týsdagur 14. juli 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 78 — 14. juli 1987
Lawrence Millman í framhaldssamrødu:
skotmál,
Allastaðni
lantshavi, har eg havi verið,
stúra fólk fyri NATO, tí hjá-
veran av samgonguni ger
teirra egna lítla land til eitt
í Norðurat-
sigur Lawrence
Millman, amerikanskur pro-
fessari og rithøvundi, sum
hevur vitjað í Foroyum og
er í ferð við at skriva eina
bók um londini og fólkini í
Norðuratlantshavi.
Í fyrra partinum av sam-
reðuni, sum Sosialurin
hevði við amerikanska
professaran og rithøvund-
in Lawrence Millman og
prentað var i blaðnum týs-
dagin, umreddi hann m.a.
grindadrápið og rús-
drekkaskipanina í
Feroyum, men vit fingu
eisini at vita hansara
hugsan um NATO í Fer-
oyum og sambandið mill-
um Feroyar og Danmerk.
Millman arbeiðir nú við
eini bók um nútíðarlívið í
teimum londum, víking-
arnir upprunaliga komu
frá, og harímillum verða
Føroyar vidgjørdar. Bókin
kemur væntandi til at
vekja ans i USA, ti høv-
undurin hevur fingið
Hemingway-virdislønina i
bókmentum og verið til-
nevndur til Pulitzervirðis-
lenina fyri bók um N-Ir-
land. Vit geva orðið til Mr.
Millman.
»Øll stúra fyri
Millman, pro
Lawrence F
fessari í bókmentum
rithovundi, hevur m.a
fingið Hemmingwa)
virdislønina i bókmentum
og verið tilnevndur
Pulitzervirðislonina fyri
bók um Norðurírland
NATO og Føroyar
Viðvíkjandi NATO segði
Millman m.a.:
»Tå ein skrivar um tær
smáu tjóðirnar í Norður-
atlantshavinum, so slepst
ikki undan at skriva um
NATO og ta ávirkan,
henda samgongan hevur
havt á mentanina í hesum
londum. Ég fari ikki bert
at skriva um steðina á
Sornfelli, men eisini
NATO-steðina í Keflavík,
Early Warning-skipanina
í Grenlandi og ameri-
kansku flogvellirnar í
Thule og Labrador. Tað
tykist sum nú í heyst
verður Goose Bay tann
nýggja kjarnorkuvápna-
venjingarsteðin hjá
NATO. Í Labrador er
steðan tann, at í letuni
flúgva hundraðtals jet-
flogfer niðanfyri radar-
eftirlitið, tí landslagið har
líkist nógv sovjetisku
tundrunum. Sostatt kann
ein rokna út, at NATO-
flogferini venja fyri álop á
Sovjet í Labrador. Tað,
sum annars hendir, er at
teir oyðileggja landið og
livikorini = hjá Imnu-
indiánarunum í Norður-
Labrador. Imnu-fólkini
fiska og veiða her, men
knappliga koma kanska
200 jetflogfer við ræðu-
ligum larmi beint uppi
yvir hevdunum á teimum.
Djórini rýma, tað verður
dálking, fiskurin doyr í
vetnunum og fólkini fáa
skelkandi trupulleikar við
hoyrnini a larmi frá flog-
forunum. Hetta er staðið,
víkingarnir komu til á leið-
ini til Vínlands. Her er
lítið ella einki arbeiði at
fáa og uttan fisk og veiði
verða fólkini gjerd til ol-
mussudjór. Myndugleik-
arnir hugsa hinvegin, at
venur NATO við kjarn-
orkuvápnum her um leiðir,
so verður nógv arbeiði.
Menninir kunnu byggja
hús og barakkir og kóka
hamburgarar fyri flog-
menninar, kvinnurnar
kunnu vaska og skifta um
seingjarklæðir fyri teir«.
