Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juli 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 83 — 25. juli 1987 tíðindablaðið sgsialurin Forni arvurin skal gera lívið gott Kvittið við risarnar og tænið drotti ríka Reða hildin á fólkafundi á Vestanstevnu í Sandavági 19. juli Gott fundarfolk! Nú eru fólkafundir sum hesin vorðin fastur tåttur á einihverji summarstevnu — og stevnurnar eru nógvar kring landið, so hesi hevini til at koma saman til fólkafundar eru mong — og um verðrið er til vildar, t.v.s. turt og ikki ov kalt, so plagar nógv fólk at koma saman. Hví hava fólkafundir? Ja, man tað ikki vera tí, at hesar summarstvnur eru sprotnar av fólkafund- unum, sum hildnir vórðu um aldarskiftið og fyrst í hesi eldini. Og frá at vera fólkafundir seinnapart sunnudag — oftani úti í haganum — eru tað nú vorðnar summarstevnur í tveir—hálvantriðja dag við einum lítlum fólkafundi seinnapartin sunnu- dag uppi: Men her er so nakað av fólki samankomið, so eg má nokk royna at halda eina fólkafundareðu, tí tit eru helst komin at lurta, ella hvussu er tað við tí? Eg skal í hvussu er takka fyri at vera boðin higar sum fundarreðari. — Men eitt er at játta so glaðbeintur, tá ið umboð fyri stevnufyrireikarar- nar ringir og spyr, um tú vilt halda fólkafundar- reðuna — og annað er so at gera eina reðu. Tí aftaná kemur so ivin — og spurningarnir, tú setur tær sjálvum: Hevur tú nakað upp á hjartað? ella játtaði tú bara, tí at tað kitlar tína sjálvgleði og tína trongd til at gera teg upp? Aftan á langa og djúpa umhugsan og tingingar við teg sjálvan, fært tú so endiliga sannfert teg sjálvan um, at tú hevur nakað upp á hjartað — og at tað sjálvandi var tí, tú segði ja. At tú enntá hevur so nógv upp á hjartað, at tú ikki veitst, hvat tú skalt velja at føra fram! Hyggasíggj! Tú errar teg upp og grípur kladdu- bók og blýant — og fert at gera vestanstevnu- reðu!!! Men so kemur ivin aftur. — Hví heldur tú, fólk koma á fólkafund? Hvat heldur tú tey koma at lurta eftir? Ella munnu tey yvirhevur koma at lurta? Man tað ikki bara vera tað góða veðrið — ella um veðrið ikki er gott — so vara til at skottast hver annar nú er har — og til at vita hvussu hann ella hon sær út klokkan 4 sunnudagin, tí klokkan 4 í morgun var standurin syndarligur. Ella hvat? Kanska koma tey bara tí, at tað hoyrir seg til, og stevnuhýrurin krevur tað — so mikið veiggj er enn eftir frá gjárdegnum og -kvøldinum. Kann tað so ikki gera tað sama, hvat tú sigur Kann tað so ikki gera tað sama, hvat tú sigur ella tosar um? Sig bara okkurt um sól og summar og fuglameingi og landsvirði og okkurt tílíkt. — Og hin segan um politikkararnar, ið hittust á veg- num dagin eftir ein álvarsaman og týdningarmikl- an tingfund, rennur fram fyri teg. Annar av ting- monnunum hevði ikki verið á fundi, men spyr hin: >Tú, hvat segði tú undir orðaskiftinum á tingi í gjár?< Hin svarar: >Einki!< og fær aftursvarið: »Jå, tað veit eg, men hvussu orðaði tú tað?“ Men handan segan kann kanska ugga onkran politikkara miðskeiðis millum valini, tá ið honum ikki nýtist at siga nakað, sum skal ljóða klókt og týdningarmikið, tí ell hava longu gloymt tað aftur, áðrenn krossurin skal setast — hatta kann ein háskúlamaður, ið boðin er at tala á vestan- stevnu, ikki sláa seg til tols við. — Tú mást aftur grípa pennin og krutla nakað niður og kanska strika onkustaðni við. — — Og minst so til, Thorben, tú skal standa undir minnisvarðanum yvir V. U. Hammershaimb í Sandavági, tú mást taka teg um reiggj og gera eina góða reðu. Hon skal vera álvarslig og hábærs- lig sum semir seg staðnum, men kortini — fólk eru jú í stevnuhýri, so hon má ikki vera ov álvarslig. Nei, sig okkurt um mentan og tjóðskap, sum tú plagar, ella um umhvervisvernd og dálking. Har eru so mong álvarsmál — og so nógv uppskot um skilagóðar loysnir at føra fram — til umhugsanar hjá fólki, um ikki annað. Nú ein dagin vart tú við til at taka ímóti einum herskipi í Havnini — tað hevði eisini nakað við allar hesar spurningarnar at gera, bæði mentan og tjóðskap og umhvervi og dálking. Ja, ja, taka ímóti og taka ímóti, tað ljodar nú so vinaligt, mót- tekan var jú mest eitt mótmæli móti hesi vitjan. Burturi í heimi eru stórveldi vestanfyri og eyst- anfyri, ið hver í sínum lagi vilja hava vald