hósdagur 23. juli 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 |
A
Kanning um arbeiðið á sjónum:
ARBEIÐSEFTIRLITIÐ
arbeiðið
av øllum
Vandamesta |
— sigur Pál Weihe, arbeiðslækni, sum í lot-
uni starvast á Arbejdsmedisinsk Klinik á
Ríkishospitalinum í Keypmannahavn.
Hann hevur saman við oðrum gjort kann-
ing um sjófólkið og arbeiðið teirra í Dan-
mark. Í tíðarskeiðinum 1975—79 gjordi Pál
Weihe eisini kanning um arbeiðsóhapp á
sjogvi og landi í Foroyum
— Orsekin til títtleikan av
vanlukkum og óhappum
innan sjómannayrkið er 6-
vanliga arbeidsstødan, sig-
ur Pål Weihe.
Eftir hesum kanningum
er vandin fyri at doyggja av
vanlukku umborð á donsk-
um fiskiskipi nógvar ferðir
sterri enn á landi, umleið 30
ferðir størri.
Vandin fyri at verða rakt-
ur av óhappi, um tú ert fer-
oyskur fiskimaður, er um-
leið fýra ferðir sterri enn
fyri arbeiðarar á landi.
RØKKUR BERT
TIL LUNNINGINA
Hóast stóru teknologisku
framgongdina innan fiski-
ídnaðin — her eisini um-
borð á ídnaðarskipum, so
eru reglurnar fyri t.d. ar-
beiðsfólkið á flakavirki ikki
tær somu sum fyri fólk, ið
hava dagligu vinnu sína á
sjónum.
Arbeiðseftirlitið, sum
virkar á landi, røkkur nevn-
iliga bert til lúnningina á
ídnaðarskipum, hóast har
eru verksmiðjur, ið virka á
sama hátt sum á landi.
Kanningin í Danmerk
viðvíkjandi viðurskiftunum
hjá sjófólki vísti, at vandin
fyri at doyggja av arbeiðs-
vanlukku er 36 ferðir sterri
enn miðaltalið fyri arbeiðs-
vanlukku á landi. Hetta er
talið fyri fiskimenn. Hin
parturin snúði seg um
farmaflotan. Her er vandin
fyri at doyggja av arbeiðs-
vanlukku 27 ferðir sterri
enn miðaltalið fyri at
doyggja í sama arbeiði á
landi.
UMRØDD Í
FÓLKATINGINUM
— Tá henda kanning kom
fram i Danmørk í mai mán-
aði í ár, varð hon umredd í
Fólkatinginum. Eitt ein-
mælt Fólkating samtykti, at
ídnaðarmálaráðharrin
skuldi kanna spurningin
r ærri og koma við uppskot
um, hvat skal gerast til tess
at tryggja sjófólk í arbeiði
teirra eins og at geva teim-
um betri arbeiðskor.
Í Danmerk hevur eisini
verið kjak um, hvert Ar-
beiðseftirlitið skal fáa at-
gongt til arbeidsøkid á skip-
unum, av tí at nútíðar fiski-
skip eru at sammeta við
flakavirki ella verksmiðjur
á landi.
Eru nakrar kanningar
fyri foroyska skipaflotan, tá
talan er um hesi arbeiðsvið-
urskifti?
— Saman við Hegna
Debes Joensen og Peturi
Zachariassen gjørdi eg eina
kanning i Føroyum um ar-
beiðsóhapp á sjógvi og á
landi. Hetta var fyri tíðar-
skeiðið 1975-79.
Tá kom fram, at fiski-
menn vóru fyri fýra ferðir
sterri vanda at fáa skaða
enn arbeiðsfólk á landi.
VIRÐISMIKIL
SJÓFARTSGRANSKING
Hví eru arbeiðsumsteður-
nar so nógv ødrvisi á
sjónum?
— Arbeiðsumhvervið á
sjónum er fyrst og fremst
vandamikið, tí skipið rullar.
Eitt skip í dag er sum ein
verksmiðja á landi, men í
stødugari rerslu — eisini 6-
væntaðum rerslum.
Onnur orsek kann vera,
at fólk eru móð og ovur-
vekrað, ogg kuldi og tær
stødugu ristingarnar gera,
at fólk eru ikki so ansin,
sum tey eftir umsteðunum
eiga at vera.
Hverjar orsekir lógu til
grund fyri óhappini á før-
oysku skipunum?
