Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juli 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 25. juli 1987 en ih tíðindablað Eg miðdepil Føroya Nyggja frystigoymslan, sum verdur bygd í Klaksvík, verður klár at taka í nýtslu innan ársskiftið. Við hesi stóru goymsluni verður moguleiki hjá foroyskum fiskiskipum at leggja allan fisk upp í Foroyum — og vit vera minni bundir av at skula hava fisk á goymslu í útlandinum Skjótt kunnu klaksvík- ingar bjóða føroyingum og útlendingum við tær bestu umsteður at goyma og innfrysta heilan fisk. Tað líður nevniliga væl við byggingini av teirri stóru og nútímans frysti- og kuldagoymsluni, sum klaksvíkingar hava tikið stig til at b yggja á nýggja havnagkinum úti í Klaks- vík. Her er talan um eina rættiliga stóra og áhuga- verda verkætlan. Fyri- tøkan skal taka ímóti øll- um fiski og kunna inn- frysta hann og síðani de- tailpakka hann. Sjálvur bygningurin er 2500 kvm og er goymslan heilt liðug mett at kosta einar 30 mill. kr. Tað eru einstak- lingar í Klaksvík, sum hava tikið stig til hetta virkið, og stuðlar Klaks- vikar kommuna tiltak- inum. Ætlanin er at heilfrysta fiskin i hesum nyggja frystihúsinum. Talan verður um flest øll fiska- sløg, so sum laks, síl, kalva, hemara, svart- kalva, rækjur, makrel, sild, havtasku, sketu, svartkjaft, kongafisk fyri bert at nevna nøkur. Higartil hava goymslu- og innfrystingarmeguleik- arnir í Feroyum verið rættiliga avmarkaðir. Flakavirkini kunnu goyma og innfrysta nakað, men tað er so bert til egið brúk, og tað er sera avmarkað. Men gongdin við nýggj- um frystibátum hevur so eisini vaksið um tervin á sterri innfrystingar- og goymslumeguleikum á landi. Hetta var so helst eisini orsøkin til, at eitt stórt frystihús varð bygt í Runavík fyri nekrum árum síðani. Teir hava havt ov mikið at gera har síðani. Men tað eru teir, sum halda, at tað er ikki nóg mikið við hesum eina frystihúsinum. Og tað er tí, at klaksvíkingar hava tikið seg um reiggj og eru farnir at byggja enn eitt frystihús, sum har- umframt kemur at hava aðrar meguleikar, so sum at detailpakka tann heil- frysta fiskin. Til enda- málið skulu setast upp bæði frystitunellir og plátufrystarar og har- umframt verða arbeidshøli við pakkiborðum o.e. Inn- frystingarorkan er eini 70 tons um samdegrið. I dag verður meginpart- urin av fiskinum, sum fer- oyingar veiða, og sum skal liggja inni á frysti- goymslu, goymdur í Dan- mark ella aðrastaðni. Hetta halda stovnarar- nir av nýggja frystivirk- inum í Klaksvík vera eina óhepna gongd. Tað má vera grundsjónarmiðið hjá okkum føroyingum, at vit kunnu innfrysta og goyma tann óselda fiskin í landinum, heldur enn at lata hann liggja á goymslu í eðrum londum. Hvat við- víkur flutninginum av fiskinum, so skuldi eingir trupulleikar verið í dag, tí flutningssambandið er so gott. Tað eru fleiri fyrimunir knýttir at at hava fiskin á goymslu í Føroyum heldur enn í útlandinum. Hetta gevur sjálvandi arbeiði og inntekur til virki í Feroyum umframt at bát- arnir ikki skulu burtur til fremmant land við fisk- inum, men kunnu leggja hann upp í Føroyum. At fleiri og fleiri fara yvir til at seta frystilast í skipini, ger so eisini, at tervurin á at hava goymslu á landi verður sterri og sterri. Tað er henda m.a. tørv, sum nýggja frystigoymslan í Klaksvík skal nøkta. Úr Klaksvík Eisini verður hugsað um teir mongu føroysku og grønlendsku rækjubåt- arnar, sum higartil hava lagt lastirnar upp i Dan- mark ella Íslandi. Nú hava teir meguleika at leggja lastina upp í Feroyum ístaðin. Slík frystigoymsla kann so eisini hava stóran tydning fyri føroysku agn- nýtsluna. Sum er, innflyta vit agn úr Noregi fyri einar 45 mill. kr. um árið. Við góðum innfrysting- armeguleikum í Feroyum kunnu vit heilfrysta makrel og hegguslokk, tá nógv er til av hesum fiski. Sum steðan er nú, hava vit ikki meguleikar at inn- frysta sterri negdir av fiski til agn. Tann vaksandi — ali- vinnan setir eisini sterri krev til goymslumeguleik- ar og eisini her fer nýggja frystihúsið í Klaksvík at koma væl við. Ætlanin er at nýggja frystivirkið skal takast í nýtslu í hesum árinum. - Kuldi verður helst settur til í oktober. Roknað verður við nógvum nýggjum arbeiðs- plássum á nýggja frysti- virkinum. jan Klaksvíkingar hava fingið nógv burtur úr tí stóra havnaøkinum vestanfyri. Har er bygt stórt royki- virki, og nú verður so eisini frystivirki bygt har. Og enn er pláss fyri fleiri bygningum Nýggja frystivirkið verður bygt á nýggja havnagkinum úti í Klaks- vík