Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 230 - 29. november 2002 Dystir eru nú leiktir í øllum trimum deild- unum, og higartil hevur Kaggin lagt seg á odda í bestu deild- ini BILLARD Tíðindaskriv Nú er gongd komin á billardkappingina. Dystir eru spældir í øllum trimum deildum. Støaðn í 1. deild er tann, at Kaggin liggur á odda við 12 stigum, Tvør- oyrar Billardfelag er nr. 2 við 10 stigum, Havnar Klubbi nr. 3 við 8 sitgum og Billardfelag Fuglafjarð- ar nr. 4 við 6 stigum. Enn hava Klaksvíkar Klubbi og Vágs Billardfelag ongan dyst spælt. Herfyri vitjaði Havnar Klubbi á Tvøroyri og fór heimaftur við 8 stigum av 18. Ikki óvæntað gjørdist Max Rasmussen besti spælarin við 18.17 eygum í meðal. Hann vann allar dystirnar. Carsten K. Hansen var næstbestur við 16.40 eygum í meðal. Hann vann tveir dystir. Á liðnum hjá Havnar Klubbi spældu eisini feðgarnir Niels og Eirikur Nielsen. Teir fingu ávikavist 15.10 og 14.03 eygu í meðal. Eirikur hevur ikki verið við í liðkapping í nøkur ár. Hóast hetta heldur laka úrslitið í fyrsta dyst- inum kann roknast við, at hann við síni nógvu rutinu og góða billardeygað fer at draga mong stigini heim, áðrenn kappingin endar í mars. Tað vísir seg eisini, at øll úrslitini í 1. deild eru undir meðal, men sohvørt kappingin gongur, ressast eisini spælararnir, so alt kann henda. Hinir spælar- arnir á liðnum hjá Tvøroyri eru Óli Joenen og Jens Pauli Poulsen. Í aðru deild er Billard- felag Kaggans eisini á odda. Tað hevur 12 stig. Nr. 2 er Billardfelagd Fugla- fjarðar, sum hevur 6 stig. Fleiri dystir eru ikki spældir. Í dystinum millum Kaggan og Fuglafjørð gjørdist Jóannes Skaarup bestur við góðum 16 eygum í meðal.. Næstur honum var Jákup Gaard úr Fuglafirði. Í triðju deild hevur Vágs Billardfelag lagt seg á odda við 16 stigum. Tvøroyri hevur 2 stig. Fleiri dystir verða spæld- ir í billardkappingini kom- andi vikuskifti. Landsliðini til NM Greitt er nú, hvørji pør mynda føroyska landsliðshópin til NM, sum verður í Føroyum í mai komandi ár BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Í hópinum til liðið í opna raðnum eru fýra pør teknaði til landsliðsvenjingina. Við á tað endaliga landsliðið skulu trý pør, og hesi verða úttikin seinni. Pørini eru: Bogi Simonsen — Rói á Rógvu Joensen Jóannes Mouritsen — Heðin Mouritsen Símin Lassaberg — Magni Jøkladal Per Kallsberg — Dánjal Pauli Mohr Svend Novrup skal standa á odda fyri venjingini, og hann verður eisini liðskipari á liðnum undir NM kappingini. Greitt sýnist longu nú at vera, hvussu kvinnulandsliðið verður mannað, tí einans trý pør eru teknaði til landsliðsvenjingina. Pørini eru: Marjun Restorff — Arnleyg Mikkelsen Jón Grunnveit — Henriette Svenstrup Maria Christiansen — Laila Danielsen Venjari og liðskipari hjá kvinnunum verður Marner Joensen. Støðan, 1. deild Dystir Stig Eygu Umfør Miðal 1 Billardfelag Kaggans 1 12 3.306 180 18,37 2 Tvøroyrar Billardfelag 1 10 2.960 180 16,44 3 Havnar Klubbi 1 8 2.732 180 15,18 4 Billardfelag Fuglafjarðar 1 6 2.808 180 15,6 5 Klaksvíkar Klubbi 0 0 0 0 0 6 Vágs Billardfelag 0 0 0 0 0 Støðan, 2. deild Dystir Stig Eygu Umfør Miðal 1 Billardfelag Kaggans 1 12 2.170 180 12,06 2 Billardfelag Fuglafjarðar 1 6 1.776 180 9,87 3 Vágs Billardfelag 1 0 0 0 0 0 4 Vágs Billardfelag 2 0 0 0 0 0 5 Havnar Klubbi 0 0 0 0 0 6 Tvøroyri 0 0 0 0 0 Støðan, 3. deild Dystir Stig Eygu Umfør Miðal 1 Vágs Billardfelag 1 12 1.160 180 6,44 2 Tvøroyrar Billardfelag 1 2 776 180 4,31 3 Klaksvíkar Klubbi 0 0 0 0 0 4 Billardfelag Kaggans 0 0 0 0 0 5 Havnar Klubbi 0 0 0 0 0 Fótbóltsnevndin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, KÍ, hevði aðalfund í farnu viku. Fyri vali stóðu Karl Birgir Isak- sen, Manni Høgnesen og Odd Færø. Teir báðir fyrst nevndu vórðu báðir valdir aftur. Odd helt seg ikki til at stilla upp til enn eitt skeið í nevndini, og í hansara stað