leygardagur 1. august 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|;
Nr. 85
1. august 1987
Torshavnar jazz-, fólka- og blues-festival:
Forsølan byrjar
r | =
Fyri 4. ferð verður Tórshavnar jazz, fólka- og blues-festival
í Norðurlandahúsinum — byrjað verður í Listaskálanum
mánakvoldið 17. august kl. 19.30, og hildið verður fram til
fríggjakvoldið 21. august
Samrøda: Heri
Byrjað verður at selja at-
gongumerki í góðari tíð —
nú mánadagin (3. august).
Í Havn verður selt í Norð-
urandahúsinum, Kunn-
ingarstovuni og LM-
handlinum. Ætlanin er
eisini at selja á Kunning-
arstovuni í Klaksvík og
onkustaðni í Eysturoynni.
Hjá bygdafólki liggur ikki
altíð so væl fyri at keypa
atgongumerki í Havn, so
hetta kemur væl við hjá
nógvum, sigur stigtakar-
in, Brandur Qssurson.
Atgongumerkini kosta
100,- kr. fyri kveldið, og
harumframt er meguleiki
at keypa atgongumerki til
alla jazz-stevnuna fyri
300,- kr. — Hvert kveldið
er ein musikalskur >super-
marknaður< — fleiri kon-
sertir (eisini ísenn), og tú
velur tær tað, ið tú vilt
hyra. Tó byrjar hvert
kveldið við eini hevuðs-
konsert kl. 19, og eftir
hana verða smærri kon-
sertir.
Atgongumerkini eru av-
markað í tali — tí sjálv-
andi er mark fyri, hvussu
nógv fólk fær verið íNorð-
urlandahúsinum í senn.
Tað plagar at vera útselt
rættiliga skjótt.
Tiltøk úti i býnum
Konsertirnar verða allar í
Norðurlandahúsinum —
tó ikki tað fyrsta kveldið.
Harumframt vera tiltek í
Gongugetuni hvenn dag
kl. 16—17.
— Tað hildu vit vera
rættiliga natúrligt, tí tá
fær tiltakið meira dám av
eini festival, sigur Brand-
ur.
Onkuntíð hava konsert-
ir verið í Utvarpshøllini í
sambandi við stevnuna,
men í ár verða ongar. Men
á niðara velli í Gundadali
hvenn dag kl. 17.30—18.
Ein norðurlendsk veru-
messa verður í Feroyum
samstundis, og í tí sam-
bandi verður ein pallur
settur upp á niðara velli
Hann verður brúktur ein
hálvan tíma um dagin til
jazz-festivalina.
Fyrsta jazzstevnan var í
1984. Longu nú er farið
undir at fyrireika 5-ára
haldið næsta ár. Tá er ætl-
anin at fáa kenda svenska
tónleikararn Bjørn Afzeli-
us hendavegin. I år eydn-
aðist at fáa Mikael Wiehe
at koma. Teir plaga at
spæla saman.
Roynt hevur verið fyrr
at fingið Bjørn Afzelius til
jazz-festivalina, men tað
hevur ongantíð eydnast,
av tí at hann heldur frí í
august mánaði. Tá er
hann á onkrari suðurhavs-
oyggj og savnar inspira-
tión, ger nýggjar sangir,
fyrireikar konsertir og
plátuútgávur o.t. Men
kanska kemur hann til
Feroya at savna sær in-
spiratión næsta ár.
»Føroyar —
hví ikki?«
Roynt verður at fáa kent
fólk innan allar jazzstílar
á jazz-festivalina. Í ár ere
eingin gospeltónleikur við
— tað hevur annars altíð
verið á teimum undan-
farnu jazz-stevnunum.
— Longu tá Norður-
landahúsið varð bygt, sóu
vit meguleikan í tí, og
meguleikarnir fyri at hava
jazz-festival her, sigur
Brandur.
— Hetta er eitt av teim-
um fáu húsunum, eg havi
sæð, ið klárar uppgávuna,
og har tú kanst hava alt
undir somu lon.
Brandur umboðar Fer-
oyar í NOrd-Jazz — meg-
infelag fyri norðurlendsk
jazz-felog.
— Tá ið eg so hevði sitið
í 3 ár og hoyrt jazz í ítrótt-
arhellum, fimleikarhellum
og eðrum tílíkum steðum,
hugsaði eg: Vit hava
Norðurlandahúsið, Hotel
Feroyar (seinni Hotel
Borg, blaðm.) og Norrenu
— hví ikki royna við jazz-
stevnu í Feroyum?
— Sum sgt so gjert, og
tað eydnaðist stak væl.
