Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 ehova Vitni stevnu i Hoydølum I døgunum frå 31. Juli til 2 august 1987 halda Jehov Vitni eina av årligu stevn- um sinum å Føroya Stud- entaskúla. Á henni fara Jehova Vitni úr Feroyum og gestir úr Danmark at hittast teir tríggjar dag- arnar undir heitinum Lítið á Jehova«. Vænt- andi verða umleið 150 lut- takarar, og Vitnini bjóða almenninginum til alla skránna. Her eru nakrar upplýs- ingar um hesa altjoða rerslu: Fyri hundrað ár- um síðan vóru bert nekur fá túsund Jehova vitni, meginparturin í USA. Í dag eru millum 3 og 4 milliónir, tann stóra fjeld- in uttan fyri USA. Tey hava stóra framgongd í nærum øllum heiminum, ikki minst vegna ta virknu boðanina í meira enn 200 londum. Í Dan- mark eru 15-16.000 virkin Jehova vitni; í Føroyum liggur talið um 90. Jehova vitni eru eitt tversnið av samfelag- num; tey umboða allar aldursbólkar og samfe- lagsstættir, øll fólkasleg og allar tjóðir. Mótsett teimum mongu nýreligi- øsu rørslunum venda Jehova vitni sær ikki til serligar bólkar i samfe- lagnum. Eydkennini fyri teir nyreligiøsu bålkar- nar, sum til dømis guru- dyrkan, mystisisma, bólkaágangur og avbyrg- ing frá skyldfólki og vin- um, eru ikki hjá Jehova vitnum. Ein kann hala meir ella minni um hesa rersluna og boðskapin hon ber fram, men eitt gerst al- samt týðiligari — tað er torfert at koma uttan um hana. Við hvert tykist tað sum Jehova Vitni eru allastaðni. Tað eru tey kanska eisini. Sambært ársfrágreið- ingini hjá Jehova Vitnum fyri 1987 (sum er givin út til almenningin) savnaðu tey seinasta år 8.160.597 i 208 londum, tå tey hildu ta årligu høgtidina til minni um Jesu deyda. Í øllum londum eru Vitnini íðin í sínum trú- boðaraarbeiði. Tey trúgva at ein góður Gud er til, sum gevur sær far um okkum menniskju, at Jesus Kristus er einborni sonur Guds og Frelsari menniskjanna, og at heimurin, sum vit kenna hann í dag, hvervur, tá Gud leggur uppí. Tey meina at paradisid Bíbli- an talar um, verður end- urreist her á jerðini, og at ell rættsint menniskju koma at uppliva tað. Tey meta arbeiði sítt sum eina uppfylling av Jesu orðum í Matteus- Evangeliinum (kap. 24, vers 14): „Hetta evangeli- um ríkisins skal verða prædikad um alt jarðar- ríki øllum fólkaslegum til vitnisburð; og tá skal endin koma.« Um Jesus hevði rætt, tá hann segði, at »endin skal koma«, so hevur boðanin skund, siga Jehova Vitni. Heimurin ið fer til grund- ar, er ikki jarðarknettur- in, men tann samfelags- skipanin, ið nú er, og sum ósjónliga er ávirkað av Satan Djevlinum. Vitnini taka upp eftir Jóhannesi ápostli, sum skrivaði: »Vit. vita, at vit eru av Guði, at at allur heimurin liggur í hinum illa.« (1 Jóh. 5:19) Hetta er gald- andi bæði fyri tær polit- isku, átrúnaðarligu og bú- skaparligu skipaninar í heiminum. Út frá hesum sjónar- miði halda Jehova Vitni seg í ellum londum uttan- veltað í politikki og nokta at taka lut í ósemjum landanna millum. Tey vísa til orð Jesusar: »Riki Mitt er ikki av hes- um heimi.« (Jóh. 18:36) Í fongslum í nógvum lond- um sita Jehov vitni, sum nokta at gera hernaðar- tænastu; í ávísum førum Jehova vitni tað sama, og tey leggja dent á at byggja brúgv yvir rasu- og tjóðskaparmark. Tey íðka rasuavnrættindi og uppfata seg sum eitt al- tjða breðrasamfelag. Arbeiðið hjá teimum tók serligan dik á seg eft- ir 1945. Í teimum nasist- isku londunum høvdu mong latid liv, men eftir kríggið vuksu tey í tali og sum ongantíð áður. Ein nýggjur trúboðaraskúli varð stovnaður, og úr hon- um vórðu trúboðarar sendir til lond bar bert fá, um yvirhevur nekur, Je- hova vitni høvdu verið higartil. Úrslitini hava verið framúrskarandi. Her eru nekur tel, ið vísa framgongdina í einum úr- vali av londum har nær- um einki Jehova vitni var fyri umleið 40 árum síð- an: Mexico: Í dag 200.000 vitni í 5878 samkomum. Brasilia: 196.948 vitni í 3055 samkomum. Vestur- týskland: 118.645 í 1609 samkomum. Nigeria: 128.461 í 2391 samkomum. Samstundis sum hesin veksturin er farin fram eru Jehova vitni