hósdagur 23. juli 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 23. juli 1987
Prinsatáttur
Vilhjálmur Keisaransson stóð í herðum strði
Lag: Runsivalsstríðið
Tað var ein verkfallsdag,
landnyrðingur blæs,
tá hin reysti Sálomon
verkfallsbann upp læs.
Niðurlag:
Ríða teir út av Kollafirði,
við tí somu akt,
halda fram at Hvilvtini
til verkfallsvakt.
Síðan fylkti hann liðið sítt
og helt so fram í Dal,
steðgaði frammi á Hvilvtini:
her stríðið standa skal!
Tað vardi ikki langa stund,
at blást var í lúður hart:
svíkjarar úr Havnini
teir vilja her gera bart!
Karl og hansara níðingstegnar
gjørdu gerð so ljóta —
nú kunnu menn á oynna fara,
verkfallsbann at bróta.
Ein var Vilhjálmur Keisaransson,
tann hin grái drongur,
reið sær oman á Hvilvtina,
men haðan slapst eir longur.
Blokadumenn
til kaffi
Lag: Kalli Katt …
Koyrir tú í mjólkarbili eftir Oyggjarveg,
tá skalt tú vera varin, so ongin tekur teg,
tí frammi har í Dalinum har stendur Sálamon,
hann hatar Karl hjá Talis og glettir so á tonn.
Tveir mjólkarbilar tóku teir og so ein lastibil,
í Hoyvík vænta teir nú at her verður ov ringt skil.
Teir fara so til Niclas Akraberg og biðja lov,
og stjórin fór so norður, meðan hinir hildu hov.
Á Esso-steð var kaffiball og verkfalsreyp og alt
tí úti mundi vera heldur troystarleyst og kalt,
men tá teir vóru mettaðir og fóru á sín post
á mjólkarbilinum har bert í afturpartin sást.
Tá brann út verkfalsneistin skjótt og hevdið bara hekk
men onkur var so snarráðin á Ingeborg hann gekk.
Hon kom so norð at peppa upp og spræna inn nýtt mót,
og Sålamon og teir, teir gjørdust harðir nú sum gråt.
Í Vágum var eitt verri skil er fyri mær fortalt,
eg haldi ei at pressan hevur upplýst okkum alt:
Á Biggjarvegnum lógu teir og gjørdu sniðálop,
sjafførurin var gisil og hevði onki hop.
Teir sendu hann á hotellið at fáa onkran mat,
og kanska øl og sodavatn og mjólkarsopa aftrat.
Men illa varð hann hildin og ansingin var slekk,
so gísilin við Mjólkarvirkið telesamband fekk.
Tá var alt leyst og liðugt beinanvegin og hann slapp
igjøgnum allar byrgingar av jarni og av papp.
Men Ingeborg hon sigur: Her er alt so effektivt,
og nú skal trappast upp tað heila soleiðis succesivt!
Eg meini tó at mjólkin hevur ongum nakað gjørt,
og heldur ikki teir, sum hana altíð hava ført.
Tit latið Oyggjarvegin hava frið og blásið av,
og setið síðan eftirløn sum fremsta lønarkrav!
Tá verður Offríð blíður og fer at slaka út,
Poul Mohr fer kanska tá at bólta fýra ferðir rút,
og Petur Zachariassen, sum fekk so mangt eitt hegg,
hann sleppur frá at fara úti í Tinganes til løgg!
- -
A S0síalurin
Hann var gyrdur og løddur væl,
so gassið stóð at tonnum,
gjørdi seg so øgiligan,
ólíkan kristnum monnum.
Hann vildi bæði bíta og klóra,
Kollfirðingar berja —
dirvið neit at hjartanum
tá hann skuldi á teir herja.
Illsinnid dreiv at nrinsinum,
alt eftir gomlum arvi,
roykur stóð úr næsadurum,
rætt sum í óðum tarvi.
HAFA Royal
Sum ein danskur postkassi
var prinsagronin reyð.
tá hann skuldi vaktarmenn
kveistra burt sum seyð.
So kom danska løggan fram
at rulla grót á Hvilvt —
prinsinum sleppa norð um mark
og so var á vali stilt.
So er tá ið smáir menn
geyla hart og trumma,
5
PE f2
mø
halda seg vera meir enn tlest
men sjálvan seg fordumma
Tey sum sóu tann orrustudans
bæði stukku og hvukku,
tá ið Sjónvarp Feroya valdi
prinsin til ársins rukku.
Nú skal lætta ljóðið av,
friður er á vali —
verkamenn á Havnarprinsum
hava vunnið spælið.
geiri
BAÐIRÚMIÐ VIÐ FLEIRI MOGULEIKUM
sv
|
|
|
nn
i
Falkavegur, tlf. 14600
YMISKAR
STØDDIR FRÅ
30 CM…
KOM INN
ELLA RING
OG FÅ
EINA
BROCHURU
æ
[5