og ávirkan um allan heimin. Eystanfyri siga teir seg ræðast ta amerikonsku imperialismuna, sum vil læra øll at liva sum amerikanarar og vil økja ríki- demið hjá summum og gera øll fólk til stórbrúkar- ar og mammons trælir, ið hugsa sum minst. Og vestanfyri siga teir seg ræðast ta russisku kommunismuna, sum vil gera ell til ateistar og kommunistar, sum ikki tora at hugsa og meina annað, enn Kreml vil góðtaka. Og henda ræðsla fyri hverjum eðrum — ella rættari: ræðslan fyri, at hin parturin skal verða sterkari, hevur fingið hesi stórveldi at gjørt sær vápn so sterk og ræðu- lig og nógv, at allur heimurin og eisini Feroyar — tú og eg — eru nú í vanda av hesum vápnum, sum teir siga skulu verja okkum. So steðgar tú aftur á og heldur fyri við teg sjálvan: Nei, vælsignaður Thorben, far ikki og sig nakað um hatta, tí so fara tey bara at halda teg vera kommunist — og so venda deyva oyra til! So tað er nokk best einki at siga um McCloy. — Men hvat so um tað, tú ert jú longu hongdur út í onkrum blaði sum ófriðarkroppur og kommunist- ur. Men tú veitst, at tú ert ikki kommunistur — og at flest av teimum, sum mótmæltu, heldur ikki vóru tað, men bara smá menniskju í Feroyum, sum eru glað um tey mannarættindi, vit hava her, og sum vilja stríðast fyri at verja tey — men vit vilja ikki verjast við kjarnorkuvápnum! Tí tey mannarættindi og mannavirði, sum eru mest um- ráðandi og dýrabar, kunna ikki verjast við slíkum devulskapi — tí tá ið kjarnorkuvápn einaferð hava vart, so er einki aftaná, sum vert er at verja! — So einfalt er tað! Nei, best er einki at siga um alt hatta — tí tú veitst, so verður tú bara kallaður friðardýr (við ó) og øsari og provokatør, sum slær strúthúgvurnar av friðarligum hermonnum! Sjálvt um ein og hver veit, at ein kasjett í leysari luft er ein elalítil provokasjón í mun til eitt stórt herskip við ræðu- ligum vápnafarmi. — Og tað loysir seg nokk heldur ikki at siga nakað um, at kjarnorkuvápn eru ræðuligari enn bæði russisk kommunisma og amerikonsk imperialisma tilsamans — so tí fari eg eisini at tiga við. Men hvat er so til ráða at taka? — tí ein fólka- fundarreða skal haldast, tað havi eg lovað vága- fólki. Ja, tú kanst altíð siga nøkur orð um ungdómin, — at hann er raskur og famfúsur og djarvur — okkara framtíðarvón. At tú fyri eini góðari viku síðani upplivdi ein flokk av ungfólkum (50 í tali — 8 úr Feroyum) sum sjálv skipaðu sær eitt skeið fyri ungdómsleiðarar í ítróttinum. Alt var væl fyriskipað og skilagott — øll høli, har tey savnað- ust til fundar ella til dans og spæl, vóru so framúr væl frágingin og hampulig, at tað var ein frei at uppliva. Nú er tað kanska einki at tala um — uttan tí at tað altíð verður sagt um ungfólk, at einki fær frið, og at tey altíð smildra alt sundur — so lat tað heldur fara. — Men vikuna eftir, at hesi ítróttar- fólk vóru farin, skuldu hesir sokallaðu vísu-vinir gista hjá okkum — tey vóru flest nokk so ung — men tá fór nokk at verða eðrvísi, tí tú hevði lisið í blødunum, at tey vóru grums og bumsar og flipp- arar, so tá fór skúlin nokk at líkjast einum Sodoma, tá ið teir vinirnir komu framat. Men gakk — eisini tey skikkaðu sær fyrimyndarliga — alt var væl frágingið og væl fyriskipað og hugna- ligt — og bert eini 5—10 av teimum tímdu at fara oman á molan at »heilsa« McCloy. Jú, jú, ungdóm- urin er nokk ikki so galin kortini! Men hvat, hatta er heldur ikki nakað at siga vágafólki á vestan- stevnu. — Tú kundi kanska nevnt, at tú eisini hevði upplivað óhugnalig fyribrigdi millum ung- fólk — so hárini vildu reisa seg á høvdinum, nú ið sendingarnar Shoah verða vístar í sjónvarpinum. At tú fyri fáum árum síðani upplivdi nakrar fittar ungar menn, ið gingu við armbindi og hakakrossi og SS-merki og býttu út flogdeðlar, ið skírdu pale- stinarar og nekarar sum undirmenniskju — og at ein av hesum nazi-forlibtu unglingunum nú er oddamaður í eini sokallaðari »frælsisfylking« á hegraveinginum — og at hakakrossarnir, sum telgdir vóru í veggir og durastavir tá, hómast enn. Men alt hetta mást tú nokk eisini lata fara — tað hóskar seg ikki til fólkafund. | Kanska skuldi tú sagt okkurt um Margretu drotning, nú hon var og helt reðu í EF-tinginum — har hon vrakaði ta reðuna, sum Poul Schlúter og Uffe Ellemann hevdu skrivað til hennara — og