leygardagur 25. juli 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 25. juli 1987
= Síða 11
steig fram við sínum egnu orðum um, hvussu
umráðandi tað er, at tær smáu tjóðirnar varðveita
sína mentan og sermerki og sjålvstødu. —
Nei, vælsignaður — far ikki og rósa drotningini
ov nógv, so halda tey teg bara vera sambands-
mann omaná alt hitt, tú ert skírdur at vera! —
Jú, men hon Margreta er nú ikki so galin, hon
tykist at hava fatað nakað av tí rætta: hvussu
umráðandi tað er, at vit smáu fólk og lond finna
nakað hjá okkum sjálvum, sum kann byrgja
uppfyri og verja, tá ið teir stóru koma og trýsta
sína hermegi, sína kommunismu, imperialismu
ella kapitalismu inn á okkum. — Jú, jú, hon Mar-
greta, hon hevði helst verið úti á molanum í Havn
nú henda morguni, um tað hevði ligið fyri hjá
henni! —
»Frygt ej for hvad verden kalder
sin nødvendighed af stål —
anderledes lifligt falder
ord på himlens tungemål«
syngur Grundtvig i einum sangi um, at móðurmál
og fólkamentan eru himmalskar gávur, id eru
sterkari enn ell heimsins vápn, sum summi halda
vera so neyðug.
Á ja, men Grundtvig og Margreta, tað man heldur
ikki vera nakað fyri vestanstevnugestir. — Lat
fara.
So taki eg Føroya Fólks songbók upp í hondina,
har er kanska okkurt at finna — blaði — lat meg
heldur hyggja at onkrum av teimum sangunum,
sum ongantíð verða sungnir longur.
>Nú er tann stundin komin til handa
á hesum landi,
at vit skulu taka lógvatak saman...“
— ája, tað er hasin um at verja málið og sláa alt út-
lendskt undir vanga og reka burtur tann
fremmanda arva — kom ikki við honum, so halda
tey bara, at tú aftur tosar um strúthúgvur og
herskip! Nei, so er hesin nokk betri:
»Risin »josadi sær eitt viv
— grimt var á at líta:
yvid høvur og langa nøs
stóran eygnahvita.«
Hatta ljédar spennandi — og meinaleyst sum eitt
trøllaævintyr fyri børn. Hatta evnid må kunna
vidgerast uttan at nakar fær ilt fyri hjartad ella i
bukin!
Víðari verður sagt i sanginum um risan og vívið:
»Livdu saman í fleiri ár,
áttu dóttir væna,
skírdu hana Sjóvarmoy;
hon settist út at tæna.
Og tæna skuldi hon drotti ríka
trúliga til sín deyð.<
Sjóvarmoy tænir so hesum ríka drotti í mong ár,
hugnaði honum við herpuslátti og ráddi honum
rúnir. Og tó at long tíð gekk í hesi tænastu, so var
Sjóvarmoy lika so vekur og røsk — ei følnadi
hennara búni. Men so kom stríð í drotsins land —
tað vóru grimu risarnir, sum herjaðu á, og í tí
stríðnum var drottin sjálvur feldur — og neit tað
Sjóvarmoy í hjartað, og hon græt sáran. Nú vendi
risans sonur sær til Sjóvarmoy og vildi drepa hana
eisini, men tá ið hann brá sverðið til høgg, tå kendi
hann, hver hon var, og sverðið gleið honum úr
hond. Men tó at hann ikki vildi drepa hesa systir
sína, sum hevði givið seg í tænastu hjá drotti ríka
— og sum gjøgnum hesa tænastu var vorðin góð
og vekur — so vildi hann kortini taka vakurleikan
og gleðina og tænastuna frá henni — hann skræðir
skarlaksbúnan av henni, brýtur herpuna sundur
og tveitir tey frá sær. Sjóvarmoy tekur tað alt
upp, bindir saman og krógvar alt í einum skoti.
Ikki er hon deyð, men lívið er henni ikki til nakra
gleði longur: sorgarbundin, óvirkin (onga tænastu
at rekja) illa hýrd og stúrandi — »og hárið tók at
grána< — kortini hevði hon ikki heilt gloymt,
hvussu gott lívið var, tá ið hon tænti drotti ríka.
