hósdagur 16. juli 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 79 — 16. juli 1987
Framhald av síðu 6
Men hvussu við mót-
mælum ímóti teimum
skipum, sum nærum
hvenn dag liggja í Tórs-
havn og sum sigla runt á
Feroya grunni, hetta eru
ikki smá skip, men risa-
skip, summi eru til svart-
kjaft og onnur til fiski-
rannsóknir, verður sagt.
Og um so var, at tey bert
vóru til hesi endamál, so
skuldi einki verið, sum
forðar fyri at vitjað bleiv
umborð, men har sleppur
tú ikki longur enn á
dekkið, so er fullstopp.
Um hetta bert eru fiski-
royndarskip, so skuldi væl
einki verið at krógva. Um
kjarnorkuvápn eru um-
borð, tað vita vit einki um,
men eitt eru vit væl greið
yvir: hesi skip hava so væl
útgjerd tól, at tey uttan
nakað kunnu kanna viður-
skifti bæði á sjógvi og
landi. Tað vísir seg týðu-
liga. Hesi skip sigla uttan
nakað igjøgnum sund og
firðir, har sum sjálvt
kendir menn ivast í at
sigla.
Tað er heldur
sum mótmælir tá mann-
ingarnar ferðast runt
landið við myndatólum og
soleiðis gera seg kendan
við viðurskifti her á landi.
Her verður ikki
mótmælt, her verður kik-
arin settur fyri tað blinda
eygað.
Tað skal eingin billa
mær ella nekrum inn, at
russisk skip koma beina
kós úr Ruslandi til umvæl-
ingar í Feroyum, áðrenn
tey fara á fiskileið og at
tað verður gjert fyri at
skapa arbeiði i Føroyum.
Tað er væl ongin, sum er
so bláoygdur at hann trýr
hesum, hetta hevur heilt
annað endamál.
Og her verður kikarin
eingin
settur fyri tað blinda
eygað.
Mótmæli ímóti USS
Í E——nara
tíðindablaðið SOSÍdUNN
McCloy kundu verðið um-
gingin, um okkara umboð
í danska fólkatinginum
høvdu gjørt sínar skyldur,
men at teir skuldu gjert
við
Eg meti mótmæli heilt
burturvið, so leingi
ikki eisini verður galdandi
fyri tey fremmanda skip,
har ein ikki sleppur longur
enn á dekkið.
Tú slapp runt alt tað
amerikanska
hvønn krók,
einki at krógva, tí varð
einki at krógva, tí var
mótmælið einoygt, og kik-
arin settur fyri tað blinda
eygað, og tað tænir ongari
friðarsek.
Sverre Midjord
Hugvusøga Ola
Føroyingurin sum annad
fólk hevur leingi havt virð-
ing fyri tí skrivaða orð-
inum. Tí, ið stendur á
prenti, verður vanliga
trúð, so margháttligt tað
annars kann tykjast. Tá ið
tú lesur tílíkt um onnur,
hevur tú lyndi til at yppa
eksl og hugsa við tær
sjálvum: >Fær tað verið so
galið? Eg helt meg annars
kenna handa mannin sum
friðarligan hampamann,
men tað stendur skrivað
svart á hvítum, so okkurt
man helst vera i hasum«.
Tå id tå so ein vakran
dag lesur um teg sjålvan,
at tu skal hava gjørt
nakad, sum tu veitst vid
tær sjålvum, at tu aldri
hevur gjørt, tiansheldur
hugsad um at gera, og at
triggir løgreglumenn hava
sæd teg gera hetta, ja, tå
kennir tu teg ikki so litid
undarliga vid.
Dagblaðið nr. 79 ber tey
tíðindi, at henda morgun-
in, tá ið óbodna herskipið
McCloy legði at bryggju,
hevði eg tríggjar ferðir
(episka trítalið)! sligið
húgvuna av hevdinum á
donskum sjóhermonnum,
og at legreglan var fast
avgjerd í at handtaka meg
og hava meg við á stødina,
gjørdi eg tað fjórðu ferð,
men so fekk hon knapp-
liga annað at hugsa um,
og eg hvarv í mannfjøld-
ini!
Hvat skalt tå halda og
hugsa, tá ið ósannindini so
skelkjandi ljót og svert
standa á hesum hvíta
blaðpappíri, ið ber orð fyri
at vera so tolið. Tú hevdi
næstan ynskt fyri tað ol-
mussudýr, sum hetta hev-
ur pentað saman, at tú
hevði gjørt hetta, um ikki
tríggjar, so eina ferð, men
eg kann við góðari sam-
vitsku siga, at hetta havi
eg ikki gjert og havi held-
ur ikki roynt at gera tað.
Løgreglan kann ikki
vera kend vid at standa
sum vitni til tilikar lygi-
søgur, og eg bidi hana
stadiliga um at kanna
hetta mål út í æsir til tess
at fáa greitt, um tað er so
illa vorðið, at menn henn-
ara eru lygivitni fyri
skemdarblað. Hetta
skyldar hon almenningi,
skal hann kenna seg
tryggan við vernd
hennara.
