Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Torfinn Smith Kalmar Lindenskov Pit Sosialurin P/f Pressan 1981 Ljésmyndari: Uppseting: Prent: pe Borgarliga ævintýrið POLITISKAR broytingar kunnu vera til stórskaða fyri samfelagið, soleiðis sum borgarliga landsstýr- ið var fyri føroyska farmasigling. Borgarliga stýrið hevði sett sær fyri, at tað skuldi fyri einhvønn prís knasa ta millumlandasigling. sum var komin upp at standa. Og tað lyftið varð hildið. Millum- landasiglingin varð steðgað við brestin longu í januar 1981 og í- staðin vórðu nýggjar veðhalds- og studningslógir settar í verk, sum tíverri endaðu við einum sorgarleiki, sum kemur at fáa svárar avleiðingar fyri fólk, sum vóru góðtrúgvin og ikki vistu, at tey beinleiðis vórðu villleidd. TÍ TAÐ er tað, sum í veruleikan- um er hent. Tey skip, sum vórðu keypt, lovaði táverandi løgmaður, kundu seljast við góðum vinningi og fóru at geva 100 tals av monn- um arbeiði og vinning til landið. Sannleikin er tíverri tann, at tey vórðu tvangseld fyri hálvan prís og av teimum, sum eftir eru, eru fleiri mannað við fólki, sum íkki eru føroyskir borgarar ella skatt- að í Føroyum. JAVNAÐARFLOKKURIN ávaraði táverandi stýri — vísti á hvussu ábyrgdarleyst farið varð fram í pengamálum, og mælti heldur til rentustudning. Hetta varð kveist- rað til viks. Hevði javnaðarflok- sins uppskotið verðið samtykt, hevði stødan verið ein heilt onnur og betri fyri teir einstøku, sum settu pening til og fyri landskass- an. BORGARLIGA stýrið hevur nú sjålvt felt dóm yvir vanstyri sítt, tí allan vegin, har teir breggjaðu sær av vinningi og arbeiðspláss- um, er veruleikin hall og mist ar- beiðspláss. NÚ STANDA vit eftir við rovinum eftir ævintýrinum frá einum borg- arligum stýri, sum ikki dugdi at skyna á, hvat tað er at føra ábyrgdarpolitikk, men sum fór fram eftir fummum og nóg illa gav sær stundir til at lurta eftir teimum sakkønu, ei heldur teir vórðu spurdir. Tað var eitt fram eftir fummum stýri við ongum fyriliti. HÓAST HETTA, so garta teir í, sum tó stóðu á odda. Pauli Ellef- sen í sínum lag. Maðurin og polit- ikarin, sum ongantíð kennir ábyrgd sína, og altíð vaskar sínar hendur. Hetta eyðkenni prógvar kanska einabest støðu hansara. VIÐ EINUM politikki, har Pauli Ellefsen og Óli Breckmann eru framherjar, kanst tú vænta tað ótrúliga, men altíð við syrgiligum avleiðingum. Skipamálið er dómi um hetta. TAÐ ER SO nógv, líkt og ólíkt, sum fokið er um geilar um farma- skipamálið, at ilt er hjá fólki yvir- hevur at dóma um, hvat rætt er og rangt. Tí eigur alt málið at koma fram og tað gerst best á tann hátt, at landsstýrið letur al- mannakunngera tað tilfar, sum serkgna skipanevndin hevur latið úr hondum. >Nú tá vandi er fyri hond og skyggini krógva sål, seknast vit eftir monnum, ið breðga til Nólsoyar Påll«. Soleiðis tekur SM. Zachariassen til í sangin- um um Nólsoyar Páll. Nú er vandi á ferð. Í døgunum 9. - 11. juli hevdu amerikanskir og danskir hermenn valdið á Molanum í Havn. Teir kundu týggja sær, sum teimum lysti, uttan at løg- verjan legði uppí. Tá so legverjan fór til verka, so varð tað fyri at hjálpa út- lendsku yvirgangskropp- unum og ikki okkara fólki. Hetta hendi í árinum 1987 og henda skommin verður seint gloymd. Sum í eðrum hersettum lond- um, so vóru eisini her nekur fá, ið royndu at tekkjast hervaldinum og hetta vóru fólkafloks- unglingar við Óla Breck- mann á odda. Fólk av hesum slag verða aðra- staðni nevnd við navni, ið er so andstyggiligt, at tað ikki hóskar at setast á prent. Dagblaðið freist um at danskur servandur her- maður ger seg inn á før- oying og skrivar, »at hesin fekk at kenna, hvør av- gjørdi hvar skåpid skuldi standa«. Vit vóru annars nekur, ið hildu at sjálv- stýrisandin kortini ikki var heilt burtur í fólka- flokkinum, men tað er hann so. Teir freast um at tað er danskur hermaður, ið avger hvar skápið skal standa í Feroyum. Hetta er skelkandi, tí sjálvt um øll vita, at fólkaflokkurin er ultrakonservativur, so hevdu vit kortini vónað at hann ikki tók undir við at danskt hervald knúskar føroyingin. Vit blivu so tað klókari. Á