Hon fer út í skotið at síggja leparnar av skarlaks-
búnanum og stykkini av hørpuni og fløva seg við
minnini — men tá hendir undrið: tå ið hon nertir
vid skarlaksbúnan, verður hann heilur aftur,
hørpustykkini grógva saman aftur — og »ung
varð væna Sjóvarmoy av dýrgripunum bådum.«
— Nú verður lívið gott aftur — nú fer hon aftur at
tæna »drotti rika« sum feldur er — við sínum
herpuslátti.
Og S. M. Zachariassen, sum hevur yrkt vísuna
um Sjóvarmoy, endar hann við hesi áheitan á okk-
um:
>Lýðið á tann hørpuslått,
moyggjar og so kallar:
fornan arv tit goymið væl
innan og uttan hallar.«
— Jú, Thorben, her var nakað at hava til evnið í
vestanstevnureðuni: Tí tað sum umræður hjá okk-
um er júst at tæna drotti ríka. Skarlaksbúnin og
herpan — okkara forni arvur — skal dugna okkum
í tænastuni, so at lívið hr á klettunum skal gerast
gott og glæsiligt og stórbært.
Væl vitandi, at vit eiga breður og systrar, risans
bern, ið ikki vilja tæna drotti ríka, men heldur
royna at fella hann — tey vilja royna at forða
okkum í hesi tænastu, skræða av okkum skarlaks-
búnan og bróta herpuna, so lívið gerst kalt og
leiðiligt, eingin drotsins tænasta, heldur trældóm-
ur fyri risar. Tá skulu vit minnast til, at Sjóvar-
moy goymdi brotini og leparnar og av teimum
vaks fram lívið av nýggjum — og herpan fór at
ljóða.
Jú, mín sann, her man fara at vera tilfar í vísuni
um Sjóvarmoy til eina vestanstevnureðu. Eg haldi
eg fari at seta meg at skriva — hon man fara at
vera liðug ti næstu vestanstevnu — og lat okkum
oll so ímeðan leggja okkum eina við at kvitta við
risarnar og tæna drotti ríka.
>Lýðið á tann herpuslátt,
moyggjar og so kallar:
fornan arv tit goymið væl
uttan og innan hallar.«
Takk fyri
Thorben Johannesen
Sjónleikaraskeið
í gamla nShakespearesa
sjónleikarhúsinum
5 ungir åhugaleikarir úr ER« i
Føroyum og 5 úr Dan-
mark verða í døgunum 22.
juli - 5. august vid i einum
EAN YOUTH
THEARTE ENCOUNT-
Stratford-upon-
Avon, har tey saman við
uml. 200 ungfólki úr 20
londum skulu arbeiða við
sjónleiki.
Sjónleika- og drama-
pedagogar = úr — øllum
gjørt til eina stóra fram-
førslu á tí gamla, júst
umvælda »Shakespeare«
sjónleikarhúsinum.
Tað er DATS danska
landsfelagið fyri áhuga-
leikara, har MáF er limur,
sum fyri, at eitt so stórt
tiltak skal koma so
nógvum sum gjerligt til-
góðar, hevur boðið føroy-
Europa undirvísa, og ingum við. Tey ungu
arbeiðið fevnir um: at donsku eru úr hver sínum
dramatisera, sundur- býi og feroyingarnir
greina, vísa fram og bera ávíkavist úr Klaksvík,
fram tilfar, tey sjálvi leita Havnini, Kvívík og av
sær fram til í býnum. Strondum.
Endaliga úrslitið verður Á veg til Onglands varð
Grind
skipað fyri innlæruskeiði í
København, haðani før-
oyingar og danskarir fóru
víðari sum ein bólkur.
Dramaleiðari fyri bólkin
er danska Bodil Christen-
sen og ferðaleiðari Ria
Tórgarð, sum eisini sein-
astu 6 vikurnar hevur fyri-
reikad føroyska bólkin til
ferðina.
Tiltakið er stuðlað fíggj-
arliga av Danska Menta-
málaráðnum, Feroya
Landsstýri og teim av-
varðandi sjónleikarfelog-
unum.
Gjáramorgunin fann Sam
eina lítla grind í Vest-
mannasundi. Í Vest-
manna er ikki loyvt at
drepa grind, og tí varð hon
rikin inn á Miðvág. Grind-
in varð hildin til klokkan
11, og drápið var skjótt og
hampiligt, sigur Marni av
Kák, sýslumaður.
90—100 hval vóru í
grindini.
Farið verður heldur
stillisliga nú við grinda-
boðum. Mikudagin legði
ein grind beinini í Leyn-
um. Hon var 90 hval.