týsdagur 21. juli 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
»
Utgevari:
Abyrgdarblaðstjóri:
Nr. 1 — 4. ianuar 1986
Liberalur
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
oddagrein
Shoah
SJÓNVARPIÐ skal hava tøkk
fyri, at føroyingar eisini fingu høvi
til at síggja sendirødina Shoah.
Her fingu vit i Føroyum eisini at
siggja ta ræduligu søguna um
tyningina av 6 mill. jødum fyri
bert gott 40 årum sidan. Umframt
tað reint søguliga um tann ágang.
sum jødum hevur verið fyri, fingu
vit at hoyra um úrslitið, tá hatur
og vanvirðing verður sett í
hásæti. Hetta var fyribils endin av
jødajagstran gjøgnum mong
hundrað år, tá jødar hava verið
gjørdir til syndabukkar fyri líkt og
ólíkt.
VIT KUNNU uttan at lúgva siga,
at jødahatur hevur ongantíð funn-
ist hjá okkum. Men hetta prógvar
tó ikki at vit eru betur enn onnur,
tá vit ongantíð hava havt jødar
her á landi. Men vit skulu ikki
longur burtur enn til Danmarkar
fyri at finna fíggindaskap móti
jødum, enntá frá »penum«
kredsum. Tað í dag høgt virda
borgarliga blaðið >„Jyllands-
posten« skrivaði 15. november
1938. aftaná krystalnáttina, tá
synagogur g onnur ogn hjá jød-
um i Týsklandi, vóru løgd í oyði
m.a., at teir væl skiltu, at týskarar
ikki kundu torga jødar við teirri
grundgeving at »det er páfalden-
de mange jøder, som pá en lidet
tiltalende måde er blevet for-
grundsfigurer i svindelaffærer...“
Og bladid skilti væl, at tyskarar
vildu sleppa av við teirra jødar. Tá
ánaði Jyllandsposten ikki, hvor
endin fór at blíva. Men
»forståilsi« av hesum slagnum
gjørdi tað í hvussu er lættari hjá
týskarum at fremja sítt >Endløs-
ung«.
NÚ UMTALAÐI Shoah bert sjålva
týningina av jødum, og tískil ikki
allar hinar brotsgerðirnar, sum
nazistarnir framdu. Heldur ikki
varð greitt frå søguni undan
Shoah. Og hendan søgan er á sín
hátt nærum eins óhugnalig.
HON BYRJAÐI í sínum einfeldi
við, at í 1919 var ein maður, sum
æt Adolf Hitler, sum hevði
avgjørt at fara upp í politikk.
Hetta førdi hann inn í tann tyska
Arbeiðaraflokkin. Her byrjaði
Fyritaksstjóri:
Blaðfóltk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
hann skjótt at gera so nógv um
seg. at oddamenninir í flokkinum
hildu hann vera og óargaligan og
teir talaðu at. Men Hitler bjóðaði
sær til at leggja frá sær í stundini,
um tað var tað teir ynsktu. Og tá
hevði Hitler vunnið spælið. Víst
bríggjaði floksleiðslan seg ikki
um mátan hjá Hitler, men hann
útvegaði flokkinum undirtøku og
arbeiddi ókeypis fyri flokkin.
Hetta var fyrsta ferð at bakkað
varð fyri Hitler, men tíverri ikki
seinastu ferð. Næstu ferð, tá
Hitler skipaði sína fyrstu stjórn.
Tá vóru nazistarnir í minniluta,
men eftir bert fáum vikum hevði
Hitler alt valdið, tí hann »skuldi
bjarga Týskalandi undan kommu-
nismuni«. Seinni legði Hitler fleiri
og fleiri lond undir seg. Søgu-
menn eru samdir um, at tað hevði
ikki veri minsti trupulleiki at
steðga Hitler og gjørt hann
óskaðiligan. Men Bretland bakk-
aði og Fraklans bakkaði, tí nú
skuldi Tyskland »bjarga Europa
undan kommunismuni«. Tá Hitler
endiliga fekk måétstødu, tå hann
legði á Polen 1. september 1939,
kundi tað eins væl verið ov seint.
NÚ VITA vit, at Hitler hataði iki
bert jødar. Hann hataði Sovjet-
samveldið, russarar og onnur
slavisk fólkasleg. kommunistar
og sosialdemokratar. Og allir
hesir bólkar fingu eisini at kenna
sviðan av tí syndabukkapolitikki
sum Hitler stóð fyri.