vorðin kend fyri sítt stóra byggi- virksemi Allir størri býir og nógvir smærri við, í Nr. 85 — 1. august 1987 fyri Jehova Vitni. Tey seinnu árini eru tey kom- in fram á ein skjótan máta at byggja nýggjar salar uppá: Samkoman á staðnum fyrireikar ar- beiðið, stoypir grundina og fær tilfarið til vega, og alt arbeiðið verður gjert liðugt í tveir ella tríggjar dagar, tá fleiri hundrað hjálparar streyma til aðrastaðni frá og gera ar- beiðið. Vanliga tekur tað eitt vikuskifti at byggja eini slík hús. Eisini lands- skrivstovur og stevnu- miðsteðir eru tey sein- astu árini bygdar í nógv- um londum. Jehova Vitni er eingin pengafyritøka. Fíggingin kemur við sjálvbodnum gávum frá limunum. Tey leita sær ikki urtøku og savna ikki ognarvirði, men kreftirnar verða settar inn til at framleiða og býtta út bíbilskt undir- vísingartilfar so bíliga sum gjerligt, áhugaðum at gagni. Eingin verður »noyddur inn i« Jehova Vitni, og tað ber ikki til bert at »melda seg inn«. Bert tey, id greitt og persónliga ynskja tað, kunnu koma á tal, tá Vitnini halda dóp. Jehova Vitni vilja bert hava persónliga sann- førdar medarbeiðarar. Tey hava ikki barnadóp. Á stevnuni á Feroya Studentaskúla hevur al- menningurin hevi at gera seg kunnugan við hesa rørslu. Øll kunnu koma og lurta, tá Vitnini í 16 tímar framfera skránna í sam- rødum, fyrilestrum, sjón- leikum og ødrum, id visir hvussu stóran tydning Bíblian hevur í okkara ótrygga heimi. Skráin vendir sær til allar ald- ursbólkar. Orðstýrarin á stevnuni, A. Nielsen, sigur: »Vit vilja fegin læra hver ann- an á einari slikari stevnu, so vit betur verða fer fyri at greiða frá tí, id liggur okkum á hjarta. Tað er umráðandi hjá okkum at fáa boðskapin í Bíbliuni fram, tí eftir okkara tykki er tað bert hann, sum í dag kann geva eitt veru- ligt grundarlag. Vit kenna tað, sum vit mugu økja um fatanina av hes- um boðskapinum og venja okkum í at bera hann fram, so fólk skilja tað og skilja, hví Bíblian hevur givið okkum ta vón, hon hevur.« Eitt er vist: Einki ann- að trúarsamfelag hevur tey seinastu 100 árini sýnt líknandi lívferi og lívs- megi. Og fleiri enn nakr- antíð fara í 1987 í part við Jehova Vitnum! ur Snarferð til Noregs Við Norrønu Kostnaður einans kr. 1.080,- Íroknað prísin er: Sigling Tórshavn - Bergen og aftur á 4-koyggjukamari v/ hondvaski. Ringið og fáið meira at vita. P/F SMYRIL LINE TIf.:15900 sm eru tey avrættað. vesturheiminum hava I øllum londum trúgva metisalar (ríkissalar) MM Sz Landssjúkrahúsið 100 Tórshavn Sekt verður eftir eygnadeildina at arbeiða fulla tíð frá 1. september 1987. Møguleiki er eisini fyri, at starvið verður at seta við 2 læknaskrivarum, at arbeiða adruhvørja viku. Løn og setanartreytir sambart sått- maåla millum Starvsmannafelagid og Sjúkrahússtýrið. Umsókn við avriti av provtøkuskjali v.m. verður at senda til umsjónarmann- in, Landssjúkrahúsið, 100 Tórshavn. læknaskrivara til Summarferia Eg fari i summarferiu 3. august. Byrji aftur mánadagin 17. august. Sølvi W. Olsen, kommunulækni tif. 166 11 Ring til LFÚ og leiga út LFÚ fer nú at umsita út- leigu í Havn Torført er at finna nakað at búgva í í Havn. Tann, sum vil leiga kamar, noyðist at kenna onkran, sum aftur kennir onkran. Bara teimum fáu hepn- ast at finna nakað í bleðunum, og eingin stovnur er, sum umsitur bústaðir til leigu. Men nú fer Landsfelag Føroyinga í Útbúgving at royna. LFU heitir tí á fólk, sum vilja leiga út til ung í útbúgving um at ringja til LFÚ-ferðir, tlf. 15037, gerandisdagar klokkan 14—18, og LFÚ finnur teimum so ein leigara. Sama dag kunnu tey vænta at fáa samband við onkran, sum vil leiga. Tey, sum ikki hava nakað at búgva í, kunnu sjálv- sagt eisini ringja til LFÚ. | LFU fer undir hetta tiltak sum eina neydhjålp. Skularnir byrja aftur um tvær vikur, og hópur av fólki í útbúgving veit framvegis ikki, hvar tey til ta tíð skulu búgva. LFU ætlar ikki at hava nakað beinleiðis við leigumálini at gera — bara at umsita. Kostnaði og leigutreytum annars tekur LFÚ onga ábyrgd av. randi GUTTI