varð Markus Tummas Jacob- sen valdur. Í nevndini, har Karl Birgir Isaksen framvegis er formaður, sita um- framt Manna og Markus Tummas eisin Jórun Jacobsen og Hans Jacob Heinesen. -jm Nýggj fótbóltsnevnd í Klaksvík Gongd komin á billardkappingina Fríggjakvøldið og leyg- arkvøldið verður árligi B68 basarurin á Svanga- skarði. Talan er um eydnuhjól og tombola. Í kvøld verður byrjað klokkan 20, og í annað kvøld verður lagt fyri kl. 19. Tiltakið, sum altíð er í november, plagar at fáa sera góða undirtøku, og inntøkurnar plaga at vera so mikið frægar, at tær eru eitt gott íkast til raksturin av ítróttar- felagnum á Toftum. -jh B68 tiltak á Svangaskarði Frá eini av kappingunum í 1. deild í ár. Oddaspælari Kaggans, Bjarni Skaalum í essinum. C M Y K 34 Nr. 230 - 29. november 2002 35 Tey eldru niður í løn Fyrrverandi blaðstjórin á norska blaðnum Dine Penger heldur, at ar- beiðstakarar, sum nærk- ast pensjónsaldrinum, eiga at fara niður í løn. Christian Vennerød sigur, at eitt tílíkt stig hevði gjørt tað huga- ligari hjá fyritøkunum at hildið teimum eldru á arbeiðsplássinum, og tað hevði samstundis gjørt, at arbeiðsgevarar ikki longur høvdu kunnað kært seg um, at tey eldru kosta ov nógv. Christian Vennerød heldur, at tað er ikki órímiligt at skerja lønina hjá teimum eldru á arbeiðsmarknaðinum. Hann sigur, at eldri fólk eru, minni orka tey, og tí kemur eisini minni av skafti hjá teimum, sigur hann. Fleiri teirra eru eisini plágað av sjúku og sliti UTTAN ÚR HEIMI Stjala 50.000 teldur um árið Danska KT-felagið Gigasoft heldur, at í ár verða umleið 50.000 teldur stolnar frá fyri- tøkum og einstaklingum í Danmark. Gigasoft sigur, at hvørki tryggingarfeløg- ini ella løgreglan skrá- seta tær stolnu teldurnar sum ein serligan bólk, og tí er torført at finna nøkur álítandi tøl har. Hinvegin heldur felagið, at teldustuldur kostar donsku tryggingarfeløg- unum einar 300 milli- ónir krónur um árið. Oman á tað kemur, at á nógvum arbeiðsplássum hvørva teldur, uttan at tað ber til at siga, at nakar hevur brotið inn eftir teimum. Gigasoft metir, at hetta slagið av stuldri svarar til einar 180 milliónir um árið. Loksins eru tað teld- urnar, sum innbrots- tjóvar stjala úr vanligum donskum heimum. Hes- in stuldurin er mettur til 20 milliónir um árið. Tað vil við øðrum orð- um siga, at danir stjala - ella missa - teldur fyri eina hálva milliard krón- ur árliga. Ein limur í norska Stór- tinginum krevur nú, at myndugleikarnir taka stig til tess at steðga konga- krabbanum, sum herjar havbotnin millum Finn- mørkina og Bjarnoynna. Kanningar hjá fiski- frøðingum hava víst, at kongakrabbin hevur breitt seg nógv á hesum leiðun- um í seinastuni. Trupul- leikin við hesum krabba- slagnum er, at hann etur alt livandi á botni, og nógvastaðni líkist botn- urin tí mest einari undir- sjóvaroyðimørk, verður sagt. Herfyri funnu fiski- frøðingar kongakrabba 100 fjórðingar í útnyrðing úr Nordkapp, og so langt úr landi hava teir ikki sæð kongakrabba fyrr. Jan Sundet, fiskifrøð- ingur sigur hetta vera eitt tekin um, at konga- krabbin er á veg ímóti Bjarnoynni og Svalbard. Tað hevur fingið Synnøve Konglevoll, stórtingslim at taka málið upp í Stór- tinginum, har hon krevur, at myndugleikarnir taka onkur stig til tess at forða tí oyðandi krabbanum í at breiða seg. Norðmenn, sum hava áhuga fyri fótbólti, bíða í spenningi eftir EM- landsdystinum millum Noreg og Danmark í Keypmannahavn næsta ár. Fyrri dysturin, sum var í Oslo, endaði við javnleiki. Men nógvir norðmenn eru vónbrotnir, nú tað er komið fram, at norska fótbóltssambandið fær bara 2.000 atgongu- merkir at selja til dystin. Ein talsmaður hjá fótbóltssambandinum sigur, at teir kundu lætt- liga fylt ítróttarparkina í Keypmannahavn við 41.000 norðmonnum. Tað vferða heldur ikki 2.000 vanligir norskir áskoðarar, sum sleppa til Keypmannahavn at hyggja at