sloth er væl fyrireikaður, og sera greiður í sínum frágreið- ingum, so sjálvt um tú bert dugir mannagongd- Nr. 78 — 14. juli 1987 ina akkurát, fært tú nógv burturúr. Hvenn dag, so leingi kappingin varar, fer Jern Sloth at gera við- merkingar til talvini í meistaraskapsbólkinum. Hetta fer fram í Klingruni kl. 16, 17 og 18. Eisini vóru nógv fólk í Gongugetuni sunnudagin og hugdu at, meðan telvað var við stórum talvfólki. Fyrrverandi og núverandi unglingaferoyameistarar- nir, Heini Olsen og Jóan H. Andreasen, dystaðust í góðveðrinum, umgyrdir av forvitnum áskoðarum. Hetta spennandi talvið vann Heini at enda. Hós- dagin kl. 17 fara onkrir av gestum okkara at telva í Gongugetuni, og leygar- morgunin kl. 11 fara landsstýrismaðurin Jógv- an Durhuus og legtings- maðurin Eyðun Videre at royna seg har. Báðar dag- arnar verður tónleikur at hoyra, áðrenn talvini byrja. Jón L. Árnason og Bogi Ziska * Jóan Hendrik ger ein bispaleik í Gongugotuni