Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

.. .... 3/08 4 Læra um Foro og hitta ungdom Stór norðurlendsk ungdómsvika í Klaksvík Gjárkveldið komu einir 115 ungdómar úr Íslandi, Danmark, Noregi, Sveríki, Finnlandi og Fer- oyum saman í Ósáskúla- num í Klaksvík, har tey hava ungdómsviku. Feroyar — eitt oyggja- samfelag í norði, er heitið á tiltakinum. Ætlanin við vikuni er, at luttakararnir skulu læra um Feroyar og koma at kenna fólk her. Beinanvegin fáa luttakar- arnir spurningar um segu og samfelag at arbeiða við, og sunnudagin skulu tey hava arbeitt seg fram til at svara upp á spurn- ingarnar. Ungdómslandsfelag Føroya er vertur fyri ung- dómsvikuni, men tað er Nordisk Samarbejdsorgan av Ungdomsarbejde (NSU), ið stendur aftan fyri. Ungdómslandsfelag Feroya hevur í fýra ár verið limur í NSU, og hesi árini hava eini 10 ungfólk hvert summarið verið burturi til norðurlendska ungdómsviku. Tað hava tey verið fegin um, og fleiri teirra hava har knýtt vinarbond, ið hava hildið síðan. Ferðast Ungdómurin verður hesa vikuna ikki bara í Oså- skúlanum. Tey skulu út- ferð til Enniberg og í Kals- oynna, ti IHavnar at vitja virki og stovnar, og tá verður eisini farið til Kirkjubear. Í dag fara nekur teirra á flot í Klaks- vík, onkur fer við at fóðra alifisk, og hini fara út at vitja arbeiðspláss og ann- ars síggja ymist arbeiði. Hvert kveld fara tey at hava kveldsetu við tón- leiki, og hvert luttakara- landið hevur ymist at bera fram. Fyrireikingararbeiðið hevur verið stórt, sigur Olga Biskopste, for- kvinna í ungdómslands- felagnum, men hon vænt- ar kortini, at alt fer at rigga. Allir føroyingarnir, sum eru við skulu hjálpa il eisini. Tiltakið hevur fingið góða fígging úr Norður- landaráðnum og úr Jóla- merkjagrunninum. Hver luttakari rindar 1000 krónur, og við teimum pengunum, sum Ung dómslandsfelagið hevur fingið av fíggjarlógini, vænta tey at fáa alt at mala runt. Bygdarráðsformað- urin segði nei Men sunnudagin så næst- an út, sum at neyðugt fór at verða at avlýsa ung- dómsvikuna. Fyrireikingarnar hava verið gjerdar í fleiri mán- aðar, og fyri langari tíð síðan bóðu tey um loyvi at læna skúlan á Viðareiði. Og tað var í lagi. Tá tey so fyri nøkrum døgum síðan vendu sær aftur til bygd- arráðsformannin á Viðar- eiði, fingu tey einans at vita, at inn í skúlan sluppu tey ikki. Sunnu- dagin kom hann við teirri grundgeving, at viðingar vildu ikki hava ungdóm til Viðareiðis. Tí ungdómurin brýtur og sorlar. Og so stóðu tey har við ongum helum. Sama dag játtaði skulastjørinå Osåskula- num og skúlanevndin innivist í Ósáskúlanum. — Tað var ógvuliga harmiligt. Vit hevdu lænt summarhús á Viðareiði til luttakararnar at vera í. tað hevði verið einastand- andi hjá teimum at kunnað verið so nær náttúruni, men ta máttu vit avlýsa. Tað var ikki rætt, ið bygdarrápsfor- maðurin segði, at viðingar ikki vildu hava okkum til Viðareiðis. Bygdarfólkið visti einki um avgerðina. Hesi ungu eru eisini hampafólk, friðarlig í allar mátar. — Vit hevd ueisini ætl- að.at ungdómurin á Viðar- eiði skuldi hava hevi at vera saman við okkum um kveldið. Tað hava tey glett seg til, men nú ber tað ikki til, sigur Olga Bis- kopstø. I stadin halda tey nu øll Nr. 82 — 23. juli 1987 til i Ósáskúlanum. Sova i skúlastovuni og eta i hell- ini. — Vit eru fegin um at Ætlanin var at hava ungdómsvikuna á Viðar- eiði, fyri at luttakararnir kundu verða tættari náttúruni. Men bygdar- ráðsformaðurin vildi ikki hava ungdóm til Vidareidis sleppa at vera her, sigur Olga Biskopstø. randi Medalhavsrundferå ri i } 1 7 við grikskum luksusskipi Sveitsisku, týsku og eysturrík- sku Lions-klubbarnir skipa í á fyri fjóðru Meðalhavsrund- Neptun. Tað er Tora Tourist, sum skipar fyri ferðini frá Føroy- um av, og er hetta eitt heilt sjålvsamt tilbod til føroying- ar, uttan mun til um teir eru ferðini við griskum luksus- skipi. Hevi verður hesaferð hjá foroyingum at luttaka á Meðalhavsferðini kipinum Lions-limir Hetta er fjóðra árið á rað, at Lionsfeløgini í Sveits, Tý- skalandi og Eysturríki skipa fyri tilíkari ferð. Ferðin verð- ur i døgunum frå 12 til 19 september. Farið verður við flogfari til Athen, har Li- onslimir og onnur áhugða fara umborð á griska luksus- skipið Neptum. Síðani verður silgt í eyst- ara partinum at Maðalhav- inum, har fleiri kend stød, bæði søgulig stød og fritid- arstød, verða vitjaði, eitt nú í Grikkalandi og í Turka- landi. Óneyðugt er helst at tosa um stødid, tå Lions, id skipar fyri tilikari ferd. Fyri fyrstu ferð fáa føroy- ingar nu eisini hevi saman við eðrum norðurlending- um at verða við á tilikari ferð. Tora Tourist kann bjóða føroyingum við hesa sera áhugaverdu ferð fyri rímiligar prísir, og vert er einaferð enn at minna á, at talan er um eitt sjálvsamt tilboð. Við á ferðini er ma. al- heims Lionsforsetin, Ger- hard Radvan, sum saman við — eysturrikum ferða- mannafelagnum Caravella Seereise í Wien hava bidid Tora Tourist um at taka sær av fyrireikig og bíleggingum úr Feroyum til hesa ferðina. Vert er at leggja herðslu á, at limir í felogum sum t.d. Kiwanis, Rotari og líknandi er vælkommnir, eins og allir føroyingar, ið hava áhuga, kunnu verða við á hesi ferð- ini. Fyri klubbalimir er hetta serstakt hevi at knýta sam- bond við aðrar klubbar - fyri øll er hetta eitt sjålv- samt hevi at vitja segulig og kend stød. Tiltakið hevur gjøgnum seinastu árini vakt miklan ans og hevur fingið sera stóra undirteku í ymsum londum. Og uttan iva fara eisini fleiri feroyingar at halda tilboðið vera sera áhugavert. Fleiri upplýsing- ar um ferðina fáast við at venda sær til Tora Tourist. Tlf. 15505, sigur Toru Tour- ist í tíðindaskrivi. MYNT- VASK Jónas - Broncksgeta 34 Opið allar dagar kl. 7—21 Sunnudag stongt