dystinum, sum í Noregi verður mettur sum stórdystur. Fót- bóltssambandið sigur, at meginparturin av at- gongumerkjunum er til stuðlar, felagsskapir og onnur útvald. Oyðandi krabbi Dystur um dyst Rakettirnar raktu ikki, men ein sjálv- morðsbumbabumba drap ellivu fólk á einum ísraelskum hotelli í Mombasa í Kenya, teirra millum tey trý sjálvmorðs- bumbufólkini YVIRGANGUR Árni Joensen Afrikanska landið Kenya kom aftur á heimskortið hjá altjóða yvirgangi gjára- morgunin. Fyrst frættist, at ein bumba var bostin á einum hotelli í býnum Mombasa, og løtu seinni frættist, at eitt ísraelskt ferðamannaflogfar var sloppið undan tveimum rakettum, sum onkur hevði skotið eftir tí, júst sum tað fór á flog úr floghavnini í Mombasa. Álopið á hotellið var uttan iva væl lagt til rættis. Beint undan bumbubrestin- um vóru 140 ísraelsk ferða- fólk komin á hotellið, og tey vóru í ferð við at skriva seg inn, tá ein bilur brád- liga koyrdi inn ímóti ho- tellinum. Stutt eftir brast bumban, og sambært kenyansku myndugleikun- um doyðu ellivu fólk. Trý teirra vóru sjálvmorðs- bumbumenn, sum høvdu sprongt bumbuna. Hini vóru tvey ísraelsk børn og seks kenyanar. Illgruni um al-Qaeda Ísraelsku ferðafólkini vóru komin til Mombasa við einum leiguflogfari hjá ís- raelska flogfelagnum Ar- kia. Flogfarið skuldi júst fara aftur til Ísraels við 261 ferðafólkum, tá onkur skeyt tvær rakettir eftir tí. Rakettirnar raktu kortini ikki. Ísraelska flogfelagið El Al kunngjørdi stutt eftir til- burðin, at tað hevði gjørt av at avlýsa allar sínar rutur úr útlondum til Ísraels. Ísraelskir diplomatar søgdu í gjár við tíðinda- stovuna Reuters, at tað var uttan iva al-Qaeda, sum skipaði fyri álopunum í Kenya. Tá amerikansku sendistovurnar í Kenya og Tanzania vórðu sprongdar í luftina í 1998, vildu ameri- kanarar eisini vera við, at al-Qaeda hevði lagt bumb- urnar har. Amerikanararnir hava longu lagt álopsætlanina ímóti Irak klára. Longu ta fyrstu náttina verður landið lagt full- komiliga lamið IRAK-KREPPAN Árni Joensen Eftir ætlanini, sum serfrøð- ingarnir í verjumálaráðnum Pentagon hava lagt, skulu amerikanararnir oyðileggja radarstøðir, samskiftisstøð- ir og myrkaleggja alt Irak longu ta fyrstu náttina, gevur George W. Bush, forseti boð um álop. Tað fyrsta, sum Saddam Hussein og hansara menn fara at varnast, verður, at alt radarkervið, sum skal halda eyga við fremmand- um flogførum, er oyðilagt. Tí fara serliga beinraknar amerikanskar rakettir og laserstýrdar bumbur syrgja fyri longu ta fyrstu náttina. Samstundis fara onnur flogfør at tveita eitt tons tungar fylgisveinastýrdar bumbur eftir samskiftis- støðum um alt Irak. Tað fer at hava við sær, at teir hernaðarligu leiðararnir í Bagdad kunnu ikki tosa við yvirmenninar á teimum ymsu herstøðunum kring landið. Tað seinasta stigið í tí fyrsta álopinum verður so at sløkkja ljósið á øllum herstøðunum. Sambært blaðnum Wall Street Journal vænta ser- frøðingarnir í Pentagon, at tær fyrstu amerikansku herdeildirnar kunnu send- ast inn í sjálvt Irak minni enn fjúrtan dagar aftan á tey fyrstu rakett- og bumbuálopini. Lagt verður afturat, at hesaferð verða deildirnar ikki so stórar sum undir Flógvakrígnum, og tað ger, at tær fara at kunna taka seg munandi skjótari fram. Undir Flógvakrígnum í 1991 bumbaðu amerikan- ararnir Irak í 40 dagar, áðrenn hermenninir vórðu sendir inn í landið. Tá vóru bara 10 prosent av bumb- unum laser- ella fylgi- sveinastýrdar, men í einum møguligum komandi álopi á Irak nú verða umleið 80 prosent av rakettunum og bumbunum stýrdar við laserskipanum ella fylgi- sveinum. Rakettir eftir ísraelskum ferðamannaflogfari Irak verður lagt lamið longu ta fyrstu náttina Kanningarúrslitið hjá ST- vápnaeftirlitsmonnunum verður avgerandi fyri, um USA fer at gera álvara av ætlanini at leypa á Irak. Um so verður, eru amerikanararnir væl fyrireikaðir Mynd: Reuters 35