Men hvat er væntandi
av blaðstjóra, sum nú eis-
ini er farin at royna seg
sum myndafalsara. Nakrir
av hansara ungherjum
stóðu uppi á havnargarð-
inum við ymsum skeltum.
Á einum teirra stóð
»VELCOME TO NATO,
sum mynd í Sosialinum
eisini prógvar, men í Dag-
blaðnum stóð sama skeltið
»rættad« til » WELCOME
TO NATO«! Tá ið hann
ger soleidis i ti småa, hvat
er so ikki at vænta av hon-
um i tí stóra?
Eg skal siga Ola Breck-
mann, at sum borgari i
hesum landi havi eg, sama
hvat mitt yrki er, rætt til
at fara å hvønn løgligan
fund, sum eg vil, eisini
mótmælisfund. Hann skal
so ikki njóta ta fragd, at
hann skal fáa rætt meg til
tagnar við sínum ómans-
ligu útspillingum. Hann
átti annars at verið fegin
við, at onkur mótmælti, tí
frá sjálvum skiparanum á
hesum ófrættaskipi hevði
blað hansara tey gleðiligu
boð, at hansara arbeiði var
at tryggja okkum rættin
til at mótmæla!
E.s. Meðan vit tala um
húgvur, hví var eingin so
heppin at rippa ullhúgv-
una av Óla, tá ið tjóð-
songur okkara varð sung-
in. Hann dugdi sær ikki so
frægan fólkasið, at hann
tók hana sjálvur av høvd-
inum.
E.e.s. Tað meinska og
illnatna háð móti móður-
málinum, sum gongur
gjøgnum alla greinina, ger
myndina av muruni full-
komna. Har livir ikki før-
oyskur neisti eftir.
Jóhan Hendrik W.
Poulsen
|
hetta, hevði eg ikki roknað |
tað |
skipið, í |
teir hevdu |
Viljin er góður
— men kósin er skeiv
Harra blaðstjóri
Tá um samfelagsspurn-
ingar ræður, hevur tað
víst seg, at tey, ið politiskt
eru vinstravend (ella verða
segd at slík, alt
veldst um, hvenn ella hvat
ein stendur til vinstru fyri)
oftast eru tey, sum leggja
til brots fyri at broyta eina
skipan ella eitt fyribrigdi
tey meta, eigur at verða
broytt. Meðan tey, ið eru
hegravend (ella verða
segd at vera slík, eisini her
veldst um, hvenn ella hvat
tey standa til høgru fyri)
oftast eru passiv, kanska
ikki í hugsan, men í gerð-
um. Tá tey onkuntíð hava
gjørt vart við seg, hevur
tað sjáldan verið fyri at
broyta nakað, heldur at
vera ímóti teimum
vinstravendu, sum tey
ikki kunnu torga, ella lát-
ast, sum tey ikki kunnu
torga, tí tey kanska innast
inni argast við seg sjálvi,
tí tey ikki kundu taka seg
saman til at vera við, men
heldur lót seg leiða av
»Slédaranum Reysta«.
Eitt aktuelt dømi nú er
fridarspurningurin. Eisini
i Føroyum er ein fridar-
rørsla. I sjålvum sær ikki
rúgvismikil, men tydning-
armikil líður í ti stóru
heildini. Tað, sum friðar-
rerslurnar berjast ímóti,
er tann hepisleysa og era
vápnadubbingin, sum fer
vera
fram bæði eystan- og
vestanfyri.
Fær hesin erskapur
ótarnaður loyvi at halda á,
verður tað einaferð ein,
sum fær hug at royna, um
hesi vápn virka — tað gera
tey!!
Tann, ið roynir, fær sítt
forvitni nektað, men fegin
verður hann ikki!
Nú er tað so, at vápna-
kappdubbingin er kanska
ikki so nógv ætlað til
hverki at leypa á — ella at
verja seg við, heldur er
hon vorðin ein vinnuvegur
hjá risafyritøkum, sum
| illa kunnu — og enn minni
vilja — vera hann fyri-
uttan. Ongin ivi er um, at
mótmælini frá friðarrersl-
unum hava sína ávirkan,
tí verður lagt so nógv eftir
teimum.
Fyri at vinna á eini
rerslu, eini hugsan, einum
politikki ella eðrum, sum
ein ikki tekur undir við
ella beinleiðis er ímóti,
hevur tað allar tíðir verið
brúkt tann framferð at
reingja myndina av
hesum.
Fyrst í hesi eld varð
Sjálvstýrisflokkurin fyrst
kallaður »Separatist-
partiet«. Tå hetta ikki var
nóg mikið, varð hann kall-
aður »Brændevins-
partiet«, ti hann ikki hevði
somu hugsan um rús-
drekkaspurningin,
tann, Sambandsflokkurin
hevði, og tá bar til.
Hesin taktikkur verður
eisini brúktur móti friðar-
rerslunum. Tær verða
sagdar at vera stovnaðar
og fíggjaðar av Ruslandi.
Lat tað verða sagt
beinanvegin, at eg eri ikki
í iva um, at kunnu russar
fáa meguleika at brúka
friðarrerslurnar til sín
fyrimun, vilja teir uttan
himpr gera tað, eins og
amerikumenn vilja.