Tónleikarar tosa jú nóg
saman, og hevur onkur
verið í Feroyum og sæð
hesi góðu heli — og hjá út-
lendingum er mestsum al-
tíð eitt upplivilsi at koma
til Feroya — frættist tað
skjótt í tónleikaheimi-
num. Hetta tiltakið er
vorðið kent eftir stuttari
tíð og hevur fingið gott
orð á sær — vit fáa brev
allastaðni frá.
Mótvekt til
kommersiellan ;
tónleik
— Tiltakið er íkki
kommersielt. Vit hava
tryggjað okkum avmark-
að undirskotsgaranti frá
landinum, kommununi og
ymsum fyritøkum — so
tað ber ikki til hjá okkum
at gerast ríkir.
— Men tað hevur tann
fyrimunin, at tú hugsar
meir um góðskuna og
listina í tí, hugsar meira
tann vegin — og ikki, hvat
tú kanst spara og vinna
mest meguligan pening.
So tiltakið er mót-
vekt til tað, sum rytmisk-
ur tónleikur vanliga verð-
ur brúktur til. Aðrir kvali-
tetir eru í rytmiskum tón-
leiki, sum tú vanliga ikki
hoyrir so nógv til — og
okkara uppgáva er júst at
fáa hesar kvalitetir fram.
— Hevur jazz-festivalin
havt nakra ávirkan á jazz-
tónleikin í Feroyum?
— Vit síggja, at føroysk-
ir jazz-tónleikarar gerast
alsamt betri ár undan ári.
Teir venja við slíkum in-
tensiteti, ið ikki hevði ver-
ið annars. At standa á
palli saman við topp-
musikarum, og at vita, at
hesir topp-musikarar
eisini sita úti í hellini —
tað krevur ikki einki,
sigur Brandur Øssurson.
Føroyingar
vorðnir tilvitandi
um góðsku
— Men hesir stóru tónleik-
ararnir kunnu neyvan ger-
ast ríkir av jazz-festival-
ini. Koma teir kortini?
— Fyrimunirnir hjá okk-
um er, at tað er framvegis
so vælumtókt at koma til
Feroya, sigur Karen Flod-
strem, stjóri í Norður-
landahúsinum.
— Ti fáa vit nógv so bi-
liga. T.d. hevði eitt tiltak
sum Johannes-passiónin
kostað eina rúgvu aðra-
staðni. Men hvussu leingi
Feroyar fara at vera so
vælumtóktar, er jú ilt at
siga.
— Tað, at hølisvidur-
skiftini eru so góð i Norð-
urlandahúsinum, ger eis-
ini, at lutfalsliga lætt er at
fáa kendar tønleikarar
higar. Tað hevur gjert fer-
oyingar meira tilvitandi
um góðsku. Nú ber ikki til
at koma við einumhverj-
um hálvvánaligum ama-
terorkestri longur. Eg
haldi eisini, at eftir fólka-
talinum er feroyska
áhoyrarafjeldin stór.
Síða 9
— Norðurlandahúsið er
uppi í at skipa fyri jazz-
festivalini, tí mín upp-
gáva sum stjóri er at
síggja til, at javnvág e
ímillum tiltekini. Hetta er
eisini galdandi fyri tón-
leikinum í húsinum. Tí er
gott, at vit hava eina jazz-
festival, so ikki bara t.d.
kamartónleikur er at
hoyra, sigur Karen Flod-
strem.
Fleiri konsertir
Skráin fyri stevnuna er
henda:
Mánakveldið 17. august
kl. 19.30: Kristian Blak
Kvartett á Sleipnir.
Týskveldið (hvert kveld
kl. 19.00): Lillebjern Niel-
sen á Terje Venaas, Op-
vávni, Inspectors, Hans
Brunchorst, Hanus Jo-
hansen og Lars Lilholt
Band.
Mikukveldið: New
Jungle Orchestra, Bob
Plews á Henny Preston,
Kirsten Lassen Plus Four,
Devon og Plúmm.
Hóskveldið: Mikael
Wiehe, Antifonale, Rierre
Tassone/Herluf Lútzen
kvartett, Inspectors, Poul
Dissing og Fuzzy.
Fríggjakveldið: Poul
Dissing/Fuzzy, Fana Stor-
band, Frode Thingnes,
Scrape The Barrel, Spæli-
menninir, Frndur og
Zenit.
Umframt hesr konsert-
ir, sum allar verða i Norð-
urlandahúsinum, verða
sum nevnt tiltek í Gongu-
getuni og á niðara velli.
Ein plakat er gjerd til
jazz-festivalina. Tað eru
skitsur úr Havn, og
Torbjørn QOisen hevur
málað.