SØGAN um Shoah byrjaði tiskil í
1919, tá bakkað var fyrstu ferð
fyri Hitler. Og so kunnu vit tjak-
ast um, hvør ið hevur størstu
skuld: Teir sum framdu Shoah
ella teir sum við síni áhaldandi
bakking gjørdi Shoah møguligt.
LÆRAN av Shoah skuldi verid
tann, at slikt sum elvdi til Shoah
ikki fær fótin fyri seg aftur. Men
her eru menniskju, og vit hava
sæð søguna endurtaka seg fleiri
ferðir.
MEN TAÐ serliga við Shoah er at
hetta varð framt av eini stjórn
sum upprunaliga var demokrat-
iskt vald. Hetta skuldi givið nak-
að at hugsa um! Og skuldi eisini
fingið allar flokkar í Føroyum at
berjast sum úlvur á skóg móti
gllum sum kundi borið brá av tí,
sum førdi til Shoah. Tað er
kanska meira til av tí enn vit
halda!
borgarligur politikkur
Tá ið Páll Vang, fyrrver-
andi landsstýrismaður hjá
fólkaflokkinum, stillaði
upp til seinasta
kommunuval á Tveroyri,
hevði hann sjálvandi eina
skrá, sum skuldi vísa rein-
an borgarligan politikk.
Ein borgarligan politikk,
sum fólkaflokkurin vildi
fremja, um hann fekk
ávirkan. Sjálvur trúði Páll
ikki uppá, at hetta fór at
hepnast, tí kundi hann
ekkaleysur kunngera ein
politikk, sum ikki er gjør-
ligur at fremja, uttan at
tað vildi fingið avleiðingar
fyri tað timalønta fólkið á
Tveroyri.
Páll hevði ongantíð
roknað við at hansara at-
kveða skuldi blíva tann
avgerandi í stødutakanini
í býráðnum, men so bleiv.
Um hann hevði varnast,
so hevði hann ikki kunn-
gjørt eina valskrå, sum
nærum í hverjari avgerð
býráðsins verður brotin.
Ikki av hinum samgongu-
feløgunum, men av fólka-
flokkinum.
Punkt 1 í valskrá Páll
Vang's: Tveroyrar býráð
skal sleppa sær burtur úr
øllum vinnuligum til
tøkum.
Fiakavirkid skal verða
stýrt og rikið av stjór-
anum uttan innblandan.
Hetta eru bert tvey av
teimum mongu punktum,
sum sett blivu upp áðrenn
valið.
Ofta etur hundur tað,
hann havnar og ketta, tað
hon spýr.
Tað fyrsta, sum hesin
borgarligi liberali politik-
ari gjørdi tå hann við
sínari atkveðu bleiv av-
gerandi, var at velja seg
sjálvan til reiðara á Suður-
oyingi.
Sjálvandi var tað gott
at fáa ein figgjarfrøding,
sum hann sigur seg vera,
til reiðara.
Men hetta bleiv sjálv-
andi gjørt fyri løn, fólka-
floksmenn gera einki
uttan teir fáa løn.
Uttan iva varð avgerðin
um at vera við í tí stýri,
sum er undir leiðslu av
javnaðarflokkinum, tikin
av teimum norðanfjerðs,
og ikki er at ivast í tí, at
her skal bara latast standa
til, á sama hátt, sum tá ið
sami maður sat sum
landsstýrismaður fyri
fólkaflokkin. Har sam-
bært gerðabókini hjá Fer-
oya Landsstýri verður
sagt frá, at Páli Vang
verður valdur varaløg-
maður, men at legmann-
sins målsøkir verða í frå-
veru legmanns rektar av
Eilifi Samuelesn.
Bert var hann varaløg-
maður av navni, men ikki
av gavni.
Sama tykist at vera her.
Hann er t.d. formaður í
teknisku nevnd, men av-
gerðir um arbeiðsfólk og
ígongdsetan av arbeiði
verða gjørdar av býráðs-
formanninum.
Ein løgin borgarligur
politikkur, ein løgin poli-
tikkur i heila tikid. Tad
næsta borgarliga tiltakid,
um eg so må kalla tad, var
at tá ið aðalfundurin varð
hildin í Suðuroyingi, tí
báti, sum hesin maður er
reiðari á, tá setir Páll
Vang, áðrenn stjórnarval
fram ultimatum: Verður
ikki oll stjórnin afturvald,
so leggi eg frá mær sum
stjóri og reiðari.
Sjálvandi vildu teir,
sum sótu við meirilutan-
um, ikki akta harraboð.
sum sótu við meiriluta-
num ikki akta harraboð.
