Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 23. juli 1987 Fyrireika kvinnuráðstevnu í Oslo Norðurlendsk stevna næsta summar Regluliga fara nú at verða fundir í Mettu- stovu í Havn at fyri- reika ta kvinnuráð- stevnu, sum næsta summar verður hildin í Oslo. Ráðstevnan vendir sær til norðurlendskar kvinnur við tilknti til kvinnufelog, faklig feløg, fólkarerslur og aðrar ikki almennar rørslur og feløg. Stevn- an verður opin fyri øll- um áhugaðum. — Vit sjálvar kundu havt so ómetaliga gott av at verið saman við kvinnum úr hinum norðurlondunum, lært av teimum og fingið sum mest av styrki, treysti og vnskpi heim- aftur við okkum. Tað er okkara vón, at alla kvinnur, sum hava hug at luttaka í ráðstevn- uni, og sum kundu hugsað sær at lagt ar- beiði í at fyrireikað okkurt serligt til stevn- una, fara at gera vart vid seg og koma til fyrireikingarfundirnar, sigur Kvinnufelags- samskipan Føroya. Nordisk Ministerråd hevur sett ein fyrireik- ingarbólk at hava ábyrgdina av stevnuni. Í bólkinum eru umboð fyri kvinnufeløg í Norðurlondum, um- framt eitt umboð fyri Norðurlendsku javn- steðisnevndina og Norðurlandaráðið. Fer- oyar hava observater- sess í fyrireikingar- bólkinum, og feroyska umboðið er Elinborg Trónd Johansen, for- kvinna í Kvinnufelags- samskipan Feroya. Endamálið Endamálið við ráð- stevnuni er at geva norðurlendskum kvinnum hevi til at samanbera royndir og vitan um, hvat verður gjørt til frama fyri javnsteðuna í Norður- londum. Ráðstevnan miðar eisini ímóti íteki- ligum úrslitum, t.d. við at samarbeiðsnet verða gjørd millum kvinnu- bólkar í Norðurlondum umframt at gjerd verða uppskot, sum kunnu nýtast av bæði kvinnufelogum og myndugleikum í fram- haldandi = arbeiðinum fyri veruligari javn- steðu og kvinnufrælsi. Kvinnuráðstevnan verður hildin í Oslo 30. juli til 7. august næsta ár, á universitetinum á Blindern. Kvinnufelagssam- skipan Feroya hevur sekt Landsstýrið um at leiga Smyril ella Teistan til ferðina. Hugsanin við tí er, at bæði tær íslendsku og tær føroysku kundu búð umborð, meðan stevnan fer fram. 22. september kemur Helle Jarlmose, pro- jektleiðari til Feroya at greiða frá fyrireikingu- num til ráðstevnuna. Føroyska umboðið í fyrireikingarneundini er Elin- borg Trónd Johansen Fáa afturútgjalding a Ellisheiminum Men seinasta orðið er neyvan sagt „Fyrsta slagi vunnið< var yvirskriftin í Sosialinum ein dag í februar, tá vara- álitiskvinnan á Ellisheimi- num í Havn reisti seg av trappuni, har hon hevði sitið í 63 tímar. Fleiri fak- felog góvu lyfti um at stuðla henni í stríðnum fyri betri arbeiðsviður- skiftum á Ellisheiminum. Men synd er at siga, at nakað spurdist burtur úr stríðnum. Uttan upp aftur fleiri vónsvikin fólk, og samanhaldið millum starvsfólkini fór. Uppklár- að varð einki. Álitiskvinnan kom ikki í starv aftur. Men arbeiðið hennara er tarid at bera frukt. Ein av orsøkunum til, at hon varð koyrd, sambært starvsfólkunum tá, var, at hon vísti á, at tær ikki fingu ta len, sum tær hevdu rætt til. Nú hava fleiri av teimum á Ellisheiminum fingið eina hampiliga stóra upphædd sendandi, afturútgjalding. Annars stevndi álitis- kvinnan tá vegna allar á Ellisheiminum býráðið eftir sløkum tveimum milliónum krónum, sum tær hildu seg hava fingið ov lítið. Tað málið hevur ikki verið fyri í rættinum enn. Meðan stríðið leikaði harðast, kom fram, at starvsfólk á Ellisheimi- num hevdu gjert vart við, at onkur við longum fingr- um var á Ellisheiminum. virdislutir .hvurvu, og bæði tey gomlu og starvs- fólk mistu pengar. Sjálvt um varaálitiskvinnan nak- að eftir kom við eini um- bering, gjørdi semju við fyristødukvinnuna, og tók øll ordini i seg aftur, helt politiid fram vid at kanna skuldsetingarnar um stuldur å Ellisheiminum. Í vár hava fleiri starvs- fólk verið hjá politinum og greitt frá tí, sum tey vistu um stuldur. Allar hava ikki verið hjá politinum, Sær yvir alla vánna Nýggj havnarskrivstovai Vestmanna Fólk stokka av og á inn á gólvið á havnarskrivstov- uni. Her er Jógvan Isak- sen og prátar vid Olivar Jacobse n Olivar Jacobsen, havnar- meistari i Vestmanna, er væl nøgdur vid nyggju havnarskrivstovuna. Havnarskrivstovan tikin i nytslu 4. juli. Skrivstovan er i ovaru varð hædd á bygninginum, ið stendur úti á bryggjuni eru á ellum síðum, og tí er útsýnið Yvir vánna og niðan í einastandandi alla bygdina eisini. Tað er nakað annað enn at sita í gomlu havnar- skrivstovuni, ið kom í 1949, við Fiskavirkið. Haðani sást eisini. Og har hevur Olivur arbeitt í 34 ar J. P. Gregoriussen hex ur teknað havnarskri stovuna, sum hevur alla útgerð, id ein havnarskriv stova skal hava Tveir mans arbeiða havnarskrivstovuni i Vestmanna. Í nidaru hædd eru tvey almenn WC. Síða 3 men tær væntaðu at fáa boð, tí tað ljóðaði, at poli- tiið skuldi halda fram við sínumkanningum i september mánað. Tær fingu allar tí sum vátan vett, tá tær í út- varpinum frættu, at ein- gin ákæra verður reist móti nekrum fyri stuldur- in. Fútin hevur tikið hesa avgerð, og tí er politiið givið við avhoyringunum. „— Vit skilja einki. Vit segdu satt, at pengar og annað hvarv. Hví skal tað ikki uppklárast? sigur eitt starvsfólk á Ellisheimi- num. randi Sparikassin við Tinghúsvegin Frits Johannesen hev- ur framsýning allan juli mánað. Listaskálin Helgi Joensen hevur framsýning við lista- verkum úr tini. Opið er hvenn dag til 2. august kl. 15—17. Feroysk listafram- sýning er alt summar opin kl. 15—17. Leikhús Bio 15.—31. juli: Deden pá larvefedder, For enhver pris, FX farligt triks, Skabt til succes Sýningarnar sunnukveld kveld, ert mikukvøid 74 hoskvøld kl. 20 og 22 Atgongumerki frå k 18 Bílegg 18 kl 18.30, tlf lýsingar arin tlf. 156 66 Dansur Dallas Friggjakvøld 18 Leygarkveld 8 Hølid Hoskvøld ið ar Fríggjakveld 15 ár Leygarkveld 20 ár Sunnukveld 18 ár Kveldlot Hóskveld 18 ár Fríggjakveld 25 Leygarkveld 20 á Sunnukveld 18 ár "SD ————3—————————————