Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Feroyar vóru umboðaðar av okkara bestu svimj- arum í Paris Open. Okkara bestu svimjarar luttóku í kappingini, og sum ikkieina ferð, so lógu svimjarar okkara á teim- um fremstu plássunum. Tað eru tær tríggjar gullgenturnar: Katrin Jo- hansen, Kristina Næss og Tóra við Keldu, ið hava vunnið alskins heiðurs- merki. Tær føroysku gullgent- urnar vunnu hver sítt gullmerki. Katrin vann gull í 100 m ryggsvimjing, Kristina vann gull í 200 m frísvimjing og Tóra vann sítt gullmerki í 200 m fir- valdasvimjing. Umframt tey trý gull- merkini, vunnu gull gentur okkara eisini sjey silvurmerkir og eitt bronsumerki, so vit kunnu øll vera sera væl negd við føroysku luttøkuna. Mótmæltu Kappingin endaði hós- kveldið við eini samkomu. Men tá valdu feroysku luttakararnir at sita á áskoðaraplássinum fyri at mótmæla at feroyska flaggið ikki var at síggja undir allari kappingini. Vanliga er tað so, at lut- takararnir hava síni egnu flogg við, men til hesa Nr. 78 — 14. juli 1987 ullgenturnar Er kappingina høvdu fyri- reikararnir sagt, at teir skuldu útvega floggini. Men tað føroyska flagg- ið var ikki at síggja undir allari kappingini, hóast føroysku svimjararnir vunnu fleiri gullmerkir, og ti mótmæltu føroysku'lut- takararnir vid ikki at lut- taka i endahåtidarhaldin- um, og i stadin at fylgja vid frå åskodaraplåssin- um. sj. Unglingalandsliðið í Íslandi: Føroyski fótbólturin i framgongd Feroysku unglingarnir kláraðu seg rættiliga væl í Íslandi. Teir leiktu ein javnan dyst, og taptu seinna bert við einum máli Fyrra dystin kundu fer- oysku leikararnir lættliga vunnið við fleiri málum. Teir hevdu m.a. tvey skot á stongina, og eitt á yvir- liggjaran. Tað vóru eisini teir, ið komu á odda við einum máli, ið Karl Marius úr HB skeyt. Ís- lendingarnir fingu tó javn- að út, til endaliga úrslitið 1-1. Annars varå sagt um tann dystin, føroysku leikararnir komu égvuliga væl frå honum, medan lítið og einki spæl var at síggja frá íslendskari síðu. Seinna dystin gekk ikki so væl. Tá hevdu ís- lendingarnir eina lítla yvirvåg, og vunnu eisini tann dystin við einum máli ímóti ongum. Niels Pauli Jacobsen úr HB var tann leikarin, ið skaraði mest burturúr. Hann spældi tveir frálíkar dystir, sum aftasti maður hjá føroyingunum. Venjari var Påll Gudlaug- son, og ferðaleiðari Krist- ian Petersen. Sagt vard annars frå islendskari sidu, at tad ikki longur var nøkur løtt uppgåva at leika ímóti føroyingtm. Fyrr vóru úr- slitini ofta, at íslendingar vunnu við fleiri málum, meðan feroyingarnir nú hava ment seg rættiliga væl, og liggja nú næstan á jevnum feti við íslending- arnar, tá tað snýr seg um tey yngru liðini. Feroysku leikararnir lótu annars ógvuliga væl at ferðini, og vórðu væl móttiknir allastaðni har teir komu. kmi- A ——— Kristian Petersen TB-HB, 1-0 (1-0): TB åtti at vunnið meiri Á Tveroyri leiktu TB og HB. Men hóast TB vann dystin við einum máli móti ongum, var hetta ikki nóg mikið til at tryggja sær lut í finaluni. Tað var Egil Steintór- son, sum í sætta min. í fyrra hálvleiki legði TB á odda. Egil headaði bóltin í netið aftaná eitt innkast. Vit frætta av Tveroyri, at TB átti tað mesta av - dystinum, men hóast fleiri målmøguleikar, eydnaðist tað teimum ikki at fáa nakað mál afturat. Annars var dysturin sum heild góður og stundum sera undirhaldandi. Gdm. RSF koyrir miðving Eftir = kappróðurin á Varmakeldu, har bert sentimetrar vóru millum Knerr og Miðving, tók ein av manningini á Miðvingi videobandið frá máldóm- arunum, og teir fingu tað ikki aftur fyrr enn seint á kveldi. Fyri hetta avgjerdi Róðrarsambandið at geva manninum forboð fyri at luttaka í róðrunum, sum eftir eru i år. Úr Miðvági frætta vit hinvegin, at maðurin bað um at sleppa at síggja bandið, men máldómarar- nir høvdu ikki stundir at vísa honum tað, og vístu honum á bandið. Hann fór so avstað við bandinum, og beinanvegin sum máldómararnir gjørdu hinar av mann- ingini á Miðvingi vart við, at hesin var farin avstað við bandinum, útvegaðu teir handið aftur Tí halda teir ikki, at orsek er fyri at diskvali- fisera mannin. Harafturat kemur tað sera illa við hjá miðvingum, at ein av manningini verður koyrd- ur í land, tí tað er ikki bara sum at siga tað, at útvega ein nýggjan. Við róðri er tað ikki sum t.d. við fót- bólti, har eykamenn eru í fullari venjing. Men Róðrarsambandið stendur við avgerð sína, og teir hava biðið miðving- ar kæra til dómsnevndina, um teir ikki kunnu góð- taka avgerðina hjá Róðrarsambandinum. Og úr Miðvági frætta vit, at teir ætla at royna sakina hjá dómsnevndini. So er bert at vóna, at henda kemur við einum úrskurði í hesi vikuni, tí næsti róður er longu kom- andi leygardag. sj. Wh ES AAA AA —