stórari mynd í Dag- blaðnum sæst unglingi, álopin av stórum bul- miklum servandum sjó- hermanni. Dagblaðið fre- ist og kallar unglingin ó- friðarligan = friðarhvelp, ólukkudýr og annað tílíkt. Hesin unglingi hevði jú gjørt ta óbótagerð at skumpa kollin av hevdin- um á sjóhermanninum. Hesin unglingi er hvørki nakað ólukkudýr ella nak- ar ófriðarkroppur, men hann er ein av teimum mongu, ið ikki vil vera passivur áskoðari til at føroyingar aftur enda í tíð- ini, har vit sum fólk vórðu Fólkaræði í vanda Nr. 79 — 16. juli 1987 > 2, Já A 2% vanvird og trælkað av hjå- landaveldinum. Hann, saman vid øllum hinum, vil ikki góðtaka, at danskt ella annað útlendskt her- vald skúgvar okkara løg- tingssamtyktir til viks. Hann verður gjørdur til láturs, tí hann ikki vil ella megnar at sláa frá sær, men tað er eingin skomm ikki at vilja ella megna at berjast við servandan glímara í sjóhermanna- búna. Harafturímóti er tað sonn landaskomm at freast yvir at útlendskt hervald leggur hond á okk- ara ungdóm og skræðir klæðini av teimum. Síggja ikki øll nú ta andstyggiligu muruna í fólkaflokkinum við Óla Breckmann á odda? Tá tað ikki eydnaðist, á Molanum, at knúska frælsisandan í ungfólki okkara, fór 5. kolonna Fólkafloksins til verka. Hetta er eisini tann mátin fasisman nytr at kúga frælsa anda fólksins, men tað fer ikki at eydnast her á landi. - X. Eitt blint mótmæli Í samband við vitjanina av amerikanska herskip- inum USS McCloy í Tórs- havn, vóru nekur mót- mæli. Orsekin til hesi mót- mæli var at donsku myndugleikarnir ikki virdu eitt greitt svar uppá fyrispurning frá Feroya Landsstýri um hetta skipið hevði A-vápn um- borð. Ti sambært vidtøku skulu Føroyar verða vidurkendar sum kjarnorkufritt øki. Nu sig- ur Pauli Ellefsen i Dimma- lætting frå 11/7 87, at Løgtingssamtyktin um Føroyar sum kjarnorku- fritt øki byggjur å eina samtykt, sum einki lógligt ella formelt hald er í. Feryar hava leingi á ellum ekjum verið stýrdar við lógum og reglum, sum hava lógarkraft. Bæði før- oyingar og útlend- ingar nava skyldu til at halda hesa legtings- samtykt um Feroyar sum kjarnorkufrítt eki, og tað er sjálvandi serliga vanda- mikið at fuska uppá kvamsvis á so álvarsligum økjum sum okkara verju- spurningur er. Og tað vistu teir legtingsmenn, legtings- sum samtyktu hana. Hendan álvarsspurning, sum harra Pauli Ellefsen vísir til ikki hevur týdn- ing, hevur sami Pauli Ellefsen, sum løgmadur i fýra ár og sum fólkatings- limur í fleiri ár, bara latið ligið og flotið. Hetta má sigast at vera ábyrgdarloysi og var kanska ein orsekin til at tey russisku skipini so ótarnað eru komin so nær landi. Um hetta, sum Pauli Ellefsen ferir fram i Dimmalætting 11.7. 1987, er kunnað donsku stjórn- ini av sama persóni, so er einki at siga til, at danska stjórnin er trek at svara, men tó má tað átalast, at einki svar kom, sum greitt sigur frá, hvervítt skipið hevði A-vápn ella ikki, og somuleiðis vísir skrivið frá Paula Ellefsen, at okkara fólkavaldu umboð í fólka- tinginum mugu bera sína ábyrgd av hesum, tí teir sum fólkatingslimir hava ikki gjert donsku stjórn- ina varuga við hetta, men meira rektu floksáhuga- mål enn áhugamál Føroya fólks. Og harvið leggja teir stein oman á byrðu ríkis- felagsskapinum viðvíkj- andi, aftur einaferð tá tað kravdist ein greið steða, vístu teir jånkasligu stødu sína, har teir lótu floks- åhugamålini vera framm- anfyri åhugamål Føroya folks. Eg persónliga og polit- iskt eri ímóti slíkum mót- mælum, sum fyri mær tykjast einoygd og heilt burturvið. Tað er ein rættur Fer- oya Legtings at sam- tykkja at Feroyar eru og skulu vera kjarnorkufrítt eki, men samstundis er tað skylda hjá politik- arum, uttan mun til hvenn flokk teir hoyra til, at syrgja fyri at hetta verður respekterað. Tó tykist mær at hetta mótmæli var einoygt, tí tað var vent ímóti einum skipi, har tað var frítt fyri almenninginum at koma um borð og tú kundi fara í hvenn krók, teir høvdu einki at krógva. Hesum, at tú fært loyvi at koma um borð og kaga í hvenn krók, hetta skipið, sum vísir slíka fríheit, hesum verður mótmælt. Framhald á síðu 7