Men friðarrerslurnar
hava bert eittans enda-
mál: at virka fyri friði!
Tað er fávitska at halda,
at fleiri og óhugnaligari
vápn kunnu tryggja frið-
in. So kann ein kalla tey
verju- og álopsvápn, sum
einum lystir. Ein maskin-
byrsa er ein maskinbyrsa,
ein atombumba ein atom-
bumba. Ætlanin við teim-
um er at drepa fólk! So
kann standa á teimum:
»Made in USA« ella
»Made in USSR« sum tað
vil!
Einasta alternativ at
steðga hesum erskapi, er
at mótmæla, mótmæla og
aftur mótmæla. Tað hava
vit óteljandi prógv fyri:
Vóru mótmælini ikki so
hørd, vildu amerikumenn
ikki verið farnir úr Viet-
nam, fyrrenn teir høvdu
bumbad hetta land aftur í
steineldina, sum onkur av
teimum hevði ætlan um.
Russar vildu gjert tað
sama í Afghanistan. Eins
og Ungarn í 1956 og
Tjekkoslovakínum í 1968
vildu teir havt lagt bein-
sun
leiðis uppí i Polen, um
mótmælini ikki vóru so
herð vestanfyri. Tað sama
vildu amerikumenn fyri
langari tíð síðan havt
gjert í Nicaragua.
Feskasta dømid er
Suðurkorea, har mótmæl-
ini hava vunnið ein full-
komnan sigur til frama
fyri fjøldina.
Tað nyttar
rússar
lítið, um
og amerikumenn
fyri opnari mikrofon ella
opnum sjónvarpsskermi í
Geneve, Reykjavík ella
aðrastaðni sita og mesna
um teirra góða vilja«, tå
teir i loyndum halda krig-
num millum Iran og Írak,
borgarakrignum i Liba-
non, stríðnum millum
kontrairnar og herin í
Nicaragua og aðrar staðir
við, í gongd við at oysa
vápn í hesi lond.
Rætt mundi danski út-
varps- og sjónvarps-
maðurin Ole Sippel hava,
tå hann metti, at stridid i
Libanon av våpnafram-
leiðarum verður hildið i
gongd við tí fyri eyga at
royna nýggj vápn fyri at
síggja, hvussu nógv fólk,
Síða 7
tey kunnu skræða sundur
ella hvussu nógv hús, tey
kunnu sorla við einum
skoti.
Tað nyttar lítið at
stovna felagsskapir, sum
styðja Nato- ella
Warshawa-samgonguna
hver. sær. Ein, sum
styðjar aðra, styðjar hina
við, tí tær hava skapað
hverja aðra, og tær halda
lív í hverji aðrari. Hyggið
bert at tí seinasta útvikl-
inginum: Amerikumenn
eru enn ikki lidnir við sína
»stjørnukrigsætlan«.
Russar siga seg longu
hava våpn, sum hava
gjørt hesa ætlan til onkis.
Ivaleyst er tað beint.
So kunnu amerikumenn
fara í gongd við ta næstu
ræðuframleiðslu og russar
við síni o.s.fr.
Um teir ikki vilja gera
ell hesi ræðuvápn til
einkis, var tað so ikki
betur, um teir steðgaðu nú
og heldur brúktu peningin
at metta øll tey hungrandi
neydardyrini, sum eru
meir og minni beinleiðis
offur fyri hesum krígs-
greðinga ræduæti4num?
Um russar, ameriku-
menn, kinverjar, onglend-
ingar, jugoslavar, tjekkar,
týskarar, fransmenn,
kubanarar, sviar og aðrir
við, góvust at oysa vápn í
øll hesi kriggj, sum flestu
ikki vita, hvat er um, vildu
tey steðgað av sær sjálv-
um, tá onki krút var eftir.
Tað er hetta, alt friðar-
arbeiði eigur at snúgva
seg um, og ikki hvenn
politikk ein sigur seg ella
onnur umboða.
Um ein er hegra-,
vinstra- ella okkurt annað
vendur, ber væl til at sam-
arbeiða um felags enda-
mál. Hyggið bert, hvussu
samd vit ell eru um Doun-
reay!
Í Føroyum er stovnaður
felagsskapur, sum sigur
seg hava til endamåls at
virka fyri NATO-sam-
gonguni, og harvið eisini
Warshawa-samgonguni.
Bert navnið »Vestur-
leid«/»Vestfall« er ein av-
bjóðing og ein steðutakan
fyri einum parti í hesum
ræðuleika, sum fyrr ella
seinni má enda í tí »enda-
ligu loysnini< — ragnar-
roki. Tá verður friður —
ævigur friður!
Neyvan munnu limirnir
í Vesturleið/Vestfall
ynskja henda frið. At tey
álíkavæl berjast fyri hes-
um, man heldur vera úrslit
av stuttskygni og vill
leiðan. Viljin er kanska
góður, men kósin er skeiv.
Enn kann hon rættast,
men hvussu leingi?
ohe.