Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 230 - 29. november 2002 Nr. 230 - 29. november 2002 37 Leygarmorgun er. Klokkan er farin at ganga móti sjey. Motorurin á tí gamla politibátinum "Nu- kik" sigur onki. Tað man merkja, at vit eru komnir í Føroy- ingahavnina, sum var miðdepil fyri føroysk- um virksemi í Grøn- landi í eina hálva øld Tað var nú spell, at eg ikki fekk tað við, tá vit sigldu inn, men nú er onki at gera við tað. Vit eru langt innan fyri bæði Svartasker og Den Smukke Ø, sum liggja á siglingarleiðini. Soleiðis tekur Jógvan Arge til í einum kapitli í nýggjastu bók síni um teir, sum tóku land í Grønlandi. Hetta er sjeynda og ætlandi næstseinasta bókin í røðini. Hann heldur fram: Vit eru komnir til sein- asta málið á kanningar- ferðini til føroyskar útróð- rarstøðir í Grønlandi. Dag- urin er 17. august. Árið er 1996. Eg má fara upp at hyggja meg um. Tað er slævið veður. Dekkið er vátt, og skaddan hongur niður yvir Føroyingahavnina. Fyrsta sjónin er ein mynd, sum tú oftani hevur sæð. Her frammanfyri tær liggur Nordafar-bryggjan í øllum sínum veldi - sum var. Í syðra endanum stendur tann stóra saltgoymslan, og síðani kemur ein røð av hvítum og reyðum bygn- ingum framvið bryggjuni. Taki myndatólið fram og taki fleiri myndir av hesum waterfrontin, sum fyrr var so spennandi. Kranarnir koppaðir á sjógv Vit hava ikki lagt at bryggj- uni, men kastað akker. Og tað hevur sínar grundir. So lítið er eftir av tí meir enn 200 metrar longu bryggj- uni, at ikki er ráðiligt at fara ov nær. Bert tað innasta hornið undir tí gamla frystihúsin- um er nøkurlunda heilt. Á restini á bryggjuni er tann parturin burtur, sum hevur staðið uttast móti sjónum, og atløguveggurin er farin saman veg. Tí er bryggjan eisini ógvuliga smøl í støð- um. Teir báðir stóru kranarnir, sum hoyrdu til bryggjuna og leingi vóru sum varð- tekin fyri Føroyinga- havnina, eru heldur ikki at síggja longur. Av góðum grundum. Annað sporið, sum teir koyrdu eftir, er burtur, og teir eru koppaðir á sjógv. Sjálvt um Føroyinga- havnin hendan august- morgunin í 1996 er ógvu- liga slitin á at líta, og tann hvíta og reyða málingin er bliknað á øllum húsunum framvið bryggjuni, so er hon sær sjálvari lík og goymir manga søguna úr farnari tíð. Handilin á Himmafjallinum Sjálvur handilin hjá Norda- far, sum var í neðra á Himmalfjallinum, var ein søga fyri seg. Har var alt møguligt at fáa, og hagar var nógv ferðsla, tá skip vóru inni. Sjómenn kundu har fáa alla ta útgerð og øll tey klæðir, sum teimum tørvaði í Grønlandshavin- um. Teir kundu eisini fáa fototól og filmar eins og tól til at taka film við. Eini trý fólk arbeiddu í handlinum, og ofta var ein teirra so kønur í myndatøku, at hann framkallaði filmir, sum menninir høvdu tikið. Latst tú inn í dag, fekst tú mynd- irnar í morgin. Norðmaðurin Kragseth úr Sunnmøre var eitt skifti í handlinum. Hann tosaði føroyskt og norskt hvørt um annað: "Vit hava omtrent alt møguligt at selja. Vit hava also klæðir, vi har sko, vi har sølvtøj, fiskered- skaber, mat, vi har choko- ladu og alt, som gott er", greiddi hann frá. Í handlinum vóru eitt nú dámutaskur at síggja. Hetta var ikki tað fyrsta, teir høvdu keypt inn, men sjó- menninir vildu hava okkurt til konufólkini, tá teir fóru heim, og hetta var ein møguleiki. Har vóru eisini nógv bomm