Mettur sum
álopsherur
Og Millman heldur fram:
»Allastadni í N-atlants-
havinum, har eg havi
verið, stúra fólk fyri
NATO, tí hjáveran hjá
samgonguni ger teirra
egna lítla land til eitt skot-
mál í kríggi. Tey meta tí
NATO sum ein álopsher í
egna landi. Fólk, ið búgva
í hesum londum, Ísland,
Feroyum og aðrastaðni,
eru ógvuliga stolt. Tey
hava ongar hermenn og
eru stolt av landinum og
mentanini, men so kemur
NATO við síni hermegi,
og tað kennist sum um
onkur kom og sprændi lort
yvir landið.
Feroyingar eru í sama
anda við teimum stóru
radarskermunum á Sorn-
felli, sum standa og peika
eystureftir móti Sovjet-
samveldinum. Soleiðis
roynir NATO at siga fólk-
um, hver teirra fíggindi er.
Tað skuldi ikki verið
neyðugt at sagt teimum
hetta. Fólk skuldu kunnað
valt sínar fíggindar, ella
fingið hevi at sagt: Vit
hava ongar fíggindar, bert
vinir. Men av tí at radar-
skermarnir peika eystur-
eftir, eru tey tvungin at
siga: Sovjet er fíggindi
okkara. Kanska skuldi
onkur, sum dugir at
klintra í fjellunum, farið
upp her og vent radar-
unum móti Ameriku.
Sjálvur haldi eg ikki, at
Feroyar eru í siktinum hjá
Gorbachev. Um kommun-
isman kemur til Feroya,
so kemur hon innanífrá,
ikki uttanfrá. Eg haldi
hinvegin, at tað er
akkurát líka stórur vandi í
Feroyum fyri svakligari
kapitalismu, kanska er
tann vandin uppaftur
sterri enn fyri kommun-
ismuni. Viðvíkjandi kjarn-
orkuvápnum mugu vit
ásanna, at Mr. Reagan
hevur nógv sterri áhuga
fyri at spreingja sólkervið
sundur enn Mr. Gorba-
chev. Kjakid um kjarn-
orkuavvápnað vísir hetta
ógvuliga væl. Tað var
helst frægast fyri føroy-
ingar at sloppið sær av við
radarskermarnar, flutt
teir oman av fjallinum og
brúkt málmin til okkurt
nýtiligt, kanska bygt skip
úr honum«.
Tað var heist frægas
fyri foroyingar at sloppid
sær av við radarskerr
f1:4t#
arnar, flutt te m
fjallinum og brukt målr
7 ;
til okkurt nvtili
Millman fyri
Sambandið
Føroyar-Danmørk
„Viðvíkjandi samríkis-
málinum, eru feroyingar í
eini steðu, sum uttan iva
er eindømi í heimsseguni
Feroyar eru ríkari enn
móðurlandið men fáa
kortini studning frá
móðurlandinum. Tað var
nógv meira realistiskt, um
Danmerk var hjáland hjá
Feroyum og fingu pening
hadani, t.d. vegna danska
sjúkrahúsverkið Ríku
Feroyar hava einki
arbeiðsloysi meðan
arbeiðsloysi er ein kronisk
plága i Danmørk. Hetta er
tvertur ímóti øllum
traditiónum hjá kolonial-
ismuni, har tey fátæku
menningarlondini fingu
stuðul úr móðurlandinum
afturfyri at lata teimum
náttúruríkidemini. Men
steðan er framvegis tann
sama í Feroyum og tað
kann ikki vera sek hjá
dønum, sum ru sera libe-
ralir, kanska meira liberal-
ir enn føroyingar, ti teir
kunnu fåa sær gammel-
dansk afturvið morgun-
matinum, og tað er ikki
neyðugt at sekja myndug-
leikarnar um loyvi til tað
Hinvegin siga danir: velja
feroyingar frælsid, so er
gaman í. Men feroyingar
Framhald á síðu 13