— Her vóru ymisk fyri-
brigdi, men fyri at nevna
nøkur dømi og tel, so vóru
19 % av óhappunum, har
menn vóru kleimdir, td.
millum lemmar og lúnning,
13 % vóru áhaldsnir, og 12
% vóru raktir av onkrum,
meðan teir arbeiddu.
— Um tað er satt, at títt-
leikin í arbeiðsóhappum á
sjónum eru so nógv sterri
enn á landi, so er vert at
umhugsa steðuna og fáa
nærri greiði á, hví so er.
Eru Feroyar vælegnaðar
til sjófartsmedisinski
gransking?
— Eg haldi, at Føroyar
eru sera vælegnaðar til sjó-
fartsmedisinska gransking.
Hóast landið er lítið, hava
vit lutfalsliga nógv siglandi
fólk. Tað ber til at fylgja øll-
um, sum eru í vinnu á havi-
num, yvir langt tíðarskeið.
Um vit t.d. høvdu regluligar
kanningar av sjófólki og
Nr. 81 — 21. juli 1987
samstundis skrásettu tað,
sum tann einstaki arbeiddi
við, høvdu vit fingið virðis-
mikið tilfar.
— Hetta kann eisini geva
eðrum londum virðismikið
tilfar og vitan, sum lond
flest uttan um okkum ikki
hava møguleika at fáa innlit
í.
FYRIBYRGJA
ARBEIÐSSKAÐUM
Hverji virkiseki hevur ein
arbeiðslækni?
— Okkara arbeiði er at
fáa greiði á, hvat bagir
fólki, sum kemur til lækn-
an, og um tey eru vorðin
sjúk av arbeiði. Fólk kunnu
vera sjúk av at bera ella
lyfta ov tungar byrðar, ella
tey eru vorðin sjúk av kem-
iskum evnum í arbeiði. Eis-
ini kunnu tey hava fingið
sálarligt brek.
— Um gongdin í Feroy-
um verður tann sama sui: í
grannalondum okkara, so
fara fólk nú alt meira at gáa
eftir, um tey ómerkjandi
eru vorðin sjúk í vinnu.
Skulu vit svara spurning-
um, sum koma á hesum
eki, á sama stødi sum i
grannalondunum, so krevst
serstøk vitan. Her er tad,
arbeiðslæknin kemur inn i
myndina.
— Annað eki er fyri-
byrgjandi arbeiði, sum t.d.
kann vera at meta um iik-
amliga árinið, sum arbeiðið
gevur, og um arbeiðið verð-
ur gjørt so skynsamliga
sum gjerligt. Tað kann vera
so lítið, sum ger munin, og
tað nýtist ikki at kosta fyri-
tøkum størvegis, um ar-
beidsgongdin verdur broytt
til tad betra.
SAMFELAGSLIG
SPARING
Hvussu nógv kostar tað
samfelagnum at hava so
vandamikil = arbeiðspláss,
sum sjómannayrkið er hjá
okkum?
— Eingi tal eru fyri,
hvussu nógv arbeiðsskaðar
kosta okkum í Feroyum,
men danska arbeiðseftirlit-
ið hevur nýliga mett, at ar-
beiðsskaðar, tv.s. arbeiðs-
óhapp og arbeiðssjúkur, ár-
liga kosta danska samfe-
lagnum umleið 30 miljardir
krónur! Hvussu nógv tað
kostar at fyribyrgja arbeiðs-
skaðum, vita vit ikki.
— Sum vit plaga at taka
til: tey frisku koma ikki til
læknan at takka fyri, at tey
ikki eru vorðin sjúk, men
ell kenna sjúklingar, sum
hava fingið viðgerð og tí
kunnu takka fyri heilsubót.
— Heilsuverkið er soleið-
is háttað, at tað bert tekur
sær av at viðgera sjúkling-
ar, so teir kunnu fáa heils-
una aftur.
Innan — arbeidsmedisin
virka vit fyri at fyribyrgja,
at arbeidsskadar Oneydugt
skulu gera fólk sjúk og
avlamin.
— Um tað vísir seg um
eini 100 ár, at vit hava mett
skeivt, og at eingin er spard-
ur fyri brek vegna tað fyri-
byrgjandi arbeiðið — ja, so
haldi eg, at tað er til at bera,
sigur Pál Weihe at enda..
Partrolari
Søkt verður eftir báti til partroling frá 1.
august.
Pf. Nólsoyar Flakavirki
TIf. 27091 - 15922
Selene