at síggja. Kragseth nevndi, at sølan hetta árið hevði verið góð. Teir vóru ikki komnir longur enn til endan av juni, og høvdu hvørki karamellir ella konfekt eftir. Tilsamans helt hann, at teir høvdu selt eini fýra tons av góðgæti, og tá gjørdi hann ikki av. Politibarakk og grønlendingahús Nakað omanfyri flakavirk- ið stóð tann dupulta grund- in undir einum húsum, sum tey plagdu at rópa Politi- barakkin. Miðskeiðis í trýssunum var so nógv ferðsla í Føroyingahavnini og stundum so nógv fólk har, at myndugleikarnir hildu tað vera rímuligt at hava ein politist við føstum tilhaldi í Føroyingahavnini um summarið. Politibarakkin var bygd sum tvíhús, og í henni høvdu eisini formenn hjá Nordafar innivist. Í fýrsun- um brann hon í grund. Uppi undir einum lítlum heyggi stóðu tvey grøn- lendingahús, teir róptu. Har plagdu grønlendingar, sum arbeiddu hjá Nordafar, at hava innivist fyri seg sjálv ar Ein søga millum føroy- ingar í Føroyingahavnini var, at grønlendingarnir høvdu altíð ein kóp liggj- andi undir songini. Tá svongd kom á teir, drógu teir kópin út á gólvið og fingu sær burtur av honum. Og so skumpaðu teir hann inn undir aftur til næstu ferð. Fjarrit til Alfred Gøtuskegg Omanfyri heyggin stóðu fýra reyðar barakkir við útsýni yvir á sjómans- heimið og út á Missioner- víkina. Eins og í teimum Úr bókini Teir tóku land 7 eftir Jógvan Arge: Tá Føroyingahavnin blómaði Føroyingahavnin í Grønlandi í sínum veldi. Virkir og goymslur standa framvið 230 metrar longu bryggjuni, og bústaðirnir eru bygdir omanfyri. Ovast stendur Sjómansheimið Tær syrgiligu leivdirnar av teirri stoltu træbryggjuni í Føroyingahavnini í 1996. Ísurin fór illa við henni um veturin, og tá hon ikki longur varð umvæld so hvørt, beyð henni ikki bøtur niðaru barakkunum búðu arbeiðsmenn og útróðrar- menn her. Var inni í hvørjum húsi hendan dagin. Í hesum barakkunum vóru rúmini hampilig til støddar. Har vóru skáp, summastaðni var eisini vask. Har vóru song og náttborð. Elek- triskur streymur hevði eisini verið inni, men nú var kaðalin dottin niður. Í einum náttborði lógu nøkur pappír. Eg loyvdi mær at kaga í tey. Jú, hetta vóru fjarrit úr Føroyum til ein gøtumann við tí ramliga navninum, Alfred Gøtu- skeggi, sum fylti seksti ár her í 1983. Hugsaði, at tað var løgið, at eg skuldi hitta hann aftur her. Ørmintist um, at eg seinast hevði hitt hann til fótbóltsdyst á Heden í Gøteborg í 1978, og at hann seinni hevði lagt beinini har. Sum 15 ára gamal hevði eg eisini hitt hann til fót- bóltsdyst uttanlands. Tá var eg í Vestmannaoyggjunum við dreingjaliðnum hjá HB. Teir føroyingarnir, sum settu seg í samband við okkum har, vóru ikki nógv- ir, men mær rann í huga, at ein teirra var Alfred Gøtu- skeggi. Síggi fyri mær tann lítla spíska hattin, yvirskeggið og tær svørtu leðurgagg- urnar, sum eyðkendu hann. Hann fekk fleiri fjarrit á 60 ára degnum og hevði lagt tey í sína bestu goymslu, skuffuna í nátt- borðinum, men hevði ikki fingið tey við, tá hann fór heim um heystið. Tí stóð eg við teimum í hondini, og visti ikki reiðiliga, hvar eg skuldi gera við tey. Endin var, at eg tók tey upp á meg. Kanska hevði familjan áhuga fyri teimu- m. Portugisarar í Føroyingahavnini Føroyingahavnin neyt gott av øllum tí virksemi, sum ein altjóða fiskiskipafloti hevði úti á bankunum. Hon var væl útgjørd at tæna