Lat meg loypa nakað, tí
nóg verður at tríva í sum
frá líður. Fyri trimum
mánaðum síðani bleiv
Fleyr, sum býráði er eigari
í, og sum tjóðveldismaður-
in Hermund Mikkelsen er
reiðari fyri, lýstur til
tvingusselu, einki hendi í
málinum, men bráddiiga
vaknar onkur og 10 tímar
áðrenn skipið skal seljast,
verða skriva brøv út frá
einum afturlatnum bý-
ráðsfundi, hver skuldi
trúð, at fundar vóru hildn-
ir fyri læstum hurðum,
men tað er eisini hent.
Her var gloymt at alt
skuldi viðgerast fyri opn-
um teppi.
Á hesum fundi verður
skotið upp at skrivast
skuldi til felegini sum
vóru á Tveroyri, tó verður
Fylking og Fiskepigernes
Fagforening hildin uttan-
fyri.
7
1,7 mill. kr.
í avlopi
Fuglafjarðar Komm-
una hevði í fjør eitt
avlop á rakstrarrokn-
skapinum uppá stív-
liga 1,7 mill. kr.
Stersta útreiðslan á
roknskapinum, sum
er uppá 21 milliónir,
er til rentur og kurs-
tap. Hetta er til
samans hálv áttanda
millión. Av teimum
23 millióna stóra láni,
sum kommunan tók í
samband við m.a.
skúlabygging á
Kambsdali, gerð av
høvudsvegi gjøgnum
bygdina, vatnveiting
og havnarbygging frå
donskum kreditt-
felag, hevði kommun-
an eitt kurstapslán
uppá 3,3 milliónir.
Skrivað bleiv til Rank-
an, Suðuroying og til
Tveroyrar Flakavirkið har
sagt verður frá, at Tver-
oyrar býráð er sinnað at
stuðla keypið av Fleyr.
Hetta uppskotið umat
keypa Fleyr kemur frá
Páll Vang og bjóðast
skuldu 8 milliónir.
Hetta er sami aður sum
skuldi sleppa býráðnum
burtur år ellum viunulig-
um tiltøkum.
At hann setir hetta upp-
skotið fram hevur eina
aðra segu, sum eg vil
venda aftur til eina aðru
ferð, tí hon er sera áhuga-
verd.
Eftir uppskotið frá Páll
Vang skal Tveðroyrar
kommuna seta 8 milliónir
í skipið, men hetta vísir
seg at vera ov lítið, tí Fer-
oya Banki sigur seg hava
keypara sum vil geva
meira.
Felegini fingu nakrar fá-
ar tímar at umráða seg í,
og við tað at ongar upp-
lýsingar fylgdu við, var
tað ógjerligt at takastødu.
Avgerðin bleiv so, at
Tveroyrar býráð saman
við Tveroyrar Flakavirki
skuldi keypa bátin, og at
Heri Mortensen stjóri á
Tveroyrar Flakavirki
skuldi fara norður umboð-
andi keypararnar.
Meðan selan stóð uppá,
var býráðið saman ti
eykafund fyri læstum
hurðum og úrslitið bleiv
so at býráðið og Flaka-
virki bjóðaði 11,1 millión
fyri Fleyr.
Hetta bleiv gjert eftir
tilmæli frå figgjarfrødingi-
num hjá fólkaflokkinum,
hann sum skuldi lætta um
hjá borgarunum á Tver-
oyri…
Og hvi bleiv tad gjørt,
ikki fyri at keypa skipið,
men fyri at hjálpa Feroya
Banka úr teirri steðu teir
vóru komnir í av Fleyr.
Skattgjaldarin á Tver-
oyri skal tó gjalda fyri feil-
investeringar hjá Fleyr og
Feroya Banka.
Áhugin hjá Fólkaflokki-
num var meira at tryggja
Feroya Banka enn at
tryggja kommununa.
Somuleiðis er at gera
vart við, at sambært ið-
teku í Tveroyrar Flaka-
virki, kann einki keyp og
eingin sela fara fram utt-
an aðalfundarviteku.
Hetta mál um partapen-
ing í Fleyr hevur ikki ver-
ið fyri á aðalfundinum. So
her má sigast >Loven er
ærlig, men hold den be-
sværlig«.
Tad e: uttan iva rætt
sum Pauli Ellefsen sigur i
bladgrein i Dimmalætting
6. mars 1982.
Eingin trystir Påll Vang
til at hækka útreiðslurnar.
Sverre Midjord