flotanum. Í Føroyingahavn- ini bar til at hitta fólk frá øðrum skipum. Serliga tey fyrstu árini plagdi tann norski flotin at koma inn at halda tjóðar- dagin 17. mei á Vælferð- arhúsinum, og sum fráleið varð eisini ólavsøka hildin í Føroyingahavnini við yms- um tiltøkum sum fótbólti, togtogan og posarenning Árliga afturvendandi vóru vitjanirnar hjá teimum portugisisku doriuskipun- um. Tær kundu vera heilt spennandi. Hetta vóru stórar trímastraðar skonn- artir og onnur nýggjari skip, sum vóru bygd á ann- an hátt. Skipini komu vanliga bara inn einaferð um summarið at taka útgerð umborð. Tey komu ofta eini 8-10 skip í senn. Mann- ingin á hvørjum skipinum var útivið 100 mans, so tað vóru dagar á hásumri, tá einir 1000 portugisarar vóru í Føroyingahavnini. Útróðurin hjá teimum var eisini serligur. Ein maður var í hvørjari doriu. Tær høvdu tvær árar og segl. Føroyingarnir høvdu mang- an á orði, at teir høvdu ikki torað niður í doriurnar sjálvt inni við kei í Føroy- ingahavnini, tí tær sóu ikki serliga sjógóðar út, men tær royndust betri enn tær sóu út til. Onkuntíð sóust tær úti til sjós í ringum veÝri. Doriurnar vóru bygdar soleiðis, at tær kundu setast niður í hvørja aðra. Tá skipini komu inn, vóru doriurnar settar akkurát, sum tá stampar verða settir niður í hvønn annan. Bekk- irnir vóru tiknir úr. Portugisisku fiskimenn- inir vóru ikki altíð so væl klæddir. Teir vóru stundum grammir at fáa fatur á góðum klæðum, men høvdu ikki nógvar pengar at keypa fyri. Ikki var óvanligt, at føroyingar lótu teir fáa eina góða troyggju aftur fyri okkurt at drekka. Tá føroy- ingarnir komu heim aftur við ongari troyggju, kundi søgan vera, at troyggjan brendist, tá hon skuldi turk- ast á tangatoppinum. Læntu bøkur á Sjómansheiminum Løtur vóru, tá menn í Før- oyingahavnini og umborð á skipunum kundu taka sær eitt sindur av løttum. Tað sæst eitt nú av, at Føroya Landsbókasavn sendi Sjó- mansheiminum bøkur at læna út. Hetta byrjaði í 1956, og tær seinastu bøkurnar eru ikki bornar aftur enn. Á rundferð míni í Føroyinga- havnini endaði eg inni í húsunum hjá vetrarvaktini. Í erva sá ikki væl út, tí leki var í takinum, og ófriðarkroppar høvdu verið og velt alt runt, sum inni var, men í dunganum fann eg tvær bøkur við merk- inum hjá Landsbókasavn- inum á rygginum. Tær vóru "Feðgar á ferð" eftir Heðin Brú og "Fiski- menn" eftir Martin Joen- sen. Seinast stemplaðar í 1984, men nú var ongin at bera tær aftur til á Sjó- mansheiminum. Í somu rúgvu lá eitt eintak av bókini "Havið og vit" eftir J. Símun Hansen, um Norðoya fiskivinnu- søgu, sum var givin út í 1960. Navnamerkið hjá stjóran- um á Grønlandsfelagnum, Heina á Trøðni, stóð í, men strikað var út yvir tað. Á onkrari av sínum ferðum í Føroyingahavnini hevði hann latið bókina liggja eftir til onnur at stytta sær stundir við. Eisini hon hevði nú útint sín leiklut í Grønlandi. --- Teir tóku land 7 eftir Jógvan Arge er góðar 200 síður og prýdd við 150 myndum og kortum. Anker Eli Petersen hevur teknað permu og kort, og Hestprent hevur umsitið bókargerðina. Skipaferðslan var nógv í Føroyingahavnini. Her kundi tann stóri flotin av trolarum og línuskipum fáa útgerð og umvælingar Arbeiðsmenn og handverkarar vóru nógvir í Føroyingahavnini á hvørjum sumri. Her sýna teir seg fram fyri myndamanninum niðri á bryggjuni C M Y K 37 36